leygardagur 7. august 1976síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
henda fyrsta túrin, sum gekk til
Suduroyar við koli til eitt av
orlogsskipunum hjá marinuni.
Skipari var ein nólsoyingur, sum
varð kallaður Kjeld. Tá vit komu
suður imoti Skálhovda, komu
vit í stilli og ruku vestur undir
Vágoynna. Har royndu vit at
koma inn á Miðvág við einum
motorbáti, sum Elias í Rættará
hevði bygt til Niels Juel Morten-
sen á Tvøroyri, men tað gekk
ikki
Eftir fyra døgum komu vit
so suður á Tvøroyri. Aftaná vit
høvdu lagt kolafarmin upp. tóku
vit inn grót til barlast. Í Havn
varð hetta grótið koyrt í brúgv-
arnar í Vågsbotni, sum Restorff
var í ferð við at byggja út eftir
t
Ld
mølini
Hatta livid timdi eg ikki og
var bert nakrar fáar túrar við.
Siðan róði eg jara ut vid
gomlum monnum i eina tid, og
1905/06 var eg ið | ippini
Grimsby vid eini danskari
lupp. Olivia. og høvdu vit ikki
et ir Førovum y ið
Stjørnuni, men hann seldi fiskin
ina viku, áðrenn vit komu fram
Byggir hús fyri 2000
r. hevði eg lovað meg við
Pætur í Pætursa 1 við Willi
m Martin, men vit avgjørdu at
gifta okkum á hevsti, so istadin
or eg at byggja. Vit valdu
okkum eitt grundstykki uppi við
manatoriuvegin Har Í dl
rir Vnalidurin hjá mær
Zacharias hjá Bøkjaranun 1
ovði fyri nøkr gu dar
| ;ð ið kostaðu
tey um tvevtusund, og tað vóru
I ) kaft 1
x ift i
Fleiri år vid trolarum
Ég var vid eingilskum trol
rum í fleiri ár. Vårid 1911 við
einum trolara undir donskum
flaggi. Fyri triggjar mánaðir
fingu vit 180 krónur umframt
livrapart. Og tað var dogndrift
o er tað undarligt, at eg spyrji
hvat er hent?
Eg minnist, at tå eg var vid
trolara, sum kallaðist
einum
Russin-George, at vit arbeiddu í
hálvt-triðja samdøgur i yvir
60 timar
Tordi ikki at
arbeida sjålvur
Seinast í tjugunum var eg í fleiri
ir formaður í arbeiðsmanna
felagnum. Hetta vóru tær ring-
astu tiðirnar, vit hava havt, og
arbeiðsloysið var stórt. Ikki
minst, tá nógv reiðaravirkir
kring alt landið fóru fallit. Lonin
var ikki meira enn 18 krónur um
vikuna, tá arbeiði var.
Ja, tá arbeiði var, ti tað
sosialurin
anum fekk eg eitt pass-ord, sum
eg skuldi brúka, um tað gjordist
fyri neyðini
So eitt kvoldið bankar uppá,
og eg fekk boð um at koma út á
Skansan. Við inngongina varð
eg steðgaður og spurt varð um
passorð. Eg svaraði friend, sum
var passorðið og slapp inn. Teir
kundu ikki fáa fýrin, sum bert
hendinga ferð var brúktur undir
krignum, at lýsa. Tað vísti seg,
settur út og tólv mans til árar.
Teir bóðu um skipspappirini. Eg
gav teimum ein konvolutt, sum
eg hevði fingið. Men tann ovasti
av monnunum segði, at hetta
vóru ikki skipspappirini. Hetta
vóru kortini tey einastu pappir-
ini, ið vit høvdu. Hann signaler-
aði so aftur til krússaran, tað
endaði við, at vit fingu boð um
at fylgja við til Lerwick.
Tað segði eg nei til og bað
hann siga tað við skiparan.
Teir, sum gingu hjá Jens í Dali veturin 1909/10 aftast frá vinstru: Johan í Djónastovu, Seren
Nielsen, Sandavágur, Johan Hendrik Hendriksen, Gásadalur, Óli Rubeksen, Tórshavn, Johan S.
Johansen, hjá Våga-Heina, Torshavn, Johan Hendrik Rubeksen, Tórshavn, Hans Andreasen og
Jens Pauli Andreasen, í Dali, Torshavn, Pol Jensen, Sumba, Oli Michelsen, Vágur.
endi seg, at einir 80 mans
møttu upp til okkurt arbeidi, og
tad var bert arbeidi til einar
tjúgu. Ta var tað ofta, at eg ikki
sjálvur tordi at arbeiða, men fór
til hús aftur. so onkur annar,
sum trongdi meira til tað, kundi
vinna sær nøkur oyru
Soleidis var tað fyri ein
toran part í tretivunum, men tá
kriggið brast á, gjørdist betri,
g arbeiði var til allar hendur
Kriggstidin var ein tann besta
din, eg havi upplivað í so máta,
jalvt um kriggid mangastaðni
fordi nógv syrgiligt við sær. Vit
høvdu tað gott saman vid eing
É
hermonnunum. Sjálvandi
vit raktir av rationering-
1. áð ukuri og einstøk
matvørum, men tad vandu
vit okkum skjott vid. Eina tid
ir eisini bensin rationerað, men
tá bilarnir hjá eingilskmonn
inum steðgaðu upp, og teir einki
bensin høvdu, tóku teir hetta úr
iftur
Var vitapassari
brast å, var eg
På kriggið
fyrpassari å Skansanum og å
Hoyviksholmi. Skansan tóku
eingilskmenninir jú. men ein
daginfekk eg boð frá telegraf
tjóranum Ingerslev, sum var
tjóri fyri fyrarnar, um at meta
upp á Skansanum. Frá ovast-
at teir hovdu gloymt at seta gass
á!
