mikudagur 26. juni 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 26. juni 2002
21
Svimjararnir eru væl
fyri, og longu nú hava
seks teirra klárað
kravtíðina til oyggja-
leikirnar næsta ár.
SVIMJING
Páll Holm Johannesen
Tað plagar at vera heldur
soltið við føroyskum met-
um, tá føroysku svimjarar-
nir ikki hava havt oyggja-
leikirnar at síggja fram til.
Tá oyggjarleikirnir bert eru
á øðrum hvørjum ári, hevur
tað verið ein sannroynd, at
svimjararnir ikki hava verið
líka væl fyri, sum tá
oyggjaleikirnir standa fyri
durum. Eftir FM kapping-
ina um vikuskiftið tykist
broyting verða komin í, tí
heili fimm nðggj føroysk
met vórðu sett, umframt
nógv bólkamet.
Útisetarnir væl fyri
Til FM kappingina vóru
Asbjørn Hansen og Eivind
Eysturoy komnir úr Dan-
mark at kappast. Báðir
svimja í Esbjerg, og ikki
kann sigast annað, enn at
væl kom burtur úr. Bæði
Eivind og Asbjørn áttu fýra
av teimum fimm nðggju
metunum. Eivind Eysturoy
setti met í 50- og 100 metur
rygg, og Asbjørn Hansen
setti nðggj føroysk met í
50- og 100 metur firvald.
Í 50 metra frí betraði Ei-
vind sína egnu tíð, meðan
metini í 50-og 100 metra
rygg vórðu tikin frá Dia
Jacobsen. Serliga metini í
50- og 100 metrar rygg
vórðu betrað, har Eivind
tók ávíkavist 50 og 71
hundraðapartar av teimum
gomlu metunum.
Í
firvaldssvimjingini
betraði Asbjørn eisini mun-
andi um gomlu metini. Á
100 metrum svam hann
meira eitt sekund skjótari
enn gamla metið, og á 50
metrum tók hann eisini av
hálvt sekund av gamla meti-
num. Fimta føroyska metið
setti Shaila Millum Garð-
arnar, tá hon á 100 metur frí
betraði
um
metið
hjá
Benthe Sikivat Andersen
við sjey hundraðapørtum.
Eisini unga Malan Mich-
elsen kom heim úr Dan-
mark til FM kappingina, og
hon gjørdi ikki mætari enn
at seta heili átta nðggj met í
sínum aldursbólki.
Seks klár til
oyggjaleikirnar
Hóast oyggjaleikirnir ikki
eru fyrr næsta summar, so
hava seks svimjarar longu
klárað
kravtíðurnar
til
oyggjaleikirnar á Guernsey.
Teir seks svimjarnir eru:
Kristoffur Hentze HS, Ei-
vind Eysturoy HS, Asbjørn
Hansen HS, Benthe Siki-
vat. Andersen TS, Shaila
millum Garðarnar TS og
Malan Michelsen TS. Fyri-
reikingarnar til oyggjaleik-
irnar byrja í august-sep-
tembur, tá venjingin aftur
fer í gongd. Í løtuni eru
nógvir ungir og evnaríkir
svimjarar, og eftir summar-
frítíðina vónar landsliðs-
venjarin, at nakrir av teim-
um royndaru svimjarunum
aftur fara undir at venja, so
landsliðið verður so sterkt
sum møguligt, tá farið
verður undir oyggjaleikir-
nar næsta summar.
Landsliðsvenjarin
væl nøgdur
Landsliðsvenjarin,
Petur
Heðin á Fløtti, er væl
nøgdur við kappingina:
- Hon var væl skipað , og
eydnaðist væl í allar mátar.
Eg eri serliga fegin um, at
tann miðvísa venjingin
hevur givið úrslit.
Petur Heðin á Fløtti vísir
á, at tað er sera óvanligt, at
føroysk met verða sett eitt
ár undan oyggjaleikunum.
Um tað er Íslands- túrurin,
ið er gularótin hjá svimjar-
unum, veit landsliðsvenj-
arin ikki, men hetta sein-
asta árið hevur verið vant
dúgliga, og hetta prógvaðu
góðu tíðirnir um vikuskift-
ið eisini.
Fimm føroysk met sett í FM-kappingini
Føroya Sparikassi og Flogbóltssambandið nýggjan sáttmála
FLOGBÓLTUR
Tíðindaskriv
Flogbóltssamband Føroya
fekk í 1999 beint undan
Oyggjaleikunum á Got-
landi sáttmála við Føroya
Sparikassa. At tað gjørdist
júst Føroya Sparikassi var
ikki so løgið, tí Føroya
Sparikassi stuðlaði Flog-
bóltssambandinum leingi í
80’árunum, og tá ið nýggj-
ur høvuðsstuðul skuldi
finnast, varð fyrst farið til
Føroya Sparikassa.
