mikudagur 26. juni 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 119 - 26. juni 2002
Nr. 119 - 26. juni 2002
7
22 børn úr Føroyum
hava júst verið í Týsk-
landi á eini altjóða
sjónleikarstevnu, har
tey framførdu ein
sjónleik um kópakon-
una. Leikurin fekk
sera góð skoðsmál í
týskum bløðum, og
fólk vóru hugtikin av
Føroyum og børnun-
um
SJÓNLEIKUR
Stefan í Skorini
Síðan seinasta heyst hava
22 børn í aldrinum 12-15 ár
vant leikin um kópakonuna.
Í seinastu viku sluppu tey
veruliga at royna seg við
leikinum. Leikbólkurin hjá
Hjørdis Johansen í Havn
var tá við í eini sjónleikar-
stevnu í týska býnum Ling-
en í Norðurtýsklandi nær-
hendis hollendska marki-
num.
Stevnan
nevnist
World Festival of Child-
ren´s Theatre, og hon var
frá 14. til 22. juni.
Talan er um eina sera
stóra og viðurkenda stevnu.
Við á henni vóru 22 leik-
bólkar úr 22 ymiskum lond-
um, og hetta vóru fyri tað
mesta elitubørn, sum hava
vant sjónleik, sang og dans
frá tí tey vóru heilt lítil.
Góð ummæli
Leikritið er bygt á væl-
kendu søgnina um kópa-
konuna, og leikararnir og
leikstjórin fingu sera góð
ummæli í týska blaðnum
Lingener Tagepost, sum
skrivaði um leikin. Leik-
ritið er tó nýtt, og leikurin
tekur umleið 50 minuttir at
spæla.
– Tað hevur eydnast tí
norðurlendska leikbólki-
num at lýsa ta heldur tor-
skildu søgugongdina, so at
áskoðararnir kunnu skilja
allar senurnar og søgu-
gongdina uttan at skilja
málið, sum verður nýtt á
pallinum, skrivar blaðið
Lingener Tagepost.
Hjørdis Johansen var eis-
ini sjálv ovfarin av, hvussu
væl børnini greiddu leikin
úr hondum. Hon greiðir frá,
at tá leikstjórarnir høvdu
ein fund eftir stevnuna, var
føroyski leikurin fleiri ferð-
ir havdur á munni sum ein
tann besti.
– Uttan at taka munnin
ov fulla vænti eg, at vit
høvdu verið millum fimm
ella seks tey bestu á stevn-
uni, sigur Hjørdis.
Lingener Tagepost leggur
afturat, at børnini koma væl
frá avrikinum á pallinum.
Blaðið skrivar, at leikarar-
nir duga sera væl at vísa
sterkar kenslur, og at hetta
ger tað lættari hjá áskoð-
arunum at skilja gongdina.
– Í hesum leikinum hava
børnini megnað at fortelja
eina gamla søgn, so at hon
gerst viðkomandi fyri okk-
um í dag, skrivar Lingener
Tagepost, sum annars bara
hevur rósandi orð um før-
oyska leikin.
Dramaverkstaðið
Tey 22 børnini, sum vóru
við á ferðini, hava øll ging-
ið á dramaverkstaðnum,
sum Hjørdis hevur staðið
fyri seinastu fimm árini.
Leikstjórin
Hjørdis
Johansen greiðir frá, at tá
børnini spældu leikin fyri
einum ári síðani, gjørdi hon
av arbeiða víðari við hon-
um. Nøkur av børnunum
hava tí vant leikin í tvey ár.
Tey hava tó vant við hesi út-
gávuni av leikinum síðan
fjørheyst.
Tónlein til leikin hevur
Jóan
Petur
Andreasen
skrivað,
meðan
Finnur
Hansen og Christian Kruse
hava gjørt ljóðeffektirnar.
