týsdagur 25. juni 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 - 25. juni 2002
15
Enn eina ferð fingu
toftamenn tvey brots-
spørk ímóti sær, og
nú hava teir ongan
møguleika at halda
fram í Europa
INTERTOTO CUP
Jóannes Hansen
B68 fer leygardagin at
royna at fáa eitt betri úrslit
enn tað, sum teir megnaðu í
Sveis leygardagin. Møgu-
leikin fyri at halda fram í
Intertoto kappingini er
burtur, tí B68 tapti 5–1 í St.
Gallen.
Jann Ingi Petersen mink-
aði um munin til 3–1, tá
seinna umfarið var hálv-
runnið. Marlon Jorge legði
innfyri úr høgru, bólturin
varð sendur út frá, og á
brotsteigar markinum
smekkaði unglingaspælarin
til, og tað sang í netinum
aftanfyri Oliver Stöckli.
Um B68 hevði megnað at
hildið tørn um 3–1, so
hevði møguleikin verið
leygardagin at spælt seg
víðari til næsta umfarið, tá
St. Gallen leygardagin skal
spæla á Svangaskarði. Men
B68 megnaði ikki at halda
tørn. Tá tað restaðu tríggir
minuttir av vanligu leiktíð-
ini fekk St. Gallen brots-
spark, sum varð umsett til
mál, og tá tríggir minuttir
vóru farnir av tíðini, sum
dómarin hevði lagt afturat,
øktu teir til 5–1.
Longu eftir fimm minutt-
ir kom heimaliðið á odda,
og teir fimm túsund áskoð-
ararnir í góðveðrinum vóru
í góðum hýri, tá tað fimm
minuttir undan hvíldini
gjørdist 2–0. Eisini tað
málið varð skorað upp á
brotsspark.
Stóri
málskjúttin
hjá
sveisiska
liðnum
var
brasiliumaðurin Alex Jeff-
erson, sum skoraði trý mál.
Toftamenn ásanna, at
mótstøðuliðið var væl betri.
B68 var sera verjukent í
útgangsstøðuni.
Barar
Marcello Marcellino var á
toppinum. Ætlanin var so,
at Øssur Hansen og Arnold
Joensen skuldu stuðla hon-
um, men B68 álopini vóru
ikki so mong. Haraftur-
ímóti eydnaðist tað sveis-
iska liðnum fleiri ferðir at
spæla seg til møguleikar,
og B68 málverjin hevði
fleiri góðar bjargingar.
Í nógvum teimum sein-
astu dystunum hevur B68
fingið brotsspark ímóti sær.
Hesa ferð fekk mótstøðu-
liðið
tvey
brotsspørk.
Dómarin var úr Albania, og
av Toftum verður sagt, at
tað var einki at tosa um, at
talan var um heimadómara.
Í
fyrra
førinum
varð
Messias lagdur undir at
gera brotsspark, og í seinna
førinum var tað John Heri
Dam. Báðir kendu seg
órtættvíst dømdar. Serliga
John Heri Dam, sum royndi
at sparka bóltin burtur,
meðan ein maður hekk
uppi í honum. Maðurin
datt, og dómarin bríkslaði
fyri brotssparki.
Størri sigur
Tað er neyvan nøkur troyst
fyri B68. Men FC Zürich úr
Sveis vann størri sigur á
einm liði úr Bosnia–Herse-
govina, enn St. Gallen vann
á B68.
NK Brotnja legði á
útivølli í Zürich rygg til
7–0 tap. Eisini í tí dystinum
var tað ein fremmandur
maður, sum skoraði flestu
málini. Kanga Akale av
Fílabeinsstrondini
var
europeiskur
toppskjútti
leygardagin, tí hann skor-
aði fýra mál ímóti bosniska
liðnum.
INTERTOTO
St. Gallen–B68 5–1 (2–0)
Í St. Gallen leygardagin 22.
juni kl. 18.00
Dómaratrio úr Albania:
Sokol Jareci, Sokol Avdo
og Engjell Pjetrushi.
UEFA eygleiðari úr
Ungarn: Miklos Nagy.
5000 áskoðarar
1–0: Alex Jefferson 5.
2–0: Alex Jefferson br 40
3–0: Teresino Gane Ionel
63
3–1: Jann Ingi Petersen 67.
4–1: Alex Jefferson br 87.
