leygardagur 11. september 1976síða 7
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 53 — 11. september 1976
>
við tann stóra munin millum
almennar frágreiðingar og tey
veruligi viðurskiftini. Mótmæl-
ini móti persisku keisaravitjan-
ini í Berlin 2. juni 1968 er eitt
domi. Tað var mótsteðan frá
studentunum, sum breyt ta
politisku persónsgeringina —
fyrireikað av myndapressuni og
styrkt av statsligum seremon-
ium — hon gjerdi týðuligan mun
á ti kunngjørda myndatilfari-
num frå eysturlendsku ævintyr-
unum og veruliga leiklutin hja
einum góðum monarki.
Tað vóru studentamótmæli,
sum við konkretum hendingum í
Suður-Afrika, Suður-Amerika
og Eystur-Asien sum grundar-
lag, vístu á fyri pressu, flokkum
og stjórnum, at politiska staðið í
verðinsseguligum samanhangi
er broytt og ikki longur kann
metast út frá teimum grund-
sjónarmiðum, sum í farnu eld —
at uttanrikispolitikkur ikki long-
ur kann forast, sum maktpoli-
tikkur á diplomatiskan og hern-
aðarligan hátt, men sum ein
samfelagspolitikkur umfatandi
alla verdina.
Studentauppreisturin
i Frankariki 1968
I 1968 før fram mikil studenta-
uppreistur i Frankariki. Rørslan
byrjaði sára óskyldiga vid krøv-
um um sterri rættindi á univers-
itetinum.
Neistin, ið ivaleyst birti
brandin, var tendraður, tá stud-
entar í Nanterre mótmæltu at
tað hevði fingið diciplinerar
fylgjur fyri studentar, ið høvdu
luttikið í eini Vietnammótmælis-
gongu. Stutt eftir hesa var ein
sosialurin
onnur mótmælisgonga á Sor
bonne universitetinum í Paris og
krevini vóru tey eftirhondini
klassísku: eina radikala broyt-
ing av galdandi universitetsupp
byggingini.
Fyri at leggja sterri dent á
krevini, mótmæltu studentarnir
í sjálvum forgarðinum á Sor-
bonne. Mótmælisgongan fór
friðarliga fram, men uttan nakra
skiljandi frágreiðing um hví, bað
universitetsrektarin lógregluna
koma at rudda forgarðin. Iva-
leyst var avgerðin tikin í samráð
við innanríkisráðharran. Lóg-
reglan kom og hersetti univers-
itetið fyri fyrstu ferð í søguni.
Higartil hevði tað verið forboðið
og heilt óhugsandi at lógreglan
kom á gátt á universitetunum í
ollum Europa. Hetta var fyrstu
ferð, at politi hevði ruddað
universitetsgarð við makt. Fleiri
fingu snuddir. Aftaná komu
fleiri og størri mótmælisgongur í
lag ymsastaðni í Paris, sum allar
endaðu í Latinarbyarpartinum.
Ímeðan var Sorbonne univers-
itetið stongt, og alt ekið um
universitetið eisini. Studentarnir
kravdu universitetið uppaftur-
latið og lógregluna burtur frá
Latinarbyarpartinum, sum
studentarnir meta sum teirra
egna. Teir samladust vid Sor-
bonne. Og tå tad for at hoyrast
sum slatur at lógreglan hevði i
hyggju at noyda studentarnar
burtur frå Sorbonneøkinum,
fóru studentarnir undir at
byggja vegskansar av bilum og
tílíkum sum var fyri hond. Teir
tóku eisini steinarnar úr veg-
num at hava sum vápn móti
lógregluni.
Skansarnir vóru millum 3,5 og
og4 metur til hæddar. Avgjert
var ikki at leypa á lógregluna,
men at steðga henni á skansun-
um um hon leyp á! At enda fekk
lógreglan boð um at rudda
gøturnar og fáa skansarnar
burturbeindar. Tað óhugnaliga
sum nú hendir er, at lógreglan
fer undir at brúka gasslødingar,
táragass helst eisini gass við
klorlogi hesum avnokta teir
sjálvir, men ymiskt bendir á at
tað veruliga hevur verið brúkt.
Gassið noyddi teir lesandi at
flýggja. Nú setti lógreglan eld á
skansarnar og so kundi sýnast
sum stríðið var av, og student-
arnir høvdu tapt, men tað mundi
ikki fara at vera endaliga úrslit-
ið.
