týsdagur 25. juni 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 • týsdagur • 25. juni 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Skálamenn vóru ikki
nøgdir við avgerðina,
sum kappingar-
nevndin gav umbøn-
ini um at fáa rum-
ensku spælararnar at
spæla á Sevmýri, men
teir fingu ikki viðhald
frá dómsnevndini
KÆRA
Jóannes Hansen
Tað var stórt virksemi í
føroyska fótbóltsheiminum
upp undir vikuskiftið og
serliga upp undir sera
týdningarmiklu uppgerðina
á Sevmýri ímillum uppflyt-
ararnar báðar, sum manna
tvey tey niðastu plássini á
støðutalvuni.
Í øllum stillum vildi TB
hava spæliloyvið hjá Óla
Johannesen úr Hvidovre og
til Tvøroyrar. Óli Johanne-
sen er leysur av Hvidovre,
nú kappingin í Danmark er
liðug og sáttmálin millum
hann og danska 1. deildar-
felagið er farin úr gildi.
Tvørámenn søgdu, at Óli
var komin til Tvøroyrar í
summarfrí, og at teir fingu
at síggja, hvussu tað fór at
verða við fótbótsspælinum
hjá honum. Men tá Skála
og TB hitaðu upp sunnu-
dagin, var Óli Johannesen
ímillum teir fyrstu ellivu
hjá TB. Einki bein var í
flytingini. Á síðu 94 í skip-
anini stendur, at fyri at
útskriva
loyvisbræv
til
spælara við føroyskum
borgararætti til Føroya, at
viðkomandi felag í Føroy-
um biður FSF um loyvis-
bræv til viðkomandi. Við
umbønini skal upplýsast
navn, føðingardagur, bú-
staður í útlandinum, navn á
útlendska felagnum og
landinum. FSF søkir síðan
avvarandi fótbóltssamband
um leysgeving. Tá leysgev-
ing frá útlendska fótbólts-
sambandinum
fyriliggur
hjá FSF, verður loyvisbræv
útskrivað.
Soleiðis siga ásetingarn-
ar, og sambært Ísak Mikla-
dal, aðalskrivara í FSF,
vóru eingir trupulleikar hjá
teimum at fáa spæliloyvi
hjá Óla Johannesen flutt úr
Danmark og til Føroya.
Bústaðurin
Verri royndist tað hjá skála-
monnum, sum stríddust við
at fáa teir tríggjar rumen-
arnar, ið eru komnir til
Skála at spæla fótbólt, tøk-
ar til uppgerðina á Sevmýri.
Tað eydnaðist ikki. Kapp-
ingarnevndin segði nei, og
tá Skála leygardagin legði
málið fyri dómsnevndina,
var svarið eisini nei.
Spurningurin um uppi-
haldsloyvi og arbeiðsloyvi
var ikki avgreiddur hjá
danska útlendingastýrinum.
Tað hevði við sær, at tað
ikki bar til at fáa p-tal og
fastan bústað í Føroyum.
– Vit kærdu avgerðina hjá
kappingarnevndini
til
dómsnevndina, tí vit hildu,
at vit høvdu formligu krøv-
ini á okkara síðu, og vit
vildu hava eina prinsipiella
avgerð.
Tað sigur Kurt Rasmus-
sen, formaður í Skála Ítrótt-
arfelag. Hann sipar til grein
17 og annað stykki í kapp-
ingarreglunum. Har eru
orðingarnar kanska eitt
sindur mótstríðandi. Í end-
anum stendur, at útlendskur
leikari í øllum deildum
uttan 1., 2., 3. og 4. deild
menn og 1. deild kvinnur
kann fáa loyvisbræv, tá
hann er skrásettur í fólka-
yvirlitinum sum fluttur til
Føroya. Um spælarar í 1.,
2., 3. og 4. deild og 1. deild
kvinnur verður sagt, at við
umsóknini skal fyriliggja
skrivlig váttan frá leikaran-
um og felagnum, hann leik-
ar við, um ætlaðu flyting-
ina. Harafturat skal fylgja
við um váttan frá útlendska
fótbóltssambandinum fyri-
liggur um, at viðkomandi
leikari er leysgivin til Før-
oya.
– Fyri tveir av rumensku
spælarunum hava vit fingið
spæliloyvi henda vegin. Vit
hildu ikki, at kravið um
fastan bústað var galdandi í
hesum førinum, og tí kærdu
vit avgerðina hjá kapping-
arnevndini. Men vit fingu
ikki viðhald, og so arbeiða
vit við at fáa viðurskiftini í
rættlag inntil næsta dystin.
Hann verður annað miku-
kvøld ímóti B68, sigur Kurt
Rasmussen.
Ísak Mikladal, aðalskriv-
ari í FSF, er fegin um, at
júst hesin spurningurin
varð royndur hjá dóms-
nevndini.
– Tá aðalfundurin broytti
grein seytjan var tað tíðar-
freistin, sum tað snúði seg
um. Í staðin fyri 31. mai
varð síðsta freist fyri frá-
boðanini um útlendskar
spælarar flutt til 10. august.
