mikudagur 26. juni 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FERÐING
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Longyearbýurin, Sosial-
urin: Nú lækkar sólin aftur
á norðaru álvu og veturin er
longu byrjaður hjá teimum
svartskygdu. Men í høv-
uðsstaðnum á Svalbard
varð drukkið og dansað
seinastu
sunnunátt
til
klokkan vísti, at nú var
seint á morgni og kirkju-
klokkan fór at kalla til gud-
stænastu. Tað riggar ikki
heilt at siga, at dansað var
til tann ljósa morgin á
jóansøku á Svalbard, tí
sólin stendur eins høgt allar
24 tímar døgnsins, talan er
slett ikki um nátt, men
fullan dag í samfullar fýra
mánaðar.
Og meðan vit sita niðri á
sandstrondini í Longyear-
býnum, heilt norðuri á 78
stigum, við stirdum jøklum
í baksýni og sólini steikj-
andi, varð pláss fyri djúpari
spurningum eisini. Nógv
fólk á Svalbard dáma nógv
betri veturin enn summarið.
Tey halda ikki, at veturin er
so myrkur, tí mánin er har,
Norðlýsis við og so blá-
ljósið, íð er ein saman
blandingur av kava og tí
ljósi sum finnst í luftini.
Fólk eru um at blíva ør í
høvdinum av allari sólinu
um summarið og svøvn-
lagið er ringt.
Men øll eru samd um, at
tey hava brúk fyri ljósinum
fyri at styrkja seg til vet-
urin, tí gerst hann ov harð-
balin, so nívir tungsinni
millum tey 3000 fólkini á
Svalbard. Ein veiðumaður
eg tosi við niðri á strondini
sigur at hann, at hann ivast
í, um teir sum hava skrivað
bíbliuna, hava endurgivið
rætt, tá teir skriva á sólin
ongartíð setir í paradísi.Tí
sól altíð er einki at ynskja
sær, men hevur tú myrkrið
eisini, so fær sólin við og so
fløvar hon langt í sálina.
Til jóansøkuhald á Sval-
bard fór maður av húsi.
Stórt bál varð kynt og og
ein diskjockey syrgdi fyri
tónleikinum., Og talan var
ikki bara um norðmenn,
nógv vísindafólk eru á
Svalbard, og tey luttóku
eisini. Og so vóru russar
eisini. Eitt russikst rann-
sóknarskip lá við bryggju
og russar sum búgva í
námsbýnum Barentsburg
longur úti í Ísfjørðinum.
Jóansøka á Svalbard
Tropustremmningur við íshavsstrondina í Longyearbýnum á Svalbard sunnumorgunin
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard
2
Nr. 119 - 26. juni 2002
Nr. 119 - 26. juni 2002
3
Týskvøldið, 18. juni,
vórðu prógv handaði
á Klaksvíkar
Sjómansskúla; 13
heimaskiparaprógv,
12 kokkaprógv og 6
sjóvinnuprógv
PRÓGVHANDAN
Rúna Sivertsen
Umframt at útbúgva skip-
arar, heimaskiparar og
kokkar, hevur Klaksvíkar
Sjómansskúli ein sjóvinnu-
flokk.
Tað er bert á Klaksvíkar
Sjómansskúla, tú kanst
fara á skeið og fáa sjó-
vinnuprógv.
Skeiðið
gongur yvir fimm mánaðir
og er t.d. í Danmark eitt
krav, um tú yvirhøvur skalt
sleppa til skips.
Umframt vanliga skeiðið
í sjóvinnu gevur Klaks-
víkar Sjómansskúli sjó-
vinnuflokkinum frálæru í
dugnaskapssigling. Í hes-
um skulu næmingarnir upp
til próvtøku, og fáa teir tá
prógv
í
»Dugnaskaps-
roynd« í sigling umframt
obligatoriska
Sjóvinnu-
skúlaprógvið.
Hetta er ein serstakliga
góð útbúgving og barlast
hjá teimum, sum ætla sær
víðari til skipara og skips-
førara, siga teir á skúlan-
um. Hjá teimum, sum ikki
hava 10. flokk, er neyðugt
fyrst at fara á sjóvinnu-
skúla.
Martin Simonsen úr Fuglafirði
gjørdist bestur
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi,
tá okkara kæra kona, mamma, vermamma, omma
og langomma
Lydia Poulsen
Tórshavn
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til tykkum øll, sum á ymsan hátt vístu henni
umsorgan, meðan hon lá sjúk.
Tøkk fyri blómur, kransar, telefonuppringingar
og gávu til KFUK.
Tøkk til prest, kirkjutænarar, gravarar og sangarar.
Tøkk til tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til
við jarðarferðina.
Tøkk til tykkum øll, nær og fjar, sum fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Erling, Bjørghild og Mortan við familju
Standandi frá vinstru: Rógvi Magnusson, John Ryan, Símun Petersen, Kristoffer Dragaberg, Sámal Jákup Høgnesen, Sigvard
Johannesen, Rohan Jacobsen, Høgni Zachariassen. Sitandi frá vinstru: Terji Poulsen, Sten Mathisen, Nils í Buð, Martin
Simonsen, Símun P. Olsen. Martin Simonsen fekk virðisløn frá p/f Chr.í Grótinum og Nils í Buð fekk virðisløn frá
Tryggingarfelagnum Føroyar, fyri gott avrik
Heimaskiparar
Kokkar
Standandi frá vinstru:
Christian Oluf
Christiansen, Høgni á Steig,
Hans Olgar Hansen, Knút
Vesturtún,
Óla Jákup
Thomsen og Jákup Ziskason
lærari. Sitandi frá vinstru:
Tanya Joensen,
Guðrun V. Joensen, Randi
Lisberg, Sólva Dánjalsdóttir,
Jonitha Magnusdóttir, Marin
Hentze, Bernhard
Gudmundsson vantar á
myndini.
Guðrun V. Joensen, Marin
Hentze og Randi Lisberg
fingu virðisløn frá Norðoya
Sparikassa fyri gott avrik
Sjóvinnu-
flokkurin
Standandi frá vinstru:
Arnfinn Jacobsen,
Johan Johannesen, Ragnar
Mouritsen, og Pole
Mikkelsen, lærari.
Sitandi frá vinstru:
Rói Norðoy, Niclas
R. Jacobsen, Heðin
Hanusson.
Arnfinn Jacobsen og Ragnar
Mouritsen fingu virðisløn frá
Føroya Banka fyri gott avrik
C
M
Y
K
3
2