Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juni 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 118 - 25. juni 2002 17 Gøtumenn komu loksins í gongd, tá teir vitjaðu hjá B36. Talan var ikki um nakran vakran fótbóltsdyst, men eyðkendi stríðsviljin hjá GÍ var til staðar, og tá eru teir vandamiklir hjá øllum liðum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Úrslitini hjá GÍ hetta kapp- ingarárið kunnu als ikki sammetast við tey, sum liðið vanliga fær, og hetta kundi eisini lesast av stiga- talvuni undan dystinum móti B36. B36 hevur tó heldur ikki fingið nær námind so nógv burtur úr árinum, sum teir høvdu ætlað sær, og ser- stakliga hevur tað kiksað á heimavølli, so tað vóru í øllum førum útlit fyri einum spennandi dysti, har hvørgin parturi hevði ráð at missa eitt einasta fet, tá liðini brustu saman sunnu- dagin. Miðvøllurin lopin um At hvørgin parturin hevði ráð at missa, merkti kanska eisini spælið eitt sindur fyrstu tíðina. Hvørgin av verjunum hevur verið eins trygg og vanligt higartil í ár, og tí tóktist sjálv spæli- ætlanin hjá liðunum eisini at vera púrasta greið. Tað ráddi um skjótt at flyta bóltin niðan, soleiðis at møguleikarnir fyri kostn- aðarmiklum mistøkum var burtur, og so royna at skapa okkurt, tá bólturin var kom- in niðan. Ein avleiðing var so, at skipaða spælið á miðvøllin- um var mest sum burtur, tí hesin oftani varð lopin um, og tá bólturin var á miðjuni, var talan oftani um harðar nærdystir um bóltar, sum vórðu stútaðir út frá aftur verjunum. Fyri at fáa sum mest burturúr tilvildarligu møguleikunum, sum ofta íkoma, tá spælt verður soleiðis, høvdu venjararnir báðir eisini umskipað liðini nakað. GÍ hevði sum bert Súna Fríða einsamallan á toppinum, men Magna og Zdzislaw sum sera álops- sinnaðar miðvalarar, og hjá B36 vóru John Petersen og Jákup á Borg aftur settir saman í álopinum, eftir at teir annars upp á skift hava verið á miðvøllinum sein- astu dystirnar. Og tað eydnaðist eisini báðum pørtum at fáa nakrar vandafullar møguleikar, tó at hesir í flestu førum komu eftir hildur tilvildarligar støðu. René Tórgarð stór- bjargaði tó, tá Súni Olsen tíðliga í dystinum slapp at royna seg eftir klumpspæl, og Hvørki Magni á Lakuni ella Jákup á Borg megnaðu at skora, eftir at teir gjørdist leysir, tá langir bóltar vórðu sendir inn um gøtuverjuna. Dýrir deyðbóltar Sum dysturin gekk, so var tað eisini ógvuliga sigandi, at av teimum fimm málun- um, komu fýra eftir deyð- bóltsstøður. B36 fekk lagt seg á odda, eftir at teir tíggju minuttir fyri hálvleik høvdu eitt av fleiri hornaspørkum. Eftir eitt sindur av aftur og fram datt bólturin niður fyri føturnar hjá Jens Kristiani Hansen, sum smekkaði til uttan nakran møguleika hjá málverjanum at verja fyri. Gøtumenn javnaðu tó stutt eftir, tá Súni Olsen sendi fríspark innfyri. Bólt- urin datt fyrst niður til Súna Fríða, sum sera hegnisliga tamdi til Magni, sum úr stuttari fjarstøðu potaði bóltin inn um vinstra stólpa. Stutt eftir steðgin var tað B36, sum átti tørn at skora eftir fríspark. Johan Niel- sen man tó vera alt annað enn nøgdur um, at leikarar