leygardagur 18. september 1976síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 55 — 18. september 1976
Ásetan av
ráfiskaprísum
Ráfiskagrunnurin virkar eftir tí
logtingslóg, sum var samtykt á
tingi í mai 1975 og sambært
seinni lýsta kunngerð.
Hetta setir åvist mark fyri,
hverjir upplýsingar kunnu latast
frá nevndini, og serliga vidvikir
hetta teimum beinleiðis prísupp-
lýsingum, sum nevndin fær frá
ymiskum fiskaútflytarum.
(Grein 11 í lógini um tegn-
skyldu). Men sum grundregla
undir tí prisåseting, sum fer
fram, liggur, at avrokningar-
prísirnir verða ásettir eftir teim-
um prísunum, sum reelt verða
fingnir fyri tær útfluttu verur-
nar. Hetta merkir, at tað, sum
nevndin roknar upp á, eru tær
kontraktir og aðrar selur, sum
verða gjørdar og sum sambært
skjól kunnu eftirhyggjast og
síggjast at vera bein.
Sum lógin er gjørd verður
gingið út frá einum seluprísi til
åvisan kurs. Frá hesum verða so
eitt rað av ymiskum útreiðslum
tiknar frá. Hesar útreiðslur eru
mettar út frá skjalprógvaðum
upplýsingum (t.d. pakkitilfar,
fraktrata) og har sum prísurin er
cif verður frakt trekt frá og har
sum fob sjálvandi einki, so at
fyri útrokningina er tað tað
sama um cif ella fob verður nýtt.
Viðvíkjandi úrteku pr. kg.
ráfisk er mett eftir kanningum,
men her hevur nevndin júst
avgjort at seta eina meira um-
fatandi kanning í gongd.
Skiftisavlopið (dekningsbi-
drag) varð sett eftir ráfiska-
nøgdini í 1975, sløk 47.000 tons.
Adrenn hetta varð vidgjørt i mai
månada i år fyri komandi år,
høvdu formaðurin i grunninum
og skrivarin (sum er grannskoð-
ari) kanna rakstrarroknskap,
framleiðslu v.m. hjá hóskandi
tali av virkjum.
Sambært reglugerð fyri
nevndina, ger nevndin tað sum
gerast kann fyri at tryggja, at
tey tel, sum verða nýtt til
kalkulering av avrokningarprisi,
eru so haldgóð, sum gjørligt, og
nevnast kann, at nógvar juster-
ingar av ymiskum postum eru
farnar fram tey 5 kvartal,
nevndin hevur virkað.
Stødan er nakað orðvísi, tå
avreiðingarprísir skulu setast.
Mannagongdin er tá, at neyndin
metir um gongdina í avrokning-
arprísinum komandi 4 mánaðir-
nar. Henda meting byggir t.d. í
núverandi føri har prisur er
åsettur fyri tidarskeidid 1. sept-
ember 1976 til 31. januar 1977
upp å upplysingar frå general-
konsulåtinum í New York (Er-
ling Hulgaard, fiskariattache)
og teimum føroysku utflytar
unum, sum hava sølutilbod og
prisupplysingar at geva grunn
inum.
Sidani verdur mett ut frå
veidutølum sama skeiðið árið
fyri, hvussu nógv kann fara úr
grunninum alt eftir hvussu nógv
verður lagt aftrat ymisku av-
rokningarprísunum. Mark er
fyri, hvussu nógv kann leggjast
aftrat prísunum, við tað at
grunnurin hevur eina ávísa negd
av peningi at arbeiða við. Fyri
fíggjarárið 1975/76 er jåttanin
12 mill. tilsamans, herav 4. mill
til tiltaksgrunn.
Í hesum sambandi hevur
nevndin frå Føroya Fiskimanna-
felag fingið upplýsingar um,
hvussu lønarvidurskiftini eru hjá
fiskimonnum umborð á teimum
skipum, sum landa til flakavirk-
ini, og framløgd hava eisini verið
rakstrartøl fyri tey.
Samsvarandi tøl hava ikki
verið at fingið fyri útróðurin,
men arbeiðir nevndin i løtuni vid
at savna hetta tilfar, sum er
rættiliga torført og arbeiðsmikið
at fáa saman. Nevndini er púra
greitt, hvussu staðan er hjá
linuskipunum og ødrum pørtum
av flotanum, og hevur hetta
eisini åvirkan á åsetingina av
avreidingarprisunum
Ymiskir politiskir spurningar í
samband við prisåseting, struk-
turinum í fiskiflota, fiskavirkj-
um og seluliði, og yvirhovur
støduna hjá ávísum pørtum av
føroyska te pe hevur
nevndin, sum nevnd onga møgu
leika, sum åvist frammanfyri at
gera nakað við.
Grundarlagið fyri teimum av-
reiðingarprísum sum nú eru
ásettir at vera galdandi frá 1
okt. til 31. jan. er betri seluútlit
fyri flest ollum týdningarmikl-
um fiskasløgum. To verður
roknað við óbroyttum prísum á
upsa, men tá nevndin kortini
hevur hækka prísin á hesum
fiskaslag er tað við ti í huga at
varðveita áhugan fyri at veiða
onnur fiskasløg enn tosk og
hýsu.
