Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-09-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. september 1976síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 søstakirin telf. 11820 — giro 6282725 box 76, 3800 Torshavn Utgevari: Føroya Javnadarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Bladmenn: Johan Mortensen Johnsigurd Johanfesen Prent: Dimmalætting Nýggjur moguleiki BÆÐI TEY høgravendu blødini Dimma- lætting og Dagblaðið — halda á við at skriva um Smiril, og sjálvandi er alt negativt. SEINASTU tíðina hevur Dimmalætting gjort rættiliga nógv burtur úr einum lesarabrævi frá nøkrum svenskum ungfólkum við atfinningum um eitt og annað umborð á Smirli. Blaðið hevur ikki havt minni enn tvær oddagreinir um hetta stóra< mal. DAGBLAÐIÐ er í sinum lagi farið at eyknevna skipið Slúkur. Blaðið sigur, at skipið fyrst av ollum hevur til endamáis at flyta foroyingar av landinum og harvið sleppa landinum av við hartvunnan valuta. ØLL ONNUR vita, at skipið í rættiliga stóran mun hevur flutt íslendingar inn á europeiska meginlandi, og somuleiðis flutt fólk av megin- landinum um Føroyar til Íslands. Og talið av fremmandum, sum við Smyrli hava leitað sær til Foroyar, mann heldur ikki vera so lítið. Men nóg mikið um hetta. AÐURNEYNDU blød tykjast einans at um- boða svartskygni og stuttskygni. Mong onnur duga at síggja ein nýggjan møguleika fyri útflutningi av feskum fiski við hesum skipi. Ein møguleiki, sum kundi givið væl av sær, um hann var útnyttaður. VIÐ HESUM skipasambandi kunnu vit nú avskipa fisk, ið veiddur verður undir Føroyum púra feskan bæði til Onglands og til londini inni á meginlandinum. Hervið kunnu okkara fiski- menn og okkara fiskaútflytarar koma rættiliga við í kappingina. Teir kunnu nú bjóða feskan foroyskan fisk fram í stórum parti av Europa. HETTA VIL SIGA, at fiskur veiddur undir Føroyum týsdag, sum væl isaður verður fluttur til Bergens við Smirli, lættliga kann koma á marknaðin í Hamburg ella Paris friggjadag. Somuleiðis kann fiskur, sum er veiddur undir Feroyum koma á marknaðin í Bretlandi longu mánadag. HER ER VERULIGA talan um nýggjar møguleikar, sum allir foroyingar áttu at sæð og fegnast um, og sum vit ongantið ov skjótt eiga at gera nýtslu av. Tá fara vit eisini at ásanna, at Smiril og skipasambandið við útheimin hevur dugað til annað enn at flyta føroyskan leygardag, valuta út av landinum. HETTA VERÐUR heldur eitt stórt framstig til gagns foroyskan fiskaútflutning. Men sjálvandi má tað taka drúgva tíð at sannfera afturhaldsblødini Dimmalætting og Dag- blaðið um hendan nýggja møguleikan. fyri sosialurin dagbókin Guðstænastur Sunnudagin prædika J. Follend í Rituvik, N. P Danielsen á Strondum og J. Magnussen í Mikladali. Meinigheitshúsið í Havn I kveld kl. 20 fundur, har Ingemann Jørgensen, for- maður í bróðurringinum í Danmark, talar Missiónshúsið við Landavegin Fundur í kveld kl. 20 DMS DMS-fundurin í KFUK verð ur ikki í morgin, men kom andi hósdag Adventista- samkoman Í kvold kl Adventistaskúlanum við 19 benarfundur í Hoyvikstjørn Filadelfia I kvøld kl. 20 talar Knud Ibsen, fyristoðumaður í Tha- bor-samkomuni í Keyp mannahavn. Barnafundur hvert kveld kl. 18. Frelsunarherurin Í kveld kl. 20.30 ungdóms- fundur. Evangeliihúsið Í kveld fundur í Vestmanna kl. 21. Skála Husmødrafelag hevur fund i losjuni i kveld Nr. 54 — 15. september 1976 Kunngerå Tað verður her gjørt kunnugt, at býráðið á fundi hin 9. september 1976 samtykti at Sjårdargøta verður mark millum Tróndar- gøtu og Vardagøtu. Torshavnar byråd 10. september 1976 Kunngerå At roknskapurin fyri 1975/76 hjá Tórshavnar havn er til skjals á býráðsskrivstovuni frå 13. september til og við 30. september í ár verður her gjørt kunnugt. Tórshavnar býráð 10. september 1976. / IVAN JOHANSEN Láarvegur 3800 Tórshavn Halogen-lyktir tlf. 13666 Alt i lyktum frå CIBIE: Tokulyktir, ljoskastar- ar, høvudslyktir til flest øll bilmerkir og eisini til bátar, alt vid halogenljósi. Vit montera meðan tygum bíða. 6 mánaðar garanti borgar fyri góðskuni. TRA D ERLINE X . VIT FERMA hvønn månadag og týsdag hvønn mikudag hvønn hósdag í Alborg í Halmstad í København 2. hverja viku í Larvik (næstu ferð 16/9) 3. hverja viku i Ålesund (næstu ferð primo okt.) 3. hverja viku i Sandnes (næstu ferð 17/9) hverja viku í Blyth (næstu ferð 23/9) TIL FOROYAR FRYSTIKONTAINARIR EINS VÆL OG VANLIGIR KONTAINARIR ERU TOKIR AVGREIDSLUR: Chr. Jensen, tlf N s Traderline, tlf. 203311 København Wilson & Co., tlf. 18135 Halmstad Bugge & Olsen, tlf. 82090 Larvik J. Hagenæs, tlf. 24078 Ålesund I. Schanche Olsen, tlf. 62078 Sandnes W. Harney á Co., tlf. 2331 Blvth 122566 Álborg BOX 17 TLF. 13960 TELEX 81236 TRADER TÓRSHAVN