Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. juni 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 119 - 26. juni 2002 Nr. 119 - 26. juni 2002 9 Mánakvøldið um tíggjutíðina rendu tveir bilar saman við Kirkjubrekkuna í Klaksvík. Ongin fólkaskaði var, men bilarnir fingu stóran skaða ÓHAPP Solby A. Eliasen Klaksvík: Annar bilurin kom uttanífrá og heimeftir Selheygsgøtu og skuldi oman eftir Kirkjubrekkuni. Hin kom eftir Vágsheygs- gøtu og skuldi beint fram. Bilurin, sum koyrdi eftir Vágsheygsgøtu hevði víki- skyldu, men av eini ella aðrari orsøk helt hann ikki av, og tí rendi hin bilurin beint á hann. Tað verður sak burtur úr hesum, og tá verður so ná- greiniliga kannað og funnið út av, hvat hendi. Men vakthavandi á poli- tistøðini í Klaksvík sigur, at tað er nógv, sum týðir upp á, at bilurin, sum skuldi oman gjøgnum Kirkju- brekkuna ikki blinkaði, og tískil kann tað vera, at hin bilførarin helt, at hann skuldi beint fram. Og tí ikki helt av. Um so var, so kann tað verða, at bilførarin, sum hevði víkiskyldu, men ikki steðgaði, sleppur fríur. Tí hin bilførarin ikki gjørdi tekin um, at hann skuldi omaneftir. Hetta er ikki fyrstu ferð, at eitt ferðsluóhapp hendir á hesum staðnum. Hetta var aðru ferð innan fyri heilt stutta tíð. Vakthavandi sigur, at tað kemur alt ov ofta fyri, at bilar, sum skulu omaneftir Kirkju brekkuni ikki blinka, og tá er vandi á ferð. Bilarnir fóru rættiliga illa av samanstoytinum Bilóhapp Seinasta vikuskiftið hittust mongolar og familjur teirra á legu í Klaksvík. - Vit eru sum ein stór familja, kennast væl og hava stóra gleði av at koma saman, sigur Elin Nora Reines, fyriskipari STEVNA Turið Kjølbro Seinastu nógvu árini hava foreldur at mongolbørnum í Føroyum skipað fyri legu fyri familjum, sum hava mongolbørn. Tiltakið byrj- aði í tí smáa, fyrst nakrar fáar familjur, sum hittust hjá hvørji aðrari, men síð- ani er tiltakið vundið uppá seg og er nú eitt afturvend- andi tiltak á hvørjum ári við stórum luttakaratali úr øllum Føroyum. Í ár var mongólasøkan, sum tiltakið eitur, hildin á tekniska skúla í Klaksvík. - Tey, sum byrjaðu til- takið eina ferð í 80unum, eru framvegis við. Nú eru vit um 20 familjur, tvær eru farnar burturav og nýggjar eru komnar afturat. Á leg- uni hesa ferð vóru 59 fólk, harav 15 vóru mongolbørn, greiðir Elin Nora Reines, ein av fyriskiparunum av leguni frá. Frá byrjan hevur enda- málið við leguni verið at hittast og tosa um, tað fa- miljurnar hava í felag. - Tað hevur týdning at hittast og møtast fyri at tosa um ymiskt, vit øll hava í felag og um royndir av ymiskum slagi. Seinastu árini hava vit havt fólk uttanifrá við á leguni, sum hava greitt okkum frá ymiskum, sum vit øll hava brúk fyri at fáa meiri vitan um, so sum lívsvirði, fysio- terapi og annað. Hesa ferð vóru trý fólk frá Almanna- stovuni, sum greiddu okk- um frá, hvørji rættindi vit og børn okkara hava. Vit hava øll teir somu spurn- ingarnar, so ístaðin fyri at ilskast inn á myndugleikar og onnur, so er gott at fáa fólk at greiða frá, hvat vit kunnu og eiga at gera, sigur Elin Nora Reines, sum sjálv eigur eina vaksna dóttir, ið er mongol. Fyri at kunna skipað fyri einum so stórum tiltaki, sum mongólasøkan er blivin, er neyðugt við stuðli ymsa staðni frá. Og tað hevur ikki staðið á at fingið stuðul, sigur fyriskiparin. - Tað hevði ikki borið til annars. Tískil ber eisini til at hava eitt sindur av undirhaldi fyri børnunum, hesa ferð vóru tveir klovn- ar, sum undirhildu, og sangur var eisini á skránni. Elin Nora Reines