týsdagur 25. juni 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 - 25. juni 2002
21
Leygardagin spældu
2. deildarfeløgini hjá
B36 og NSÍ javnleik
1-1 í Gundadali. Bæði
liðini høvdu tó tørv á
einum sigri fyri at
hála seg longri upp á
stigatalvuni
2. DEILD
Jákup Mørk
Tað vóru tvey lið í niðaru
hálvu á stigatalvuni, sum
fóru á vøllin í Gundadali
leygardagin, og bæði liðini
høvdu tørv á einum sigri
fyri ikki at detta burturí-
millum á stigatalvuni í 2.
deild.
Dysturin endaði tó við
einum javnleiki, og leikar-
arnir á báðum liðunum
munnu iðra seg um, at tað
ikki gjørdist ein sigur
ístaðin, tí bæði B36 og NSÍ
kundu avgjørt dystin til
egnan fyrimun, men vant-
andi neyvleiki í avgerandi
løtunum hevði við sær, at
endaliga úrslitið gjørdist 1-
1.
Í fyrra hálvleiki royndu
liðini at kanna sær mót-
støðumannin, og dysturin
var ikki so opin. Tað var tó
B36, sum hevði vanda-
miklari royndir á málið og
hevði eina yvirvág í spæli.
NSÍ hevði tó tann fyrsta
málmøguleikan. Bólturin
verður sendur innaftur í
brotsteigin eftir horna-
spark, og ein NSÍ-ari kemur
at
standa
púra
leysur
frammanfyri málinum, men
hann gerst júst ov stuttur at
skumpa bóltin inn.
B36 hevði eftir hetta
fleiri vandamikil álop, men
tað eydnaðist ongantíð at
skora.
Bestu
royndina
hevði Heini í Skorini, sum
høvdaði bóltin á tvør-
stongina eftir hornaspark.
Sum heild hevði málverjin
hjá NSÍ meira at takast við
enn maðurin í hinum end-
anum.
Opið í seinna hálvleiki
Í seinna hálvleiki kom
meira lív í dystin, og fleiri
málmøguleikar
spurdust
burturúr. Tað var NSÍ, sum
fekk fyrsta málið. Bólturin
verður lagdur útfrá til John
Dávur Djurhuus, sum er
staddur
beint
uttanfyri
brotsteigin. Hann langar til,
og bólturin fer í netmesk-
arnar.
Hetta tók tó ikki mótið
frá B36, sum helt fram við
at leypa á. Verjan hjá NSÍ
stóð tó stinn og megnaði
leingi at halda málið reint.
NSÍ tók seg longri aftur á
vøllin, meðan B36 sendi
fleiri fólk fram.
B36 skapti málmøgu-
leikar, men NSÍ fekk eisini
nakrar, tí tað gjørdist heldur
tunnligt í verjuni hjá B36.
Tað eydnaðist tó B36 at
javna, tá bert fáir minuttir
vóru eftir at spæla. Ragnar
Poulsen setir høvdið á bólt-
in, sum dettur fyri føturnar
á Carl H. Høgnesen, sum
gerst leysur við málverj-
anum. Hann skytur fyrstu
ferð og javnar til endaliga
úrslitið 1-1.
B36 fekk tó seinasta
møguleikan fyri at avgera
dystin til egnan fyrimun.
Ein B36-ari kemur at
standa púra leysur á mál-
teiginum. Hann fær tíð at
temja bóltin og langar til,
men bólturin brestur í
tvørstongina og útaftur í
spælið.
B36 – NSÍ 1-1 (0-0)
1-0: John Dávur Djurhuus
1-1: Carl H. Høgnesen
Spælararnir vilja
hava betri umstøð-
ur, enn teir hava
havt. Arbeiðsgev-
ararnir eru ikki
samdir í hesum, og
tí er tað framvegis
óvist, nær bólturin
aftur fer á rull í
Noregi
NOREG
Jóannes Hansen
Hóast tað sambært leik-
skránni skuldi havt verið
spælt í vikuskiftinum, so
var eingin dystur av-
greiddur. Sum vit søgdu
fyri tveimum vikum
síðani, so hevði spælara-
felagið boðað frá, at teir
fóru í verkfall, um teir
ikki fingu betri sømdir.
Tað hava teir ikki fingið.
Tað stendur í botni í
samráðingunum
um
tryggingarviðurskiftini
og sáttmálaviðurskiftini
annars, og tí verður ikki
spælt. Í gjár var púra
óvist, nær tað aftur verð-
ur farið undir fótbólts-
kappingina í Noregi.