Turpin N. Djurhuus var
ljósmaður á ferðini, og
Christian Kruse var ljóð-
maður. Rannvá Justinussen,
sum hevur gingið á dansi-
skúla í Onglandi, hevur
skipað fyri dansinum í
leikinum. Hetta er tí før-
oysk framleiðsla úr einum
enda í annan.
– Eg fann hesa stevnuna
á internetinum og sendi
eina umsókn. Síðani fekk
eg at vita, at hetta ikki var
ein stevna, har ein og hvør
kann boða frá luttøku, men
tað var fyri serliga innbod-
nar
leikbólkar,
greiðir
Hjørdis Johansen frá. Hon
fekk síðani játtandi svar frá
fyrireikarunum, og tað var
hon sera bilsin av.
Altjóða luttøka
Hjørdis Johansen greiðir
frá, at 22 leikbólkar frá 22
ymiskum londum vóru við
á stevnuni. Talan var um
rættiliga framkomnar leik-
bólkar við børnum. Hon
nevnir m.a. Peking-operuna
og Kiev-ballettina, sum
høvdu sera professionellar
framførslur. Hetta er talan
um elitubørn á hægsta stigi.
Eitt krav fyri at vera við á
stevnuni var, at allir leik-
bólkarnir skuldu hava ein
bás, sum lýsti nøkur viður-
skifti frá heimlandinum.
Hesin básurin var sera væl
vitjaður, og fólk sýndu stór-
an áhuga fyri Føroyum. Tey
høvdu bara vørur at sýna
fram og ikki at selja, men
Hjørdis metir, at um tey
høvdu nóg mikið av vørum
kundu tey selt eina rúgvu.
Eisini høvdu børnini lært
seg at kvøðu kvæðið um
kópakonuna, og tey dans-
aðu fleiri ferðir fyri fólki,
sum sýndu stóran áhuga.
Hjørdis fýlist annars á, at
føroysku fjølmiðlarnir altíð
eru sera raskir at fylgja við
øllum ítróttarliðum, ið ferð-
ast uttanlands, meðan tað
mentanarliga virksemið, ið
føroyingar fáast við uttan-
lands, ikki fær ta umrøðu,
sum tað hevur uppiborið.
Fleiri sjónvarpslið vóru við
á stevnuni og aðrir fjøl-
miðlar gjørdu nógv burtur-
úr.
Føroyingar fáa eisini
møguleikan at síggja leikin
um
kópakonuna.
Hann
verður sýndur 13. august í
mentanarhúsinum í Fugla-
firði. Hetta er seinasti dag-
ur á Listastevnuni. Hjørdis
er tó eitt sindur vónbrotin
av, at tey ikki sleppa at
spæla leikin í Norðurlanda-
húsinum, men tað verður
ikki á hesum sinni.
Børnini sum vóru við
Turið
Nattestad
Tórshavn
Dís
Í Dali Jespersen
Tórshavn
Heidi
Olsen
Tórshavn
Ata Kamilla
Ravnsfjall
Hoyvík
Birita
Djurhuus
Tórshavn
Brynja
Erlendsd. Simonsen
Hvítanes
Christina
Jensen
Tórshavn
Sigga
Andreasen
Hoyvík
Eivind
Dahl
Tórshavn
Julia
Jacobsen
Tórshavn
Jákup
Højgaard Lützen
Tórshavn
Unn
Hansdóttir
Kvívík
Rannvá
Nónfjall
Tórshavn
Natalia
Isaksen
Tórshavn
Katrin
Mortensen
Tórshavn
Rósa
Egholm
Tórshavn
Birita
Í Dali
Tórshavn
Edith
Jacobsen
Tórshavn
Ann Krista
Í Dali
Tórshavn
Vølundur
Lognberg
Argir
Peter Meinard
Ellebye Andersen
Tórshavn
Rógvi
Dam
Argir
Sjónleikarar fingu góð skoðsmál í Týsklandi
Børnini fingu framúr góð
ummæli í týskum bløðum,
eftir at tey høvdu framført
leikin um kópakonuna á eini
altjóða sjónleikarstevnu í
týska býnum Lingen
