týsdagur 25. juni 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 - 25. juni 2002
25
Talvið hesa vikuna
Kramnik,V (2809) - Anand,V (2752)
Advanced Chess rapid Leon ESP (3), 22.06.2002
Móttikið Dronningagambit 1.Rif3 d5 2.d4 e6 3.c4
dxc4 4.e3 c5 5.Bxc4 Rif6 6.0-0 a6 7.Bb3 cxd4
8.exd4 Ric6 9.Ric3 Be7 10.Bg5 0-0 11.Fd2 Ria5
12.Bc2 b5 13.Rad1 Ric4 14.Ff4 Ra7 [14...Rixb2??
15.Bxf6 Bxf6 16.Fe4 hóttur mát og rók] 15.Rie5
Rc7 16.Rixc4 bxc4 17.Bxf6 Bxf6 18.d5! (finnan
avgerð talvið) 18...e5 19.Ff3 Rb7 20.Fe4 g6 21.Fxc4
Rxb2 22.Bb3 Bg5 23.d6 (finnan skal jú á mál)
23...Be6 24.Fa4 Bxb3 25.axb3 Fb6 26.Fg4 Bf4
27.Rid5 Fd8 28.Rixf4 exf4
29.d7 (Anand er trælabundin av framkomnu
finnuni) 29...Rxb3 30.Fxf4 Rb8 31.Rfe1 Fb6 32.h4
h5 33.Rd6 Fc5 34.Ff6 Ff5 35.Fxf5 gxf5 36.Rxa6
Rfd8 37.Rd6 1-0
Í vikuskiftinum
telvaðu superstór-
meistararnir Vladmir
Kramnik og Vis-
wanathan Anand ein
heldur óvanligan
talvdyst, har teir
kundu brúka sterk
talvforrit sum
ráðgevarar.
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Heitið á dystinum millum
nummar tvey og trý í
heiminum, var Advanced
Chess Match. Telvað varð í
Leon, Spánia. Møguleikin
at nýta teldu til hjálps, er tó
ikki nakað nýtt fyribrigdi í
talvheiminum. Fyrr hevur
verið dystast við hesum
møguleika, og eisini hevur
Garry
Kasparov
verið
heitur fyri hugskotinum.
Mannagongdin
varð
tann, at Kramnik og Anand
skuldu telva seks talv, har
teir høvdu ein tíma í part til
talvið,
og
samstundis
møguleikan at nýta talv-
forrit sum ráðgevarar. Talv-
teldur, serliga talvforritini
Deep Fritz (sum Kramnik
skal telva ein dyst ímóti í
heyst), Fritz 7.32, og
Junior,
eru
óhugnaliga
skjótar at síggja eitt nú
mátmøguleikar, oftani heilt
upp til 15 leikir ella meir
áðrenn sjálvt mátið, og tá er
talan um kravdir, ella ein-
astu leikir. Eisini kortleggja
tær allar møguleikar í
ávísari støðu innan eitt
sekund. Tí skuldi ein ikki
trúð at møguleiki er hjá
okkum deyðiligu at basa
hesum ódjórum, men enn
er óvist um hvør er tann
sterkari, menniskja ella
teldan.
Í øllum førum kann
hugsast at Kramnik og
Anand mest nýttu teldurnar
til sín fyrimun tá roknast
skuldi sera langir variantar,
og torførar støður har
møguligt mát er, og hin-
vegin eisini tá verjast
skuldi fyri avgerandi leik-
um móti sær. Til eitt nú
byrjunarspæl, hava teir
valla nýtt teldurnar eins
nógv sum í miðspælinum.
Teir valdu sjálvir talvfor-
rit til dystin, og um teir
vildu kundu teir nýta upp
til fleiri forrit sum ráðgev-
arar. Eitt nú vórðu Fritz,
Junior og Hiarchs til taks at
velja.
Bert ein sigur
Av teimum seks talvunum
endaðu heili fimm við
javnleiki, sum tó ikki var
óvæntað tá hugsað verður
um tær serligu jøvnu for-
treyturnar telvarnir báðir
fingu. Kramnik hevði mun-
in, tí hann vann einasta
avgerandi talv í dystinum.
Hetta varð triða talvið, sum
er við í blaðnum í dag.