Men tað er greitt, at tá
verður talan um eina
rúgvu av dystum.
Spælarar úr ellivu av
teimum fjúrtan feløgun-
um í bestu deildini eru í
verkfalli. Millum hesi
feløgini er eisini Molde,
sum Jákup Mikkelsen er
á lønarlistanum hjá.
Tað
kundi
kanska
borið til at spælt onkrar
dystir, men teir, sum
skipa fyri, halda, at tað
hevði verið órímuligt,
um summi feløg høvdu
spælt fleiri dystir sam-
stundis sum onnur feløg
høvdu havt spælt færri
dystir. Tað kundi havt
við sær, at tað hevði
borið til at laga spæl og
úrslit eftir dystunum,
sum høvdu verið spældir
frammanundan. Tí varð
avgerð tikin um, at
eingin dystur skal spæl-
ast, inntil ósemjan er
loyst og verkfallið har-
við verður av.
Í UEFA Cup kapping-
ini skal FCK aftur til
Georgia, har teir í fjør
funnu ein álopsspæl-
ara, sum nú fer til
Russlands
ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen
Hjá teimum flestu er um
tað lagið, at tey eru farin
ella komandi vikuna fara í
summarfrí. Nógv eru tey,
sum í størri ella minni mun
sjálvi hava ein fingur við í
spælinum, tá tað verður
gjørt av, nær tey skulu í
summarfrí. Men tað eru
nógv undantøk frá hesum –
eitt nú skúlanæmingar og
lærarar.
Ein lønmóttakarabólkur,
sum einki hevur sjálvur at
siga, tá summarfrítíðin
verður løgd, eru fótbólts-
spælararnir. Har eru tað
kappingarnar, sum gera av,
nær tað ber til at halda frí
frá arbeiðnum.
Í Danmark eru teir so
smátt farnir undir fyrireik-
ingarnar til nýggja kapp-
ingarárið. Í gjáramorgunin
klokkan tíggju var fyrsta
venjingin hjá Todi Jónsson
og hinum í FCK. Framm-
anfyri stendur eitt langt
kappingarár. Fyrsta um-
farið av teimum í alt 33
verður spælt síðst í juli. Um
eitt lítið ár fæst at síggja,
um tað fer at eydnast hjá
FCK at røkka einum plássi
hægri, enn teir gjørdu
síðsta kappingarár, tá teir
bara vóru ein minutt frá
DM heitinum og endaðu
næstovastir.
Tað var í næstsíðsta um-
farinum ímóti Brøndby, at
endaliga
avgerðin
fall.
Dysturin endaði 1–1, og tað
vísti seg at vera nóg mikið
hjá Brøndby fyri at vinna
DM. Frammanundan varð
Todi Jónsson í dystinum
ímóti Brøndby tvær ferðir
snýttur fyri brotsspark. Tað
áhugaverda í hesi vikuni er,
at tað var Kim Milton
Nielsen, sum var dómari og
ikki sá uppløgdu brots-
spørkini. Í morgin verður
hann dómari, tá Brasilia og
Turkaland skulu stríðast um
annað finaluplássið í HM
kappingini.
Ashvetia til Russlands
Í 1. liðs hópinum hjá FCK
eru 24 spælarar. Summir
eru sjálvandi nærri teimum
fyrstu ellivu, enn aðrir eru
tað. Todi Jónsson er ikki
hvør sum helst í FCK.
Hann er tann av núverandi
spælarunum, sum hevur
verið næstlongst í felag-
num, og hann er tann í hóp-
inum, sum hevur spælt
næstflest dystir. Miðvall-
arin Christian Lønstrup
hevur spælt flest dystir.
Hann hevur umboðað FCK
í 239 dystum. Næstflestar
dystir fyri FCK hevur Todi
Jónsson spælt. Hann hevur
umboðað
FCK
í
139
dystum.
Fyrsta altjóða uppgávan
hjá FCK í nýggja kapp-
ingarárinum verður inn-
leiðandi umfarið í UEFA
Cup. Har skal FCK aftur í
ár spæla ímóti einum liði úr
Georgia í fyrsta umfarin-
um. Liðið eitur Lokomotivi
Tbilsi.
Fyrri
dysturin
verður í Parkini 15. august,
og dysturin á útivølli verður
29. august.
Í fjør spældi FCK eisini
ímóti einum liði úr Geor-
gia. Tá var mótstøðuliðið
Torpedo Kutaisi. Ta ferðina
gjørdust teir í FCK so hug-
tiknir av einum álopsspæl-
ara á georgiska liðnum, at
teir keyptu hann. Talan var
um
Mikhail
Ashvetia.