Børnini fingu rós fyri at hava tað neyðuga hegni at sýna sterkar kenslur á palli. Hetta hjálpti
áskoðarunum at skilja søgugongdina og tær ymsu hendingarnar uttan at skilja málið, sum nýtt
varð á palli
Leikurin varar í 50 minuttir, og leikararnir dansa nógv á pallinum. Her verður dansað av
øllum alvi, og Rannvá Justinussen hevur skipað fyri dansinum
Í november í ár ætlar
fjarskiftisfyritøkan
Kall at bjóða seg fram
á marknaðinum fyri
fartelefoni. Fyritøkan
hevur gjørt avtalu við
svenska fjarsiftisrisan
Ericsson um teknisku
útgerðina og fer í
næstum at uppbyggja
sítt egna fjarskiftis-
kervi
FJARSKIFTI
Rúnar Reistrup
Eftir at hava virkað á
marknaðinum fyri fastnet-
telefon og internet í gott eitt
ár, setir fjarskiftisfyritøkan
Kall nú kósina ímóti far-
telefonmarknaðinum.
Við einari avtalu upp á
pláss við svensku fyritøk-
una Ericsson um veitan av
GSM-tænastum í Føroyum,
fer Kall nú undir at upp-
byggja egið GSM fartele-
fonkervi. Byrjað verður í
Havn, har fyra antennu-
mastrar verða settar upp í
næstum. Síðan verða an-
tennur og mastrar settar
upp kring alt landið.
Ætlanin er at bjóða far-
telefontænastur út í no-
vember í ár. Til ta tíð hevur
Kall bert egnar antennur í
Havn, men fartelefonirnar
fara at kunna brúkast alla
staðni, har fartelefonir í
løtuni røkka.
Hetta er møguligt við tað
at Kall ger avtalu við Før-
oya Tele um brúk av GSM-
kervinum hjá Føroya Tele.
Kall og Føroya Tele
togast
Uttanlands er vanligt at
samrøðugjaldið dyrkar í tí
løtu fartelefonfelagin brúk-
ar kervið hjá øðrum veitar-
um, men Bjarni Askam,
stjóri á Kalli, dugir enn ikki
at siga um hetta verður so í
teirra fartelefontænastum.
Tað veldst millum annað
um hvønn prís Kall skal
gjalda fyri at fáa atgongd til
GSM-kervið hjá Føroya
Tele.
Føroya Tele og Kall sam-
ráðast í løtuni um prísin,
men tað gongur strilti at fáa
semju í lag. Í fyrstu atløgu
er Fjarskiftiseftirlitið biðið
um at royna at fáa semju í
lag millum partarnar, men
ber hetta ikki til, fer Kall at
heita á Fjarsiftiseftirlitið
um at taka eina avgerð.
Hetta er heimilað í Fjar-
skiftislógini, um partarnir
ikki kunnu finna fram til
semju.
Tá Kall og Føroya Tele í
fjør skuldu samráða seg
fram til eitt gjald fyri brúk
av fastnetkervinum hjá Før-
oya Tele, gekk strilti at
koma fram til semju, og tá
var endin tann, at Fjar-
skitiftiseftirlitið varð biðið
um at taka eina avgerð.
Tann avgerðin fall í betri
jørð hjá Kalli enn hjá
hinum partinum.
Ein fimting av
marknaðinum
Kall kom á marknaðin fyri
fastnettelefoni og internet
9. apríl í fjør. Fyrsta árið
hevur gingið sum ætlað og
enntá eitt sindur betur
sambært
telefyritøkuni
sjálvari.
Í dag sigur Kall seg hava
umleið 3.000 viðskiftafólk.
Hetta svarar til 18 prosent
av samlaða marknaðinum
fyri
fastnettænastur
til
privatkundar sæð út frá
kundatali.
