Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-09-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. september 1976síða 2

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Nr. 57 — 25. september 1976 spsíalurin telf. 11820 — giro 6282725 box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: Feroya Javnaðarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmenn: Johan Mortensen Johnsigurd Johannesen Prent: Dimmalætting Ferðsluóhappini FYRI bert nekrum fáum árum síðani, vóru deydsføll av ferðsluóhappum nærum ókent fyribrigdi her á landi, meðan talið av deydsføll- um í ferðsluni tey seinastu árini hevur verið javnt stórt á hvorjum ári. Talið av ferðsluóhappum sum heild, við har av standandi skaðatilburðum, er eisini nógv vaksin og einki er at ivast i, at orsekin til hetta er at finna í ti nógv ekta talinum av akførum og teimum bettu og breiðu vegunum, ið munnu freista mangan bilforaran til at nýta sterri ferð enn ráðiligt er. TEY, sum koyra eftir foroysku landavegunum við hámarksferð vita best, hvussu ofta tey verða tikin aftur og logd aftur um av akførum, ið koyra nógv skjótari enn loyvt er. Tað sama ger seg eisini galdandi í bygdum og økjum, har hámarksferðin einans er 30 km/t, meðan hon er 70 km/t i óbygdum økjum. Menn hava nu tikid seg saman og hava sett å stovn »Rådid fyri ferdslutrygd«. Hetta er uttan iva eitt frålikt og neydugt tiltak og einki er at ivast i, at »Rådid fyri ferðslutrygd< kann gera eitt miðvíst arbeiði fyri at minka um ferðslu- Ohappini. Men hetta er ikki nóg mikið. TAÐ er sjálvsagt, at tann nógva ferðslan og teir bettu vegirnir við har av standandi vandum, eisini setur størri krov til løgregluna. Talið av løgreglumonnum úti í ferðsluni skuldi nátúrliga verðið okt. Men ein hevur varhugan av, at júst tað ovugta er hent tey seinastu árini, nevniliga tað, at logreglumenn í sterri mun eru settir at gera skrivstovuarbeiði ein stóran part av degnum. Vit vilja kortini á ongan hátt geva løgreglumonnunum sjålvum skuldina fyri hetta. HER er veruliga talan um arbeiði, sum ein ella fleiri skrivstovukvinnur høvdu gjort skjótari og helst ikki verri. Tað man tykjast heldur enn ikki marghåttligt, at søkja eftir sera væl- vaksnum monnum við framúr góðum kreftum til at sita aftanfyri eitt skrivstovuborð og gera skrivstovuarbeiði. Tað vildi verið meiri nátúr- ligt at havt útbúgving við maskinskriving til tilikt arbeiði. Vit hava nú yvirtikið postverkið. Somuleiðis er umsitingin av sosialu málunum komin á foroyskar hendur. Og talan er eisini um, at vit skulu yvirtaka umsitingina av skúlanum og heilsuverkinum. Her átti logreglan avgjort at verðið tikin við, soleiðis at vit sjálvir kundu skipa fyri logregluni eftir okkara egnu tørvum. OG TAÐ vildi verið bæði rætt og rímiligt at gjørt tað nú, soleiðis at fólkaflokkurin, sum i síni tíð avreiddi logregluna til danska statin, kundi verið við til at rætta sínar egnu misgerðir. Tað lættir óivað um samvitskuna. dagbókin Guðstænastur Sunnudagin prædika:J. Foll- end á Glyvrum, altargangur, Bergur Jacobsen í Klaksvík, lestur í Havnar kirkju, Hans J. Joensen í Vesturkirkjuni, altargangur, Eivind Vilhelm á Argjum, altargangur, J. Weihe í Sandvik, K. O. Viderø í Hvalba, Martin R. Jacobsen å Leiti, Torkil Bed er i Leirvik, altargangur. Adventista- samkoman