Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juni 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 118 - 25. juni 2002 19 Liðskipari hjá EB/Streymi helt sigurin á HB vera úrslit av, at leik- ararnir á samansetta liðnum alla tíðina hava arbeitt hart og miðvíst. Eisini hóast úrslitini ikki hava verið til vildar FÓTBÓLTSTOS Jákup Mørk Tað var sjálvandi ein fegin liðskipari hjá EB/Streymi, sum vit hittu á Eiði, tá sam- ansetta liðið annað árið á rað gjørdist hitt fyrsta at fella oddaliðið. Í ár kom sigurin kanska meira óvart á enn javn- leikurin móti GÍ í fjør. Árið hevur yvir høvdu hilnast illa hjá EB/Streymi, og tó at tapini ofta hava verið tepur, slepst sjáldan undan, at slíkt úrslit seta síni spor. - Tað kann vera nakað um tað, men eg haldi tó ikki, at vit nakran tíð hava mist mótið. Vit hava alla tíðina arbeitt sera hart fyri at gerast betri, og sjálvur haldi eg tað vera uppiborið, at vit í dag fáa løn fyri alt stríðið, helt Ronnie Samuelsen, tá vit spurdu hann um hetta eftir dystin. - So kann væl vera, at vit hava marginalarnar við okkum í dag, men teir skulu so eisini til, um tú skalt vinna dystir. so einfalt er tað. Trú alla tíðina á møguleikan Eitt er venda ringu gongd- ini. Eitt annað er at gera tað í dysti móti ósigraðum oddaliðið, men hóast upp- gávan á pappírinum tóktist ovurstór, so legði liðskip- arin dent á, at leikararnir allir trúðu upp á møgu- leikan, tá teir fóru á vøllin. - Vit søgdu undan hesum dystinum, at nú mátti tað bera ella bresta. Tað gjørdu vit eisini seinast, og hóast tað tá endaði við greiðum tapi, so var serliga fyrri hálvleikur ta ferðina nakað at byggja víðari á. - Hesa ferð gekk so betri, og fremsta orsøkin var heilt greitt, at vit arbeiddu sera væl í samfullar 90 minuttir. Tað gjørdi HB kanska ikki, og kanska hava teir eisini undirmett okkum, men eg haldi tó ikki, at nakað kann takast frá okkara monnum, sum allir sum ein góvu alt tað, sum teir høvdu í sær. - Og so var talan eisini um stevnudyst. Dysturin var fluttur til leygardag, og sjálvandi ætlaðu vit eisini at hava okkurt reypa um, nú vit fara at halda stevnuna, segði ein smílandi liðskip- ari at enda. Enn einaferð fekk B71 ov lítla úrtøku úr møguleikunum, og so slapp LÍF av oynni við einum stigi 2. DEILD Jákup Mørk B71 var avgjrøt eitt av lið- unum, sum nógv framman undan roknaðu við, kundi gera seg galdandi í kapp- ingini um uppflyting, men higartil hevur einki gingið hjá teimum gulu. Leygardagin var kanska seinasta útkall, tá LÍF vitj- aði, men heldur ikki hesa ferð eydnaðist sandoying- um at vinna, hóast teir høvdu bæði spæl og møgu- leikar til hetta. Skelkaðu heimaliðið Tvørtur ímóti høvdu leir- víkingar kanska bestu møguleikar at ogna sær stigini, tí longu áðrenn fyrsta korterið var runið, vóru teir á odda við tveimum málum. Longu í fyrsta álopinum góvu teir heimaliðnum eina ávarin, tá Petur Sjúrðarberg var fyrstur á einum fløtum innleggi, og tó at heima- liðið royndi at trýsta, so svaraðu gestirnir enn eina- ferð aftur. Hesa ferð var talan um frísparksinnlegg, og eftir eitt sindur av aftur og fram eydnaðist Bárði Heinason at økja um leiðsluna. B71 royndi sum sagt at trýsta, og tað eydnaðist teimum at javna fyri steðg- in. Fyrst skeyt Eli Hentze fríspark, sum tók múrin á vegnum, so málverjin varð fullkomuliga snýttur, og nakað seinni javnaði Símun Hansen, tá hann smekkaði til úr 20 metrum. Misnýta ov