Ætlanin var, at hann skuldi
loysa Sibusiso Zuma av.
Zuma er framvegis í FCK,
men nú er 25 ára gamli
georgiski
álopsspælarin,
sum kostaði 7–8 milliónir
krónur, og sum bara hevur
spælt fimm dystir fyri
FCK, á veg úr felagnum.
Hann er útleigaður til
Alania
Vladikavkaz
í
Russlandi. Í fyrstu atløgu er
talan um fimm mánaða
leiguavtalu.
Málið
hjá
álopsspælaranum
er
at
koma í røttu venjingarstøð-
una aftur, og so vónar hann
at verða seldur til okkurt
annað felag. Eftir øllum at
døma verður ikki pláss fyri
honum í FCK álopinum.
B36 – NSÍ 1-1 (0-0)
Liðini býttu stigini
Todi aftur til arbeiðis
Verkfall
í Noregi
Norska tippeligan
v
t
d
v - j - t
mál mál +/- stig
1
Lyn
12
9 -1 -2
20
14
6
28
2
Molde
12
8 -2 -2
23
8
15
26
3
Odd. Grenl. 12
7 -1 -4
19
14
5
22
4
Rosenborg
(M)
12
6 -3 -3
23
13
10
21
5
Våleranga
12
5 -4 -3
22
13
9
19
6
Viking
12
5 -4 -3
23
17
6
19
7
Stabæk
12
5 -4 -3
19
13
6
19
8
Bodø/Glimt 12
4 -2 -6
16
15
1
14
9
Brann
12
4 -2 -6
15
22
-7
14
10 Lillestrøm
12
3 -4 -5
11
14
-3
13
11 Bryne
12
3 -3 -6
15
22
-7
12
12 Moss
12
2 -4 -6
11
23 -12
10
13 Sogndal
12
2 -2 -8
15
28 -13
8
14 Start
12
1 -4 -7
11
27 -16
7
Føroyskir leikarar: Jákup Mikkelsen (Molde)
21
20
Nr. 118 - 25. juni 2002
ÍF hevði mest sum
alt spælið, men tað
vóru gestirnir úr
HB, sum skutu
málini, og soleiðis
tóku trý sera
týdningarmikil stig
við sær til Havnar
2. DEILD
Jákup Mørk
ÍF vóru favorittar, tá HB
kom norður á vitjan
leygardagin. Fuglfirð-
ingarnir høvdu eftir eina
laka byrjan upp á kapp-
ingarárið fingið veruligt
glið á seinu umførini, og
hinvegin hevur alla tíð-
ina skorist illa hjá HB.
Undantakið í so máta
var sjálvandi sigurin á
FS Vágum, men annars
hevur verið ógvuliga
soltið.
ÍF trýsti
Tað vóru eisini fugfirð-
ingar, sum alt fyri eitt
løgdu bragdligari fyri.
Spælið varð trýst niðan
á HB hálvuna, og mest
sum einasta vápnið hjá
gestunum var at sparka
bóltin so langt sum yvir-
høvur gjørligt, og so
vóna, at teir báðir álops-
menninir, Gunnar Mohr
og Eyðun Samuelsen,
kundu skapa okkurt.
Og so hendi brádliga
tað, sum ikki mátti
henda fyri fugfirðing-
arnar. Teir høvdu í eina
góða løtu trýst á HB
málið, og var tað ikki
fyri Kaj Leo Johanne-
sen, sum hendan dagin
var vikarur fyri Pól
Næss Joensen, sum var
við fyrsta liðnum á Eiði,
so høvdu teir helst eisini
havt leiðsluna.
Eitt langt útspark úr
HB verjuni endaði hjá
Gunnari. Hann rann seg
leysan í vinstra borði, og
tá hann so rullaði inn til
álopsfelagan, var verju-
leikari hjá ÍF fyrri at
beina bóltin í málið.
Næsta málið hjá HB
kom eftir mest sum
somu
uppskrift.
ÍF
spældi við flatari verju,
og tí var eingin at samla
Gunnar upp, tá bólturin
varð sendur inn um verj-
una, og av brotsteigar-
markinum
smekkaði
gamli málslúkurin til, og
so var 2-0.
Sama gongdin
Í seinna hálvleiki var
gongdin hin sama. ÍF
trýsti – og teir høvdu
møguleikar – men har
bar einki til. Ístaðin var
tað aftur HB, sum kontr-
aði. Hesaferð var upp-
spælið í høgru, har
Gunnar
varð
sendur
avstað, og tá hann
spældi Eyðun leysan
mitt fyri málið, kundi
hesin valla gera annað
enn at rulla inn í málið.