I dag kl. 9.30 bibliugransk- ing, sidani gudstænasta vid E. Berg i Adventistaskúla- num vid Hoyvikstjørn Sunnudagin kl. 11 sunnu dagsskúli. Missiónshúsið i Gøtu Heidningamissionstevan vid missionsframsyning, sum byrjadi i gjårkvøldid, endar sunnukveldið. Kristus er svarið Fundarrødin undir hesum heitinum heldur fram í Fugla- firði í kveld og sunnukvøldid. Streingjakórið í Klaksvík o.fl. luttaka við sangi. Norð- mennninir Vilhelm Langemyr og Kaj Tonnesen tala. Brúðieyp Í dag giftast í Ørsted kirkju Anna Krosstein Jacobsen, pleygari úr Klaksvík, og Jørn Biilow, maskinmeistari = úr Middelfart. Adr. Hotel Ast- oria, Banegárdsplads, Køb- enhavn. Lærarastørv Påll Vang er settur lærari við Tveroyrar skúla, Sofus í Selvindi við Stranda skúla og Eyðgerð Katrin Abrahamsen við Fuglafjarðar skúla, oll frå 1. august at rokna. sum Almenn Blåkrosstevna verður i Ungdóms- og Missi- ónshúsinum á Glyvrum kom- andi vikuskiftið. Byrjað verður leygarkvøldid kl. 19.30. Evnið:Ferðsla og alko- hol. Bileftirlitið og løgreglu- maður leggja fyri. Kjak verð- ur um evnið. P. S. Bechmann endar. Sunnudagin kl. 12 verður guðstænasta. Kl. 15.30 bibliutimi vid Høgna Poul- sen, presti. Kl. 19.30 leggur P. E. Bechmann fyri um evnid: Hvørja uppgåvu hevur Blåkross? Johs. Alvheygg endar Fråbodan Allir sjúkrakassalimir í A-bólki eru bundnir til læknan í læknadømi sínum. Í Klaksvík og Tórshavn til læknan, limurin hevur valt. Læknahjálp aftaná kl. 16.00 fyrstu fimm gerandisdagarnar ella leygardag og sunnudag verður ikki goldin av sjúkrakassanum uttan so, at talan er um brádliga ákomna sjúku, sum krevur læknahjálp beinanvegin, sí reglurnar í hovuðssamtyktini $ 11, 3. stk. Limir, ið eru staddir uttanfyri sjúkrakassans oki. fáa einans goldið fyri brádliga åkomna sjúku. Hetta vil siga, at fólk sum fer til lækna uttanfyri dagarbeidstidina ella uttanfyri sjúkr- akassans oki, sjálvi mugu gjalda til læknan um talan ikki er um læknahjálp sum hastar. Meginfelag Sjúkrakassa Feroya Fulltrúi á landsskrivstovuni Starv sum fulltrúi við embætisprógvi er leyst á landsskrivstovuni. Len eftir tænastumanna- lógini ella eftir sáttmála. Umsóknir verða at senda landsstýrinum innan 25. oktober 1976. Føroya Landsstýri er nú eisini at fáa í HOVEDBANEGAARDENS AVISKIOSK Pristøl Pristal Prístal Pristal Prístal Prístal 1], okt. Li. jan 1 apríl ti julí 1 okt Lutfall 1975 1976 1976 1976 — 1976 Breyð og mjal.... 4,39 998 999 100,2 103,1 1035 Kjøt ............ 10,23 100,6 101,0 104,2 108,1 109,8 Fiskur .......... 3,95 992 99,1 101,1 104,4 106,6 Mjólk, fitiv., egg . 10,58 992 992 1001 991 978 Frukt og grønmeti 3,76 1022 878 948 1115 1087 Eplif,.... 1,85 139,2 132,9 227,7 288,9 167,6 Søtmett ......... 0,97 854 896 818 813 8082 Aðrar matverur 0,69 101,8 102,9 104,1 106,4 1091 Drekkavørur ..... 2,77 992 102,4 106,5 108,9 116,2 Tubbakk ........ 3,70 102,1 103,4 104,6 104,8 105,2 Rúsdrekka....... 1,84 100,0 100,0 100,0 110,9 110,9 Klæðir, skógvar .. 10,20 101,6 102,9 104,2 104,7 106,2 Vask og snák..... 3,32 101,3 102,7 103,4 105,5 106,6 Búnvttir......... 8,18 101,4 102,5 1092 111,3 105,3 Olja og ravmagn .. 10,49 105,9 119,3 118,3 113,4 122,5 Byli............. 10,98 1000 980 980 101,1 105,5 Aðrar verur ... 9,04 101,8 104,9 106,7 109,83 111,7 Pristalid 100,0 101,3 102,4 105,4 108,3 108,2