Úrslitið fyri árið 2001 hjá
Kalli var eitt undirskot á
slakar tíggju milliónir. Men
nú byrjunarkostnaðurin er
goldin og ein fimtingur av
viðskiftafólkunum
á
marknaðinum er komin í
hús, kundi ein hugsa sær, at
fyritøkan royndi at konsoli-
dera seg, áðrenn hon fór út
í enn eina stóra íløgu í at
uppbyggja
egið
GSM-
kervi. Hendan íløgan krev-
ur millum annað at Kall fær
eina
kapitalhækking
í
næstum. Soleiðis verður tó
ikki, nú Kall ætlar sær at
bjóða
fartelefontænastur
longu í ár.
Rætt at byrja nú
Á
Fjarskiftiseftirlitinum
eru tey tó ikki iva um at
nyggja fjarskiftisfyritøkan
ger rætt á at fara inn á
marknaðin fyri fartelefoni
so skjótt sum gjørligt.
- Eftir gott eitt ár við økt-
ari kapping á marknaðinum
fyri fastnettelefoni og inter-
net er greitt, at karmarnir á
teimum økjunum eru um at
verða troyttir. Tað verður í
framtíðini neyðugt at kunna
bjóða viðskiftafólkunum
fleiri tænastur, og tí er tað
neyðugt hjá Kalli at fara
inn á marknaðin fyri far-
telefoni,
um
fyritøkan
framhaldandi skal vera við
í kappingini á hinum fjar-
skiftisøkinum, metir sjtórin
á
Fjarskiftiseftirlitinum,
Jógvan Thomsen.
Hesum er Bjarni Askam,
stjóri á Kalli, samdur í.
- Tað hevði verið ein
stokkut gleði, um vit nú
løgdu okkum afturá og
steðgaðu íløgunum. So
høvdu vit spakuliga máðað
grundarlagið undan okkum
sjálvum, tí í framtíðini fer
brúkið av fastnettelefon
uttan iva at minka, meðan
allur vøksturin verður inn-
an brúk av fartelefonum,
sigur stjórin á Kalli.
Væntað tað fyrr
Á
Fjarskiftiseftirlitinum
høvdu tey væntað, at kapp-
ingin á fartelefonmarknað-
inum fór at koma nakað
fyrr, eftir at loyvi at reka
GSM net varð givið Kalli
millum jól og nyggjár í
2000.
Men
samstundis
skilja teir støðuna hjá
fjarskiftisfyritøkuni, sum
seinasta árið hevur verið
ígjøgum eina samanlegging
við TeleF.
Kall ætlaði upprunaliga
at bjóða út fartelefontæn-
astur seint á summari í fjør.
Men samanrenningin mill-
um Kall og ta minnu
fjarskiftisfyritøkuna TeleF
hevur sambært stjóranum
verið fremst á dagsskránni
hjá fyritøkuni fram til í
januar í fjør, tá alt var
avgreitt, og hetta hevur
seinkað ætlanunum á far
telefonøkinum eitt ár.
Mótspælið er í gongd
Í løtuni er Føroya Tele
einsamøll fyritøka á mark-
naðinum fyri fartelefoni í
Føroyum. At kapping í
næstum verður á marknað-
inum fer uttan iva at ávirka
gongdina komandi tíðina.
Bjarni Askam vísir á, at á
Føroya Tele hava tey verið
rættiliga kvik at koma við
mótspæli, tá Kall er komin
við nyggjum tænastum, og
tað væntar hann fer at halda
fram.
- Tá vit komu á markn-
aðin fyri fastnettelefoni og
lækkaðu prísirnar, lækkaði
Føroya Tele eisini prísirnar.
Tá vit bjóðaðu ókeypis
internet, tók Føroya Tele
stovningargjaldið fyri inter-
net burtur, og soleiðis fer
gongdin eisini at halda
fram, tá vit koma inn á
fartelefonmarknaðin, metir
Bjarni Askam.
