mikudagur 21. juli 1976síða 4
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
TOO SINU cc cc
t
Nýggjur stjórnar-
leiðari í Ítalia
I
Tann 57-åra gamli italienski
politikarin Giulio Andreotti
frá Kristiliga-demokratiska
flokkinum varð í síðstu viku
útnevndur til nýggjan stjórn-
/ arleiðara í Ítalia eftir valið til
tjóðartingið 20. og 21. juni
Sosialistarnir í Italia høv
du stóra afturgongd við val-
ið. og teir hava nú framt
stórar broytingar í flokkin-
um. Formaðurin Francesco
de Martino segði seg fyrst frá
sum formann, og síðani legði
all leiðslan í flokkinum frá
sær
Politiskir eygleidarar i Ita-
lia halda, at hetta fer at gera
tað lættari hjá Andreotti at
skipa nýggja stjórn. Tað var
júst Francesco de Martino og
hansara vongur í sosialista-
flokkinum, sum ikki vildi
kristiliga-demokrat
isku minnilutastjórnina, sum
varð noydd at útskriva val
styðja
ti
Nýggjur leiðari í EF
Stjórnarleiðararnir í EF hava
á fundi í Bruxelles útnevnt
bretska
innanrikisrådharran Roy Jen-
hin 55-ára gamla
kins til nýggjan formann í
EF-nevndini. Hann skal taka
ið eftir Francois-xavier Or
toli, tå hesin
leggur frá sær
Jenkins
heitastu
viðhaldsmonnunum fyri bret
um ársskiftið. Roy
hevur verið ein av
skum limaskapi í EF. Hann
hoyrir til hegravongin í bret
ska arbeidaraflokkinum og
var figgjarmålarådharri í
Wilson-stjórnini frá 1967-70
| stubbar uttaneftir
Eisini kvotaskipanir
i Kyrrahavinum
Sovjetsamveldid og Japan
hava gjørt sáttmála um eina
kvotaskipan, sum minkar
bæði laksa- og sildaveiðuna
hjá báðum løndunum í
Kyrrahavinum. Nøgdin av
laksi i Kyrrahavinum er ikki
ekt so nógv, sum hevur verið
væntað, og fiskifrødingar
óttast fyri, at sildin eisini er í
minking. Sildaveiðan í Ok-
hotiska havinum skal mink-
ast niður í helvt, og eisini
veiðan eftir reyðsprokum,
rækjum og krabbum
skerast niður
Sovjetsamveldið og Japan
hava gjørt felags fiskirann-
sóknir og havt veiðisátttmál-
skal
ar 1 20 ar
Rændu 1,4 mill. kr.
Fyra menn, våpnadir vid
maskinbyrsum fingu hosdag-
in 1,4 mill. kr., tå teir rændu
ein peningafluttning i Gøte-
borg i Svøriki.
Våpnadir vaktarmenn voru
vid at flyta peningin i ein bil
frå eini bankadeild í Gøte-
borg, tá ránsmenninir komu.
Peningurin var í posum, og
vaktarmenninir framdu ikki
møtstødu, tá ránsmenninir
fóru avstað við peninginum í
trimum bilum.
63.000 ynsktu
Ford tillukku
Í síðstu viku fylti amerik-
anski forsetin Gerald Ford 63
år, og fødignardagurin varð
hildin i Hvitu Husunum, eftir
it Ford hevdi sæd ein base
ball-dyst i Philadelphia
Meðan dysturin varð spæl-
dur, ynsktu teir 63.000
áskoðararnir i kór forsetanum
tillukku, eftir at fødingar-
dagurin var kuangjerdur
gjøgnum hátalararnar.
