Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-09-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. september 1976síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ner I kili LL Sn“ A RT Nr. 51 — 4. september 1976 —"——iøð"W— Gudfrødi - lestur å Fróðskapar- setrinum 1. september byrjar 2 ára próv- lesturin í gudfrødi á Fróðskapar- setrinum. Hetta verður dagundirvising, og eru lærugreinirnar hetta fyr- sta hálva árið 3 í tali: byrjanar- undirvising í forngrikskum 4 tímar um vikuna, bibliukunn- leiki í Gamla Testamenti 3 tímar um vikuna og latin 4 tímar um vikuna. Latinundirvisingin byggir á sonevndu lítlu latin royndina. Umframt verður skip að fyri leiðbeining í foroyskum, sum ikki er próvgrein. Eftir nýggjár kemur hebraiskt aftrat nevndu greinum, og uppaftur seinri verður farið undir heim spekisøgu og kirkjusøgu Endamálið við lestrinum er at geva teim lesandi so hollan kunnleika í próvgreinunum, at tey á oðrum lærdum háskúla kunnu fara beinleiðis undir at lesa til embætisprógv í gudfreði Lesturin er tískil í kunnleika- kravi miðaður á fulla hædd við próvlestur á universitetsstigi í hinum Norðurlondum, eitt nú forroynd við danskar gudfreði- deildir. Enn eru tó ikki avtalur gjørdar um víðari framhaldslest- ur uttanlendis, men Fróðskapar setrið fer í næstum at taka upp samband við avvarðandi stovnar um góðteku av lestrinum Tad verður eisini havt í huga, at folk, ið ikki ætla sær at lesa til embætisprogv, kunnu gerast før fyri sjålvstødugt at halda fram á ti grundarlagi, lesturin gevur teimum. Tað stendur soleiðis ødrum enn teimum 5 studerk- unum, ið fyribils hava teknað seg til lesturin, í boði at fylgja undirvisingini í einari ella fleiri lærugreinum við ella uttan próv tóku. Tey, ið hava áhuga fyri luttøku, kunnu venda sær til skrivstovuna á Fróðskaparsetr- inum, tlf. 14191 Fróðskaparsetrið hevur eisini í ár tilboð um skeið í fornlatini svarandi til nymålsligt stu dentsprógv. Hetta skeið, ið fyrst og fremst er ætlað studenta- skulanæmingum, sum eru givnir við latini eftir 1. g. liggur ikki heilt greitt enn og verður einans hildið, um undirtøkan er nóg sosialurin Ellendur Ellen — dersen f. 16.2.1893 d. 13.8.1976 Í barnaheim mitt vitjadi stórt tal av fólki. Vinfólk og skyldfólk og vinir, sum eisini vóru starvsfelagar innan tað politiska virki faðir var við til at fremja Sum ferðasambandið var tá, hittust kenningar ikki eins lætt og nú og gjørdist steðgurin hjá avbygdafólki, tað veri seg úr Sumba, Sandvik, Fámjin ella aðrastaðni úr oynni, oftast drúgvari, tí nógu var at práta um og mikið at útrætta hverja ferðina tey hittust. Summar vitjanir høvdu ein serliga dám, tí vit børn kendu á okkkum, at vinskapurin millum foreldur okkara og hesi vitjandi var so hjartaligur. Tað kendist á tí lívliga prátinum og tí fryntliga lagnum. Tá sótu vit oftast og lýddu á og kendu, at vit sluppu við til at njóta verunligan hugna. Soleiðis var tá Ellendur í Fámjin vitjaði inn á gólvið. Henda merkismann, sum á so mangan hátt skarðaði framúr, heldur ein seg hava kent alla sína tíð, og vil tað siga frá hann var ein maður í bestu árum, til hann nú 83 ára gamal legði fra sær Hesin sera livandi maður hugtók ein bæði við fryntligu og skemtingarsomu framferð síni, men eisini tí ein so skjótt lærdi, at aftanfyri lá ein sera medvitandi áhugi fyri korum manns, fyriskipan samfelagsins og rætti og skjali í tilveruni, og ein brennandi framburðsandi í øllum livsins málum. Slíkan vinskap og trúfesti hver móti ødrum, sum tann milllum familjurnar báðar, kom ein at meta sum verunlig lívsvirði. Tað kendist tí ikki sort hugsunnarvekjandi at tey bæði, móðir, sum Ellendur var so vinsælur ímóti og altíð spurdi eftir, og hann sjálvur komu at standa undir børu í senn. Teir tankar ein ger sær um