5–1: Daniel Imhof 90.
FC St. Gallen: 1. Oliver
Stöckli – 3. Carlos Walter
Chaile, 4. Stefan Wolf, 5.
Patrick Winkler, 6. Sascha
Müller, 8. Daniel Imhof,
10. Inoel-Teresino Gane,
11.
Alexander
Tachie-
Mensah, 15. Pascal Jenny,
19. Nicola Colacino, 21.
Ivan Dal Santo
Á beinkinum (teir skiftu
tríggjar út, men tað eydn-
aðist ikki B68 at fáa avrit
av dómaraseðlinum): 18.
Agosti Flavio, 7. Jerren
Nixon, 9. Rainer Bieli, 16.
Jan Berger, 17. Tranquillo,
20. Jario Luiz Filho, 22.
Oscar-Fernando Tato
Venjari: Gérard Castella
B68: 1. Michal Kokosza-
nek – 5. Marlon Jorge, 10.
Fróði Benjaminsen, 17.
Messias Perreira, 6. John
Heri Dam – 11. Arnold
Joensen, 3. Fríðin Ziska-
son, 2. Jann Ingi Petersen,
18. Oleif Joensen (12. Jan
Petersen, 61.), 7. Øssur
Hansen, liðformaður – 9.
Marcello Marcellino
Á beinkinum uttan at verða
skiftir inn: 4. Hans Fróði
Hansen, 15. Mannbjørn
Nesá, 16. Kjartan Nesá, 19.
Gestur Lómstein
Venjari: Frank Skytte
Skuldi VB ikki detta
heilt burtur ímillum í
botninum, so skuldi
trý stig til í Klaksvík
leygardagin. KÍ kundi
hinvegin við einum
sigri, blanda seg í
toppin í 2 deild
2. DEILD
Jákup Mørk
Og tað var KÍ sum legði
bragdliga fyri. Longu í
fyrsta álopinum kundu teir
skora, tá Erling Fles var
einsamallur við málmann-
inum. Eftir 4 minuttir fær
sami Erling ein møguleika
aftrat, tá hann sleppur
leysur í vinstru síðu, dregur
inn í brotsteigin, og hesu-
ferð skorar hann trygt.
Vágbingar fullu tó ikki í
fátt av hesum skjóta málin-
um, men royndu heldur at
koma longur fram á vøllin.
Tað gingu ikki meir enn
tríggir minuttir so hevði VB
javnað. Kári í Lágabø fær
bóltin úti í høgru síðu, fer
framvið einum manni og
komin inn í brotsteigin,
smekkar hann til og bólt-
urin fer í mál, uttan møgu-
leika hjá John William í KÍ-
málinum.
Gekk javnt á
Næstu løtuna gekk toluliga
javnt á, hóast KÍ hevði
bóltin mest. Vágbingar
vóru tó alla tíðina vanda-
miklir í mótálopunum. Sum
fyrri hálvleikur leið tóku
vágbingar meir og meir
yvir, og burdi kanska fingið
okkurt málið fyri hálvleik,
men tað hendi ikki og tískil
var hálvleikstøðan 1-1.
Sum VB hevði spælt í
fyrra hálvleiki, mundu teir
helst hava vónir um at
okkurt fór at fáast burtur úr
dystinum.
Seinni hálvleikur gekk
eisini javnt á. Næsta málið
kom tá okkurt um 20
minuttir vóru farnir. Ein
bóltur verður sendur innfyri
VB-málið, og har berjast
ein KÍ-ari og ein VB-ari um
bóltin. Endin er at bólturin
verður skallaður á hondina
á VB-verjuleikaranum, og
dómarin
bríkslaði
fyri
brotspark.
Føldu seg snýttar
Vágbingar vóru alt annað
enn nøgdir við henda dóm-
in og føldu seg snýttar,
serliga tá ein VB-ari beint
frammanundan varð feldur
í KÍ-brotsteiginum. Tað
meinti dómarin tó ikki.
Olgar
Danielsen
tók
brotsparkið, og sendi mál-
mannin til skeiva síðu, og
so var 2-1 til KÍ.
Nú sendi VB alt fólkið
fram, fyri at fáa eitt og helst
tvey mál. Teir komu eisini
fram til góðar møguleikar,
millum annað hevði Birgir
Jørgensen, sum hesuferð
var á næstbesta liðnum,
tveir góðar møguleikar sum
kundu givið mál.