Í upprunaliga uppskotinum
vóru lægru vaksnamanna-
deildirnar ikki við, men tær
komu við eftir broytingar-
uppskot á fundinum. Tað
vil siga, at um t. d. ein útl-
endskur
lærari
kemur
henda vegin um miðjan
august, og hann hevur hug
at spæla fótbólt í 3. ella 4.
deild, so hevur hann ikki
loyvi til tað, um flytingin
ikki er avgreidd innan 10.
august. Fótbóltsreglurnar
mugu fylgja reglunum í
samfelagnum sum heild.
Tað er ikki loyvt at arbeiða
í Føroyum, um ein persónur
ikki hevur uppihaldsloyvi
og arbeiðsloyvi og bústað í
Føroyum. Kappingarnevn-
din góðtekur avrit av bláa
persónstalskortinum sum
prógv um, at formellu við-
urskiftini eru í lagi. Men
tað ber ikki til at fáa hetta í
lagi, fyrrenn viðurskiftini
við Útlendingastýrið og
fólkayvirlitið eru fingin
upp á pláss. Fyri at eingin
ivi skal vera, so hava vit á
síðu 94 í kappingarskipan-
ini gjølla útgreinað, hvussu
tað skal farast fram, tá útl-
endskur spælari kemur til
Føroya. Eg havi ikki sæð
niðurstøðuna hjá dóms-
nevndini, men eg kann bara
staðfesta, at teir hava hildið
seg til somu fatan av ting-
unum,
sum
kappingar-
nevndin hevur gjørt, sigur
Ísak Mikladal, aðalskrivari
í Fótbóltssambandinum.
Kappingarnevndin kærd fyri dómsnevndini
Fótbóltsreglurnar mugu fylgja reglunum í samfelagnum sum heild, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sum annars er fegin um, at júst hesin spurningurin nú
er royndur hjá dómsnevndini
13
12
Nr. 118 - 25. juni 2002
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Fáa minni
burturúr
Tann svikaligi parta-
bræva- og virðisbræva-
marknaðurin hevur eis-
ini sína ávirkan á tann
almenna norska olju-
grunnin. Ein útrokning
vísir, at virðið á parta-
brøvum og virðisbrøv-
um hjá grunninum er
fallið 3,5 prosent teir
seinastu tríggjar mánað-
arnar. Hetta er ikki í
samsvari við tað, sum
fíggjarmálaráðið í Oslo
hevði væntað, og sam-
bært fjølmiðlum verður
úrslitið hjá grunninum
einar 30 - 40 milliardir
krónur verri í ár, enn
fíggjarmnálaráðið hevur
mett.
Rukku
málinum
Fyri fyrstu ferð í ár fall
inflasjónin í teimum 15
ES-londunum niður um
tvey prosent í mai. Í
apríl var inflasjónin 2,2
prosent, men í mai fór
hon niður á 1,8 prosent.
Í Danmark var hon 1,9
prosent. Hon var 2,2
prosent í apríl.
Prísvøksturin í síðsta
mánað var størstur í
Írlandi, sum umroknað
til árstøl svaraði til eina
inflasjón uppá fimm
prosent í ár. Í Grikka-
landi og Niðurlondum
var tilsvarandi talið 3,8
prosent, meðan Bretland
og Týskland lógu í hin-
um endanum við ávik-
avist 0,8 og 1,0 prosenti.
Fiskurin
spillist
Vandi er nú fyri, at 335
tons av fiski umborð á
einum russiskum trol-
ara, sum liggur í havnini
í Rønne á Bornholm,
fara at spillast. Russiska
skipið hevur ligið í
Rønne síðani í oktober í
fjør. Danska fakfelagið
SID sýtir fyri, at skipið
verður avgreitt, tí teir 24
russisku
sjómenninir
hava ikki fingið hýru frá
sínum reiðaríi.
At skipið ikki verður
avgreitt, merkir m. a., at
eingin olja verður latin
umborð, og nú er so lítið
av olju eftir, at frystaríið
klárar illa at halda
teimum neyðugu 18
kuldastigunum. Tí er nú
vandi fyri, at fiskurin
spillist. Altjóða flutn-
ingsarbeiðarafelagið
sigur, at hetta kann elva
til eitran, og at tað tí
kann gerast neyðugt at
taka
manningina
av
skipinum.
Úr Norðurlondum:
Fann gull
Tað eru tey, sum hava
til ítriv at leita eftir
metalum í jørðini, og
hjá teimum hepnu kann
hetta ítrivið gerast gull-
vert.
Soleiðis var hjá norð-
manninum
Sigbjørn
Johnsen. Fyri tveimum
árum síðani kom hann
fram á gull, men av
góðum grundum vil
hann ikki siga, hvar
hann fann gullið, og tí
hevur eingin frætt um
hetta fyrr enn nú. Sig-
bjørn Johnsen hevur
kortini havt samband
við eitt jarðfrøðisavn í
Tromsø, og har sigur
jarðfrøðingurin
Per
Bøe, at talan er um so
mikið av gulli á staðn-
um, at tað er als ikki
óhugsandi, at tað kann
loysa seg at útvinna tað.