Við hesum sáttmálanum í
viðførinum varð farið til
Oyggjaleikirnar á Gotlandi,
og úrslit gjørdist óføra gott.
Sáttmálin var fyri alt virk-
semi hjá Flogbóltssam-
bandinum, men búmerkið
hjá høvuðsstuðlinum sæst á
øllum brævbjálvum, bræv-
ørkum,
dómaraseðlum
v.m., og er við í øllum til-
tøkum hjá Flogbóltssam-
bandinum. Hesin sáttmálin
gekk fram til 31.12.2001.
Báðir partar vóru so mik-
ið væl nøgdir við sáttmál-
an, at áhugin at leingja
hann var stórur, og nú er so
nýggjur sáttmáli undir-
skrivaður, og hevur tað
líkasum alla tíðina ligið
klárt, at samstarvið skuldi
halda fram.
Nýggi sáttmálin líkist tí
gamla. Føroya Sparikassi
skal framhaldandi vera
høvuðsstuðul. Búmerkið
hjá Sparikassanum verður
framvegis við í øllum virk-
semi hjá Flogbóltssam-
bandinum.
Nógv ung
Nógv børn og ung spæla
flogbólt, og á hesum øki-
num verður samstarvið
styrkt. Eisini verður sam-
starvið tættari, tá ið talan er
um kappingar og onnur ser-
lig tiltøk. Millum annað
hevur Sparikassin latið til-
far til venjaraskeið, ung-
dómskappingar v.m.
Flogbóltssambandið
væntar sær sera nógv av
nýggju avtaluni. Hon gevur
fíggjarliga nógv av sær og
tryggjar millum annað, at
A-landsliðini kunnu fyri-
reika seg væl til næstu
Oyggjaleikir. Saman við
veddingarpeninginum og
stuðlinum frá løgtinginum
er avtalan við Føroya Spari-
kassa høvuðsinntøkan hjá
Flogbóltssambandinum.
Virksemið hjá Flogbólts-
sambandinum er stórt. U-
18 landsliðini fara í august
til norðurlendska meistara-
skapin. Stig verða júst nú
tikin til at fara undir venj-
ingar við A-landsliðunum
aftur. Í heyst fara U-14 lið-
ini undir sínar venjingar, og
í september verða dómara-
skeið á skránni eins og
venjaraskeiðini eru komin í
fasta legu. Við virksemi
sum hesum er greitt, at
góðir stuðulssáttmálar eru
týdningarmiklir, men hetta
virksemið ger eisini, at
flogbólturin hevur vunnið
seg nógv fram, og er lýs-
ingarvirðið tí eisini økt
munandi.
Nýggi sáttmálin við Før-
oya Sparikassa er galdandi
fram til 31. desember í
2003.
KÍ- sigursrøðin heldur fram
Aftur hetta vikuskift-
ið vundu KÍ kvinnur-
nar úr mótstøðulið-
num, og lítið røkist
fyri, at nakað av hin-
um liðunum klárar at
standa klaksvíks-
kvinnunum kurl.
FÓTBÓLTUR
Páll Holm Johannesen
Nú
landskappingin
hjá
kvinnunum er nærum hálv-
runnin, bendir alt á, at KÍ-
kvinnurnar aftur í ár stevna
ímóti
meistaraheitinum.
Klaksvíkskvinnurnar eru
enn ikki farnar av vølli-
num, uttan at hava ognað
sær trý stig.
Sunnudagin vóru gøtu-
kvinnur á vitjan í Klaksvík,
og botnliðið úr Gøtu varð
sent um fjørðin aftur við
einum stórtapi. KÍ vann
heili 9-2 á GÍ, eftir hálv-
leikstøðuna 5-2. Úr Klaks-
vík verður sagt, at dysturin
var einvegis ferðsla á GÍ-
málið, og sigurin kundi ver-
id væl størri, um KÍ- kvinn-
urnar
vóru
nærlagdari
framman fyri GÍ- málið.
