Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-07-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. juli 1976síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 39 — 17. juli 1976 sosialurin — Filmslistin eitt hent mentunarinnandi amboð — heldur formaðurin í filmseftirlitsnevndini, Eyðun Joensen, sålarfrødingur. — Væl saktans kunnu vit brúka film sum dagdvelju, men vit kunnu so sanniliga eisini læra og mennast av filmi, sigur hann í hesum viðtali. Vit hoyrdu í útvarpinum og lósu i blødunum herfyri, at landsstyr- ið hevði sett niður eina nevnd at hava eftirlit við filmum, fyrivist- ir í føroyskum biografum - hvat er orsekin til hetta, hvat skal nevndin gera, og hvussu skal hon virka? 1) Vit hoyrdu í útvarpinum og lósu í blødunum herfyri, at landsstýrið hevði sett niður eina nevnd at hava eftirlit við filmum fyrivistir í føroyskum biografum hvat er orsøkin til hetta, hvat skal nevndin gera, og hvussu skal hon virka? Til fyri stuttum hevur tað verið so, at vit her i Føroyum stórt sæð hava hildið okkum til galdandi skipan í Danmørk, fest á blað í lóg nr. 117 frá 13. apríl 1938, nevnd »Lov om biograf- væsenets ordning< og kunngerð frá danska lógmálaráðnum, nr. 134 31. mars 1960, nevnd »Bekendtgørelse om censurering af film«. galdandi lóg skal vera yvirhildin — hverki meir ella minni! Tað er samb. $22 í omanfyri nevndu lóg (um at lógmálaráð- harrin tilnevnir filmseftirlits- nevndina), at landsstýrið í skrivi frá 7. mei í ár kunnger filmsinn- flytarum, biografum, landfútan- um og so limum og tiltakslimum i filmseftirlitinum, at nevndin er sett, og seinni kunnger lands- stýrið so hesum somu, at tað frá 1. juli í ár bert er loyvt at sýna filmir, sum eru góðkendir av (foroyska) filmseftirlitinum. Hverjir eru nevndarlimirnir hvussu eru teir valdir — polit- iskt og/ella eftir kvalifikation- um? Tilnevndir vórðu av landsstýr- inum: Sigurð Joensen, lands- rættarsakferari við Inger Chris- tiansen, lógfroðingi, sum til- taksmanni, Peter F. Christian- sen, prokuristur fyrrv. varalog- maður við Elias Johansen, út- varpsmanni, sum tiltaksmanni, og so eg sjálvur (Eyðun Joen- Eyðun Joensen, sum er formaður í sensurnevndini Nakað herfyri hendir so tað, at danir taka av hinsonevnda vaksnamannacensurin við tí fyl- gju, at einki mark verður fyri, hvat fólk omanfyri 16 ár kunnu sleppa at síggja, meðan eftirlit framvegis er við filmum fyri born undir 12 og 16 ár. Henda avtøka ella hesin lætt- in í lógini er tó eins og frigev- ingin av pornografiini á sinni IKKI GALDANDI FYRI FØR. OYAR. Tann gamla lógin og kunngerðin er við oðrum orðum framvegis galdandi í Foroyum, og er tað stutt sagt (nú hopur av ócensureraðum filmum verða fluttir inn) ti, at landdstýrið noyðist at tilnevna serstakt foroyskt filmseftirlit til tess, at sen) við Arna Olsen, yvirlækna, sum tiltaksmanni. Hvørvitt nevndin er sett polit- iskt og/ella eftir kvalifikation- um, er sjålvsagt ikki lætt at meta um, al tann tid tad er hent å landsstyrisfundi, sum ju ikki er opin. Fleiri av teimum til- nevndu eru ella hava satt nokk verið aktivir i politikki, sjálvur havi eg ilt við at gita mær til, hver flokkur skuldi havt tilnevnt meg júst av politiskum ávum, men hyggja vit at manningini og her serliga, hvussu nevndarlimir og tiltaksmenn „hanga saman« tykir mær, at nevndin fremst av ollum er sett eftir kvalifikatión um og gott tað sama Persónliga meti eg nevndina hepnisliga samansetta, og hevur tað drúgva nevndararbeiðið, sum vit triggir fyrst tilnevndu higartil hava útint okkara mill- um, gingið heilt væl. Skulu fylgja lógini Hvat er uppgávan hjá neyndini? Arbeiðssetningurin er at syrgja fyri, at omanfyri nevnda og i Føroyum framvegis galdandi lóg verður fylgd. Í sjálvari lógini er nevndar- arbeiði serstakliga tilskilað í $20 og *21. Her verður sagt frá, at kvik- myndir áður enn fyrivisan skulu verða góðkendar av Statens Filmscensur (nú í Føroyum av foroyska filmseftirlitinum). Tal- að verður síðani um, at góð- kenning av filmi kann vera treytað av, at børn undir 16 ár ikki sleppa inn, og so hetta, at relkamutilfar filmum viðvíkjan- di fyri at kunna vera sýnt alment, frammanundan má vera góðkent av sama filmseftirlit og vera merkt við tess stempli. Viðvíkjandi sjálvum eftirlits- kriteriunum haldi eg $21 vera tað berandi. Har verður sagt í grein 1: »Censuren må ikke godkende films, såfremt deres forevisning skønnes at krænke ærbarhed eller virke forående eller på anden måde moralsk nedbrydende. « Og í grein 2 verður »Billeder, som censuren for egnede til på skadelig måde at påvirke børns sind og rets- begreber, må ikke godkendes til forevisning for børn under 16 år.