mikudagur 26. juni 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 119 - 26. juni 2002
Nr. 119 - 26. juni 2002
5
Hann er ikki nøgdur
við at tjóðveldis-
flokkurin heldur ikki
hesuferð hvørki fekk
fiskivinnumál ella
vinnumál at umsita í
nýggju samgonguni
SAMGONGU-
SAMRÁÐINGAR
Áki Bertholdsen
– Hesuferð skuldi Tjóð-
veldisflokkurin
fingið
fiskivinnumál at umsitið í
landsstýrinum.
Heini O. Heinesen, løg-
tingsmaður fyri Tjóðveldis-
flokkin í Norðoyggjum, er
ikki nøgdir við, hvussu tey
ymsu málsøkini eru býtt
sundur ímillum teir fýra
flokkarnar, sum skipaðu
samgongu eftir løgtingsval-
ið 30. apríl.
Fyrr
hevur
Finnur
Helmsdal givið ilt av sær í
Sosialinum, at Tjóðveldis-
flokkurin ikki vístu honum
ta álit, at seta hann í lands-
stýrið at umsita almanna-
mál ístaðin fyri Páll á
Reynatúgvu.
Men hann er ikki einsa-
mallur um at vera misnøgd-
ur, tí tað er aldurforsetin í
flokinum og í Løgtingin-
um, Heini O. Heinesen eis-
ini
– Eg haldi, at tað var
skeivt, at tjóðveldisflokkur-
in ikki kravdi, ella ikki fekk
fiskivinnumál at umsita,
heldur Heini O. Heinesen.
Hann heldur lítið um, at
tjóðveldisflokkurin sostatt
hevur latið øll vinnumál
upp í hendurnar á fólka-
flokkinum.
Hann heldur eisini, at
flokkurin hevur fólk, ið væl
kundu umsitið fiskivinnu-
mál, ella fiskivinnumál í
Landsstýrinum.
Eitt nú hevði hann sjálvur
ikki fýrt fyri at átikið sær
ábyrgdina, fekk hann eina
áheitan frá flokkinum.
Men tann áheitanin kom
ongantíð og hann dylir ikki
fyri, at tað er hann eitt
sindur vónbrotin av.
Seinasti møguleikin???
Og hann heldur seg eisini
hava nakað at hava vón-
brotið í.
– Eg havi verið tingmað-
ur fyri tjóðveldisflokkin í
18 ár og tað er meiri enn
nakar annar av teimum,
sum umboða flokkin.
– Tað er heldur ongin
loyna, at stovnsrøkt og
fiskiskapur yvirhøvur, hava
havt mín heilt stóra áhuga í
politikki.
Og umframt at vera ting-
maður, hevur hann eisini
drúgvar politiskar royndir
úr ymsum nevndum, ikki
minst á vinnuliga og fiski-
vinnupolitiska økinum
Hann hevur verið bygda-
ráðslimur í Kunoy frá 1962
til 1970 og bygdaráðsfor-
maður síðan 1977, limur av
starvsnevndini í Føroya
Kommunufelag 1981-85 og
formaður frá 1983 til 1985.
Harumframt hevur hann
verið nevndarlimur í Norð-
oya Tjóðveldisfelag 1978-
81, formaður 1981-84,
hann var í aðalstjórn tjóð-
veldisfloksins 1981-84 og
harafturat limur í lokal-
nevndini 1990 - 1994.
Á tingi hevur hann verið
formaður í ídnaðarnevndini
frá 1985 til 1989 og frá
1993 til 1994. Hann var
formaður í samferðslu-
nevndini frá 1985 til 1986,
formaður
í
fiskivinnu-
nevndini frá 1993 til 1994.
Og at enda hevur hann ver-
ið formaður í vinnunevnd-
ini frá 1998.
Somuleiðs hevur hann
verið formaður fyri tjóð-
veldisflokkin á tingi síðan á
ólavsøku 1994.
Tað ger ikki støðuna
betri, at tey, sum vóru á
gamla apoteki, tá ið sam-
ráðingarnar
vóru
um
nýggja samgongu, fingu
tað fatan, at fólkaflokkurin
var til reiðar at lata tjóð-
veldisflokkin fáa fiski-
vinnumál og tað ljóðaði
eisini í krókunum, at Heini
O. Heinesen skuldi vera
landsstýrismaður.
Nú Heini O. Heinesen
ikki varð landsstyrismaður
hesuferð, man tað vera
meiri
enn
ivingarsamt,
hvussu nógvar møguleikar,
hann fær afturat, tí hann
fyllir 64 ár í summar og ta
ið val verður aftur, man eis-
ini hann nærkast eftirlønar-
aldrinum….