Úrslitið varð eitt petti
óvæntað, eftirsum Anand er
kendur fyri at duga væl at
útnytta telduhjálp, men
hinvegin fyrireikar Kram-
nik seg til dyst móti Deep
Frits í heyst, og tað hevur
helst givið honum summir
fyrimunir.
At tiltakið var áhugavert
eru mong ivaleyst samd
um, men áhugin hevði helst
verið enn størri um teir
telvaðu dyst uttan hjálp.
Tann veruligi kampurin í
talvi eigur sjálvsagt at vera
náturligur.
Stríð í Hollandi
Í skrivandi løtu eru fýra
umfør telvd í hollendska
meistaraskapinum, og GM
Loek van Wely hevur fult
stigartal, meðan GM Sergei
Tiviakov og GM Ivan
Sokolov eru næstir við
ávíkavist hálvum fjórða
stigi og trimum stigum.
Sokolov telvar nú fyri
hollenska flaggið, eins og
Tiviakov hevur gjørt í
nøkur ár. Tí hava teir loyvið
at luttaka. Sokolov er
ratingfavorittur, men tungt
verður hjá honum at vinna
inn á van Wely aftur, sum
higartil í kappingini hevur
telvað sum ein røvari.
Vágamenn vóru tíð-
liga á odda við
tveimum málum, men
sumbingar treisk-
aðust og vunnu
kortini annað stigið
2. DEILD
Jákup Mørk
Talan var um rættiligan
oddadyst
á
Krossinum
suðuri í Sumba leygar-
dagin. FS Vágar, sum nú
hevur tikið seg fram á
væntaða oddasessin, vitjaði
Sumba, sum í flestum av
teimum undanfarnu sjey
umførunum
hevur
átt
oddasessin.
Kundu avgjørt
Fyrstu løtuna av dystinum
var tó ikki so nógv, sum
bendi á, at hetta vóru tvey
lið, sum vóru hampuliga
jøvn í styrki. Gestirnir settu
seg nevnliga á dystin alt
fyri eitt, og tað var eisini
skjótt, at hetta gav úrslit.
Eftir at bólturin varð
sendur innfyri málið hjá
Sumba, trokaðust menn eitt
sindur aftur og fram. Endin
varð, at bólturin støkk út til
Bjarna Prior, og uttan stór-
vegis himpr smekkaði hann
til av brotsteigarmarkinum,
og so var 1-0.
Málið fekk á ongan hátt
gestirnir at taka tað meira
róligt. Teir hildu á við at
trýsta, og eftir eitt sera
vakurt álop kundu teir um
miðjan hálvleikin økja til 2-
0, tá alt endaði við, at
Ruslan Screlea gjørdist
púrasta einsamallur í brots-
teiginum, og lyfti upp um
málverjan, tá hesin kom út.
Við
tveimum
málum
aftan fyri sá alt svart út hjá
Sumba, og gestirnir høvdu
eisini allar møguleikar at
sløkkja alla vón, men hóast
einar tríggjar upplagdar
málmøguleikar, so eydn-
aðist teimum ikki at skjóta
triðja málið, sum eftir
øllum
at
døma
hevði
punkterað dystin.
Sluppu í part
Ístaðin var tað Sumba, sum
kom inn aftur í dystin. Eftir
at gestirnir høvdu full-
komuliga
dominerað
knappa fyrsta hálva tíman,
so tóku teir á heimaliðnum
alt meira yvir.
Kanska hildu vágamenn
seg longu hava gjørt nóg
mikið, og í øllum førum var
tað nú soleiðis, at tað vóru
heimamenninir, sum vunnu
flestu nærdystirnar.
Beint fyri steðgin fingu
teir eisini løn fyri stríðið, tó
at málið var eitt av teimum
heldur tilvildarligu. Hannus
Olsen skuldi spæla bóltin
aftur til verjuna, men hann
gleið, og so gekk skjótt. Jan
Poulsen var á bóltinum, og
eftir at hava drigið eina ferð
við bóltinum smekkaði
hann til.
Í seinna byrjaði heima-
liðið, har teir sleptu í fyrra.
Hóast veðrið ikki var hitt
besta, so stríddust teir av
fullum huga, og teir fingu
eisini einasta málið, sum
kom eftir steðgin. Hetta
hendi, tá Eirikur Joensen
fekk bóltin í vinstru síðu.