Sjey ferðir Rannvá
Stóri leikarin í Klaksvík
sunnudagin var Rannvá
Andreasen, sum skeyt heili
sjey av teimum níggju
málunum hjá KÍ. Eftir at GÍ
óvæntað legði seg á odda
tíðliga í dystinum, vaknaðu
KÍ kvinnurnar, og løgdu
stórt trýst á GÍ. Trðstið gav
eisini úrslit, tí tá farið var til
hálvleik, var KÍ omaná við
greiðari 5-2 leiðslu. Í trim-
um av málunum í fyrra
hálvleiki, hevði Rannvá
seinasta fót á, meðan Bára
Skaale og Malena Joseph-
sen skutu hini bæði. Málini
hjá GÍ skutu Heidi Jacob-
sen og Hansa Mikkelsen.
Kí helt fram at trýsta GÍ-
liðið í seinna hálvleiki, og
nógvir møguleikar spurdust
burturúr, men vantandi
nærlagni framman fyri GÍ
málinum var høvuðsorsøk-
in til, at sigurin ikki gjørd-
ist uppaftur størri. Úr
Klaksvík frætta vit, at ser-
liga Malena Josephsen var
óheppin við skotroyndun-
um á málið.
Álopsfelagin hjá Malenu,
Rannvá Andreasen, gjørdi
harafturímóti eitt rættiligt
hál
sunnudagin.
Aftrat
teimum trimum málunum í
fyrra hálvleiki, gjørdi hon
øll fýra KÍ- málini í seinna
hálvleiki, og hevur sostatt
lagt seg trygt á odda á mál-
tindinum í kvinnudeildini.
Við greiða sigrinum á GÍ
hevur KÍ nærum tryggjað
sær fyrsta plássið, hóast tad
eru tvey umførð eftir at
leika. B36 hevur enn møgu-
leikan at enda ovast, men
málmunurin er somikið
stórur, at hetta tykist lítið
sannlíkt. Ósigurin í Klaks-
vík sunnudagin hevði við
sær, at GÍ við vissu endar
niðast í 1. deild, og skal nú
leika ein upp- og niðurflyt-
ingardyst ímóti nummar
tvey í aðru deild.
Svimjilandsliðið úttikið
Átta svimjarar sleppa
at royna seg í kapping
í Íslandi í næstum
SVIMJING
Páll Holm Johannesen
Eftir
FM
kappingina
sunnukvøldið,
boðaði
landsliðsvenjarin,
Petur
Heðin á Fløtti, frá, at átta
svimjarar eru úttiknir til
kapping í Íslandi fyrst í juli.
Hópurin telur fimm svimj-
arar úr Havnar Svimjifelag,
tveir úr Tvøroyar Svimjifel-
ag og ein úr Fuglafjarðar
Svimjifelag.
Svimjararnir úr Havnar
Svimjifelag eru Jóannes á
Fløtti, Andrass Thomsen,
Aksal
Holm
Norðfoss,
Kristoffur Hentze og Elisa-
beth Rasmussen. Úr Tvør-
oyrar
Svimjifelag
eru
Benthe Sikivat Andersen og
Sheila millum Garðarnar,
og Karina Petersen úr
Fuglafjarðar Svimjifelag.
Talan er kapping um ís-
lendska meistaraheitið, har
gestasvimjarar úr fleiri
londum eru boðnir vid.
Kappingin
fer
fram
í
Laugardali,
og
svomið
verður uttandura í 50 metra
hyljum. Kappingin verður
um vikuskiftið 5.-7. juli.
21
20
Nr. 119 - 26. juni 2002
Í Hósvík vann HR
tríggjar kappingar, og
samanhaldið og
styrkin í stóra
høvuðsstaðar felagn-
um tykjast vera betri,
enn tey hava verið í
fleiri ár
SIGURSSÆLIR
Jóannes Hansen
Tað er gott lag í Havnar
Róðrarfelag. Tað hevur
gingið væl higartil í ár, og
leygardagin trumfaðu teir í
Álakeri orduliga. Í trimum
av teimum seks FM kapp-
ingunum vóru bátar hjá
Havnar Róðrarfelag fremst-
ir, og at Havnin er so væl
fyri í kappróðri, sum høv-
uðsstaðurin ikki hevur ver-
ið tey seinastu árini, varð
undirstrikað av, at Jarn-
bardur, sum hoyrir til Róðr-
arfelagið Knørr í høvuðs-
staðnum, vann eina av
teimum trimum kappingun-
um, sum HR ikki vann.
– Jú, lagið er gott, og tað
er hugaligt at vera í felagn-
um nú. Leygarkvøldið, tá
bátarnir komu suður aftur,
vóru tað fleiri fólk í neyst-
inum. Vit hava altíð eitt lít-
ið ábit, tá manningarnar
koma aftur, og sjálvandi er
lagið serliga gott, tá tað
eydnast so væl, sum tað
gjørdi hesa ferð.