teir missir, okkum øllum verða fyri í lívinum, gjørdust ikki minni sorgblíðir av tíðindunum um at Ellendur eisini var farin. Ellendur sum veitti okkum tað privilegium at lata vinskap og trúfesti sítt fevna okkum yngru við, Ellendur sum ongantíð sjálvur helmaði í stríðnum, men sum áhaldandi eggjaði, ráðagóður vegleiddi og skilagott gjerdi skjal ímillum rætt og skeivt í råmandi og livandi myndum sínum. Hesin maður, heilur í øllum sínum verki, var ein hin fremsti undangongumaður- in í tí, hann metti sum frígeringarstríð arbeiðara og fiskimanna, og var hann ein av teim fáu, efturi vóru av teim, sum tóku lut frá fyrsta degi — stovnarunum — og eigur hann sín stóra lut í, at flokkurin, hann styðjaði, ídag hevur ávirkan á samfelagsins viðurskifti. Ja, hepnaðist so væl hjá øllum álitismonnum flokksins, hevdi arbeidararørslan í Føroyum sterri åvirkan enn í nøkrum landi, og tað á demokratiskan hátt, tí verji demokratisins og verji av rættindunum hjá einstøku menniskjuni var Ellendur eisini. Ellendur og Andrea høvdu ikki lætt hús, tí børnini vóru mong og inntekan tað, ein arbeiðsmaður og fiskimadur kundi forvinna við fyrifallandi arbeiði i bygdini, til skips ella av útróðri afturat ti, sum jørdin kundi geva. Bornini komu tó øll væl undan og kundu foreldrini nú á ellisårum frøast um tað. Í lítlari bygd sum Fámjin gav timalønt arbeiði ikki tað nóguva, serliga ikki tå framburðsmenn har, teirra inillum Ellendur, fyri at fáa sum mest burturúr tí sindri av almennum studningi, latast kundi tá, sjålvbodnir gjørdu 6lønt arbeiði afturat, sum tá Fámjinsvegurin fekk ein eyka metur í breidd, út yvir tað, studningurin var ætlaður til. Menn vóru tí ofta noyddir at leita sær burtur í vinnu, og var Ellendur ein teirra, sum gingu undan við útróðri í Grønlandi. Hóast lítið vanst í peningi, stendur henda royndarferð í søgu okkara, m.a. tí heimferðin við Niels Finsen gjørdist av ringastu vandaferðum sjómonnum okkara hevur verið fyri. Ellendur arbeiddi í Íslandi bardagaárini og aftaná kriggid fór hann saman við Sofus i Hvilt og ødrum undir at keypa og reka skip. Hesin rakstur eydnaðist ikki væl og gjørdist álitið tí aftur útróður og jarðarbrúk. Einstek menniskju eldast ikki hugsunnarliga og hugsjónarliga. Framburðsand- in er åhaldandi livandi. So tá Viderø prestur við jarðarferðina nevndi um kvikleikan sum beinini ikki longur áttu, men sum hugflogið framvegis var merkt av „kundi einhver ásanna hetta. Tá vit seinast hittust 18. juli í år, var tað sum baldist í honum enn sum áður, hvussu vit gjørdu tað liviligari hjá arbeiðs- og útróðrarmanninum á bygd. Hverjir meinbogar t.d. vóru fyri at jørdin var nýtt meira rationelt av teim, sum hugin hava, hvussu línuróður við opnum bátum kundi rationaliserast, og hvørjar orkukeldur vit enn lata liggja ónýttar o.s. fr. Men / hóast hugflog hansara enn lå frammanfyri tíð hans, kann ikki sigast, at hann ikki dugdi at virda framstigini hend eru, tad skilti ein tå hann vid onkrari mynd lysti F] J hvussu sjálvsegd framstigim nu tók tust eitlum, sum andgul høvdu ímóti, júst ein mynd, sum betri enn mong orð lýstu, at tey kortini ikki vóru so sjålvsøgd og givin I rødu síni talaði prestur um at standa tilbugvin, og vist er, at Ellendur kundi vera tað, hann heuði eina trygga grund at standa á, og var hetta honum barlast lívinum. Myndin omanfyri er tikin tå Fámjins kirkja fyrlti 100 ár. Tann kirkja, sum var ytra imyndin, men hvers rótferoyska innihald og aldargamli kristinkærleiki hevdi lært hann, at livsins gátur ikki allar skulu loysast, men at deyðin skal geva seinasta svarið Við takksemi varðveita vit minnið um framtaksmannin Ellend í Fámjin og takka fyri rikidømid, vinskapur hans veitti okkum. Tær Andreu og børnunum eður og lýsa frið yt bera vit samhugak minni hansara