mikudagur 1. september 1976síða 2
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Nr. 50 — 1. september 1976
sosialurin
spsíalurin telf. 11820 — giro 6282725
box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur
Bladstjori: Vilhelm Johannesen (åbyrgd) telf. 56411
Blaðmenn: Johan Mortensen
Johnsigurd Johannesen
Prent: Dimmalætting
Ikki tað rættasta
TAÐ HEVUR mangan verið sagt, at Føroyar
eru eitt lítið og fátækt land, ið bert hevur
sjógvin og tá serstakliga fiskivinnuna sum
einasta tilverumeguleika.
SOLEIÐIS hevur eisini verið í mong, mong ár.
Og eingin ivi er um, at fiskivinnan eisini í
árunum, sum koma, fer at hava avgerandi
týdning fyri tilveru okkara her á landi.
SEINASTU árini hava tó sýnt, at vit eisini
eiga aðrar meguleikar, sum áttu at verði meiri
troyttir, serstakliga nú fiskiskapurin verður
meira avmarkaður.
HER KUNNU vit t.d. nevna farmaflutning og
flutning av ferðafólki. Eisini kunnu vit nevna
størri og smærri idnadarvirkir av ymiskum
slag, ið eru sett á stovn, og sum hava virkað
við hampiliga góðum úrslitum.
HANDVERKIÐ hevur eisini talt við, við tað at
vit stødugt kunna gera meira og meira av ti,
sum okkum sjálvum tervar. Somuleiðis hava
ymiskar royndir í vakstrarhúsum og aðrar
royndir við, sýnt, at landbúnaðurin eisini kann
geva meira av sær, um menn hava áhuga at
gera nýtslu av teimum royndum, ið gjørdar
eru.
MEN KORTINI eru enn nógvir møguleikar,
sum liggja á láni, og sum kundu talt rættiliga
nógv við í landshúsarhaldinum. Tað er ikki
einans útflutningurin, ið telur við her, men eins
nógv hver króna, sum spard verður yvir
innflutningin.
NOGV MEIRA kundi verið gjørt til tess at
kanna møguleikarnar fyri egnari orkufram-
leiðslu i Føroyum. Her hugsa vit fyri tað fyrsta
um fossa- og vindmegi. Síðani um streymin og
eisini møguleikarnar at gera nýtslu av flóð og
fjøru.
GJØRDU VIT nýtslu av øllum hesum møgu-
leikum, er eingin ivi um, at vit vid hesum
kundu spart alla ta olju, sum i dag verður
innflutt til el-framleiðslu. Og tá var ikki so lítið
spart bæði hjá ti einstaka og landshúsar-
haldinum.
SJALVANDI er tað ómakaleysari og lættari,
at innflyta motorar til el-framleiðsluna, sum
aftur verða riknir við dýrari innfluttari olju,
heldur enn at kanna og útbyggja teir møguleik-
ar vit sjálvir eiga.
MEN TAÐ, sum er tað lættasta, er ikki altíð
tað rættasta.
Fleiri og fleiri
vilja seta fót undir egið borð
Fleiri og fleiri
spara saman eginpeningin í
okkara banka
Fyri pening á bankabók er rentan
8% p.a. bundin uppsparing
8% p.a. við 12 mánaða uppsøgn
6% p.a. við 6 mánaða uppsøgn
5% p.a. við 3 mánaða uppsøgn
4% p.a. við vanligum treytum
Bankin hevur nú —
umframt høvudsskrivstovuna í Gongini og
deildina i Hornabø —
20 deildir og avgreidslur
kring alt landið,
og tygum eru vælkomin inn á gólvið —
vit eru altíð til reiðar við
upplýsingum og vegleiðingum.
SJOVINNUBANKIN
okkara hanki
|
Í
|
|
|
i