sigur, at tiltakið hevur stóran týdn- ing fyri mongolbørnini. - Tey síggjast annars og kennast væl, men tað er stuttligt at koma saman á henda hátt, og eisini systk- ini hava gleði av at koma saman. Tað er eisini stutt- ligt at nýggjar familjur koma við. Og hesa ferð høvdu mongolarnir, sum búgva heima hjá foreldrum sínum í Klaksvík, møgu- leikan at vitja á leguni. Einki felag er í Føroyum fyri foreldur at mongol- børnum og familjum teirra. Kortini hava familjurnar eitt gott netverk og eru til reiðar at hjálpa og ráðgeva øðrum, sum fáa mongol- børn. - Vit virka sum ein stór familja, kennast væl og hava stóra gleði av at koma saman, sigur Elin Nora Reines. Fæst nóg mikið av stuðli, verður legan fyri mongol- børn og familjur teirra kanska uttanlands komandi ár. Væl eydnað mongólasøka Jógvan Eliassen, leiðari í mentanar- húsinum Atlantis í Klaksvík, sigur, at tað er nærum ógjørligt at reka húsið og sam- stundis gera nakrar íløgur, sum skulu til fyri at húsið skal virka upp til sítt besta. Orsøkin til hetta sigur hann vera, at politiski áhugin fyri at játta tann neyðuga peningin, sum skal til, er millum lítil og ongin MENTAN Solby A. Eliasen Klaksvík: Jógvan sigur, at hann hevur gjørt onkrar smærri íløgur eitt nú við løriftinum, síðani hann byrjaði, men av tí, at pen- ingurin má takast av rakst- rinum av húsinum, so sigur tað seg sjálvt, at íløgurnar eru sera avmarkaðar. - Atlantis er ein sjálvs- ognarstovnur, sum ikki eigur nakað sum helst. Eg helt, at øll tann tøkniliga útgerðin, sum er í húsinum hoyrdi til húsið, men so er ikki. Klaksvíkar Sjónleik- arafelag eigur alla útgerð- ina. Og tað eru ongir peng- ar til at keypa útgerð fyri, og tað harmar meg, sigur Jógvan, sum leggur afturat, at um vit taka svimjihøllina sum eitt dømi, so játtaði býráðið 25 milliónir til at umvæla hana. Ikki tí, tað trongdi harðliga til. Men um vit nú hyggja eftir tøl- unum fyri hvussu mong fólk hava verið her í húsin- um, síðani ársskiftið, so liggur tað um 6.000 fólk. So skilji eg ikki, hví bý- ráðið aftrar seg við at játta einar 500.000 krónur til at innrætta loftið fyri. Í mentanarhúsinum hús- ast eisini Klaksvíkar Sjón- leikarafelag. Tey leiga nær- um allan kjallaran og ein part av loftinum til teirra virksemi. Og so nýta tey sjálvandi salin, tá tey fram- føra leikir ella okkurt líkn- andi. Men Jógvan sigur, at leiguinntøkurnar eru ikki serliga stórar, so tað er sum so ikki nøkur hjálp. Jógvan sigur, at hetta ger, at um hann nú skal biðja fólk koma hendan vegin, so hevur hann onki høli til at bjóða teimum at vera í í húsinum. Tí hevði hann viljað, at peningur var til taks at innrætta til dømis eitt lesirúm uppi á loftinum og eitt høli, har fólk kunnu halda til, meðan tey vitja í húsinum. - Hetta hevði so eisini gjørt, at Sjónleikarafelagið hevði fingið frið at verið í kjallaranum, heldur Jógv- an, sum nú má spyrja Sjón- leikarafelagið, um gestir í húsinum kunnu vera har. Hann leggur tó beinan- vegin aftur at, at samstarvið millum Sjónleikarafelagið og hann nú er blivið heilt gott. - Tað vóru sjálvandi onk- ur smáting í fyrstuni, men tað er so komið í rættlag nú. Órættvís kapping Sjálvsognarstovnurin At- lantis fær 40.000 krónur um mánaðin í stuðuli frá býráðnum. Men hesin pen- ingurin skal millum annað eisini nýtast til at gjalda skuldina, sum er í húsinum niður. - Vit rinda 22.000 krónur um mánaðin í lánsavgjaldi, umframt aðrar útreiðslur, so tá alt kemur til alt, so eru ikki meiri enn einar 15.000 krónur eftir til at gjalda lønir og annað við av teim- um