Ósunt
Vit spurdu síðani løgtings-
mannin
um
tjóðveldis-
flokkurin
eftir
hansara
tykki gjørdi nóg mikið fyri
at fáa fiskivinnumál, ella
vinnumál.
Tað dugir hann ikki at
svara uppá, men hann
heldur í øllum førum, at
flokkurin læsti eg rættiliga
fastan í, at hann aftur vildi
hava fíggjarmál at umsita í
hesum valskeiðnum.
Og tað heldur hann vera
eitt mistak.
– Eg haldi, at tað er
»ósunt« hjá einum flokki at
tvíhalda um somu málsøki
ár eftir ár, tí tá kann bæði
politikkur
og
flokkur
stirðna og verða útbrend.
– Tvørturímóti haldi eg,
at tað er gott fyri virkis-
fýsni, bæði innanhýsis í
einum flokki og á máls-
økinum sjálvum, at málsøki
ganga upp á skift, hetta fyri
at tryggja dynamikkin í tí
førda politikkinum og fyri
at tryggja, at tað verður ein
ávís javnvág í tí førda
politikkinum.
Hann nevnir sjálvstýris-
flokkin sum eitt ræðandi
dømi um hetta.
–
Sjálvstýrisflokkurin
legði seg á mentamál eina-
ferð í tíðina og tað er hann
aldrin sloppin burtur úr
aftur. Fyrst gav tað honum
eyknevni »fíniflokkur« og
var við til at eta hann upp
innanífrá, so at hann fánaði
burtur til onki var eftir av
honum, sigur Heini O.
Heinesen.
Onkur av málunum,
sum nýggja Lands-
stýrismálanevndin nú
hevur arvað, hava
ligið í nevndini í fleiri
ár
POLITIKKUR
Áki Bertholdsen
Hóast nývalda Løgtingið
ikki fer til arbeiðis, fyrrenn
á ólavsøku, eru tað tó
summar av tingnevndun-
um, sum so smátt eru farn-
ar til verka.
Ein av teimum er Lands-
stýrismálanevndin,
sum
hevði sín fyrsta veruliga
fund í farnu viku.
Allir tríggir limirnir í
Landsstýrismálanevndini
hava ikki roynt tað fyrr at
verið í nevndini og tveir av
teimum eru harafturat púra
feskir í landspolitikki yvir-
høvur, tí bæði Kaj Leo Joh-
annesen og Jákup Mikkel-
sen eru nývaldir í Løgting-
inum.
Triði nevndarlimurin er
Heini O. Heinesen, sum
hinvegin hevur drúgvar
royndir í politikki og hann
er samstundis formaður.
Óavgreidd mál
Hann sigur, at á hesum
fundinum fingu nevndar-
limirnir ein a frágreiðing
upp
uppgávurnar
hjá
nevndini.
Harafturat fingu teir eina
frágreiðing um tey mál,
sum enn liggja í nevndini
og sum tað ikki eydnaðist
undanfarnu nevnd at av-
greiða.
Eitt av teimum málunum
er spurningurin um tun-
fiskaloyvini.
Heini O. Heinesen sigur,
at hetta er eitt mál, sum
hevur ligið í nevndini heilt
síðani 1999, uttan at tað
hevur eydnast at avgreiða
tað.
Tað, sum Landsstýris-
málanevndin skal avgreið í
hesum føri er, um øll eru
viðgjørt á jøvnum føti í
sambandi við tunfiskaloyv-
ini og um tað er loyvt at
selja tey.
Eitt annað mál, sum eis-
ini hevur verið drúgvt, er
eitt mál um upphøggingar-
stuðul.
Eitt av skipunum, sum
fekk upphøggingarstuðul,
var trolarin Snoddið, sum
varð seldur til Íslands. Men
síðani hevur N. J. Morten-
sen á Tvøroyri keypt bátin
aftur úr Íslandi og givið
honum navnið Rasmus
Effersøe.
Endamálið við upphøgg-
ingarstuðlinum var at av-
marka
veiðitrýstið.
Og
spurningurin, sum Lands-
stýrismálanevndin skal taka
støðu til, er, um Landsstýr-
ið hevði heimild at geva
N.J. Mortensen loyvi at
koma til lands við skipinum
tí í lógini stendur beinleið-
is, at skip, sum fáa upp-
høggingarstuðul, skulu ikki
aftur í føroyska fiskiflotan.
Eftirlit og fyribyrgja
Annars sigur Heini O.
Heinesen, at endamálið hjá
landsstýrismálanevndini er
at hava eftirlit við lands-
stýrisfólkunum, so at tey
umsita síni málsøki á rætt-
an hátt.
