Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-08-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. august 1976síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

É RTR Nr. 44 — 7. august 1976 Bókagarður fer undir nýtt tiltak sosialurin Síða 3 Gevur út altjóða blað um Føroyar Í síðstu viku kom nýggja føroyska blaðið Faroe Isles Review út fyri fyrstu ferð. Tað er Bókagarð- ur hjá Emil Thomsen, ið stendur fyri útgávuni av hesum altjóða blaði um Føroyar, sum er skrivað á enskum máli. Hugsanin aftan fyri blaðið er at greiða heiminum frá Føroyum og føroyingum, og Emil Thomsen vónar, at tiltakið fer at eydnast. Hetta er fyrstu ferð, at tílíkt blað verður givið út, men í mun til onnur bloð og aðrar bekur, ið vit fyrr hava sæð um Føroyar og føroyingar, skrivadar til utlend- skar lesarar, skilir Faroe Isles Review seg likasum burtur ur. Eyðsæð er, at útgevararnir hava sett høg krøv, bædi hvat vid- víkur innihaldi og útsjónd, og hetta hevur eisini givið úrslit. Blaðið má sigast at liggja á einum hægri stødi, enn onnur blød og bøkur um Føroyar van- liga gera, og bladid er samstund- is væl skipað. Bæði greinir og lýsingar venda sær beinleiðis til útlendskar lesarar. Í fyrsta blaðnum, sum er uppá 18 síður, eru fimm greinir, umframt skaldsøgan Gamli Hal- gir eftir Heðin Brú. William Heinesen skrivar um føroyska veðurlagið, Arni Thorsteinsson um fornfrødi, John F. West um Føroyar og føroyingar, Heini Olsen um samferðslu, og Birgir Danielsen skrivar um føroysku fiskivinnuna. Blaðið er prýtt við nógvum avbera góðum litmyndum, sum nakrir av okkara bestu fotograf- um hava tikið. Tey, ið saman við Emil Thomsen hava lagt blaðið til rættis, eru Ebbe Henze og Hedin Brønner. Ebba Henze hevur verid hjålparbladstjori, og Hedin Brønner, id er ein norsk amerikanari, hevur serliga verið ein dyggur stuðul viðvíkjandi umsetingum Tørvur á einum tílíkum blaði Emil Thomsen, útgevari, sigur í viðtalu við Sosialin, at hann heldur, at tervur er á einum tílikum blaði. Hetta er ein roynd, sum vit vóna fer at eydnast. Vit eru eitt litið land úti í Atlantshavinum, sumhevur alt tað, ið onnur fram- komin samfelog hava. Vit hava megnað at bygt okkara samfelag upp. og sjálvt um vit eru smáir, hava vit skyldu yvir fyri heim- inum at vísa okkum fram Tað eigur at bera til at geva eitt tílíkt blað út, tí vit eiga nógvar góðar kreftir i Føroyum, sum kunnu greiða umheiminum frá um okkum og land okkara. Vóna at fáa góðan stuðul Hvønn hava tit hugsað tykkum sum lesara? Tað er ein stórur spurn- ingur. Vit hava ikki kannað sølumøguleikarnar enn, men ha- va prentað blaðið í 30 tús. eintøkum og vóna bert, at allar góðar kreftir taka undir við tiltakinum. Vit hava roknað við ti møgu- leika, at ein partur av bløðunum kann seljast í Føroyum, ti í ødrum londum, t.d. í Íslandi, vita vit, at uttanríkismálaráðið og ymiskir stovnar plaga at keypa ein part av upplagnum hjá tilikum bløðum til at býta út ymsa staðni í heiminum. Annars er marknaðurin fyri einum tilikum blaði jú ógvuliga stórur, og vit ætla at royna alla staðni, har tað er ein møguleiki. Sum eina roynd ætla vit t.d. at spyrja danska uttanrikisráðið, um teir eru áhugaðir fyri at keypa av blaðnum Hvussu ofta skal blaðið koma út? Í fyrstu syftu er ætlanin, at tað skal koma út tvær ferðir um árið. og vit vóna at fáa næsta blaðið út einaferð í desember mánaði. Moguliga fara vit seinni at geva blaðið út fýra ferðir um árið, so tað kann roknast sum tíðarrit. Kravið fyri, at eitt blað er tidarrit, er at tað kemur út minst fýra ferðir um árið Kann eitt tilikt blað standa seg figgjarliga? Fyrsta blaðið kemur ikki at standa seg figgjarliga. Tad hev ur kostað nógvan pening. men Emil Thomsen er 60 ára gamal. Hann er ættað- ur úr Nólsoy, har hann búði nøkur av dreingja- árum sínum. Seinni fluttu foreldrini til Tvør- oyrar, har hann búði, til hann 19 ára gamal fór niður á handilsskúla. Hann kom heim aftur til Føroya í 1946 og hev- ur síðan starvast sum heilsglumaður og Faroe lsles Review . VOLUME 1. NO1. 1976 Forsíðan á nýggja altjóða tíðarritinum um Føroyar eg haldi tó, at um fólk tekur undir við tiltakinum, so skuldi eitt tilikt blað havt livikor. Sjálvur havi eg ikki ætlað at vunnið nakran pening av ti, og eg haldi heldur ikki, at tað kann rekast á einum vanligum grund- arlagi, har hegar lenir verða goldnar fyri alt Sunn turisma I oddagreinini verdur m.a. sagt, at tit ætla at nåa lesarum uttan fyri tann bólkin, id longu kennir til Føroyar og føroyingar. Hetta má vidføra, at fleiri útlendingar fáa vitan um Føroyar og kann møguliga eisini eggja enn fleiri turistum at vitja henda vegin Kann blaðið setast í samband við turismu? Blaðið kann setast í sam band við sunna turismu, men ikki nakra yvirfloyming av út lendskum ferðafólki. Eg haldi at menniskju, sum ynskja at fáa hvild, og sum virða náttúruna, hava stóra nyttu at koma til Foroya at ferðast. Og vit sjálvi hava eisini gott av at koma í samband við onnur menniskju tað er fornýggjandi fyri okkum Hverja áskoðan hevur tú um foroyska turismi? Eftir minum tykki skal tur isman vera fólkalig og ikki fyrst og fremst hava handilsligt enda mál. Utlendsku ferðafólkini og vit skulu hava respekt fyri hverjum ødrum, ti vit hava nakað til tey, og tey nakað til okkum Bókagarður støðugt virkin Emil Thomsen greiðir eisini frá at Bókagarður stoðugt er virkin Næsta útgávan, ið stendur skránni, er ein skrevtutgåva á Feðgum á Ferð í samband við Heðin Brú fyllir 75 ár tann 1 august Hartil ætlar Bókas geva fyra aðrar bøkur út í ár september kemur væntandi se nasta skaldsogan hjá Willian Heinesen út á føroyskum, sam stundis sum hon kemur á donsk um, norskum og svenskum. Ta er Hans Thomsen, ið hevu umsett. Hinar triggjar bøkurnar eru eitt stuttsegusavn eftir Williar Heinesen, og Nordiske Kronike og Det dyrebare liv eftir Jorger Frantz Jacobsen. Christian M: tras hevur umsett oll trý verkini Emil sigur, at bøkurnar verð prentaðar í 2.000 eintøkun fyrstuni var upplag; ið 3.000. mé tað er fiesjarliga tungt at tal i