Annars arbeiddi eg fyri
eingilskmenninar á Bøllureyni,
har teir høvdu eina stød. Ta
ferðina, týskararnir bumbaðu í
Marknagili, har ein onnur stød
var, var eg staddur haruppi.
Teir skutu eftir teimum, sum
vóru á Bøllureyni, men raktu
ikki. teir krogvadu seg, eins og
vit gjørdu tad
Sigldi undir fyrra kriggi
Undir fyrra krignum var eg
m.a. vid grana, sum Evansen tå
átti. og fangaði sild undir Ís-
landi. Eisini var eg bestimaður
við einum skipi, Eirikur, sum
Evensen bað meg føra og fara
við línu árið eftir, men tá bar eg
meg undan
A veg heim árið eftir vórðu
vit steðgaðir av einum eingilsk-
um hjálparkrússara.
Vit fóru út av Akureyri og
settu kós eftir Langanesi, men
mistu land, og kumpassin var
skeiv. Vit loddaðu, men kendu
ikki botn. so nakað var galið.
Við eitt sóu vit ein eingilskan
hjálparkrússara. Vit sigldu so-
leiðis, at hann kom frá okkum,
men við eitt brendi krússarin
eftir okkum og signaleradi ófort.
Líka visti eg, hvat hann vildi, so
vit løgdu stilt. Ein bátur varð
Aftur at signalera. Til Lerwick
vildu vit so ikki fara, so heldur
fara í bátarnar og lata hann taka
skipið til Lerwick ella sokkja
tað. Endin var kortini tann, at
hann bað okkum bara fara
avstað
Eg upplivdi tvær ferðir
slíkar hendingar. Ta einu ferðina
høvdu vit verið á Sudurland-
inum við línu. Ég var við sum
bestimaður. Eg hevði frivakt, tá
eg hoyrdi putlari. KOyrdi lúk-
una frá, og á dúrkinum stóðu
tveir eingilskmenn. What's the
matter, spurdi eg. Jú, teir vóru
komnir umborð fyri at kanna
skipið, men har var einki at
kanna. Vit fingu boð um at fara
til Stornoway, sum vit noktaðu,
men tað nyttaði einki. Tá vit
komu til Stornoway, lógu trý
onnur skip uttan fyri havnina. Á
heimvegnum vóru tey øll søkt.
Vit sluppu undan, tí vit høvdu
Nr. 44 — 7. august 1976
lagt kós longur eystur enn tey og
komu inn á Borðoyavík.
Ila verður farið
um gomul virði
Um gongdina í Havnini heldur
Johan Hendrik saman við so
mongum ødrum, at tað er bara
farið fram eftir fummum, og at
nógv virði eru farin fyri skeyti.
Millum annað nevnir hann alt
tað, teir gomlu veltu upp úr
nýggjum, teir, sum striddust frá
morgni til myrkurs fyri ikki bara
at livbjarga sær og sinum,men
sum ofta eisini høvdu arbeids-
skapandi virki ella skip — teir
spardu seg ikki.
— Eg minnist, at tå eg for tit å
trødna ella eftir torvi, at eg altid
så Sørin Miiller å trødni hjå sær,
hvussu so vedrid enn var, og
hann hevdi vid skipini hjå ti
foreinaða at gera umframt onnur
skip. Ein annar er Just á
Húsum, hesin prúði og fryntligi
maðurin, sum drenaði alt upp,
har R.C. Effersøesgøta nú ligg-
ur, og minnist meg rætt, hevði
hann eisini við skip at gera.
Hetta vóru menn, sum
skaptu Havnina og hildu henni
uppi, og ikki at gloyma allar
teir, sum høvdu handilsvirki
burturav. Fyrst og fremst Re-
storffsmenninar, ið høvdu mong
skip og nógv fiskaarbeiði, somu-
leiðis Lútzen, ið bæði hevði stóra
krambúð og fiskiarbeiði um hen
di. Og teir vóru so mangir aðrir
Johan Petur Evensen, sonurin
Jens, Jens Olsen, í Troð, Carl á
Lag og aðrir við, sum skaptu
arbeiði til nógvar hendur
Eisini settu teir mongu
góðu skipararnir sítt serliga
dæmi á Havnina, skiparar, sum
eisini áttu skip, t.d. Hans,
Jens og Vilhelm Mohr, Hvanna-
sundsbrødurnir Christian og'Så-
mal, Demmus og Grias Jo-
hannesen, Jóannes i Funnings-
stovu, sum átti Slatrið, Jens og
Napoleon i Dali, sum vóru úr
husinum i Dali nirdi aftan fyri
Quillingsgarð, Chr. Christian-
sen, Ludda-Christian, brødurnir
Hans og Símun Højgaard og
ikki at gloyma teir, sum løgdu
lunnar undir sluppfiskiskapin,
Trappubroðurnar, Niclas, Dánj-
al og Pætur.
Alt hetta eru menn, sum
høvdu stóran tydning fyri okk
um, ið tå vuksu upp, og sum i
heila tikið hava havt tydning
fyri Havnina og flestu havna-
fólk, sigur Johan Hendrik við
takksemi.
— Eg havi havt eina góða og
lukkuliga tilveru og havi bert
gott at minnast aftur á. Enn feli
eg meg eisini lættan og ungan,
smiilist hann so hjartaliga.
Og tad kunnu øll, sum kenna
Johan Hendrik Rubeksen, geva
honum rætt i.
j.m.
I LE — — ——
oyskum tógvi
Spinnid í Gøtu
Tygum fáa gott tógv og skjóta avgreiðslu.
Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja oll slog av før-
TOTINGARVIRKIÐ
v/Ólavur Gregersen
tlf. 20 í Gøtu