pengunum. Restin má so koma frá biografinum og øðrum tiltøkum, sum eru í húsinum. Annars fegnast Jógvan um, at Tónleikafelagið er komið til Klaksvíkar. Tey hava skipað fyri nøkrum konsertum, sum hava verið í Atlantis. - Tað gevur okkum nøkur oyru í inntøkum, og Tón- leikafelagið fær góðar karmar at skipa fyri kon- sertum. Men her vísir Jógvan á, at tað er ein órættvís kapp- ing, sum fer fram, tá tað kemur til hølir til konsertir og annað. - Vit kappast jú við skúlarnar og býráðshøllina um at hýsa tiltøkum. Og kappingin kann ikki vera rættvís, tá tað er ókeypis bæði í skúlunum og í bý- ráðshøllini, heldur hann. - Eg havi ikki nakað ímóti, at tiltøk eru aðra- staðni í býnum, men eg haldi, at tað átti at verið ein ella onnur avtala gjørd um, at tað kostar tað sama, óansæð hvørji høli hýsa einum tiltaki. Tí sjálvandi velja fyrireikarar at fara onkra aðrastaðni, sum tað ikki kostar, heldur enn at koma her og noyðast at rinda fyri hølið. Jógvan sigur eisini, at tað tykist at vera ógvuliga tor- ført at fáa nøkur tiltøk hendanvegin. Her sipar hann til Norðurlandahúsið, sum hýsir so mongum fjølbroyttum tiltøkum hvørt ár. - Eg havi bjóðað Atlantis fram fleiri ferðir og spurt, um vit ikki kunnu fáa onkur tiltøk norður, men enn er so onki komið, sigur hann. Men í samband við lista- stevnuna, sum verður skjótt, verða eini fýra ella fimm tiltøk á skránni í At- lantis. Enn er tó ikki fast- lagt, hvørji tiltøkini vera. - Eg havi verið ofta í sambandi við Norðurlanda- húsið fyri at vita, um ikki onkur tiltøk fara at koma hendanvegin, men tað var ikki fyrr enn eg sendi ein hvass orðaðan teldupost, at eg fekk eitt svar, sum kundi brúkast, sigur Jógvan, sum heldur, at vegurin til at fáa nøkur tiltøk út um Havnina er sera langur. Hann heldur eisini, at tað hevði onki gjørt um mentanarhúsini úti á bygd høvdu fingið ein lítlan part av pengunum, sum Norðurlandahúsið fær frá Norðurlandaráðnum. - Tað eru hóast alt tíggju milliónir, sum Norður- landahúsið fær. Og ein eykainntøka um mánaðin, tað nýtist ikki at verða so nógv, hevði gjørt stóran mun, heldur Jógvan. Alt hetta ger, at Jógvan er komin til ta niðurstøðu, at tað er ein umfatandi mangl- andi áhugi fyri Atlantis. - Serliga politiskt, heldur hann og sipar til tørvin fyri pengum at gera størri íløg- ur fyri. Góð undirtøka Undirtøkan fyri tiltøkun- um, sum higartil hava verið í húsinum hevur verið góð. Tað hava, sum sagt, verið um 6.000 fólk inni í At- lantis higartil í ár, og tað heldur Jógvan vera gott. Tað eru tey somu, sum ganga aftur í biograf. Tey eru eisini ung. Tilkomin fólk sæst ikki til biograf, og harmast Jógvan um. - Tað eru jú alt premi- erufilmar, sum vit vísa, og tað skuldi kunna lokka fólk út, sigur Jógvan, sum tó heldur, at klaksvíkingar enn ikki hava vant seg við, at biografur er í býnum. - Fyri mong er tað fram- vegis eitt upplivilsi at fara til Havnar ein túr í biograf og út at eta. Hann undirstrikar enn einaferð, hvussu torført tað er at arbeiða uttan pengar. - Alt snýr seg um pengar í dag. Um eg nú biðji ein bólk koma norður, hvat er tað fyrsta tey spyrja? Hvat tey fáa afturfyri, og tað er ringt, tá tað ikki eru pengar til at geva av. Og so verður ein samstundis kritiseraður fyri, at alt ov lítið hendir í Atlantis. Hetta bítur seg sjálvt í halan allatíðina, sigur Jógvan. Ikki eitt lívsstarv At enda sigur Jógvan, at hann veit ikki, hvussu longi hann verður í starvinum, sum leiðari fyri Atlantis, men hann vil so fegin skapa nakrar fysiskar karmar, sum kunnu verða við til at betra umstøðurnar