Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-09-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. september 1976síða 3

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 50 — 1. september 1976 sosialurin Byggja fiskavirki í Nólsoy fyri 1,8 milj. kr. Stovnandi aðalfundur verður sunnudagin. Higartil eru teknaðar 230.000 kr. Sunnudagin verður stovnandi aðalfundur av fiskavirki í Nóls ov. Hesa seinastu tíðina hevur ein fimm manna nevnd sitid og arbeitt við ætlanini um at stovna fiskavirki, og stovnandi aðalfundur er settur at verða sunnudagin Utróðrarstoð Talan er um eina útróðrar- stoð av sama slag sum tann heima á Sandi og við somu figgingarmøguleikum, sigur ein av fyrireikarunum, Napoleon Hansen, bygdaráðsformaður Løgtingid samtykti í farnu tingsetu eitt uppskot, hareftir landsstýrið hevur heimild til at veita stuðul upp til 30 an byggipeninginum til útróðrar staðir á plåssum, har flakavirkir ikki eru. ella ikki eru í umbúnað. Endamálið við útróðrarsteaðun um er at geva utrodrarmonnum umstødur til at egna og goyma linu, agn og somuleiðis møgu- leikar fyri at avreiða veiðuna. Triðja ferðin Hetta er triðja ferðin, at roynt verður at stovna eitt fiskavirki í oynni. Báðar tær fyrru ferðirnar hava privat á- hugamål gjørt seg galdandi und an stovningini, sum ti er vordin av ongum. Øll bygdin stendur saman um hesa royndina, sum vit vóna fer at eydnast, sigur Napoleon Hansen 1,8 milj. kr. Fiskavirkið í Nólsoy skal byggj- ast á einum tilsamans 500 kvadratmetra stórum eki á nýggja keiplássinum. Tekningar eru gjørdar i samráð við idnaðar ráðgevaran, Tórmóð Dahl. Tað skal byggjast eitt hús úr ele- mentum, sum eru keypt úr Svøriki fyri 1,8 milj. kr. Tá eru at kalla oll arbeiðsamboð. ljós og frystitunnil iroknad. 230.000 teknaðar Nil endamálið eru higartil teknadar 230.000 kr. Men ætl- anin er at koma upp á 300.000 kr., sigur Napoleon Hansen. Teir hava fleiri bátar úti i Nólsoy, og fiskiskapurin hevur verið góður í summar. Umframt ein 15 tonsara, ein 20 tonsara og ein 30 tonsara eru fleiri smærri og góðir bátar í bygdini. Síðani apríl hava teir rættiliga drivið útróður á fjørd- inum, og manningin á teimum bestu man vera komin upp í 15.000 kr. í part, sigur Napoleon Hansen. Virkið skal hyggjast á nýggja keiøkinum Nap. Hansen ein av fyrireik- arunum Bátarnir avreiða úti í Nólsoy eisini bátar úr Havn hava lagt upp i Nólsoy. Teir siga, at tað er høgligari at avreiða har enn i Havn. Nýggjur bátur Herfyri kom ein nýggjur bátur til bygdina í Nólsoy. Tað er ein Viksund-bátur til heimaútróður. Hans Pauli Joensen eigur bátin. bøkur og blød Snotulig og åhugaverd landalæra Rlant Lenvig og Jacob Olsen: Landalæra, Amerika. Utgev- ari Føroya Skúlabókagrunn- ur. Kostnaður 52 kr. Prent: Dagprent Ein landakæra um Amerika er júst komin út. Tað eru teir báðir lærararnir Rólant Lenvig, Kvivik og Jacob Olsen, Sandvik sum hava skrivað landalæruna, ið við fyrsta eygnakast sær snotulig oh lesivinarlig út. Landalæran viðger hvort landið eisæris býtt upp í sterri bólkar Norðuramerika, Samveldisriki3 USA, MIÐAME- RIKA; Vesturindia og Suðuramerika Landalæran viðger eisini seguna í vissum forum. Eisini nemur hon við politisk viðurskifti ella rættari stýrislagið í summum av løndunum. T.d. er eitt sindur skrivað um stýrislagið í USA, men hetta er ikki gjørt, tá vit koma til Suðuramerika, hóast nógv er farið fram seinastu árini í hesum partinum av Amerika. Men tað er kanska eftir tykki rithøvundanna ikki so «pent» at skriva um Landalæran er skrivað á einum lættum og góðum máli Brotini eru stutt og skillig og eru óivað lætt at fata hjá næmingum, ið bókin er ætlað. Kortini kann landalæran gerast hent hjá vaksnum at hava við hondina, ti upplýsningarnir eru nógvir og lættir at koma fram á. Hugsað verður her um igripulig fakta Bókin er livandi við ofta fleiri myndum á hverji síðu Myndirnar eru rættiliga góðar, hóast nógvar tykjast rættiliga gamlar. Nógvar vóru at síggja í landalærum fyri 10-15 árum síðani. Kortini, strikmyndirnar, sum Lis Dam Guttesen hevur gjørt eru hentar og skilligar Aftast í bókini eru arbeidsspurningar, ið helst eru ætlaðir sum repitión av lærda tilfarinum. Hvussu bókin er til skúlabrúks, má heldur ein skúlamaður gera sínar metingar um, men fyri vanligum fólki kennist bókin áhugaverd Myndirnar, ið eru frå Universitetets geografiske institut hevur Grafia gjørt. Kári Olsen hevur bundið bókina inn