nógv Í seinna hálvleiki var gongdin hin sama, sum hon hevur verið so ofta hjá B71 í ár. Teir høvdu nógv spæl, men inn vildi bólturin tó ikki. Í seinasta minuttinum av vanligu leiktóiðini bragdaði tó. Fríspark varð sent innfyri, og tætt undir málinum kundi Ib Mohr Olsen stýra í kassan, og so var frøin stór. Men hon var eisini stokkut, tí í minutt- unum, sum dómarin hevði lagt afturat, eydnaðist Sig- fríður Olsen at javna, og so fingu leirvíkingar kortini annað stigið. Tað mundi ikki vera sørt, at sandoyingar iðraðu seg um hetta, men yvir høvur hevur hetta verið ógvuliga sigandi fyri avrik terira í ár. Undanfarna vikuskifti mistu teir í evstu løtu stig í Klaksvík, og undan hesum taptu teir móti B36 íu Havn. I báðum førum var talan um dystir, har sand- oyingar høvdu nógv teir flestu møguleikarnar, men har úrtøkan ikki hevur staðið mát. Hevði úrtøkan í hesum trimum dystunum verið full, hevði talan verið um sess frammi í oddinum, men tað fekst tú kortini ikki venjaran hjá sandoyingum, Eli Hentze, at siga eftir dystin. - Nei. Soleiðis kanst tú ikki rokna í fótbólti. Við hvørt hevur tú hepnið við tær, og við hvørt ber einki til. So einfalt er tað. Tú kanst ikki rokna eftir, hvat tú kundi havt, tí sannleikin stendur á stigatalvuni, og hana fært tú ikki broytt. - Men eg má tó viðganga, at tað kennist eitt sindur keðiligt. Eg havi spælt fót- bólt í nógv ár, men eg haldi ongan tíð, at vit hava fingið somikið lítið burtur úr so nógvum møguleikum, sum vit hava havt seinastu tíð- ina, men tað fáa vit so ikki gjørt nakað við. Vit mugu bara royna at líta frameftir, vóru boðini frá Eli Hentze eftir javnleikin móti LÍF. Dysturin í tølum B71-LÍF 3-3(2-2) 0-1: Petur Sjúrðarberg 0-2: Bárður Heinason 1-2: Eli Hentze 2-2: Símun Hansen 3-2: Ib Mohr Olsen 3-3: Sigfríður Olsen B71-LÍF 3-3 (2-2): Sandoyingar iðra seg Stríðssigur Eftir sigurin á HB høvdu leikararnir hjá EB/ Streymi í øllum førum nakað at reypa um, tá teir seinni um kvøldið skuldu halda stevnudagin Mynd: Álvur Haraldsen 19 18 Nr. 118 - 25. juni 2002 Eftir 16 dystir í lands- og steypakapping uttan tap, var HB offur fyri eini sensatión, tá teir uppiborið vóru við undirlutan móti EB/Streymi á Eiði FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað varð sagt undan dyst- inum móti EB/Streymi, at HB avgjørt ikki roknaði við lættari uppgávu, hóast stigatalvan boðaði frá, at stórur munur var ímillum liðini bæði. HB hevði als ikki tapt teljandi dyst, meðan heima- liðið hinvegin bert átti ein sigur í dystinum móti Skála at vísa á. Betri gjørdist støðan hjá EB/streymi ikki, av at teir fyri viku síðani fingu rættan bank í Gundadali, og so var pólski verjuskansin, Andrzej Pacek, heldur ikki við, nú teir skuldu royna seg móti oddaliðnum. Vakurt mál Talan var um stevnudyst, og tí høvdu kanska fleiri fólk enn vanligt leitað sær norður til Eiðis, og fyrstu løtuna var eisini nógv, sum bendi á, at í øllum førum heimaáskoðararnir skuldu fáa okkurt gott at hyggja eftir, meðan nógvu við- haldsfólkini hjá HB, sum eisini vóru komin á stevnu, vóru meira friðarlig. Vindurin lág tráður eftir vøllinum, og við hesum í rygginum royndu vertirnir frá byrjan at leggja eitt hampuligt trýst á HB. Serstakliga miðvøllurin hjá EB/Streymi arbeiddi hart, soleiðis at Rúni, Rógvi og Nico ikki skuldu hava stundir at byggja nakað spæl upp, og í verjuni tókt- ust teir eisini hava sera gott tak á vanliga so