Tað sum gjerdi hesa hending-
ina serstaka áhugaverda, var at
fólk sum heild fóru í part við
studentunum og fordomdu fram-
ferðina hjá lógregluni. Tey blak-
aðu alt meguligt út gjøgnum
vindeyguni eftir lógreglumonn-
unum. Men hesir svaraðu aftur
við at skjóta gassloðingar inn í
íbúðirnar.
Studentarnir royndu at
flýggja, men nú vísti tað seg, at
teirra egnu byrgingar blivu
teimum til hindurs av tí, at teir
hevdu typt vegirnar í báðum
endum. Lógreglan hevði sostatt
allar fyrimunirnar.
Hesa náttina vóru umleið 800
fólk særd, teirra millum 300-400
lógreglumenn. Men stríðið
steðgaði ikki fyri tað, heldur
hinvegin økti henda harða við-
ferð um mótstaðuna frá student-
unum. Tann ungi leiðarin Daniel
Cohn-Bendit, sum tilrættalegði
skansabyggina, og luttók í bar-
daganum til klokkan seks um
morgunin, tá lógreglan hevði
vunnið slagið, segði: >Nú er bert
ein vegur eftir at ganga og tað er
at fara i adalverkfall«. Morgunin
eftir var verkfallið ein veruleiki
við 100% lutteku.
Framhald komandi leygardag
TL AA AAA AA AAA AN AAA ————w—w—wÐ
Framhald frå sidu 3
— Vit royndu at vera nærlagd-
ir, medan vit vandu. Hoyrdu vit
eina góða plátu, so royndu vit at
fáa okkara spæl at líkjast tí á
plátuni sum mest. Eisini lurtaðu
vit nógv eftir tónleiki í radio og
lærdu okkum leg haðani.
Tey fyrstu ljóðferini, Jazz-
band Triumph fekk, vórðu bí-
løgd úr Paris.
— Gjøgnum ein prislista keyptu
vit eitt trummusett og eina
C-saxofon. Klaver var í Klubba-
num frammanundan.
Andreas sigur, at aðru ferð
teir spældu fyri fólki, var til eitt
sokallað »damuball« í Føroya
Banka.
Tað vóru konufólkini, sum
stílaðu fyri. Eg minnist, at
Dagny Mohr var ein av fyrireik-
arunum. Síðani fóru vit av
álvara at spæla til dans hvert
sunnukveld í Klubbanum aftan
á biosýningina.
Okkara uppgáva var eisini at
flyta stólar, og tað gjørdu vit so
skjótt, at sveittin lak úr hverj-
um hári. Harumframt varð
spælt til brúðleyp og veitslur.
Ungir spælimenn
Tað vóru ungir spælimenn í
Jazzband Triumph. Sjálvur var
Andreas ikki eldri enn 16 ár, tá
teir byrjaðu.
Tå gekk eg í realskúla. Tað
var tíðum, at vit spældu til
klokkan fimm, seks um mornar-
nar, og skúlin byrjaði klokkan
átta. Men tað løgdu vit einki i.
Eitt atgongumerki til Gággu-
dans nú og tey árini, Andreas
spældi, kostar eins nógv og teir
fingu fyri at spæla eitt heilt
kveld.
— Tá fingu vit einar 10— 15 kr. í
part, og atgongugjaldið var 1 kr.
fyri konufólk og 1,25 kr. fyri
mannfólk.
Tá Tórshell stóð liðug fór
Gággan úr Klubbanum og niðan
hagar at spæla.
— Har varð spælt til almennan
dans i nøkur ár, men undir
krignum fóru vit at spæla i
Sjónleikarhúsinum, har Gággan
spælir enn.
— Tá varð spælt einar fýra,
fimm ferðir um vikuna fyri
ymsum herdeildum hjá eingilsk-
monnum, og altíð vóru tað tær
somu genturnar, sum vóru við.
Men sunnukvøld varð altíð
spælt til almennan dans.
Sum sild í tunnu
Andreas minnist, hvussu tað var
at spæla undir krignum.
Tá varð blendað fyri vind-
eyguni við tjúkkum plátum.
Eingilskmenn og marinarar
royktu stórar Virginia-sigarir og
roykurin var øgiligur. Eingin
ventilation var heldur, so mang-
an var tað ikki inniverandi.
Fólkið stóð sum sild í tunnu,
men tey stuttleikadu sær ófort.
Tað skuldi eitt sterkt bróst til at
spæla so ofta um vikuna. Ég
minnist, at tá vit spældu eitt
ávíst lag, komu eingilskmenn
ella marinarar við einari whisky -
fløsku upp á pallin til okkara.
Andreas sigur, at tað var eitt
sjáldsama gott vinarlag millum
teirra, sum spældu í Gágguni.
