mikudagur 21. juli 1976síða 3
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FOR
ør
%
Nr. 40 — 21. juli 1976
sosialurin
Tann sjuki arbeiðs-
maðurin avskorin
frá samfelagnum
— Arbeiðarafelogini eiga at verða tikin upp á
ráð, hverja ferð sosialar lógir verða vidgjørdar í
Tinganesi, sigur Martin Kúrberg, form. Havn-
ar Arbeiðsmannafelags, á tíðindafundi
Bert eitt blað møtti
Spurningurin um dagpenga-
skipanina hevur verið nógv
umreddur, bæði millum
manna og í bløðum, men nú
Havnar Arbeiðsmannafelag
beyð ollum bløðunum í Havn
til tíðindafundar um málið,
møtti bert SOSTALURIN.
Nevndin i Havnar Arbeids-
mannafelag hevdi månadagin
tidindafund saman vid tveim-
um sjúkum limum i felag-
num, sum greiddu frå um-
stødum sinum. Fundurin var
ein våttan um, at tann sjuki
arbeiðsmaðurin kann ikki
klára seg í samfelagnum, sum
er.
Annar limurin fekk fyri 14
døgum síðani boð frá lækna
sínum um, at hann eigur ikki
at fara aftur til arbeiðis,
orsakað av sjúku. Maðurin,
sum er 64 ára gamal, fekk
hesi boðini frá læknanum fyri
14 dogum síðani, men annars
hevur hann gingið álvarsliga
sjúkur síðani í mai mánaða.
Hin limurin er 40 ára gamal
— sostatt í bestu árum — og
hevur eina konu, sum sein-
astu 14 árini hevur verið
sjúk, og sum nú heilt er
avlamin. Sjálvur gjerdist
hann sjúkur í mars 1974, og í
fjør fekk hann umfatandi
sjúkraviðgerð i Danmark.
Men maðurin hevur ongantíð
fingið nakað oyra frá ti
almenna, ti konan fær avlam-
ispensjón, sum síðani í januar
hevur verið 4.200 kr. um
mánaðin. 10. august í ár skal
Vit vilja
Martin Kúrberg
slenna unn í nart
maðurin aftur vera í Dan-
mark, har hann helst verður
lagdur undir skurð vegna
sjúku í rygginum.
Hava einki at
gjalda við
Í báðum dømunum omanfyri
vísir Arbeiðsmannafelagið á,
at tað er skatturin, sum heilt
ger enda á tilveruni hjá
sjúkum arbeiðsmonnum, og
krøv vóru frammi á fund-
inum um, at teir sleppa
undan skattinum, tí teir hava
einki at gjalda við.
Tann 64 ára gamli maðurin
varð beint eftir, at læknin
hevði givið honum forboð fyri
at arbeiða, vístur til sosial-
ráðgevara, sum segði, at
hann fór at fáa framskundaða
fólkapensjón. Men enn er
eingin peningur komin. Mað-
urin er giftur konu, sum
frammanundan er so sjúk, at
tað er eingin hugsingur um
hjá henni at skula arbeiða.
Hann eigur eini hús, umframt
eina uppsparda peningaogn
upp á 10.000 kr.
—Hesar 10.000 kr. eru
skjótar at brúka, sigur mað-
urin, sum annars ikki stendur
í skuld til nakran. Húsini eru
gomul, og neyðugt verður at
umvæla takið. Til hesa um-
væling roknar maðurin við at
brúka tað mesta av 10.000 kr.
Hann hevur fingið eina
skattarokning í ár upp á
slakar 28.000 kr., ella 2.800
kr. um mánaðin, og hann
hevur goldið fyri tveir mán-
aðir. Tað er sekt um skatta-
lætta, men tað plaga at
ganga eini tvey ár, áðrenn
svar kemur. Umframt
skattaútreiðslur roknar mad-
urin við at skula gjalda 800
kr. til sjúkrakassa, í minsta
lagi 5.000 kr. í olju og einar
2.400 kr. í SEV-gjaldi hetta
árið. Hetta eru vanligar út-
reiðslur, og tá eru útreiðslur-
nar til mat og klæðir eftir.
10.000 kr. fyri at gera
tað liviligt
Tað einasta, sum tann 40 ára
gamli maðurin siålvur hevur
fingið hesa tíðina, hann hevur
verið sjúkur, er peningur úr
skaðagrunninum hjá Havnar
Arbeiðsmannafelag og Havn-
ar Arbeiðsgevarafelag.