– Men endamálið er eis-
ini at fyribyrgja og at forða
fyri,
at
landsstýrisfólk
koma illa fyri og tað haldi
eg bert kann vera ein fyri-
munur hjá landsstýrisfólk-
unum.
Hann hevur fyrr sagt, at
hann hevur varhugan av, at
tiltøk eru á veg á fiski-
vinnuøkinum sum hann
ikki heldur eru í samsvari
við lógina og at hann fer at
hava eitt vakið eyga við
umsitingini hjá Jørgin Nicl-
asen, fiskimálaráðharra.
Heini O. Heinesen sigur
at tað skal sjálvandi ikki
skiljast so, at Landsstýris-
málanevndin fer at ansa
betri eftir Jørgin Niclasen,
enn eftir hinum landsstýris-
fólkunum.
Men hann leggur kortini
afturat, at hann hevur frætt
at ætlanir eru frammi á
fiskivinnuøkinum,
sum
ikki eru í samsvari við lóg-
ina og at hann fer at fylgja
við, hvussu tær verða av-
greiddar í Fiskimálaráðn-
um
Tað, hann sipar til, er, at
hann hevur frætt, at menn
eru í ferð við at keypa út-
róðrarbátar og at leggja
fiskiloyvini yvir til línuskip
ístaðin.
Heini O. Heinesen einki havt
ímóti at verði landsstýrismaður
Heini O. Heinesen dylir ikki fyri, at hann er misnøgdur við, at
tjóðveldisflokkurin ikki fekk fiskivinnumál at umsita í
samgonguna og at hann bleiv landsstýrismaður
Hava sett seg inn í viðurskiftini
Landsstýrismálanevndin hevur havt sín fyrsta fund. Frá vinstru eru tey Kristina Samuelsen,
skrivari, Kaj Leo Johannesen, næstformaður, Heini O. Heinesen, formaður og Jákup Mikkelsen,
nevndarlimur
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Eftir at fiskiskapurin hjá
trolarunum hevur verið
heldur slakur í seinastuni,
er nú líkt til, at meira hevur
verið at fingið aftur sein-
astu dagarnar.
Fríggjadagin
landaðu
partrolararnir, Ametyst og
Jaspis. Teir vóru fullir og
høvdu eini 240.000 pund
tilsamans.
Fiskavirking í Saltangará
keypti upsan hjá Ametyst,
sum vá 104.000 pund. Teir
høvdu eisini nakað av øðr-
um fiski, sum onnur virki
keyptu.
Jaspis hevði nakað tað
sama sum Ametyst; teir
landaðu hjá P/F Beta, og
har keypti Fiskavirking í
Vestmanna upsan.
Á Fiskavirking í Saltang-
ará sigur Jason Johannesen,
at nóg mikið er av fiski til á
middegi í gjár.
- Vit vita ikki beint nú,
hvør næsti bátur verður,
men tað kann vera so
skjótt, at meira fiskur
kemur inn á gólvið, so
fiskaarbeiði eisini verður
samanhangandi
hesa
vikuna, sigur hann.
Mánadagin
landaði
Fiskavirking í Saltangará
trolbátin, Karin. Teir høvdu
góð 20.000 pund av toski,
flatfiski og øðrum fiska-
sløgum. Sum skilst, verður
fiskurin hjá Karini, sum
trolar á landleiðini, sendur
av landinum.
So vóru trolararnir
fullastaðir aftur
Eftir at fiskiskapurin hjá trolarunum hevur verið heldur slakur í seinastuni, er nú líkt til, at
meiri upsi er at fáa aftur
- Hetta er ein nútím-
ansgerð av allari ape-
teringini umborð,
sigur Tormund
Johannesen, verk-
frøðingur á Tórs-
havnar Skipasmiðju.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Fyri trimum árum síðan
fekk línuskipið, Klakkur úr
Klaksvík, nýggja brúgv,
messu og gallu. Hetta var
ein liður í at gera umstøður-
nar umborð á skipinum
betri hjá manningini, so
trivnaðurin verður størri.
Nú verður so restin av tí
arbeiði gjørt, sum ikki varð
gjørt ta ferðina.
Betri manningarrúm
Klakkur stendur á Tórs-
havnar Skipasmiðju, og har
kemur hann helst at standa
einar 8 vikur, meðan arb-
eiðið verður gjørt.
Eitt sindur løgin sær línu-
báturin út, nú plátur eru
skornar niður av bakka-
num.
Tormund
Johannesen,
verkfrøðingur
á
skipa-
smiðjuni, sigur, at tað, sum
nú verður gjørt við skipið,
er apeteringin frammi undir
bakkanum og afturi í ka-
hyttuni, har manningin
heldur til.
