mikudagur 8. september 1976síða 3
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Er
se
Er
————…—m—
Nr. 52 — 8. september 1976
Kreppusemjan
frægasta loysnin
— arbeiðsloysið
(Keypmannahavn, sunnudagin
Jóhan Mortensen):
Kreppusemjan, sum varð gjerd í
farna mánaða, var hevuðsevnið á
landsfundinum hjá danska javn-
aðarflokkinum, sum varð hildin
um vikuskiftið.
Tað var breið semja um, at hetta
var tað frægasta undir núver-
andi umsteðum. Kortini hevdi
formaðurin í landsfelagsskapi-
num, Thomas Nielsen, fleiri
atfinningar at semjuni.
Ikki fallin í góða jørð
Arbeiðsloysið er framvegis
stórt. Tað stóra undirskotið við
útlandið og tann vaksandi
skuldin hava verið atvoldin til,
at vit hava verið noyddir at taka
til búskaparlig tiltøk, sum ikki
eru fallin í góða jorð, segði
Anker Jørgensen, forsætisráð-
harri, i rødu sinari å landsfund
inum.
Vidari segdi hann, at stigini å
framhaldandi buskaparliga
sjålvstødu og verja av fólksins
åhugamålum hava havt vid sær,
at reformpolitikkurin ikki hevur
gingið so skjótt, og at tað hevur
verið neyðugt við einum smidl-
igum samarbeiðsvilja í ti
spjadda fólkatinginum.
Sosialdemokratarnir hava
skilt sína ábyrgd, og hetta kann
eisini sigast um nakrar av
teimum smáu flokkunum, segði
Anker Jergensen, samstundis
sum hann fanst at Vinstra-
flokkinum, sum valdi at halda
seg uttan fyri alla ávirkan. Hann
segði, at Vinstriflokkurin bert
hevur funnist at uttan at seta
nakað realistiskt alternativ fram
istadin.
Syrgiligt
Tad er syrgiligt, at landsins
næststørsti flokkur alt ov lítið
leggur í ta stóðu, sum Danmark
er í í løtuni, og hevur sett seg í
tann myrka krókin saman við
Framburðsflokkinum, segði
Anker Jørgensen.
Forsætisrådharrin legði dent
á, at tað var sloppið undan tí
nógv umrødda fólkatingsvalin-
um, hóast atfinningarnar móti ti
forda politikkinum bæði frá
vinstra- og høgraveingi. Her
hevði verið talan um eitt val,
sum hvorki hevði loyst teir
politisku trupulleikarnar í fólka-
tinginum ella trupulleikarnar
annars.
Møguleiki hevur ikki verið fyri
at føra ein reinan sosialdemo-
kratiskan politikk. Tað er nakað
nytt og heldur ikki fyri teir
flokkar, sum aftan á seinasta val
vístu á eina sosialdemokratiska
stjórn, segði Anker Jørgensen
Men tað eydnaðist sosial-
demokratunum at tryggja, at
útreiðslurnar í teirri búskapar-
ligu kreppuni ikki bert verða
bornar av teimum arbeiðsleysu
ella teimum, sum eru ringast
fyri. Treytirnar fyri hesum koma
at hava ávirkan á sáttmálarnar
millum partarnar á arbeiðs-
marknaðnum, sum síggja
hvussu álvarslig stødan er. Og
stigini, sum tikin eru í teirri
buskaparligu semjuni, hava ikki
havt tey stóru mótmælini við
sær, ti lenmóttakarin hevur
veruliga skilt. hvussu neyðugt
tað var við hesi semjuni
Keypiorkan so
stór sum nakrantíð
Um septembersemjuna í fjør
segði Anker Jørgensen, at enda-
málið við semjuni var rokkið,
um enn ikki heilt.
Tað er eydnast at skera
toppin av arbeiðsloysinum, sum
annars er í stødugari minking,
segði forsætisráðharrin.
Um inntøkupolitikkin segði
hann, at augustsemjan skal
metast út frá teirri búskaparligu
støduni i dag, sum er merkt av
arbeiðsloysi, undirskoti á hand-
ilsjavnanum og inflasjón.
Men semjan í fjør hevdi við
sær, at keypiorkan hetta sein-
asta árið ongantíð hevur verið so
stór sum nú. Arbeiðsloysi er
Jóhan Mortensen
sosialurin
Anker Jørgensen
treytad av altjoda konjukturum
Ti verdur torført at sleppa av vid
tað, áðrenn konjukturarnir aftur
ganga uppeftir. Men tað er
longu við at henda í USA,
Vesturtysklandi og Japan
Undirskotið 10 mia. í år
Undirskotið á danska handils
javnanum í ár verður 10 milli-
ardir kr. Imóti trimum milliard
um í fjør. Peningurin skal læn-
ast úr útlandinum.
Frammanundan hava vit
eina skuld upp á 30 milliardir kr
Men henda skuldin hevði verið
tvær ferðir so stór, um kreppu-
ætlanin ikki varð sett í verk,
segði Anker Jørgensen
Forsætisráðharrin segði, at
tey hægstløntu eru noydd at
góðtaka eina minni hækking,
meðan áhugamálini hjá teimum
lægstløntu eisini skulu verjast.