VB fekk tó onki burturúr
royndunum, og í staðin
kundi KÍ í einum mótálopi
skora seinasta málið í
dystinum. Tað var innskifti
Meinhard Hansen sum fekk
hetta.
KÍ fekk sostatt 3 stig í
einum jøvnum dysti, og eru
teir við í oddinum í 2. deild.
VB kundi ikki brúka úr-
slitið til nakað sum helst,
men innsatsurin eigur at
geva vón um okkurt stig
áðrenn summarfrítíðina, nú
tveir heimadystir móti B71
og B36 eru eftir.
Dysturin í tølum:
KÍ-VB 3-1(1-1)
1-0: Erling Fles
1-1: Kári í Lágabø
2-1: Olgar Danielsen br.
3-1: Meinard Hansen
Føroyska mans-
landsliðið í hond-
bólti tapti við
einum máli fyri
íslendska U-21
landsliðnum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Føroyska manslandslið-
ið í hondbólti er í hesum
døgum á venjingarlegu í
Íslandi.
Sunnudagin
spældu
teir fyrsta av trimum
dystum á ferðini, og var
hesin móti íslendska U-
21 landsliðnum. Hóast
talan var um U-21 lands-
lið, so var lítil ivi um, at
føroyingarnir fóru at fáa
harða
mótstøðu.
Ís-
lendska liðið var herfyri
í hálvfinaluni í HM, har
teir taptu við einum máli
fyri Russlandi.
Føroyska liðið var
eisini nakað skert undan
dystinum. Áki Olsen og
Halgir Dahl Olsen hava
báðir drigist við skaða,
og eru einamest við í
Íslandi fyri at fáa við-
gerð fyri hesar, og hartil
hevur Hans Áki Dal-
Christiansen eisini fing-
ið ein snudd, sum helt
honum uttanfyri.
Kortini megnaði før-
oyska liðið fyri tað
mesta at spæla fult upp
við mótstøðuna. Allan
fyrra hálvleiki gekk
javnt á, og tó at tað
dragnaði nakað fyrst í
seinna
hálvleiki,
so
komu okkara afturíaftur,
soleiðis at mununrin at
enda varð so tepur, sum
tilber.
Hjalmar Klein Olsen,
hjálparvenjari hjá før-
oyska liðnum, segði eftir
dystin, at sum heild vóru
hann og landsliðsvenj-
arin, Lars Nedergaard,
hampuliga væl nøgdir
um føroyska avrikið.
- Hetta er eitt gott
mótstøðulið,
og
við
skaðunum máttu vit
eisini gera nakrar broyt-
ingar í verjuspælinum,
so alt í alt haldi eg, at vit
kunnu vera nøgdir.
Føroysku
málini
í
dystinum
sunnudagin
skutu: Heini Joensen, 8,
Ingi Olsen, 5, Bjarni
Wardum
5,
Sámal
Joensen 4, Høgni Klein
2, Martin Hummeland,
2, Kristian Madsen, 1,
John Zachariasen, 1
Týskvøldið
spælir
landsliðið aftur móti
íslendska U-21 liðnum,
og hóskvøldið verður
dystur móti Íslendska U-
19 landsliðnum.
Taptu tepurt
B68 misti møguleikan
í síðstu løtu
KÍ-VB 3-1 (1-1):
KÍ vann í jøvnum
dysti
Vágbingar spældi betri, enn teir hava gjørt flestu dystirnar í ár, men tað hjálpti lítið í Klaksvík,
har heimaliðið fekk øll trý stigini
Mynd: SáH
15
14
Nr. 118 - 25. juni 2002
Spenningurin í
toppinum er øktur,
eftir at oddaliðið
annað árið á rað var
fyri óvæntaðum
stigamissi á útivølli
ímóti EB/Streymi
8. UMFAR SAMANUM
Jóannes Hansen
Landskappingin er meiri
spennandi eftir áttanda um-
farið, enn hon hevur verið
higartil í ár. HB og NSÍ
skulu ólavsøkudag spæla
steypafinalu. Hesi bæði
liðini eru eisini oddalið í
landskappingini. Men nú er
tættari millum tey, enn tað
var undan vikuskiftinum.