Tað eydnaðist ÍF lok-
sins at minka um munin,
tá tíggju minuttir vóru
eftir at leika. Roy Róin
lyfti inn um verjuna til
ein púra leysan Heina
Heinason, sum skoraði
trygt, men gleðin um
hetta var ikki serliga
sjónlig, og varð hon
eisini stokkut. Tí í
seinats aminuttinum økti
Eyðun Samuelsen aftur,
eftir at hann og Gunnar
høvdu spælt sama, so-
leiðis at Eyðun at enda
slapp leysur við mál-
verjarnum.
Fyri ÍF var alt hetta
sum at fáa nevan. Síðani
vánaligu byrjanina hava
teir strítt seg upp í
oddin, og við einum
sigri hesaferð høvdu teir
komið heilt nær, men
har fall so alt á gólvið.
Hjá HB var talan
hinvegin um trý dýrabar
stig, sum lyfta teir burt-
urúr botnstríðnum, sum
tó ikki er so nógv stig
burtur kortini. Og undir
øllum umstøðum man
tað vera hugaligt hjá
teimum at staðfesta, at
teir nú aftur hava eitt
álop, sum dugir at skjóta
mál.
ÍF-HB 1-4 (0-2)
0-1: Sjálvmál
0-2: Gunnar Mohr
0-3: Eyðun Samuelsen
1-3: Heini Heinason
1-4: Eyðun Samuelsen
At Óli Johannesen var
á TB liðnum var
kanska íblástur hjá
tvørámonnum, men
TB megnaði ikki at
halda stóra trýstið,
sum teir løgdu fyri
við
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Tað var dramatikkur fyri
allar pengarnar í botnupp-
gerðini á Sevmýri. Í einum
lívligum dysti, har støð-
urnar skiftu skjótt, og
spælið var betri, enn tað
kann roknast við í sonnum
botndysti býttu TB og
Skála stigini ímillum sín.
Úrslitið var 2–2, og eftir
eini lítlari løtu í 2. hálvleiki
sóu tveir spælarar – ein hjá
hvørjum partinum – reyða
kortið. Verjukendi miðvall-
arin hjá Skála, Rúni Ras-
mussen, varð rikin av
vøllinum, tá tað restaði eitt
lítið korter, og miðverjin
hjá TB, Tórður Mortensen,
sá reytt bara eina lítla løtu
seinni.
Í fyrra førinum var talan
um ógvusligt fríspark úti á
miðjum vølli, og í tí seinna
førinum var talan um neyð-
bremsu dygst uttanfyri
brotsteigin. Dánial Hansen,
sum hesa ferð var í mið-
verjuni hjá Skála, sendi
langan bólt fram á vøllin.
Jonhard
Frederiksberg,
sum var komin fyri seg eftir
langt tíðarskeið, har hann
hevur verið skaddur, var
um at gerast púra leysur, tá
Tórður Mortensen brúkti
neyðbremsuna.
Í hesum seinna førinum
fekk Skála mál burturúr
frísparkinum. Alexander
Johansen sendi framvið
manngarðinum og í netið.
Alexander var í álopinum
saman við Marius Joensen,
meðan Jonhard Frederiks-
berg var ytstur á miðvøll-
inum í høgru.
Tá Skála var komið
framum 2–1, trýsti TB fyri í
hvussu so er at fáa eitt stig
burturúr, og tað eydnaðist.
Høgur bóltur varð lagdur í
Skála brotsteigin, Eugen
Voda leyp upp og tóktist
hava tak á, men hann misti
bóltin, og so átti Kaj Roest,
sum akkurát var innkomin,
síðsta fótin á. Skálamenn
vóru í øðini, tí teir mettu, at
málverjin hevði mist bóltin,
eftir at hann varð skump-
aður, men tað helt dómarin,
Birgir Sondum, ikki.
TB trýst
Allir fótbóltsspælarar, sum
hava verið á Sevmýri, vita,
at tá TB er í rætta lagnum,
so leggja teir fyri við at
trýsta mótstøðuliðið heilt
nógv. Hvussu tað so spælir
av valdast fyrst og fremst,
um TB megnar at fáa
úrtøku burturúr trýstinum.
TB hevði onkrar góðar
møguleikar at gera mál,
men tað gekk striltið at fáa
hol á. Dan Mortensen sendi
dygst omanfyri, og ein
annar møguleiki var sera
stórur: Allan Mikkelsen,
sum hesa ferð var í álop-
inum saman við Sasa,
fluktaði í tvørtræið, stútaði
returbóltin í tvørtræið, og
so varð sent enn eina ferð í
tvørtræið, áðrenn vandin
var av hjá skálamonnum.
