Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-09-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. september 1976síða 2

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 A ————}——IWIIIIiIIWIWWVI/GWIiHWW TO spsialurin telf. 11820 — -giro 6282725 box 76, 3800 Torshavn Utgevari: Foroya Javnaðarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmenn: Johan Mortensen Johnsigurd Johannesen Prent: Dimmalætting Mangt verður nytt HER i blaðnum høvdu vit fyri viku síðani eitt lesarabræv frá svenskum ferðafólki, sum illa gramdu seg um viðurskiftini | umborð á SMYRLI. Sjálvsagt var bræv teirra tikið upp, men uttan okkara viðmerking, hon kundi koma seinri. NU hendir tað ikki so sjáldan, at lesarabrov síggjast sum finnast at einum og øØrum í samfelagnum. Summi atfinningarsom fyri at finnast at, onnur við meiri samfelagsligari ætlan. Tað er ikki vorðið vanligt, at hesi brøv verða brúkt sum Dimmalætting gjørdi seinasta hósdag, tá hon uppafturtekur lesarabrævið í síni heild úr Sosialinum og síðani sigur, at eisini stjórnarblaðið Sosialurin: er farin at ilskast um viðurskiftini kring Smyril>. SOSI- ALURIN hevði sum nevnt als ongar viðmerk- ingar NU er tað einaferð so at Dimmalætting og Sambandsflokkurin fyri alt í verðini vilja finnast at Strandferðsluni, og tað tykist vera einans fyri at finnast at, og tá serliga verður klikt beikst inná Suðuroyarsiglingina. Hvi hetta er so kunnu fólk sjálvi doma um, men á henda hátt at såa misálit á føroysku strand- ferðsluna og tey sum hesa sigling tæna og rekja, tænir neyvan ødrum enn teimum, sum møguliga skuldu verið konkurentar hjá Strand- ferðsluni. EIN og hvor, uttan kanska blaðstjórin á Dimmalætting, sum helst ikki man brúka Smyril, um tað slepst undan, veit við sær sjálvum, at Strandferðslan á ein fyrimyndar- ligan hátt røkir strandferðsluna og at ferða- sambandið sum strandferðslan rekir á ongum sinni hevur verið nærtil so gott sum tað nú er. FØROYINGAR hava tradisjón sum siglandi fólk, teir hava eisini orð fyri at vera ferir fyri at rekja tey skip teir sigla við. Tað má ti vera einastandandi, at tað blað, sum hevur fingið tað privilegium at vera statsgóðkent lýsingar- blað í Foroyum, skal ditta sær til at skjóta slík motivir móti foroyska sjómansstattinum, sum tað ikki bara í hesum føri ger, men hvørja einastu ferð hovi býðst, skjýtur eftir teimum, sum rekja strandferðsluna. MEN mangt verður í neyðini nýtt, verður sagt, men hverja orsøk hevur Dimmalætting til at forfylgja teimum, ið tæna strandferðsluni? sosialurin dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: J. Føllend á Nesi. Torkil Beder í Gøtu, altargangur, N. P. Danielsen á Skála, S. J Joensen í Klaksvík og K. 0. Viderø á Tvøroyri Adventista- samkoman I kvøld kl. 19 bønarfundur i Adventistaskulanum vid Hoyvikstjørn. Filadelfia I kvold kl. 20 systurmissión. Telefonandakt alt samdogrið á tlf. 14880 Frelsunarherurin I kvold kl. 19.30 ungdóms- fundur Evangeliihúsið Utifundur verður i Vest manna í kveld kl. 21. Sam Glad við frúu luttekur Í telefonandaktini, tlf 12266, Burnett talar Dennis Aðalfundur Fimleikafelagid LJOSID hevur adalfund i Itrottarhøll ini i Havn tysdagin 14 september kl. 20 Suduroyarting Fjórða Sudurovarting í ár verður hildið á mikudagin 20. oktober Tveroyri Uppistova Fundarkvøldid í Losjuni al Havn er nu broytt til måna- kvøld. Friggjakvøld er husid opið fyri ollum åhugadum, og tá verður hugnað sær á ymiskan hátt Kemur saman í kvold Sjómanskvinnuringurin i Havn kemur saman å Sjo 20 mansheiminum i kvøld kl Nr. 52 — 8. september 1976 Eg takki tykkum ollum hjartaliga, sum á ymsan hátt sýndu samkenslu, tá kæri maður mín Reinhold Silå andaðist og varð jarðaður. Tokk fyri hjálp og trúgvan vinskap á drúgvu sjúkalegum hansara. Vegna tey avvarðandi Maria Sílá Tøkk Hjartaliga takki eg fyri synda samkenslu, tå ið kæri maður mín Ellender Ellendersen doyði og varð jarðaður. Tokk fyri hjálpsemi, blómur og kransar og til øll tykkum, sum fylgdu honum til gravar. Vegna tey avvarðandi Andrea Ellendersen Fámjin 3800 TÓRSHAVN (55) STRANDFARASKIP LANDSINS Uttanlanda í summar á føroyskum kjøli I tidarskeidinum frå 9. juni til 14. september siglir SMYRIL hesar uttanlandstúrar hverja viku (klokkutidirnar eru lokaltidir): TÓRSHAVN - BERGEN mikudag kl. 13.00 BERGEN - TÓRSHAVN hósdag kl. 15.00 TÓRSHAVN - SEYDISFJØRD friggjakvøld kl. 24.00 SEYDISFJØRD - TORSHAVN leygardag kl. 20.00 TORSHAVN - SCRABSTER sunnukvøld kl. 23.00 SCRABSTER - TORSHAVN månadag kl. 16.00 Ferðaseðlar og allir upplýsingar fáast á Ferða- mannastovuni, Kongabrúgvin, 3800 Tórshavn, tlf. 13836. STRANDFARASKIP LANDSINS + GG. ”. — . GLA RAM so UD I OR ER Er A ——T——