Lonarhækkingarnar skulu
steðgast m.a. við dýrtiðari-
skoytinum
ØD-ætlanin tann sama
Anker Jorgensen nam eisini við
ta gomlu ætlanina hjá sosial-
demokratunum um figgjarligt
demokrati ØD. Hann segði
at við núverandi floksbýti í
fólkatinginum kann henda ætlan
ikki fremjast
Men okkara ætlan við ØD er
framvegis tann sama. Vit ar
beiða fyri at tryggja lønmot
takarunum veruligan ognarrætt,
segði Anker Jørgensen
jo-mo
småtidindi
innanoyggja
Settir í varðhald
Teir báðir svensku brødurnir, sum vórðu tiknir av politinum í
Havn sunnudagin, eru fongslaðir í ávikavist triggjar og átta
dagar. Annar maðurin, tann 24 ára gamli Rudolf Laritz, hevur
våttad, at hann rymdi úr fongslinum í Norrkoping í Svøriki
saman við ti kenda brotsmanninum Clark Olofsson 18. juli
ár. Clark Olofsson varð stutt eftir handtikin av nyggjum og
fongslaður
Tað var politiið á Seyðisfirði í Íslandi, sum fekk illgruna til
menninar, tá teir skuldu koyra í land av Smyrli, sum var
komin úr Føroyum, og politiið noktaði teimum innferðaloyvi
eftir at hava kannað menninar, sum høvdu våpn og hópin av
peningi uppi á sær. Tað varð avgjørt at senda menninar aftur
til Foroya. og politiið stóð fyri teimum, tá Smyril kom á
Havnina sunnudagin
Á politistødini viðgingu báðir sviarnir, at teir vóru bróður,
og at annar teirra var rýmdur úr fongslinum í Norrkeping
saman við Clark Olofsson. Politiið fann eisini tvær pistólir og
11.000 kr. uppi á mønnunum, sum høvdu folsk pass
Avhoyring var í Førova rætti mánadagin, og dómarin
avgjørdi at fongsla menninar fyribils í åvikavist triggjar og
åtta dagar. Svensku politimyndugleikarnir hava ynskt, at
bådir menninir verda sendir til Svørikis
Førararnir rymdu
Ivey ferðsluóhapp vóru i Havn um vikuskiftið, og í báðum
forum rýmdu ferararnir frá staðnum, har óhappið hendi
Leygarkvoldið stoyttu ein motorsukla og ein bilur saman
uttan fyri Torshøll i Sverrisgøtu. Førarin á motorsukluni
rymdi frá staðnum. Sunnukvøldid stoyttu tveir bilar saman á
Dalavegnum. Báðir bilforararnir rýmdu, men politiið heldur
seg vita, hvørjir teir eru
Annars tók politiið í Havn
við kenning um vikuskiftið
triggjar bilforarar, sum koyrdu
Innbjóðing til filmsstevnu
For-film hevur fingið innbjóðing til at luttaka á einari
filmsstevnu i Portugal í døgunum 16. til 19. september
Innbjóðingin umfatar ókeypis ferð og vistarhald og
fyrivísan av filminum um Feroyar. sum Tór-film við Jens
Paula Heinesen, Eyðun Johannessen og Roland Thomsen
gjørdi í 1975, og sum hevur fingið enska heitið What Makes
The Faroe Islands.
Upptøkurnar lidnar
Upptøkurnar til foroyska sjónvarpsleikin. sum Steinbjørn
B. Jacobsen og Gunnar Hoydal hava skrivað, eru nú lidnar
Upptokurnar eru gjørdar bæði í Foroyum og Danmark. Tær
seinastu upptekurnar eru gjørdar í Danmark í einum studio í
Árhus. Í hesum sambandi hevur ein av leikarunum, Eyðun
Johannessen. verið staddir í Århus tær seinastu triggjar
vikurnar. Hann er júst afturkomin. Eyðun Johannessen
upplýsir. at væntandi verður sjónvarpsleikurin fyrstu ferð
sendur í januar
Tvær ferðir so
stórur vinningur
Høvudsvinningurin, sum verður drigin millum áskoðararnar á
5
Keypsstevnuni í ar, verður tvær ferðir so stórur sum
undanfarnu árini. Keypsstevnan í ár verður
din í døgunum
23. til 26. september, og høvudsvinningurin verður upp á
20.000 kr. Hann verður drigin tann seinasta útstillingardagin
Hans Mortensen, sum fyrireikar KS-stevnuna, sigur, at 30
útstillarar verða á stevnuni, sum annars verður sera
umfatandi. Utstillarar eru fyri tað mesta úr Føroyum, men
eisini úr Íslandi, Noreg og Danmark eru útstillarar
Í sambandi við stevnuna verður ein serligur moguleiki hjá
eysturoyingum at vinna. Við tunnilin í Eysturoynni stendur
ein maður og flýggjar út seðlar, sum eru serligir lutaseðlar í
lutakasti um 5.000 kr., um teir verða latnir inn á stevnuni