vandamiklu HB-framherjunum. Tað var tó smátt við møguleikum. Burtur sæð frá nøkrum innleggum, har málverjarnir tó fingu hendur á teimum flestu, so hendi lítið framman fyri málunum, men brádliga fekk heimaliði tó hol á. Ronnie Samuelsen vann bóltin av Rúna Nolsøe, sum royndi at bróta ígjøgnum í høgru .Ronnie spældi skjótt til yngra beiggjan, Hans Paula, og við eini neyvari sending yvir 40 metrar varð bólturin lagdur inn um HB- verjuna, har Vinjard Dam var fyrstur á, og umvegis báðar stólparnar kundi hann leggja vertirnar á odda. Sum vera man var frøin stór, og leingi var líkt til, at hetta eisini skuldi halda sær til hálvleiks. HB royndi nú kanska í størri mun at leggja trýst á, men teir høvdu sera ilt við at fáa ferðina á spælinum upp, og alt ov sjáldan varð nøkur ítøkjulig roynd gjørd at skræða mótstøðuverjuna upp. Uppspælið var snøgt sagt alt ov einstáttað, og tí hevði vælskipaða heima- verjan mest sum ongar trupulleikar av at beina bóltin av vandaleið, tá HB royndi at ota seg móti brotsteiginum. Trýstið kom ongantíð Menn vóru helst farnir at venja seg við tankan um, at her fór heimaliðið at vera omaná fyrra umfarið, men beint undan steðginum fekk HB eina lívlínu. Andrew royndi seg fyrst í gjøgnumbrotið, og tá hetta ikki eydnaðist, varð bólt- urin rullaður yvir til Rógva, sum smekkaði til. Ein verjuleikari var tó fyri honum, og tó at Hallur Jacobsen helst framvegis svørjir dýran uppá, at hann bjargaði við lærinum, ´so metti dómarin tað til at vera við hondini, og so var brotsspark – men Hallur fekk einki kort, hóast hann skuldi havt vart fyri máli við hondini. At teir á heimaliðnum vóru illir um dómin, hjálpti teimum lítið. Andrew av Fløtum varð settur at skjóta, og tað gjørdi hann eisini uttan stórvegis himpr, soleiðis at tað stóð á jøvn- um í steðginum. Tað var kanska væntandi, at HB – sum nú hevði vindin undan – fór at leggja trýst á seinna umfarið, men tað hendi tó ongantíð. Orsøkirnar til hetta vóru eisini fleiri. Fyrst og fremst tann, at teir á heimaliðnum framhaldandi vóru sera væl skipaðir. Teir vardu mest sum øll øki á egnari hálvu, fyri síðani at kontra, tá møguleikin beyðst. Men tað skal eisini leggjast aft- urat, at vanliga so vanda- mikla HB-álopið var at kalla púrasta tannleyst hendan dagin. Pætur Dahl og Andrew av Fløtum vóru bara skuggar av sær sjálvum, og Jón Rói Ja- cobsen tóktist mest av øll- um at vera troyttur av fót- bólti. Á miðvøllinum tóktust Rógvi og Rúni halda lítið um, at teir alla tíðina høvdu í minsta lagi ein mann á kroppinum, og hjálpin frá bakkunum kom so ongan tíð miðvøllinum til góðar. Vøkur frísparksvenjing Hinvegin var onkuntíð vandi á ferð, tá vertirnir so kontraðu. Sorin Anghel var ta einu ferðina um reppið at skora, tá hann smoygdi sær ímillum tveir verjuleikarar, og fótfimi rumenin átti eisini ein fót við, tá EB/ Streymur javnaði. Í fyrstu atløgu vann hann fríspark, tá hann var fyrri enn Hans á Lag á einum heldur tilvildarligum bólti. Bresturin millum leikarar- nar var harður, og báðir lógu eina løtu eftirá, men meðan Hans varð sendur ein túr út um síðulinjuna, eftir at hava fingið viðgerð, slapp Sorin at vera inni, og hetta gjørdi hann sær dælt av. Hann var nevnliga part- ur av eini sera snildisligari frísparksvenjing, sum end- aði við at Ronnie Samuel- sen gjørdist mest sum leysur, og tá verjuleikari var ov seinur at takla, datt liðskiparin. Kanska nakað lætt, men