fyri virkseminum frameftir. - Eg síggi tað sum mítt starv nú. At skapa karmar- nar, so fólk kunnu nýta húsið og fáa gleði av tí. Um tey so ikki vilja nýta tað, so tey um tað. Jógvan veit væl, at hann kann tykjast í so svart- skygdur hesum viðvíkj- andi, men hann sigur, at tað er so óhugaligt, tá ein møtir eitt slag av mótstøðu næst- an alla staðni, óansæð hvat ein fer í holt við. Hann greiðir frá, at í einum tílíkum starvi, sum hann er í nú, tá arbeiðir ein mest, tá hini hava frí, og tí kann tað tykjast fyri øðrum, sum ein ikki ger so nógv. - Men tað er so sanniliga nógv arbeiði. Serliga innan biograf yrkið. Tað fylgir nógv pappírarbeiði við ein- um biografi, og umframt at vera leiðari, so eri eg eisini húsavørður og bókhaldari, sigur hann og smílist við. Atlantis nýtir ikki pening til at hava fólk uttan í frá til hesar uppgávurnar, so tí tekur dagligi leiðarin sær eisini av hesum. Mentanarhúsið Atlantis er sum sagt ein sjálvsogn- arstovnur. Tað tulkar Jógv- an sum at øll skulu kunna síggja tað sum teirra hús. - Tað er ikki bert ein per- sónur ella eitt felag, sum eigur húsið. Tað seinasta tiltakið, sum var í húsinum umframt bio- grafin var konsertin hjá Clickhaze, sum tónleika felagið skipaði fyri. Politiski áhugin fyri mentanarhúsinum Atlantis manglar Hetta sigur Jórun Høgnesen, formað- ur í metanarnevnd- ini í Klaksvíkar Býráð. Hon sigur, at stuðulin til húsið varð settur eftir mettum tørvi til rakstur og lønir. Alt annað skal so gjald- ast við møguligum inntøkum í húsin- um MENTAN Solby A. Eliasen Klaksvík: - Hetta varð alt gjørt í tí vón, at húsið einaferð við tíðini fer at hvíla í sær sjálvum, sigur Jórun. Men hon veit væl, at tað er ein sera trupul uppgáva at loysa. Hon sigur eisini, at tað var sanniliga eitt stríð at fáa Atlantis upp aftur at koyra, men tað eydnaðist, og nú má tað ikki detta niður fyri aftur. - Ætlaninar hjá Jógv- ani Eliassen eru avbera spennandi, men tær eru ikki viðgjørdar enn. Tað vil siga, at tær hava enn ikki verið fyri í hvørki býráðnum ella mentan- arnevndini. Jórun sigur, at Atlantis fær ein stuðul upp á 500.000 krónur um árið til rakstur og lønir. Og so var ætlanin, at íløgur skuldu fíggjast við inn- tøkum í húsinum. Men Jórun veit, at tað fer ikki at bera til at gera íløgur uttan stuðul, so hon heldur at, um tey skulu fylgja tíðini, so kann ein rokna við at, tað helst at koma onkrar íløgur, sum kommunan fer at stuðla. Hon sigur, at aðal- málið við Atlantis var, fyrst og fremst at lata húsið upp aftur. Og Jór- un heldur, at við góðum samstarvi millum leiðslu, húsastýrið og kommununa, so má tað kunna virka. - Tá vit av fyrstan tíð fóru í holt við at loysa trupulleikan við Atlant- is, tá gjørdi kommunan av at seta eitt húsastýrið, sum er suverent. Tað vil siga, at stýrið tekur allar avgerðir, sum hava við húsið at gera. Millum annað gjørdi stýrið av at seta ein dagligan leið- ara. Men eg havi tosað fleiri ferðir við Jógvan um hansara ætlanir, hóast eg havi verið nógv burturstødd ta seinastu tíðina. Eg haldi so av- gjørt at, ætlaninar hjá Jógvani eru spennandi, men tað tekur tíð at við- gera slíkt, sigur Jórun Høgnesen og leggur aftur at, at leiðarin í At- lantis altíð er vælkomin at tosa við kommununa. Inntøkur í Atlantis skulu fara til íløgur Jógvan Eliassen, leiðari í mentanarhúsinum Atlantis heldur, at tann politiski áhugin fyri húsinum er alt ov lítil Jórun Høgnesen, formað- ur í mentanarnevnd Klaksvíkar Býráðs, heldur so avgjørt ikki, at tað ongin politiskur áhugi er fyri Atlantis C M Y K 9 8