Tá eitt korter var farið,
fekk heimaliðið hol á.
Annar av miðverjunum hjá
Skála,
Pauli
Poulsen,
royndi at takla Sasa Rado-
savlovic, sum fór um koll.
Dómarin
bríkslaði
fyri
brotssparki, og so varð
uppgávan at avgreiða úr
ellivu metrum løgd á
útisetan í summarfrí. Óli
Johannesen sendi málverj-
an í annað borðið og legði
bóltin í hitt borðið. So var
1–0, og tað kundi kanska
roknast við, at TB fór at
seta uppaftur meiri ferð á
fyri at blása Skála um koll.
Men soleiðis gekk tað
ikki. TB trýstið linkaði, og
sum fyrra umfarið leið,
kom Skála meiri við í
leikin, og síðsta korterið
vóru tað gestirnir, sum
høvdu fleiri møguleikar,
enn teir á heimaliðnum
høvdu, men tað eydnaðist
ikki hjá Skála at fáa mál.
Hendingarríkt
Myndin vísti tað sama
fyrstu løtuna eftir steðgin.
Skála var ágangandi, og teir
høvdu fleiri møguleikar.
Marius Joensen javnaði til
1–1. Uppspælið var í
høgru, innleggið var flatt,
og uttarlaga úr brotsteig-
inum setti álopsmaðurin
snilt uttaru síðuna undir
bótlin, sum skrúvaði fram-
við TB málverjanum.
Lars Müller hevði fleiri
bjargingar. Skála var næst
við at fáa mál eftir uppspæl
í høgru. Miðvallarin í
vinstra borði, Arnold Berg,
tveitti seg fram og stútaði,
men TB málverjin bjargaði
væl.
Á TB liðnum vóru ung-
dómsvenjarin Milan Cimb-
urovic og Óli Johannesen á
verjukendu
miðvallar
plássunum.
Óli
spældi
skilagott, men tað var
týðuligt, at hann ikki var so
væl fyri, sum hann er, tá
hann ikki er skaðaplágaður
og er í fullgóðari venjing.
Dan Mortensen, sum plag-
ar at vera í álopinum, var
hesa ferð á framrættaða
miðvallarplássinum. Hann
er ein fínur spælari, og
hann var sera væl upp-
lagdur ímóti Skála.
Tað kundi kanska roknast
við, at TB síðstu løtuna fór
at leggja nógv fyri í roynd-
ini at fáa sigursmálið.
Viljin var til tað, men tað
var týðuligt, at venjingar-
støðan er ikki tann, sum
hon eigur at vera hjá liði í
1. deild.
– Eg má bara staðfesta, at
venjingarstøðan er ikki nóg
góð. Men tað ber ikki til hjá
okkum at fara undir tunga
konditiónsvenjing, meðan
dystir, sum snúgva seg um
lív ella deyð í bestu
deildini, eru á skránni
hvønn sunnudag. Tað mugu
vit bíða við, innti vit fara at
fyrireika okkum til seinnu
helvt av kappingini, sigur
Lynge Nielsen, sum nú er
venjari á Tvøroyri.
Dysturin í tølum
TB-Skála 2-2 (1-0)
1-0: Óli Johannesen (br.),
23
1-1: Marius Joensen, 46
1-2: Alexandur Johansen,
81
2-2: Kaj Roest, 82
Dómari: Birgir Sondum
TB: Lars Müller – Tórður
Mortensen,
Vladimir
Matijvic, Nebosja Urtajl –
Olivur Abrahamsen, Milan
Cimburovic, Dan Morten-
sen, Óli Johannesen, Bárð-
ur Dimon – Allan Michel-
sen, Sasa Radosavlovic
Skála: Eugen Voda – Ronn-
ie Hansen, Pauli Poulsen,
Dánial Hansen, Áki Peter-
sen – Jonhard Frederiks-
berg, Rúni Rasmussen,
Kári Nielsen, Arnold Berg
– Marius Joensen, Alex-
ander Johansen
ÍF-HB 1-4 (0-2):
Effektivetur!
TB-Skála 2-2 (0-1)
Fýra mál og tvey reyð kort
á Sevmýri
TB royndi av øllum alvi at trýsta Skála, men teir brendu ov nógv, og at enda mundu teir vera
fegnir um, at tað eydnaðist at bjarga sær eitt stig
Mynd: Áki Bertholdsen
C
M
Y
K
20