- Klakkur hevði hvala-
bak, sum teir gomlu línu-
bátarnir høvdu, har bakkin
er rundaður. Nú verður
rundingurin skorin burtur,
og skipssíðan førd beint
upp, eins og bakkin fær
skansaklædning,
sigur
verkfrøðingurin.
Skifta plátur
Tormund vísir á, at gronin á
skipinum kanska sær eitt
sindur løgin út nú, tí skips-
síðan er skorin nokso nógv
niður í støðum.
- Skipssíðan var nakað
buglað, og hesar pláturnar
verða nú eisini skiftar, eins
og akkerini, sum Klakkur
hevði í bógnum, verða flutt
upp á bakkan, so plássið
undir bakkanum verður
uppaftur betri.
Tormund
Johannesen
sigur, at arbeiði, sum Tórs-
havnar Skipasmiðja er í
holt við umborð á Klakki,
er ein nútímansgerð av all-
ari apeteringini umborð.
Meðan Klakkur er á bed-
ing, verður skipið eisini
málið og pussað upp ann-
ars.
Bøtt manningarviðurskifti umborð á Klakki
Eitt sindur løgin sær hann
út, nú skipssíðan er skorin
nakað niður í støðum.
Tá ið Klakkur verður liðugur
á Tórshavnar Skipasmiðju til
heystar, verða
manningarrúmini ikki til at
kenna aftur.
Nón skipar fyri almennum
sjavskappingum í Hæddini
TILTØK
Vilmund Jacobsen
Í summar skipar Eldrafel-
agið Nón fyri almennum
sjavskappingum í hølunum
hjá
arbeiðarafelagnum,
Hæddini í Saltangará.
Tvær slíkar kappingar
hava verið, og Amy Djur-
huus, formaður í Nón, sig-
ur, at undirtøkan hevur ver-
ið hampiliga góð, tá ið havt
verður í huga, at hetta er
eitt nýtt tiltak hjá felagnum.
- Ivaleyst halda mong, at
hetta eru kappingar, sum
bara eru fyri limirnar í
Nón, men so er ikki. Øll
eru vælkomin at verða við,
bæði kvinnur og menn, ung
sum gomul.
Sjavskappingarnar verða
hvønn leygardag og byrjað
verður klokkan 18. Vinn-
ararnir fáa steyp ella okkurt
annað gott sum virðisløn –
hvørt leygarkvøld.
- Tað eru nógv, sum eiga
ein hóp av steypum og
kanska heldur vilja vinna
eitt glas, sigur hon.
Amy sigur, at NSÍ van-
liga skipar fyri sjavskapp-
ingum, men hesin aktivitet-
ur hjá ítróttarfelagnum
liggur stillur um summarið.
- Tí hava vit valt at taka
henda táttin upp í summar-
mánaðunum.
Hon sigur, at Nón soleið-
is fer at skipa fyri sjavs-
kappingum
í
Hæddini
hvørt leygarkvøld fram til
endan av august mánaði.
15 ár til heystar
Eldrafelagið Nón hevur
annars 15 ár á baki til
heystar.
- Upprunaliga heitið hjá
felagnum var »Pensjónista-
felagið«, men vit valdu fyri
nøkrum fáum árum síðan at
»umdoypa«
felagið
til
»Eldrafelagið Nón«, sigur
Amy.
Hon vísir á, at tað var
arbeiðarafelagið Hæddin,
sum tók stig til at stovna
felagið og hevur øll árini
lagt hølir til tey tiltøk, sum
felagið hevur.
- Vit plaga at skipa fyri
fyrilestrum og øðrum gjøg-
num veturin, og vit hava
tveir regluligar fundir um
mánaðin. Somuleiðis hava
vit altíð eina jólaveitslu og
eina veitslu, tá ið árið endar
móti sumri.
Regluliga virksemið hjá
Nón, sum er fyri limirnar í
felagnum, heldur uppat, tá
ið summarið nærkast.
- Men vit hildu, at vit
skuldu gera okkurt til nyttu
um summarið eisini, og tí
valdu vit at skipa fyri al-
mennum sjavskappingum,
sum øll kunnu luttaka í,
sigur Amy Djurhuus og vís-
ir á, at tey, sum koma til
hesar kappingar, kunnu
keypa sær kaffi, vaflur og
smurt breyð hesi leygar-
kvøldini. Somuleiðis hevur
felagið burturluting.
Sjey nevndarlimir um-
framt tveir tiltakslimir eru í
Eldrafelagnum Nón.
C
M
Y
K
5
4