Tá høvdu bæði liðini seytj-
an stig, men NSÍ hevði
spælt ein dyst meiri enn
HB. Nú hava bæði liðini
seytjan stig, og tey hava
bæði spælt átta dystir. Púra
óvæntað megnaði HB ikki
at fáa stig við til hús, tá teir
leygdarkvøldið vóru á Eiði,
har heimaliðið vann 2–1.
At oddaliðið kiksar á
Mølini minnir um kapping-
arárið í fjør. GÍ hevði
vunnið allar dystirnar, tá
teir í ellinda umfarinum,
sum var tað fyrsta eftir
summarsteðgin, vóru á
Eiði. GÍ var stórfavorittur,
men úrslitið varð 1–1. Eftir
meiri
enn
hálvkiksarin
royndist tað illa hjá GÍ, sum
í seinastu sjey umførunum
tapti tvær ferðir og spældi
tvær ferðir javnleik. Og so
vann B36 FM heitið.
Spurningurin er so,
hvussu gongdin hjá HB fer
at verða, eftir at teir hava
tapt fyri fyrstu ferð. Undan
summarsteðginum eiga teir
tveir dystir í Gundadali.
Úrslitini siga, at HB trívst
væl betri á heimavølli, enn
teir trívast á útivølli. Higar-
til hava teir spælt fýra ferðir
uttanfyri Havnina, og teir
hava bara vunnið á Skála.
Á Toftum og í Vági fingu
teir javnleik við til hús, og
nú leygardagin taptu teir
fyri fyrstu ferð í ár – á
Mølini á Eiði.
Tá HB avrikini eftir øll-
um at døma eru so nógv
øðrvísi í Gundadali, enn tey
eru aðra staðni, kemur tað
sjálvandi
væl
við
hjá
teimum, at teir eiga so at
siga ein eyka heimadyst
ímóti
B36.
Men
eftir
summarsteðgin skal HB til
Klaksvíkar, Gøtu, Runavík-
ar og í síðsta umfarinum
suður á Sevmýri.
Fingu uttan at spæla
Samskiftið gongur skjótt
nú á døgum. B68 liðið
hevði ikki meiri enn lagt
rygg til stórtap suðuri í
Sveis, tá teir høvdu fingið
boðini um, at HB hevði
tapt. Harvið styrkti B68
– uttan at spæla – sammett
við oddaliðið higartil sína
støðu á triðja plássinum.
Og so verður tað uppaftur
meiri spennandi, tá tofta-
menn um tvær vikur og í
síðsta umfarinum undan
summarsteðginum
skulu
spæla ímóti HB í Gunda-
dali.
NSÍ hevði eisini frí í
vikuskiftinum,
og
teir
kundu fegnast um, at úr-
slitini lagaðu seg rættuliga
til teirra fyrimun. HB tapið
hevur við sær, at tað er púra
javnt millum HB og NSÍ.
Og B36 tapið í Gundadali
og
KÍ
javnleikurin
á
heimavølli hava við sær, at
NSÍ – uttan at spæla – bæði
styrkti um sína støðu í
avgjørdu oddakappingini,
og at teir løgdu meiri sjógv
millum seg og – burtursæð
frá B68 – feløgini, sum so
fegin vilja vera við í stríð-
num um gullmerkini.
Uppsangur hjálpti
B36 kundi havt lagt seg
bara eitt stig aftanfyri tey
bæði oddaliðini. Men tað
gongur einki serligt í
Gundadali hjá meistara-
liðnum. Tapið ímóti GÍ var
tað triðja á heimavølli í ár.
Umframt ímóti GÍ hevur
B36 tapt í Gundadali ímóti
báðum oddaliðunum – HB
og NSÍ. Sunnudagin skal
B36 spæla jóansøkudyst í
Vági. Har plagar tað at vera
torført hjá teimum flestu,
men B36 hevur illa ráð at
missa stig.
Umframt B36 kendi KÍ
ikki sína vitjunartíð. Við
seinastu umførunum í huga
kann ikki annað sigast, enn
at málleysi javnleikurin
ímóti VB var vónbrot hjá
heimaliðnum. KÍ hevði
vunnið tríggjar ferðir upp í
slag, og VB hevði ikki
vunnið tríggjar ferðir upp í
slag. Klaksvíkingar vilja
fegnir vera við, har tað
gongur fyri seg. Um teir
skulu megna tað, so ber
ikki til at missa ov nógv á
heimavølli. Higartil í ár
hevur KÍ í fýra heimadyst-
um mist trý stig ímóti B36
og tvey ímóti VB. Tað er ov
mikið.