Hann dró nakað inneftir, og
tá hann so royndi seg tók
skotið í verjuleikara, so-
leiðis at vágamálverjin ikki
hevði nakran møguleika at
bjarga skotroyndini.
Sterkir á pappírinum
Við einsamalla stiginum
tryggjaði Sumba sær, at
munurin í oddinum í øllum
førum ikki vaks, og mett
eftir fyrsta hálva tímanum,
so mundu teir eisini vera
væl nøgdir um hetta.
Sum dysturin gekk, so
kundi tað tó eins væl verið
Sumba, sum fór avstað við
øllum, so alt í alt mundi
javnleikurin tó vera eitt
rættvíst úrslit.
Vágamenn iðraðu seg
sjálvandi um, at teir ikki
megnaðu at binda fyri, tá
teir høvdu møguleikan,
men teir kundu í øllum
førum staðfesta eftir dystin,
at teir nú hava leikt flestu
av teimum dystunum, sum
á pappírinum verða rokn-
aðir sum teir torførastu. Av
hinum uppflytingarkandi-
datunum, er tað bert ÍF,
sum vágamenninir resta at
vitja, og tí standa teir so
avgjørt við bestu kortunum,
tá farið verður undir seinnu
kappingarhálvu.
Tann dysturin er tó ikki
fyrr enn í seinasta umfar-
inum, tí komandi vikuskifti
koma fuglfirðingar á vitjan,
og hetta kann væl gerast ein
avgerandi dystur fyri teirra
viðkomandi. Sumba vitjar
tá í Runavík, har heimaliðið
eftir eina sera laka byrjan
tykist at hava funnið fóta-
festið, so eisini tað líkist
eini spennandi uppgerð.
Dysturin í tølum
Sumba-FS Vágar 2-2
(1-2)
0-1: Bjarni Prior
0-2: Ruslan Screlea
1-2: Jan Poulsen
2-2: Eirikur Joensen
Sumba-FSV 2-2 (1-2):
Javnt í oddadystinum
Hjálp frá telduni
Ari Johannesen og FS Vágar liggja nú væl fyri í kappingini um
uppflyting, og vinna teir eisini komandi heimadystin, fer at
síggja heilt ljóst út, hóat kappingin tá bert er hálvrunnin
25
24
Nr. 118 - 25. juni 2002
Tað gjørdist Brasilia,
sum vann stórdystin
móti Onglandi, men
leikliga var talan als
ikki um stórdys
HM-FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Hópur av sjónvarpshyggj-
arum kring allan heim
mundu hava sett seg væl til
rættist fríggjamorgunin, tá
fjórðingsfinalan
millum
Ongland og Brasilia var á
skránni. Á pappírinum var
talan um ein sannan gloypi-
bita fyri fótbóltselskarar, og
so gekk tað kortini, sum
summi bóru ótta fyri.
Linlig uppliving
Leikliga var talan nevnliga
um eina heldur linliga
uppgerð, har tað mest sum
bert var Brasilia, sum veru-
liga tordi at spæla, meðan
onglendingarnir fyrst og
fremst hugsaðu um verju-
skyldirnar, fyri siðandi at
dúva upp á skjótleikan hjá
Michael Owen í álopspart-
inum.
Og hetta gav eisini úrslit,
tá Lucio stórkiksaði í
vandaleysari
støðu,
so
Owen einsamallur við mál-
verjanum kundi leggja bret-
ar á odda.
Møguliga hevði talan
verið um ein heilt øðrvísi
dyst, um leiðslan helt sær
til hálvleiks, men brasiliu-
menn vildu tað øðrvísi.
Ronaldinho var maðurin
aftan fyri málið, tá hann
fullkomuliga snýtti Ashely
Cole, fyri síðani at leggja til
Rivaldo, sum ískaldur legði
bóltin í handara málhorn.
Og beint eftir steðgin
kom so avgerandi málið.
Ongin – og so slettis ikki
David Seaman – hevði
roknað við, at Ronaldinho
fór at skjóta beinleiðis upp
á mál, tá Brasilia átti frí-
spark í høgru síðu. Men tað
var júst tað, sum lítli
brasiliumaðurin gjørdi, og
uttan at Seaman hevði nak-
ran møguleika at verja fyri,
sigldi bólturin yvir í hand-
ara málhorn.