har var kontakt millum leikararnar, og HB mótmælti heldur ikki stór- vegis, tá Lassin peikaði á ellivu metrar. Sorin varð settur at skjóta, og eins og hann longu hevði gjørt tvær ferðir í ár, sendi hann bóltin trygt í kassan, og so var heimaliðið á odda. HB gjørdi eina roynd at tveita fólkið fram eftir hetta, men skilið var fram- vegis tað sama. Har bar millum lítið og einki til. Jón Rói átti helst vandamikl- astu royndina, men heldur enn at draga einaferð, smekkaði hann til í ryggin á verjuleikara, sum neyvan mundi vita, hvar bólturin var. Seinastu tíggju minutt- irnar var talan at kalla um máttloysi hjá HB. hugflogið var í øllum førum púrt einki, og teir á heimalið- num vóru eins skjótir at sparka burtur, sum gestirnir vóru at sparka niðan, og tá dómarin so floytaði fyri seinastu ferð, var tað bert ein staðfesting av tí, sum var fyrifarið á vøllinum. EB/Streymur hevði við ein- føldum spælireglum sum fyrsta liðið í ár vunnið øll stigini frá HB. Dysturin í tølum: EB/Streymur-HB 2-1 (1-1) 1-0: Vinjard Dam 1-1: Andrew av Fløtum (br.) 2-1: Sorin Anghel (br.) Dómari: Lassin Isaksen. Var kanska eitt sindur iva- samur í einstøkum støðum, og møguliga kundi fyrri brotsparksdómurin disku- terast, men yvir høvur hevði hann tó gott tamar- hald á einum dysti, har nærdystirnir vóru nógvir og harðir, uttan at talan tó gjørdist um beinleiðis ljótt spæl. EB/Streymur: Gunnar á Steig – Hallur Jacobsen, Knút V. Vesturtún, Christ- ian Carlsson, Esmar Eiðis- garð - Marni Djurhuus, Jákup Martin Joensen, Ronnie Samuelsen, Hans Pauli Samuelsen – Sorin Anghel, Vinjard Dam HB: Bárður Johannesen – Tór-Ingar Akselsen, Jó- hannis Joensen, Jan C. Dam, Hans á Lag – Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Nico Dugaru – Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum, Pætur Dahl EB/Streymur-HB 2-1 (1-1): So fall HB Tað var fyrst og fremst við sera hart arbeiðandi miðvølli, at EB/Streymur steðgaði HB. Her er tað Ronnie Samuelsen, sum vinnur bóltin av Rúna Nolsøe, og fá sekund seinni er EB/Streymur á odda Mynd: Álvur Haraldsen Vanliga so vandamiklu HB-álopsmenninir fingu lítið á skafti hendan dagin, og eitt nú tóktist Jón Rói Jacobsen snøgt sagt troyttur av fótbólti Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 18 SMYRIL LINE Tel 34 59 00 team85 4 fólk í bili w w n w .s r my i l-li e .f o w w n w .s r my i l-li e .f o summarið 2002 e-mail: booking@smyril-line.fo Bilpakkar Danmark Noreg úr 815,- úr 815,- úr 505,- úr 505,- Hetland Ísland Skotland úr 400,- úr 400,- úr 768,- úr 768,- úr 1.370,- úr 1.370,- Tórshavn - Hanstholm ella hinvegin Ferðist bíliga ... fyri hvønn Tórshavn - Bergen ella hinvegin fyri hvønn Tórshavn - Lerwick ella hinvegin fyri hvønn Tórshavn - Seyðisfjørður ella hinvegin fyri hvønn Fráf. Tórsh.: 30/8, 6/9, 11/9 Fráf. Hansth.: 17/8, 24/8, 31/8, 7/9 Fráf. Tórsh.: 19/6, 7/8, 14/8, 21/8, 28/8 Fráf. Seyðisfj.: 20/6, 22/8, 29/8, 5/9 Tórshavn - Hetland - Skotland ella hinvegin fyri hvønn Bilpakkar team 85 Trónd Hansen Sp/f Áarvegur 3 - 100 Tórshavn Telefon 31 27 02 Fax 31 27 92 Student, HF, FHS ella HH? Gleð próvtakaran eftir endaligu próvtøkuna. Vit hava tilvirkað alskins smart próvtøku-blómutyssi á blómuverkstaðnum. Kom inn og hygg at okkara stóra úrvali av liðugt tilvirkaðum blómutyssum, ella ring og bílegg. Blómuverkstaðið á Áarvegnum er opið: Mánad. - fríggjad. 9.00 - 17.30 leygard. 9.00 - 12.00