Dysturin varð sendur í
fjarsýni í ollum USA, og tað
var kanska ikki bert av áhuga
fyri ítróttinum, at Ford hugdi
at dystinum. Um somu tíð
hildu demokratarnir uppstill
ingarfund til forsetavalið, og
umboðsmenn fyri Hvítu Hús-
ini vónaðu, at fleiri høvdu
áhuga fyri at síggja Ford enn
demokratiska uppstillingar-
fundin.
sosialurin
Nr. 40 — 21. juli 1976
Alt færri roykja:
hjartatilburðirnir minka
Ein kanning í USA vísir stóra afturgongd í til-
burðum av lungakreft
Tað lønir seg at halda uppat at roykja. Ikki bara
peningaliga, men eisini heilsuliga. Tey fyrstu
úrslitini
av tiltøkunum
ímóti royking í USA
seinastu 10 árini eru nú farin at fáa týdning fyri
hagtalsstovnin. Fyri fyrstu ferð vísir ein niður-
stóða, at talan er um afturgongd í talinum av
teimum, sum doyggja av hjartatilburðum, ið
stava frá sigarettroyking. Annars hava hjartatil-
burðirnir vaksið alsamt og hava verið orsøkin til
eina lækking í meðallivialdrinum hjá mannfólki
kring allan vesturheimin.
Amerikanska heilsumálaráðið
hevur gjørt eina frágreiðing um,
hverjir vandar standast av royk-
ing. Í kanningini verður fleiri
ferðir víst á, at tað er eitt
beinleiðis samband millum royk-
ing og sjúkur — alt frá lunga-
kreft til vandan fyri fostrinum
hjá roykjandi kvinnum, sum eru
við barn.
Men tað, sum hevur vakt
størstan ans, er, at munagóð
tiltøk ímóti royking kann fara at
fåa tydning fyri samfelagshag-
frødina.
Åvaringar á pakkunum
Síðani 1970 hevur henda ávaring
staðið á amerikanskum sigarett-
pakkum: Tað er prógvað av
heilsumyndugleikunum, at siga-
rettroyking er vandamikil fyri
roykjaran. Men longu í 1960-
unum vórðu frá almennari síðu
sett í verk tiltøk ímóti royking,
m.a. við fýra umfatandi, vísind-
aligum frágreiðingum frá heilsu-
myndugleikunum, har víst varð
á vandan við royking.
Úrslitið er síðani komið til
sjóndar í tí, at sigarettroykingin
minkar alsamt. Fleiri miljónir
amerikanarar eru hildnir uppat
at roykja, meðan aðrar miljónir
eru ongantid byrjaðar.
4.000 pr. íbúgva
Í 1966 vórðu royktar so nógvar
sigarettir í USA, at tað svaraði
til 4.287 fyri hvenn roykjandi
íbúgva. Í 1970 var talið lækkað
til 3.985. Síðani er sigarettnýtsl-
an vaksin aftur. Hetta kemst
helst av, at fleiri kvinnur, í
einum lægri aldursbólki enn
undanfarin ættarlið, eru farnar
at roykja. Um sama mundið er
sigarettnýtslan hjá mannfólki
minkandi. Telini vísa, at til-
burðir av hjartadeyða hjá konu-
fólki eru meiri vanligir enn hjá
mannfólki. Samstundis vísir
niðurstaðan nógv færri sjúkatil-
burðir, sum stava frá royking.
T.d. verður víst til afturgongd-
ina í tilburðum av bronkitis og
ødrum andadráttasjúkum.
Seinasta ættarliðið
Ein sjúka, sum kanska meiri enn
nøkur onnur stavar frá royking,
er lungakreft. Tá hetta er ein
sjúka, sum ikki tíðliga ger um
seg, varð ongantíð roknað við,
at ein afturgongd í tilburðunum
av hesi sjúkuni kundi skrásetast
nú, men í fyrsta lagi um nøkur
ár.
Í staðin hava amerikanararnir
býtt tilburðirnar av lungakreft í
aldursbólkar, sum vísa, at til-
burðirnir hjá monnum, yngri
enn 45 ár, eru við at taka aðra
vend.
Tað fara at ganga nøkur ár
aftrat, áðrenn hagtelini beinleið-
is kunnu vátta, hvussu steðan
er, men kanningin, Health con-
sequences of smoking, sum
verður latin politikkarunum til
viðgerðar, vísir á ein góðan
møguleika fyri, at mannfólk,
fodd millum 1915 og 1919, eru
limir í tí seinasta ættarliðinum
við deyðatilburðum, orsakað av
lungakreft.