Ronaldinho fekk annars
reyða kortið seinni í dystin-
um, tá Danny Mills fekk
sum mest burturúr eini
evaska lítlari stempling,
men hóast teir tann seinasta
tíman spældu við 11 monn-
um móti 10, so megnaðu
bretar ongan tíð at leggja
neyðuga trýstið á Brasilia,
sum soleiðis vann seg fram
til tiðju hálvfinaluna á rað í
HM-høpi, og eftir at teir í
undankappingini
høvdu
stórar
trupulleikar,
eru
brasilianararnir nú stórfav-
orittar at vinna HM-heitið,
sum – um so verður – verð-
ur hitt fimta í søguni.
Brasilia-Ongland 2-1 (1-1)
0-1: Michael Owen, 23
1-1: Rivaldo, 45
2-1: Ronaldinho, 50
Senegal misti møgu-
leikan at gerast fyrsta
afrikanska liðið í eini
HM-hálvfinalu, tá
Turkar eftir ein sera
undirhaldandi dyst
fingu gylta málið
HM-FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Talan var avgjørt um ein av
mest undirhaldandi dystun-
um í HM-kappingini, tá
Turkaland
og
Senegal
skuldu gera av, hvør teirra
skuldi verða partur av hálv-
finaluni í HMN-kapping-
ini.
Hvørki av liðunum hevði
nakran tíð áður vunnið seg
so langt í HM-høpi, og tað
var sjónligt frá fyrsta
bríksli, at báðir partar eisini
ætlaðu sær longri.
Fyrstu løtuna var tað ser-
stakliga Senegal, sum herj-
aði á, og teir høvdu eisini
bóltin í málinum ta einu
ferðina, men tað málið varð
kolldømt, tí undan hesum
hevði ein Camara verið
rangstaddur, tá hann á turk-
isku mállinjuni bjargaði
skotroynd!
Spakuliga tók Turkaland
yvir, og sum dysturin leið,
so vóru tað helst teir, sum
vóru naskastir, tó at Sene-
gal í kvika og teknisk
sterka Diuff alla tíðina
hevði ein leikara, sum
megnaði at fáa okkurt burt-
ur longu framspælingun-
um.
Hóast undirhaldandi, so
komu eingi mál í teimum
90 minuttunum. Serstakliga
hevði turkiski málkong-
urin, Hakan Sukur fleiri
góðar møguleikar, men
málturkur hansara undir
HM stóð við, og so gjørdist
neyðugt
við
longdari
leiktíð.
Undan hesum var Sukur
skiftur út við Ilhan Man-
sisz, og hesin skuldi fáa av-
gerandi týdning fyri dystin.
Bert tríggir minuttir vóru
leiktir av longdu leiktíðini,
tá hann var fyrstur á einum
innleggi, og við høgra beini
beindi bóltin yvir í handara
síðunet.
Eitt gylt mál hjá Turka-
landi, sum við hesum hevur
leikt seg fram til fyrstu
HM-hálvfinaluna í søguna
hjá landinum.
Senegal-Turkaland 0-1 eftir
longda leiktíð
0-1: Ilhan Mansisz,, 94
Suður Korea hevði
ikki vunnið HM-dyst
undan endaspæl-
inum, men nú hava
teir vunnið seg fram
til hálvfinalunar
HM-FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað var ringt lag á spani-
ólum, eftir at teir leygar-
dagin máttu ásanna, at teir
aftur hesas ferð gjørdist ov
stuttir at røkka avgerandi
dystunum í einum HM-
endaspæli.
Neyvan hava møguleik-
arnir nakran tíð verið so
góðir, sum hesa ferð, nú
teir møttu Suður Korea,
sum hevði tikið øll á bóli
við yvir høvur at hava
vunnið seg til fjórðingsfin-
alurnar, men heldur ikki
hetta hjálpti spaniólunum.
Tað var kanska heldur
ikki tapið, sum fekk spani-
ólarnar at illneitast, men
heldur hátturin, sum hetta
kom uppá. Tvær reisur
høvdu teir bóltin í málin-
um, og tvær reisur fullu
óskiljandi dómar, sum tóku
málið frá teimum aftur.