hansara snorksvóvu, tá Klæmint Matras vann fríspark á miðvøllinum. Kenneth Jacobsen var skjótur at senda Bárð Mortansson avstað, og áðrenn gøtumenn reiðuliga høvdu fatað, hvat gekk fyri seg, hevði vongvergin sent innfyri, har Magni á Lakj- uni var fyrri enn Hallur á bóltinum. Men hvørgin parturin tóktist hava lært nakað av øllum hesum deyðbólts- støðunum. Lítla løtu seinni sendi Súni aftur frispark innfyri. Hesa ferð var Súni Fríði púrasta ódekkaður, og stutt undir málinum kundi hann stýra bóltinum inn, og so stóð aftur á jøvnum. Ófantaligt Um hetta mundi var dyst- urin eisini um at broyta skap. Sum sagt, so hevði talan verið um nógvar og harðar nærdystir, og til tíðir høvdu fleiri av leikarunum flutt seg langt út um tað markið, sum vanliga verður sett, soleiðis at talan í nógvum førum gjørdist um støður, sum rætt og slætt vóru óhóskandi fyri børn. Hevnisøkurnar á vøllin- um vóru nógvar í tali, og við eini harðari linju í dømingini hevði talan helst verið um fleiri kort. Til tíðir var um reppið, at talan gjørdist um veruligan bar- daga á vøllinum, og einu ferðina var B36-formað- urin enntá úti á vøllinum at skilja menn sundur. Og so hendi tað, sum øll mest sum bíðaðu eftir, nevnliga at reyða kortið varð givið onkrum leikara. Orsøkirnar til at geva reytt kort, høvdu longu verið fleiri, men tá Jákup á Borg beint framman fyri dómar- anum hevndi seg inn á Magna Jarnskor fyri at- gerðir, sum hesin hevði framt, kundi dómarin illa gera annað enn fara í reyvalumman eftir osta- skorpuni. At einir fýra- fimm B36-leikarar royndu at mótmæla hesum var sjálvandi nyttuleyst, og dómurin stóð við. Við ellivu móti tíggju styrknaðu fortreytirnar hjá fyri at fáa meira enn javn- leikin burturúr. Hóast B36 kanska hevði vandamestu royndina at leggja seg á odda, tá John fluktaði á samankomningina, so mundu tað hóast alt vera gøtumenn, sum høvdu flestu álopini í seinna hálv- leiki, og seinastu løtuna royndu teir at trýsta fyri at tvinga eina avgerð av dyst- inum fram. Og hetta eydnaðist eisini í evstu løtu. Hjálpardóm- arin vísti, at fýra minuttir vórðu lagdir afturat vanligu tíðini, og hesir pluss tíggju sekund vóru farin, tá GÍ loksins skoraði. Eitt langt álop endaði við innleggi til Bartal Eliasen, sum fekk trýst bóltin fram við bæði verju og málverja, og mest sum á mállinjuni var Hans Pauli Petersen at enda hægstur, soleiðis at hann fekk stútað bóltin í kassan til endaliga úrslitið. Eru nú væl við Sum vera man, var frøin á gøtumonnum stór, og úr- slitini í hinum dystunum hetta vikuskifti góvu teim- um so avgjørt orsøk at gleðast enn meira. Tapið hjá HB viðførdi, at oddurin ikki fór nakran veg, og nú gøtumenn fingu minkað munin niður í fýra stig, so er kanska als ikki so langt til europeisku pláss- ini, sum tað annars hevur sæð út til. Tað mundi tó vera ein smeitur, at bæði Magni og Gidek fingu sítt triðja gula kort hetta kappingarárið. Hetta merkir leikbann í komandi dystinum, sum er á Mølini í Eiði, og at hetta ikki er nøkur løtt uppgáva, eru gøtumenn væl kunnaðir um. B36 misti hinvegin ein gyltan møguleika at leggja seg veruliga út í oddastríð- ið, og