Har kundi av sonnum orðafellið
„en for alle, alle for en« brúkast.
Gággan plagdi eisini at fara út
um landið at spæla til ymsar
samkomur. T.d. varð spælt í
Klaksvík og í Suðuroy. Men
treytin var, at eitt klaver var har
á plássinum, sum spælt varð.
Tað varð ferðast við Sleipner og
Tjaldrinum. Tá útvarpið byrjaði
i 1957 varð onkuntid spælt har
eisini.
Trúlovilsi og giftarmål
— Nú ljóðar, at Sjónleikarhúsið
skal umbyggjast og samstundis
útihýsa Gágguni og eg skilji, at
tað er stór mótsteða í blødunum
ímóti hesi ætlan. Ja, Gággan má
víkja fyri finari tingum, og helst
fara teir at halda uppat, tá teir
ikki sleppa at spæla har longur.
Tað havi eg skilt á lagnum. Men
Gåggan man hava verið orsøkin
til mong trúlovilsini og giftar-
málini gjøgnum tíðina. Í Gåggu
dansi fanst ið hvussu er altíð eitt
høvi til at trúlova seg .....,endar
Andreas Restorff.
Síða 7
stubbar uttaneftir
25% stórri
enn nýtslan
Ráoljuframleiðslan í ellum
heiminum í undanfarna ári
upp á 3,59 milliardir tons
hevur víst seg at verið 25%
nytslan. Hetta
serliga
stórri enn
lutfallið gjørdi seg
Kolkreppa
Samstundis sum orðaskiftið
um atomorku er í hæddini í
Felagsmarknaðinum upplýsir
EF-nevndin, at kolvinnan fer
at minka. og at tað verður
neyðugt at finna nýggj kola-
framleiðslan skal
hædd. sum EF
nám, um
rokka ta
hevur sett.
Roknað verður vid, at kol-
framleiðslan í EF-limalond
unum fer at minka úr 259
miljónum tonsum í fjør til 249
miljónir í 1979. Tað eru
umleið prosent minni
enn tann framleiðsla, sum EF
hevur roknað við at verða í
1985
seks
galdandi í Vestureuropa, har
tey vestureuropeisku olju
reinsiverkini vidgjørdu 1,04
milliardir tons av råolju imoti
einari nytslu upp å 665 milj.
tons, verður sagt í einari
frágreiðing frá oljufelagnum
British Petroleum.
Tapið seks milliardir
Norskir oljuspekulantar hava
mist milliardir av krónum.
Rokningin aftan á tann stóra
eftirspurningin á oljuparta-
brovum í dag ljóðar upp á
seks milliardir. Tað er mun-
urin millum tað virðið, sum
oljupartabrøvini vórðu um-
sett fyri, tá eftirspurningurin
var upp á tað mesta og virðið,
sum tað er gjørligt at keypa
tilik partabrov fyri i dag,
skrivar norska Dagblaðið.
Blaðið sigur, at partabrov-
ini í oljufelagnum Hydro eru
minkað i virði við umleið fýra
milliardum krónum síðani í
januar 1974, tá tey vórðu seld
fyri 1165 kr. Í dag hava tey
eitt virði av bert 265 kr.
Afturgongd
Maðurin her á myndini kann
vísa á eina góða grund fyri, at
hann hevur ein bakspegil á
brillunum. Tað hongur sam-
an við royndum hansara at
seta met i nøkrum, sum er
sera torført at met i:
Tann 81 ára gamli Pennie
Wingo er nú á veg úr San
Fransisco til Los Angeles —
eitt strekki upp á 725 kilo-
metrar. Um nakar framvegis
ivast í seguni, so kann upp-
lýsast, at Wingo í árunum
1931/32 gekk aftureftir frá
Forth Worth í Texas til
Istanbul í Turkalandi. Hetta
er eitt strekki upp á 13.000
kilometrar, sambært bókina
hjá Guiness um ymisk heims-
seta
met.
Ewald spælir
— uttan vindil
Vann kendi fiolspælarin,
Ewald Thomsen, sum saman
við soni sinum Hardy vitjadi í
Føroyvum fyri nøkrum mán
aðum síðani. hevur nógv um
Fedg
arnir spæla javnan til ymsar
at vera í hesum tíðum
heystveitslur í Danmark
Feir eru júst afturkomnir úr
USA. har teir hava luttikið í
200 ára håtidarhaldinum
Sjáldsamt. Men Ewald
Thomsen hevur ongan vindil i
Kanska kemst
trøini aftan fyri
munninum
tað av. at
hann á myndini eru so eldvið-
kvom.