Fyri at fáa nakað úr skaða-
grunninum skal tann sjúki
hava gingið í 3 vikur. Tá-
staðni fær hann 40 kr., men
tó hægst í triggjar mánaðir.
Læknaváttan krevst. Frá ar-
beiðsgevaranum fær tann
sjúki 20 kr. um dagin aftan á
triggjar vikur, men treytað
av, at hann hevur verið í
sama arbeiðsplássi í fimm ár.
Vit hava fingið heima-
hjálp í húsini, sum vórðu
bygd fyri fáum árum síðani,
men orsakað av, at konan er
so týðiliga merkt av sjúku,
varð eg noyddur at útgera
húsini við ymiskum hentleik-
um fyri einar 10.000 kr.
umframt. Fyri at gera tað
liviligt hjá henni heima við
hús, greiðir tann 40 ára gamli
maðurin frá.
Hann hevur eitt lán í
húsinum upp á 11.000 kr., og
herfyri fekk hann eina eyka-
rokning frá SEV uppá 2.000
kr. fyri seinasta ár, sum helst
stavar frá, at neyðugt varð at
útgera húsini við ymiskum
hentleikum. Herfyri fingu tey
midstøduhita í húsini fyri
einar 18.-20.000 kr. Framm-
anundan hava tey brúkt gass
fyri einar 100 kr. um mánað-
in.
Stóran skatt
Maðurin hevur fingið eina
stóra skattarokning í ár. Hon
ljóðar uppá slakar 9.300 kr.,
sum eru skattaðar av 30.460
kr. 1. juni í ár hevði hann
frammanundan 9.321 kr. at
gjalda í skatti frá í fjør. Hann
hevur fingið ein skattalætta
uppá 3.000 kr., men við teirri
treyt, at restin skal gjaldast,
tá hann er vorðin frískur
aftur.
— Og nær tað verður, veit
eingin, sigur tann 40 ára
gamli maðurin. Umframt he-
sar útreiðslur nevnir hann
útreiðslur til mat og klæði,
sjúkrakassagjald uppá 800
kr. um árið, limagjald, fyri
einar 50 kr í heilivági um
Hendir tað, at arbeiðsmenn gerast sjúkir, verða teir avskornir frá
samfelagnum. Ti er umráðandi, at arbeiða afeløgini verða tikin upp á
ráð, hverja ferð sosialar lógir
Arbeiðsmannafelag.
mánaðin, 600 kr. um árið í
brunatryggingargjaldi o.s.fr.
Heilt avskorin
— Hetta eru bert tvey
av mongum um, hvussu full-
komiliga avskorin frá samfel-
agnum tann sjúki arbeiðs-
maðurin er, sigur Martin
Kúrberg
—Tað er skatturin, sum
alla tidina nivir mest, og
honum má tann sjúki maður-
in sleppa undan. Hin vegin
fer landskassin ongantið at
missa tað nógv í skattainn-
tokum, um samfelagið unnir
domi
verða viðgjerdar,
sigur Havnar
hesum monnum ein lætta.
Tað eru nógvar stórar inntek-
ur, sum als ikki verða skatt-
aðar, og tær eiga at viga væl
upp imóti ti, sum landskassin
møguliga missir av hesum,
sigur Martin kurberg, sum
annars leggur dent å, at
arbeidarafeløgini verda tikin
upp á ráð, hverja ferð sosialar
lógir verða viðgjerdar í Tin-
ganesi.
SOSIALURIN ætlaði at
biðja Jákup Lindenskov,
landsstýrismann í sosialum
málum, um eina viðmerking,
men hann er burturstaddur í
løtuni.
Spæliplåss i Havnini
I samarbeidi vid borgararnar i
Havnini fara vit komandi
triggjar vikurnar at innrætta tvey spæliplåss i Havnini,
åvikavist í Heygskróki og i horninum millum Torfinsgetu og
Vallalid.
Vit eru 22 ungfólk frå ymiskum londum, og vit búgva á Ytra
skúlanum við Landavegin, telefon 12656. Vit bjóða ellum
børnum og foreldrum til eitt leystligt prát um, hvussu vit
skulu innrætta spæliplássini, og hvat víðari skal gerast við
tey, tá vit eru farin. Komið annaðhvert út á spæliplássini ella
á skúlan at tosa við okkum
kvoldið.
— tit kunnu eisini koma um
Á Tvøroyri fara arbeiðsbólkar frå Mellemfolkeligt Samvirke
at gera spæliplåss, og úti í Hesti verður hildið fram vid
arbeiðinum við svimjihylinum.
Mellemfolkeligt Samvirke
Arbeiðslegurnar í Tórshavn