tó at munurin enn bert er fýra stig, so er spurningurin, um B36 ikki longu hevur mist ov nógv. Av teimum 11 stigunum, sum liðið hevur mist í ár, eru tey níggju mist á heimavølli, og sammett við hini oddaliðini er hetta í meira lagi. At teir so eisini mugu vera Jákup á Borg fyri uttan komandi dystin, sum verð- ur suðuri í Vági, ger neyvan bjartskygni hjá árstals- felagnum størri. Dysturin í tølum B36-GÍ 2-3 (1-1) 1-0: Jens Kristian Hansen, 34 1-1: Magni Jarnskor, 42 2-1: Magni á Lakjuni, 49 2-2: Súni Fríði Johannesen, 54 2-3: Hans Pauli Petersen, 94 Dómari: Jens Petur Bratta- líð. Hevði generelt eina ov veika linju, soleiðis at spælið útviklaði seg til at gerast alt ov hart. Men tað skal tó leggjast afturat, at dómarin fekk millum lítla og onga hjálp frá hjálpar- dómarunum, sum valla hugdu eftir øðrum enn rangstøðu og innkasti. B36: René Tórgarð - Arn- bjørn Danielsen, Egil Zachariasen, Jens Kristian Hansen – Bárður Mortans- son, Kenneth Jacobsen, Din Sandu, Klæmint Matras, Magni á Lakjuni – John Petersen, Jákup á Borg GÍ: Hallur Hansen – Hans Pauli Petersen, Bartal Eliasen, Pól Ennigarð, Leivur Hansen – Jóan Pauli Olsen, Sámal Joensen, Súni Olsen – Magni Jarnskor, Súni Fríði Johannesen, Zdzislaw Janik B36-GÍ 2-3 (1-1): Nú kemur GÍ Við sigrinum sunnudagin otaði GÍ seg eitt stórt fet nærri oddinum, so gleðin á Bartali og Súna Fríði eftir seinasta málið er skillig Mynd: Álvur Haraldsen Óhóskandi fyri børn. Í fleiri førum var talan um atburð, sum als ikki hoyrir heima á einum fótbóltsvølli. Her eru Súni Olsen og Jákup á Borg um at koma í bardaga Mynd: Álvur Haraldsen 17 16 Nr. 118 - 25. juni 2002 Eftir stóra yvirvág og tvær royndir í stólparnar dovnaði KÍ í 2. hálvleiki, tá VB í italskum stíli megnaði at taka alla ferðina úr spælinum og tryggja sær mál- leysan javnleik KÍ–VB Jóannes Hansen Klaksvíkingar tevjaðu toppin sunnudagin. Tað sást eisini á áskoðarafjøldini, sum í góðveðrinum var størri, enn hon hevur verið higartil í ár. Áskoðararnir vóru sjáldsama friðarligir. Tað var ikki fyrrenn síðstu løtuna, tá síðsta ikki serliga sannførandi royndin varð gjørd at fáa málið, sum hevði verið so sera týdn- ingarmikið, varð gjørd, at fjøldin kring vøllin fór at røra á sær, men tað hjálpti ikki. KÍ og KÍ viðhaldsfólkini fóru vónbrotin til hús aftur. Eftir risastóra leikliga yvirvág í fyrra umfarinum og onkrar upplagdar møgu- leikar, var seinna umfarið rættuliga tannleyst. Tað eydnaðist ikki heimalið- num at spæla seg til upp- lagdar málmøguleikar. Og sum umfarið leið, og strongdin á heimaliðnum gjørdist størri, spøkti møguleikin, at tað í onkrum hissini mótálopi skuldi eydnast VB at fáa málið, sum teir á ongan hátt høvdu spæl og møguleikar til. Í veruleikanum var tað so- leiðis, at KÍ málverjin, Meinhardt Joensen, bara eina ferð bjargaði. Tað var miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá spælandi VB venjarin, Marek Wierczbicki, sendi spakuligt fríspark flatt framvið manngarðinum. Marek var í 2. hálvleiki ofta miðdepul, tá VB royndi at verja. Marek hevur ongantíð verið tann, sum hevur ofrað seg í nær- dystunum, og