Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-08-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. august 1976síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin spsialurin telf. 11820 — giro 6282725 box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmenn: Johan Mortensen Johnsigurd Johannesen Prent: Dimmalætting e ce oe Fiskimarkid SUM FRABOÐAÐ varð fyri nøkrum vikum síðani, hevur landsstýrið lagt uppskot fyri tingið um útflyting fiskimarksins á 200 fjórðingar við gildi frá í seinasta lagi 1. januar komandi. ORSØKIN TIL hesa útflytingarætlan er gongdin í nærum øllum londum. Summi hava longu flutt út. Onnur hava boðað frá útflyting í næstum. Og úrslitið av havrættarráðstevnuni verður uttan iva tað sama: nevnliga 200 fjórðinga búskaparlig oki. SO SKULU vit ikki verða eftirbátar á hesum oki, er tíðin longu komin til henda leik, og tað hava sitandi landsstýri og meirilutasamgongan sett sær fyri, at vit ikki skulu verða. Men við hesi gongd eru eisini stórir vansar fyri okkara viðkomandi. I LONGDINI fer heimasjógvurin møguliga at geva tad sama av sær i peningi, sum fjar-, mid- og heimaleidirnar higartil hava givid, men fyri at røkka hesum — og tað verður ikki eftir heilt stuttari tíð — verður neyðugt í størri mun at byggja hóskandi veidufør til hesar leiðir og at skipa fyri bottum framleidslumøguleikum uppi á landi. EIN AV VANSUNUM við fiskimarksutflyt- ingunum er, at vandi gerst fyri, at okkara fiskivinna gerst ov eintáttað. Hon verður bundin at einum einasta eki, at nokrum fáum fiskaslogum, fáum skipasløgum og fáum veiðihættum. At ein eintáttað fiskivinna er vanamikil, hava vit lært áður. HIGARTIL HAVA vit veitt reyðir og laks í Vesturgrønlandi. Svartkalva undir Íslandi og vid Eysturgrønland. Hemara við Newfound- land. Sild, makrel og ymisk sløg av idnadar- fiski i Norðsjónum og á Hetlandsleidini. HENDA FJØLLTATTAÐA veiða eftir nógv- um ymiskum fiskaslogum á fleiri ymiskum økjum hevur gjørt, at ávirkanin av, at eitt fiskaslag ella eitt åvist veiðueki svíkja, ikki hevur rakt so meint sum annars, um nú t.d. allur flotin var bundin at eini og somu veiðu á sama oki. UM MØGULEIKAR eru fyri at veiða oll tey nevndu fiskasløgini á Føroyaøkinum, eru vit ikki ferir fyri at siga. Men neyvan kunnu vit veiða somu nøgdir av reyðum, laksi, hemara, sild, makreli og idnadarfiski her við Føroyar, sum vit hava veitt å ådurnevndu leidum seinastu årini. VIT META TI, at tad er sera umrådandi, at vit eisini tryggja okkum veidurættindi hjá ødrum, soleidis at vit framvegis kunnu hava eina fjølltåttada fiskivinnu vid møguleika fyri veidu eftir nogvum ymiskum fiskasløgum og å fleiri ymiskum økjum. MEN PRISURIN fyri hesi rættindi verdur sjálvandi tann, at aðrir eisini skulu hava veiðurættindi hjá okkum, og lat teir tað, ti kunnu vit vinna nøkur rættindi hjá ødrum, so er eisini nakað vunnið. dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: J. Fol lend í Rituvik kl. 11, altar gangur, Martin R. Jacobsen i Vagi kl. Íl og í Hovi kl 12,15, K.O. Videro á Tver ovri, Johan Nielsen i Klaks vik og S. J vik Joensen í Hattar Adventista- samkoman Í dag kl ing, síðani gudstænasta við 9,39 bibliugransk C.D. Andreasen i Advent istaskulanum vid Hoyviks tjórn Brúdleyp Í dag giftast í Havn Oddvør Gunnarsson, úr Havn, og Jógvan á Lakjuni, skúlanæmingur, úr Fugla firði. Adr.: Hotel Hafnia Í dag giftast í Gentofte kirkju sjrukrasystir Herver Poulsen, Gøtueidi, og meiari Mogens Mark Frejlev. Brud lærara- ingenierur Christensen, leypsadr.: Christensen, N) brovej 23, 2 t.v., 2820 Gentofte. Fødingardagur Sunnudagin fyllir — Josias Matras, fyrrverandi bóndi, Norðoyri, 80 ár. Upplestur og sangur í annadkvøld Eitt upplestrar- og sangkvøld verður í Sjónleikarhúsinum í Havn sunnukveldið. Fyri nøkrum mánaðum síð- ani vóru Annika Hoydal, sjónleikari, Eyðun, Johanne- sen, sjónleikaráðgevi, og Finnbogi Johannesen, tón- listamaður, í Íslandi, har tey í felag høvdu eitt føroyskt upplestrar- og sangkvøld. Eftirsum ell hesi trý lista- folkini í letuni eru stedd í Føroyum, er ætlanin at fram- fora somu skrá sum í Íslandi í Sjónleikarhúsinum í Havn sunnukveldið. Eyðun Johannesen sigur, at luttakararnir fara at syn- gja, spæla og lesa upp ymist eftir føroyskum rithøvund- um. Tað verða tvær fram- forslur. Onnur kl. 18 og hin kl. 20. Hvor framførslan varir í hálvan annan tíma. Nýggj telefonnummur Thomas Dam, Bilasølan Norrøna og E. Pihl & Søn hava fingið nýggj telefon- nummur. Thomas Dam hevur nú 11400, Bilasølan Norrøna 15354 og E. Pihl & Søn 15400. Or Nr. 44 — 7. august 1976 Pussisandur Fyllisandur norðanfjarðs Vágar Leigan av skipi til dýpan og annað Sigling við salti norðanfjorð: ;sunnanfjorðs Sigling við slógvi norðanfjorð sunnanfjørðs esi prisir verða at galda frá 1. aug. 1976 Foroya Sandfelag Føroya Handilsskúli á Oyrabakka Í vetur er ætlanin at undirvísa í bókhaldi og maskinskriving I tvey kveld um vikuna, 4 tímar i hvørji lærugrein. Skrivlig innskriving — við upplýsingum um: navn, bústað, tlf.nr., fødingardag og -ár og fakynski — áðrenn 12/8. Felagsskúlin á Oyrabakka TIf. 22084 og 22156 Kunngerð Frá 2. august 1976 verður telefonnummar okkara á býráðsskrivstovuni, líkningardeild- ini, byggideildini og teknisku deild 11063 broytt til 15160. Tórshavnar býráð Ur Køben- Úr Ur Halm- Úr Í Skip havn Alborg stad Leith Feroyum BLIKUR 5/8 3/8 9/8 HEYKUR 12/8 16/8 RAVNUR 10/8 14/8 FALKUR 11/8 BLIKUR 19/8 17/8 23/8 SKIP 26/8 24/8 30/8 BLIKUR 2/9 31/8 6/9 SKIP 18/8 RAVNUR ur Drammen 11/8 FALKUR ur Newcastle 12/8 FALKUR ur Delfzijl 16/8 PF SKIPAFELAGID FØROYAR | Lysid í sosialinum