Stigatapið ímóti VB hev-
ur við sær, at tað er trýst á
KÍ, tá teir komandi sunnu-
dag fara til Runavíkar. Um
NSÍ megnar at fáa fult, so
er fjarstøðan hjá KÍ til
toppin sjey stig. Annars
hevur kappingarárið hjá KÍ
higartil verið sera átókt tí í
fjør. Tá taptu teir á heima-
vølli í tveimum teimum
fyrstu
umførunum.
So
vunnu teir tríggjar ferðir
upp í slag, áðrenn EB/
Streymur á norðoyarstevnu
punkteraði kappingarárið
hjá KÍ. Eftir trilvandi
byrjan í ár, tóktist KÍ hava
fingið tak á stigaheyst-
inum, men nú meiri enn
hálv kiksaðu teir.
Við avrikinum ella heldur
manglandi avrikinum hjá
GÍ ímóti KÍ næstsíðsta
sunnudag í huga mundu tey
vera fá, sum høvdu roknað
við, at GÍ skuldi fáa fult í
Gundadali. Men tað gjørdu
teir, og tað var stórur munur
á hugburði og vilja frá
sunnudegnum
framman-
undan. Mikukvøldið var
fundur í Gøtu, har luftin
varð reinsað, og um út-
luftingin fer at síggjast
aftur í meiri enn hesum
eina dystinum, so verður
GÍ við í telvingini um
fremstu plássini.
Skála framvegis ongan
sigur
Við sigrinum á HB tók
EB/Streymur seg frá hinum
botnliðunum. At vinna 2–1
á HB var meiri enn stórt
plástur á opna sárið, sum
EB/Streymur hevði, tá teir
næstsíðsta sunnudag fóru
úr Gundadali við 7–2 tapi
fyri B36 í viðførinum.
Einki er at ivast í, at onnur
lið enn HB fara at verða
snýtt ímóti EB/Streymi,
sum í løtuni tykist hava
góðar møguleikar at varð-
veita plássið í bestu deild-
ini.
VB javnleikurin í Klaks-
vík lyfti FM vinnararnar í
2000 eitt sindur frá botnin-
um. Eftir turbolentu síðstu
vikuna,
tá
jugoslaviski
venjarin fekk durafjórð-
ingin, hevði tað sera stóran
týdning hjá vágbingum ikki
at tapa stórt, og tað sást á
spælarunum, tá dómarin
bríkslaði fyri síðstu ferð, at
javnleikurin hevði uppaftur
meiri at siga enn eina
stigið, sum teir fingu burt-
urúr hesa ferð.
Tá TB og Skála fóru á
vøllin á Sevmýri, vistu tey,
at fjarstøðan upp til áttanda
plássið fór at verða økt – í
hvussu so er hjá øðrum
liðnum. Javnleikurin ber
við sær, at áttanda plássið
fór tvey stig burtur bæði hjá
TB og Skála, sum fram-
vegis eigur fyrsta sigurin á.
Um hann verður vunnin
undan summarsteðginum
valdast úrslitini í teimum
báðum
heimadystunum.
Annað mikukvøld skal B68
spæla á Skála, og annan
sunnudag fær Skála vitjan
av KÍ.
Upphitingin til botnstríð-
ið var merkisverd. TB
royndi so leingi, sum tað
bar til, at halda loyniligt, at
Óli
Johannesen
skuldi
spæla við teimum, og
skálamenn stríddust í sín-
um lagi at fáa teir tríggjar
úr Rumenia at hjálpa sær.
Stóru
trupulleikarnar
høvdu teir loyst, men teir á
Skála høvdu sambært FSF
ikki lisið síðu 94 í kapp-
ingarskipanini nóg væl, og
fótfeilirnir kostaðu trífalda
styrkin. Um tað eisini
kostaði sigurin á Tvøroyri
og harvið kanska plássið í
bestu deildini ber ikki til at
siga.
Favorittarnir
fella á Mølini
Annað árið á rað kiksaði oddaliðið á Mølini á Eiði. Hesa ferð var tað HB, sum púra óvæntað - men uppiborið - mátti fara
stigaleyst heimaftur
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
14