Hann viðurkennir, at tað
hevði verið lættari at fingið
viðskiftafólk fyri einum ári
síðan, tá færri fólk høvdu
fingið sær fartelefonhald
hjá Føroya Tele, men vísir
á, at bert umleið helvtin av
viðskiftafólkunum hjá Før-
oya Tele er haldbundin.
- Hin helvtin hevur talu-
tíðarkort, og tey kunnu
skifta til Kall í morgin uttan
trupulleikar, sigur Bjarni
Askam, sum tó metir at
Føroya Tele longu er í
gongd við at tryggja sær
fleiri haldbundin viðskifta-
fólk við tilboðnum um
"GSM-frítíð", ið er eitt
bíligari hald við øðrum
treytum enn vanliga haldið.
- Tað sær út til at mót-
spælið longu er í gongd,
sigur Bjarni Askam, stjóri á
Kalli, sum í næstum fer
undir at bjóða telefongl-
aðum føroyingum fartele-
fontænastur.
Kall fer eftir
fartelefonunum
Bjarni Askam, stjóri á Kalli, væntar at kappingarneytin Føroya Tele fer at svara skjótt aftur, nú Kall fer at bjóða út fartelefontænastur
C
M
Y
K
7
6
Bilarnir finnast eisini á:
www.nissan.fo
v/ Oyggjarvegin • Postsmoga 3171
110 Tórshavn • Tel. 31 61 61
Sosialurin
Nissan Almera 2,0 Diesel GX
reyður, 4 hurðar,
árg. 1998, 119.000 km.
110.000
Nissan Almera 2,0 Diesel GX
grønur, 5 hurðar,
árg. 1997, 110.000 km.
110.000
Nissan Micra 1,0
grønur, 3 hurðar,
árg. 2000, 27.000 km.
88.000
Opel Corsa 1,6
bláur, 5 hurðar,
árg. 1995, 109.000 km.
67.000
Nissan King Cab 4x4 DieselTurbo
blágráur, 2 hurðar,
árg. 1998, 55.000 km.
130.000
Peugeot 306 Hdi 2,0 St.car
svartur, 5 hurðar,
árg. 1998, 60.000 km.
120.000
Peugeot 306 DT 1,9
bláur, 4 hurðar,
árg. 1997, 150.000 km.
90.000
Peugeot 605 SRDT 2,1 Aut.
bláur, 4 hurðar,
árg. 1994, 230.000 km.
120.000
Opel Corsa 1,4
reyður, 5 hurðar,
árg. 1996, 105.000 km.
68.000
Opel Corsa 1,2S
reyður, 5 hurðar,
árg. 1990, 120.000 km.
10.000
Nissan Primera 1,6
svartur, 4 hurðar,
árg. 1998, 55.000 km.
110.000
Nissan Primera 2,0 SLX
hvítur, 4 hurðar,
árg. 1997, 45.000 km.
105.000
Opel Astra 1,6
svartur, 5 hurðar,
árg. 1998, 55.000 km.
105.000
Fiat Tipo
grønur, 5 hurðar,
árg. 1990, 196.000 km.
10.000
Subaru 1600
hvítur, 4 hurðar,
árg. 1989, 104.000 km.
10.000
Opel Vectra 2,0 Di
bláur, 4 hurðar,
árg. 1998, 96.000 km.
130.000
Opel Vectra 1,4
hvítur, 4 hurðar,
árg. 1990, 255.000 km.
26.000
Saab 900 S
reyður, 5 hurðar,
árg. 1996, 119.000 km.
98.000
Ford Escort 1,6
gráur, 3 hurðar,
árg. 1992, 179.000 km.
18.000
Gevið gætur: Bilarnir á
listanum kunnu verða seldir
Saab 900
reyður, 3 hurðar,
12.000