tað var hann heldur ikki hesa ferð. Men hann megnaði saman við hinum VB spælarunum í 2. hálvleiki viðhvørt at varð- veita bóltin og smáspæla, og tað hevði stóran týdning. Saman við tíðarspilluni, tá málspørk og innkøst skuldu takast, og tá vágbingarnir lógu meiri ella minni skaddir á vøllinum, var hetta við til at ørkymla teir á heimaliðnum. Betra umfarið Í 1. hálvleiki megnaði KÍ fleiri ferðir at spæla seg til møguleikar, eftir at upp- spælið í borðunum hevði verið gott. Serliga í høgra borði gekk nógv fyri seg. Vágbingar høvdu ilt við at tippa í hesum borðinum, og Harley Bertholdsen var aftur hesa ferð sera væl upplagdur. Hann kom fleiri ferðir til baklinjuna, men innleggini vóru ofta ikki nóg neyv. Tað tóktist sum um, at tað frammanundan ikki var avgjørt, um bólt- arnir skuldu leggjast til nærra ella handara stólpan. Tí varð ofta talan um meiri ella minni jánkasligar mill- umloysnir, sum óføra røsku tvíburðarnir í VB miðverj- uni saman við málverjanum fingu vart fyri. Kortini hevði KÍ í hesum umfarinum møguleikarnar, sum áttu at borið mál við sær og harvið aðrar fyri- treytir fyri seinna umfarin- um. Størstu møguleikarnar fingu Harley Bertholdsen og Bárður á Lakjuni. Tann fyrri fekk púra óneyðugt bóltin fyri føturnar heilt í høgru og miðskeiðis á VB helvtini, tá vágbingar vóru á veg fram. Harley sneiddi framvið trimum, og tá hann kom á málteigarsaman- komingina, smekkaði hann til, men bólturin brast í stólpan, meðan Kurt Mørk- øre, sum var púra leysur mitt fyri málinum, hugdi at. Bárður á Lakjuni hevði havt sín møguleika framm- anundan. Kurt Mørkøre snittaði við høvdinum frí- sparksinnlegg frá Jan Andreasen til álopsfelagan, og eitt sindur kroysti Bárður á Lakjuni megnaði akkurát at lyfta upp um Bjarna Johansen, men ólukkutið fyri spentu klaks- víkingarnar stiklaði bólt- urin í stólpan, áðrenn verj- an beindi hann av vegnum. Ússaligara umfarið Sum seinna umfarið leið strongdust heimamenninir alt meiri. Vágbingar syrgdu fyri, at ferðin ikki fór upp, og tað kendist sum um KÍ spælararnir ikki megnaðu at seta ferð á. Í hvussu so er bilaði tað við skjótu síðu- skiftunum, sum høvdu verið sera kærkomin, tí VB flutti sítt lið so langt út í síðurnar. Tað varð roynt at fáa Hjalgrím Elttør til baklinjuna í vinstru, men tað eydnaðist ongantíð at fáa innleggini í brotsteigin, sum kundu verið lunnar undir royndum ímóti mál- inum. Í kapprenningini við klokkuna varð Allan Mørk- øre settur á vøllin, men hann tóktist ikki at vera serliga væl fyri. Ove Ny- sted varð fluttur í álopið, tá vágbingar tíggju minuttir undan leikloki mistu ein mann, men líka lítið hjálpti. Aleksander Djordjevic spældi í miðverjuni við stórum sjálvsáliti. Tá havt verður í huga, at Allan Joensen var raskur verju- kendur miðvallari hevði tað kanska verið eina roynd vert hjá KÍ at flutt jugo- slavan, sum í fjør kom til KÍ sum álopsspælari, í álopið, ella kanska at flutt skjóta Hjalgrím Elttør longri fram á vøllin. Undir øllum umstøðum restaði tað ferð og dynamikkur í 2. hálvleiki. Tvær ferðir noyddist Bjarni Johansen at bjarga skotroyndum, og einar fimm ferðir ruddaði