« sagt: anser Nógvir tvørleikar Hvussu virkar føroyska films- eftirlitid i praksis hvussu arbeida it? Tað er eyðsæð, at arbeiðið ikki er og ongantið verður nakað ynskijob. Mær kunnigt hevur eingin av okkum tilnevndu biðið lovað okkum í nevndina. Til- nevningin er eitt sonevnt álitis- starv ella ein borgaraskylda eitt starv, ein verður settur til í einum demokratiskum samfelagi til tess, at galdandi lógir skulu yvirhaldast. Tverleikarnir við einum slík- um arbeiði eru nógvir. Samfe- lagið er lítið, men mótsetning- arnir kortini mangan stórir. Ég hugsi her um spennið millum fjøldina, sum við teirri stoðugt øktu fritidini í størri og størri mun tørvar undirhald og so hinumegin kreftir, sum vid ym iskum motivum bart ut helst høvdu sæd allar biohallir læstar með alla Filmsfyrivisan er væl fyrst og fremst ein handilsfyritøka, men skuldi væl sagtans samstundis verið eitt listarligt, mentunnar ligt og mennandi fyritaksemi Førovar er sum åskodaraøki jú heilt lítið, samantikið ikki stórt frægari enn ein miðalstórur dan Hetta fær til bert skur provinsbyur úrslit, at nógvir filmar kunnu ganga heilt stutta tíð í sama biografi. Omakurin hjá filmsinnflytarum og útbýtarum og bipgrafunum er kanska frammanundan ov stórur í mun til peningaligu úrtekuna til, at tað kann bera eitt kostnaðar- mikið filmseftirlit við øllum inn- fluttum filmum. Affald forbudt LA Síða 7 isligum, pedagogiskum, psyko- logiskum og ødrum fakkunn leika. Vit hava løhgu bidid um samstarv vid teir, og hava teir fyribils svarað sera positivt og lovað okkum alla møguliga hjálp og leiðbeining Í hesum høpi má tað upplagt. at vit stórt sæð kunnu líta á fakkunnleikan í danska filmscensurinum og loyva fer- oyskum børnum teir somu film vera ar, sum donsk børn sleppa at siggja. Reint formelt skal oyska filmseftirlitið to sjålvt før- AN ; Ur lættisoppafilminum Tandlæge på sengekanten Allar hesar tvørleikar films- innflytaranna skilja vit i eftir- litsnevndini fullvæl, men gald- andi lóg skal altso haldast, og hava vit tískil mest gjorligt miðað ímóti einum samstarvi allra parta millum uttan óneyð- ugan ómak, men kortini soleiðis, at lógarinnar bókstavur verður fylgdur út í odd og egg. Tað sigur seg sjálvt, at eftir- litsfyrivisanir i arbeiðstíðini verða dýrar fyri filmsinnflyt- ararnar og biografirnar, um filmeftirlitið skal síggja allar fil mir. Í veruleikanum hava vit hig artil roynt at útvega okkum mest gjørligt av skrivligum til- farid umfilmirnar t.d. brochurur, óheft filmummæli, og har danski filmcensururin enn er við í myndini (tað er viðv. barnacen surinum) styðja okkum til hans ara. Samstarv við danska filmcensurin Danski filmcensururin virka! sum áður nevnt alsamt, har tað snýr seg um filmir loyvdir børnum undir 12 ella 16 ár, og ert hann væl skipaður við logfreð kannað allar filmir, men sjálvur haldi eg, at nógv praktiskt arbeiði kann verða spart við at styðja seg til tað danska barna- filmseftirlitið Haraftrat er tað jú tað, at meðan danir hava tvinni aldurs- merk (12 og 16 ár), hava vit í Føroyum higartil bert praktiser- að 16 ára aldursmark. Praksis er vid ødrum orðum frammanund- an strangari í Føroyum. Men eftir verða so allir teir filmir, sum ikki eru loyvdir børnum i Danmørk og tað eru so nógv teir flestu í tali. Talan er fyri tað fyrsta um filmir við sonevndum gulum censurkorti Tað merkir, at teir hava verið royndir í Danska filmseftirlit inum, men hagani frá bannaðir børnum Harafturat er mongd av filmum vid sonevnd- um hvitum censurkorti. Hetta eru filmir, sum annadhvørt eru ein so fulir og/ella rådir, at ein frammanundan ikki hevur hildið tað verið ómakin vert at latið teir inn til tann danska film censurin at vita eftir, um teir eru 5 hóskaðir at ÍYrivisa jørnum Síðani vaksna Á undir it