Fyrru ferðina dømdi dóm-
arin fríspark, tá koreanar
annars gjørdu sjálvmál, og
seinnu ferðina varð bólt-
urin dømdur at vera uttan-
fyri, áðrenn Morientes stút-
aði í kassan, hóast sjón-
varpsupptøkurnar
greitt
vístu, at bólturin væl og
virðiliga var innan fyri
linjuna.
Sostatt gjørdi neyðugt
við brotssparkskapping, og
tá blaðungi Joaquin brendi
fjórðu sponsku royndina,
kundi Myung-Bo avgera alt
við seinasta sparkinum.
Suður Korea-Spania 5-3
eftir longda leiktíð og
brotsspørk
1-0: Hwang
Sun-Hong
(br.), 120
1-1: Fernando Hierro (br.),
120
2-1: Park Ji-Sung (br.), 120
2-2: Ruben Baraja (br.),
120
3-2: Seol Ki-Hyun (br.),
120
3-3: Xavi Hernandez (br.),
120
4-3: Ahn Jung-Hwan (br.),
120
5-3: Hong Myung-Bo (br.),
120
Hóast eingin veruliga
hevði roknað við
teimum hesaferð, so
hava teir enn einaferð
vunnið seg fram
millum tey seinastu
fýra
HM-FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað er prógvað ofta, og
inniverandi HM-kapping er
enn ein staðfesting av, at
Týskland mest sum altíð
stendur seg væl í HM-høpi.
Undan hesi kappingini
hevði mest sum eingin
veruliga roknað við teim-
um, men teir vunnu seg
sannførandi úr bólkaspæl-
inum, og nú tykjast teir
saman við Brasilia at vera
besta boðið uppá ein kom-
andi heimsmeistara.
Fríggjadagin leiktu teir
fjórðingsfinalu móti USA,
og sum væntað, so megn-
aðu teir eisini at vinna hesa,
men leingi stóð tó heilt
nógv á.
Serstakliga var USA við
yvirlutan fyrsta hálva tíma,
men í einum trimum førum
sýndi Oliver Kahn, hví
hann verður mettur sum
heimsins besti málverji, og
so gekk tað, sum tað so ofta
hevur gjørt. Týskland, sum
hevur skorað lutfalsliga
nógv mál við høvdinum,
fekk enn eitt av slagnum, tá
Michael Ballack var fyrstur
á frísparksinnleggi, og frá
somu løtu vóru tað týskar-
ar, sum stýrdu dystinum.
Einstakar ferðir lógu
amerikumenn
framvið,
men teir gjørdust ov stuttir,
og tó at ein fjórðingsfinala
fyri teirra viðkomandi er
eitt flott avrik, so mundu
teir tó vera vónbrotnir um,
at tað ikki eydnaðist teim-
um at avgera, tá teir høvdu
møguleikan til tess.
Týsklan-USA 1-0 (1-0)
1-0: Michael Ballack, 39
Løgmaður fekk ikki rætt
Rivaldo
Brasilia
5
Ronaldo
Brasilia
5
Miroslav Klose
Týskland
5
Jon Dahl Tomasson
Danmark
4
Christian Vieri
Italia
4
Marc Wilmots
Belgia
3
Robbie Keane
Írland
3
Pedro Pauleta
Portugal
3
Papa Bouba Diop
Senagal
3
Fernando Morientes
Spania
3
Raul González
Spania
3
Henrik Larsson
Svøríki
3
Ronaldinho
Brasilia
2
Rónald Gomez
Costa Rica
2
Junichi Inamoto
Japan
2
Jared Borgetti
Mexico
2
Michael Owen
Ongland
2
Nelson Cuevas
Paraguay
2
Henri Camara
Senagal
2
Fernando Hierro
Spania
2
Ahn Jung-Hwan
Suður Korea
2
Michael Ballack
Týskland
2
Hasan Gokhan Sas
Turkaland
2
Umit Davala
Turkaland
2
Brian McBride
USA
2
Landon Donovan
USA
2
Máltindurin, HM
Turkar longri enn
nakrantíð fyrr
Vertirnir í hálvfinaluni
Týskarar koyra á
C
M
Y
K
24