hann eftir horasparksstøð- ur. Tað var væl skiljandi, at vágbingar vóru hjartans fegnir um javnleikin, og at klaksvíkingar hingu við høvdinum. Dysturin í tølum: KÍ-VB 0-0 Dómari: Oddmar Andreasen KÍ: Meinhardt Joensen – Jan Andreasen, Ove Ny- sted, Aleksander Djordje- vic, Rúni Elttør – Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Allan Joensen, Hjalgrím Elttør – Kurt Mørkøre, Bárður á Lakjuni VB: Bjarni Johansen – Magni Jacobsen, Eyðun Jacobsen, Slobodan Mad- zar – Palli Augustinussen, Marek Wierzbicki, Jón Gærdbo, Mikael í Lágabø, Mortan úr Hørg – Dan Djurhuus, Nenad Zivanovic Tað var um reppið, at Slobodan Madzar helt fram at spæla, eftir at hann hevði fingið seinna gula kortið KORTSPÆL Jóannes Hansen Tað kom eitt sindur av óskili í bókhaldið hjá dóm- aranum í Klaksvík sunnu- dagin. Tá tað restaðu fimm minuttir av vanligu leik- tíðini fekk ein av hollu miðverjunum hjá VB, Slo- bodan Madzar, gula kortið fyri aðru ferð. Hann sá gult fyri at taka beinini undan Allani Joensen, sum við stórari ferð var farin fram- við honum. Eftir at dómarin hevði víst gula kortið og tikið sær góða tíð at útinna skrivi- arbeiðið, tóktist tað, sum um ætlanin var at taka spælið uppaftur. Jugo- slaviski miðverjin var farin aftur í brotsteigin, meðan Oddmar Andreasen stóð eitt sindur frammanfyri miðstrikuna saman við fleiri KÍ spælarum. KÍ liðformaðurin, Jan Joensen, og Aleksander Djordjevic, sum er landsmaður hjá Slo- bodan Madzar, høvdu støðugt tveir fingrar á lofti. Teir royndu at kunna dómaran um, at nú hevði jugoslaviski verjuspælarin hjá VB sæð gult tvær ferðir, og at hann tískil átti av vøllinum. Men tað gekk ein løta, áðrenn dómarin gav teimum rætt og fór í reyva- lumman. Frágreiðingin kom eftir dystin. Dómarin, sum annars ikki á nakran hátt var í brennideplinum (tað boðar frá góðum dómara- avriki), hevði í fyrra førin- um, tá Madzar fekk gula kortið, ikki vera nóg ansin. Í staðin fyri at skriva nummar sjey hjá VB fyri gula kortið, hevði hann skrivað ein klaksvíking fyri kortið (eingin var nummar sjey hjá teimum). Linjuverjin í tí borðinum, har Madzar var staddur, tá hann í 1. hálvleiki fekk fyrra gula kortið, hevði flaggið á lofti, so VB verjuspælarin hevði neyvan sloppið at hildið fram á vøllinum, sjálvt um klaks- víkingar ikki høvdu minst so væl, sum teir gjørdu. Merkisvert var tað, at tríggir spælarar fingu gult kort, og allir vóru úr Jugo- slavia. Umframt Slobodan Madzar fekk Nenad Zivanovic hjá VB gult kort. Hjá KÍ var tað Aleksander Djordjevic, sum sá gult. Klaksvíkingar hava ann- ars ikki fingið nógv kort í landskappingini í ár. Í átta dystum hava teir sæð gula kortið níggju ferðir. Tað er bara Jan Joensen, sum er á markinum til leikbann. Hann hevur fingið tvey gul kort. Vágbingar hava fingið ellivu gul kort og tvey reyð. Umframt reyða kortið, sum Madzar fekk í Klaksvík, er Mortan úr Hørg eisini vístur av vøllinum. KÍ-VB 0-0: KÍ og stólparnir vóru ikki í parti Tað stóð oftani nógv á, men vágbingar fingu strítt seg til javnleik í Klaksvík, og komu harvið eitt stig burtur úr kreppuni Mynd: SáH Bókhaldið kiksaði C M Y K 16