Tórshavn, 11. september 1976
Nevndin fyri Ráfiskagrunnin
Setið sparipening tygara í
FØROYA
SPARIKASSA
— fólksins peningastovn
tað lonar seg
sosialurin
Ítróttur
í morgin
8
Næstseinasti leikdagurin í |
Næstseinasti leikdagurin i 1
deild er í morgin. Å Tvøroyri
skal TB meta IF. Hesin
dysturin kemur at verða av
gerandi fyri hver vinnur
kappingina, um so er at TB
vinnur dystin. Verður javn
leikur kemur TB uppa 19
stig, sum HB eisini kann
koma uppá, um HB vinnur
báðar sínar dystir móti
NSI í morgin og komandi
sunnudag í Havn móti Kl
Tapir TB, sum ikki er útlit
til, hevur TB 18 stig, sum KÍ
eisini kann koma uppá, um
KI vinnur báðar dystirnar
móti VB í Klaksvik og í
móti VB í Klaksvík í
morgin og móti HB í Havn
komandi sunnudag
Kappingin kann avgerast í
morgin, men tað fáa vit ikki
at vita fyrr enn einaferð
seinrapartin
FRAM á
odda í 2. deild
Fótbóltsliðið FRAM er aftur
á odda í 2. deild, eftir at B68
av Toftum tapti seinasta
sunnudag móti MB í Miðvági
1—4, og FRAM vann 3—0
moti TB å Tvøroyri. Tad
kann ikki sigast annnað enn,
at tað er ógvuliga væl klárað
av einum nýggjum líði at
liggja fremst í 2. deild við
møguleika at rykkja upp i 1
deild komandi leikår
Fram spældi mikukvøldid
moti HB. Urslitid var 2— 1 til
Fram
Komandi sunnudag skal
Fram spæla moti B68 i Havn
B68 skal í morgin spæla moti
Royn í Hvalba.
Nummar trý í 2. deild er
MB, sum hevur tveir dystir
eftir at leika í morgin móti
HB í Havn og móti TB í
Miðvági sunnudagin 26
september.
Finala í
3. deild
Í triðju deild eru KI og TB
komin í finaluna. Tveir fin
aludystir skulu spælast.
Tann fyrsti verður spældur á
Tveroyri í morgin og tann
seinri í Klaksvík 3. oktober
*
Síða 5
kring oyggjarnar
Eingin fjarðasild
Fjarðasildin á Skálafjorði-
num er horvin. Á flakavirki-
num á Toftum siga teir, at
tað er nakað síðani nú, at
bátarnir góvust við at seta
sildagørn á fjørdinum. Ann-
ars varð sagt frá nógvari sild
á Skålafjørdinum í summar,
og teir bestu bátarnir av
reiddu upp til hálvt triðja
tons av góðari fjarðasild á
Nyki.
126.000 pund
í triggjar dagar
Flakavirkið á Toftum tók
imoti tilsamans 126.400
pundum fyrstu triggjar dag-
arnar i vikuni. Månadagin
var Hoyvikingur å Toftum
vid 87.000 pundum undan
Foroyum
Mánadagin tók Nykur
annars imóti hesum avreið-
ingum: Safir 2.300 pund,
Broðraberg 2.300, Sjólevan
og Broðraberg ávikavist
2.500 og 2.000 pund
Mikudagin var Safir á
Toftum við 3.800 pundum,
Eydbjørg vid 2.000 og Sjó
løvan 3.500 pundum. Brødra
berg, Volunteer og Sjovar
moy avreiddu åvikavist
3.600: 3.500 og 5.400 pund
Ein opin bátur hevdi 2.600
pund
Klor eldfimt
Klor og sápa blandað saman
eru sera eldfim. Hetta fekk
brandstødin í Havn progv
fyri. eftir at hava gjørt eina
roynd við hesum báðum evn
um blandaðum saman
Brandstødin gjørdi um
dagarnar eina roynd vid teim
um bådum evnunum HTH
Granular dry chlorie og Mini
cept soap. Tad vórðu blandað
umleid try kilo av klori i ein
plastdunk, sum innihelt um-
leið 20—30 ml av sápu. Aftan
á at hava bidad í triggjar
fyra minuttir brast dunkurin,
og eldur kom í. Royndin varð
eisini gjørd við einum oðrum
såpuslag, og hon gav sama
ursiit
Brandstødin sigur, at
svimjihylurin í Havn nýtir
nevnda klorevni, og í einum
skrivi til fútan, sum síðani er
sent bløðunum til kunningar,
ávarar brandsteðin allar
svimjihallir 0.0.. sum liggja
inni við tililkum evnum
Tað er neyðugt, at øll sum
handfara evnið, hava eld
vandan í huga og ansa væl
eftir. at evnið »clor« ikki
kemur saman við sápu, sigur
brandstødin í Havn
Skúvoyingar dåma
båtin væl
Rutuskipid, sum Strand
ferðslan hevur í hyggju at
byggja til Skuvoyarsigling
ina, verður nú endaligt tekn
að á Skála Skipasmiðju
Umboð fyri Strandferðsl
una hava verið í Skúvoy og
lagt tekningarnar fyri bygd
arráðið, sum dámar båtin
væl. Nakrar broytingar skulu
kortini gerast við uppruna
ligu tekningina
Báturin verður um 40 fótur
til longdar og skal kunna
taka 25 ferdafolk og lætta
frakt. Hann verður annars
bygdur eftir sama prinsippi
sum Rytan. Tá tekningarnar
eru lidnar verður byggingin
av bátinum boðin út
Nógvur fiskur
Vælav fiski kom upp á land í
Klaksvík í vikuni. Fimm
bátar avreiddu á Kosavirki
num mikudagin. Brattaenni
heyrði 3.600 pund, Morgun
rodin 2.800, Nestangi 3.000,
Skorhamar 7.600 og Nólsoyar
Påll 3.000 pund
Seks maskinbåtar avreiddu
tilsamans eini 1500 pund å
Køsini mikudagin Lóma
klettur hevði 2.000 pund,
Josef K 1.500. Kyrjasund
2.500, Havila 2.700 og Vik
ingur 7.000 pund