Sambært Per Bøe hevur
Sigbjørn Johnsen verið
heppin, tí tað er sjáld-
samt at finna gull, ið er
so sjónligt í náttúruni.
65 prosent
fyri ES
Ein meiningakanning í
Danmark vísir, at danir
eru nøgdir við lima-
skapin í ES. Heili 65
prosent svara, at tey
høvdu
atkvøtt
fyri
limaskapi í dag. 31
prosent siga nei, og tey
seinastu fýra prosentini
eru í iva. Samstundis
vísir kanningin, sum
fakligi
landsfelags-
skapurin hevur skipað
fyri, at 62 prosent taka
undir við, at londini í
Eysturevropa koma upp
í ES. 24 prosent eru
ímóti.
Tað er lítið at ivast í,
at
úrslitið
kemur
donsku stjórnini væl
við, nú Danmark um
fáar dagar tekur við for-
mansskapinum
í
Evropasamveldinum.
Umhugsa alt
Danska løgreglan tykist
fyrireika seg sera væl
til møgulig mótmæli í
Keypmannahavn, tá ES
fer at halda toppfund í
býnum í heyst. Í gjár
kom fram, at løgreglan
eisini umhugsar at flyta
umleið 1000 gomul
fólk úr ávísum býar-
pørtum, gerst tað neyð-
ugt hjá løgregluni at
steingja gøturnar fyri at
forða
ófriðarligum
mótmælisgongum. Tí
hava myndugleikarnir
skipað so fyri, at pláss
verður at flyta tey
gomlu á røktar- og ell-
isheim.
Ísraelska stjórnin
heldur, at sjónvarps-
støðin CNN er anti-
ísraelsk og eggjar til
yvirgang
MIÐEYSTUR
Árni Joensen:
Fyritøkur, sum útvega ísra-
elskum sjónvarpshyggjar-
um sendingar ígjøgnum
fylgisvein ella kaðal, eru í
ferð við at taka amerik-
ansku
sjónvarpsstøðina
CNN av skránni. Ístaðin
skulu hyggjararnir fáa tíð-
indi frá onkrari aðrari sjón-
varpsstøð.
Orsøkin til hetta er, at
ísraelska stjórnin er sera
misnøgd við CNN og tíð-
indaflutningin um tað, sum
hendir í Miðeystri. Stjórnin
vil vera við, at CNN hevur
antiísraelskar áskoðanir, og
at støðin harafturat eggjar
palestinum til at fremja
yvirgang.
Hetta er ikki nakað nýtt
fyribrigdi, men tað, sum
fekk bikarið hjá ísraelsku
stjórnini at flóta yvir, var
tað, sum CNN-stovnarin,
Ted Turner, segði við
bretska blaðið The Guar-
dian í síðstu viku. Í sam-
røðuni segði Ted Turner, at
tann yvirgangurin, sum
ísraelsmenn fremja ímóti
palestinska fólkinum er
einki
mætari
enn
tær
palestinsku
sjálvmorðs-
bumbuatsóklnirnar ímóti
ísraelsmonnum.
Orðini fingu rættiliga øði
í ísraelska kunningarmála-
ráðharran, Reuven Rivlin.
Við blaðið Haaretz segði
hann, at stjórnin umhugsar,
hvat hon skal gera við
CNN-tíðindamenninar,
sum eru í Ísrael.
Skógareldurin í
amerikanska stat-
inum Arizona er tann
størsti, sum nakran-
tíð hevur verið har
SKÓGARELDAR
Árni Joensen:
Myndugleikarnir í amerik-
anska statinum Arizona
siga nú, at skógareldurin,
sum hevur herjað statin
seinastu dagarnar, er vorðin
tann størsti, sum menn vita
um at siga.
Sambært myndugleikun-
um eru 130.000 hektarar av
skógi farnir upp í royk, og
nógvastaðni hava fólkverið
noydd at taka til rýmingar
undan eldinum. Í gjár varð
sagt, at umleið 30.000 fólk
eru farin heiman við tí, sum
tey fingu pláss fyri í bilin-
um, og sløkkiliðsmenn
siga, at umleið 180 hús eru
oyðiløgd í eldinum. Í statin-
um Colorado er eisini
skógareldur, og har eru 115
hús farin upp í royk.
Samstundis verður víst á,
at skógareldar gerast alt
vanligari í USA, og at eld-
arnir eru ógvusligari nú enn
fyrr, og árið í ár sær út til at
gerast tað ringasta nakran-
tíð. Sambært myndugleik-
unum eru 930.000 hektarar
av skógi brendir higartil í
ár, og tað er meiri enn tvær
ferðir so nógv sum seinastu
tíggju árini í meðal.
Hetta
hevur
fingið
summar amerikanarar at
mæla til at rudda stór skóg-
arøki og at nýta jørðina til
landbúnað ístaðin, men
hesum hevur eitt nú timbur-
vinnan víst aftur.
30.000 flýdd undan skógareldi
Eitt húski hyggur her at skógareldinum, sum nærkast heimi teirra. Higartil eru 180 hús í Arizona farin upp í royk
Ísrael í øðini inn á CNN
C
M
Y
K
12