Svar til Jákup F. Nielsen
Í blødunum setir tå mær nakrar
spurningar í samband við tað, tú
kallar verkfall.
Tú byrjar við at siga so:
Herfyri skipaði kommunala
starvsmannafelagið fyri 14 daga
longum verkfalli. Hetta er ikki
beint. Kommunala starvs-
mannafelagið skipaði fyri ar-
beiðssteðgi, men at hesin steðg-
ur vardi 14 dagar, skyldast ikki
starvsmannafelagnum. Í mars
mánaða 1975 segði býráðið upp
allar lønaravtalur við starvs- og
tænastufólk kommununar.
Hetta varð gjørt, fyri at býráðið
kundi fara yvir til at fylgja
landinum í tess lønarlagi. Av
ymsum orsekum kom alt í lang-
drag sum ikki skyldast
starvsmannafelagnum — og tíð-
in gekk, so nú arbeiðssteðgur
varð, hevði fólkið verið í sátt-
málaloysi síðan mars 1975
Spurningur 1: Hvussu stór var
lenarhækkingin hjá starvsfólk-
unum?
Svar: Ilt er at svara heilt
nágreinligt uppá henda spurn-
ingin, tí hækkingin er ikki hin
sama hjá ollum, men skal eg
royna at greiða stutt frá hesum.
Hjá 21 tænastufólkum varð
hækkingin frå 1. juli 1975 til 1.
april 1976 úr ongum uppí 15,7%,
soleiðis at 3 tænastumenn fingu
onga hækking, nakrir umleið
5,8% og aðrir 15,4—15,7% ella í
meðal 7,9%. Av 21 starvsfólk-
um, lent eftir tænastumanna-
lógini, var minsti vøkstur 6,8%
og stersti 15,9% ella í meðal
12,3%, og hertil er at siga, at
nógv tey flestu av hesum eru
farin frá at verða lent eftir
tænastumannalógini yvir til at
verða lent eftir starvsmanna-
sáttmálanum. Onkur fær eina
viðbót uppá 3.000,- kr. um
mánaðin. Av 4 starvsfólkum,
lont eftir arbeiðsmannasáttmála
vóru hækkingarnar úr 6% uppí
13% ella í meðal 10%. Hetta
gevur ikki ikki rættu myndina,
men á leið.
Spurningur 2: Hava starvs-
fólkini fingið løn í verkfalls-
tíðini?
Svar: Starvsfólkið hevur fing-
ið at vita í brævi, at lenin fyri
teir dagar, tey vóru úr arbeiði,
verður drigin frá julilønini hjá
teimum, ið eru afturútlent og frá
august-lonini hjá teimum, ið eru
forútlont.
Spurningur 3: Er tað møgu-
leiki hjá skattaborgarum í Tórs-
havnar kommunu at fáa at vita,
hvat hvert einstakt starvsfólk
hevði i løn undan samráðing-
unum og nú?
Svar: Fyrst má eg seta ein
spurning til spurning tín: Hvat
meinar tú við skattaborgara í
B
R
Ø
V
Tórshavn. Er tað ein, ið kemur
og vísir skattakvittanina fram,
ella er tað ein og hver, ið kemur
inn á gólvið og vil síggja
lønarlistan? Tað verður torført
at avgera, hver ið er skatta-
borgari, uttan so, at kvittanin
verður framvíst. Annars haldi eg
ikki, tað er rætt at geva upp,
hvat hvert fólk fekk undan
samráðingunum og nú, men
heldur hvat hvert starvið fekk
og fær.
Spurningur 4: Hevur nakað av
starvsfólkum byrådsins frammi-
hjåinntøku?
Svar: Sum nevnt undir svari
til spurning 1 so fær onkur
eykavidbot um månadin, annars
haldi eg ikki, at nakar hevur
frammihjåinntøku.
Hetta vóru so svar uppá
spurningar tínar, men umframt
hetta starvsfólk hevur kommun-
an starvsfólk í arbeiði — annað
fólk, sum ikki er umfatað av
hesari reguleran og lønarhækk-
ing.
Tórshavn, 16. juli 1976
Petur Christiansen
býráðsformaður