Tað er skrivaran í Havnar
Róðrarfelag og ein av teim-
um, sum seinastu árini hava
verið hollir stuðlar undir
felagnum, sum vit tosa við.
Hann eitur Rúni Persson.
Í fjør vann Havnarbáturin
allar FM kappingarnar,
men annars stóðu bátarnir
hjá HR seg ikki serliga væl.
Í fyrraárið átti HR ongan
FM vinnara. Í 1999 vann
Ørvur FM, í 1998 átti HR
ongan FM vinnara, í 1997
vann Drekin við dreingjum
FM, og so var tað 1996, tá
HR rættuliga var á aldu-
kambinum, og fýra mann-
ingar hjá teimum vórðu
meistarar: Sílið við gent-
um, Drekin við dreingjum,
Gongurólvur við monnum
og Havnarbáturin.
Hvør er uppskriftin uppá,
at tað nú vignast so væl?
– Einki ávist, men iva-
leyst ein røð av viðurskift-
um, sum hava við sær, at
tað eru okkara manningar,
sum vinna í ár. Marginal-
irnar, sum vit hava saknað
seinastu árini, hava verið
við okkum í ár. Og so hevur
tað stóran týdning, at vit
hava betri tak á venjingini
hjá teimum yngru, enn vit
hava havt seinnu árini.
Hvussu tá?
– Vagnur Michelsen hev-
ur í fleiri ár stimað saman
við Havnarbátinum, tá hann
hevur vant. Undan hesum
kappingarárinum heittu vit
í nevndini á hann um at
stima saman við yngru
manningunum. Tað hevur
hann gjørt, og tað er einki
at ivast í, at ráðini og vink-
ini, sum hann hevur givið
teimum, hava hjálpt væl til,
so vit hava fingið betri
úrslit, enn vit hava havt tey
seinastu árini, heldur Rúni
Persson.
Stór luttøka
Rúni Persson undirstrikar,
at hóast tað úrslitaliga ikki
hevur roynst so væl tey
seinastu árini, sum tað
onkuntíð hevur gjørt fyrr,
so hevur felagslívið í Havn-
ar Róðrarfelag verið gott,
og áhugin fyri at luttaka
hevur verið støðugur.
– At áhugin er stórur sæst
aftur í luttøkutalinum hjá
okkum. Í dreingja– og
gentukappingini eiga vit
tvær manningar í hvørjari –
Drekan og Sílið. Vit hava
ein nýggjan Gongurólv og
so Víking, sum er gamli
Gongurólvur. At siga at
hann er gamal er kanska at
taka í so rívan til, tí tað eru
bara tvey ár, síðani vit
fingu tað 6–mannafarið. Í
hesi vikuni fáa vit eitt nýtt
8–mannafar, og so er tað
Havnarbáturin.
Rúni Persson heldur, at
grundarlagið undir góðu
úrslitunum í ár fyri ein stór-
an part varð lagt í fjør og í
fyrraárið.
– Onkuntíð verða tey
bæði undanfarnu árini í fel-
agnum kallað hálv kreppu-
ár. Havnarbáturin vann
hvørja ferð í fjør, men hjá
øllum hinum manningun-
um gekk tað einki serligt.
Men hóast tað ikki skarst
nakað serligt, so gjørdist
samanhaldið uppaftur betri,
og tað skal til, um úrslit
skulu spyrjast burturúr.
Sígga allar róðrarnar
Rúni Persson hevur verið
virkin í Havnar Róðrarfelag
seinastu 6–7 árini. Eitt árið
róði hann, men síðani hevur
hann verið upptikin av tí,
sum er rundanum. Síðani í
1995 hevur hann tikið
flestu FM róðrarnar upp á
video. Tað eru brot úr hes-
um upptøkunum, sum eru
at síggja í Degi og viku
tíðliga í vikuni (tey eru
fleiri, sum halda, at tað
hevði ikki verið annað enn
rímuligt, at longri brot og
kanska allir róðrarnir á
tamb vórðu vístir).
– Tá vit koma aftur frá
stevnunum verða allir róðr-
arnir vístir í neystinum hjá
okkum. So verður prátað og
mett um, hvussu tað gekst,
og hvat kundi havt verið
øðrvísi, og hvussu tað man
fara at ganga næstu ferð.
Hetta er sera hugnaligt, og
tað er týðuligt, at trivnaður-
in í felagnum er góður. Tað
er týdningarmikið eisini, tá
úrslitini ikki eru tey, sum
man hevði vónað og kanska
eisini roknað við. Tað ræð-
ur um at hava motivatiónina
í ordan, og tað hevur ikki
bilað við tí í okkara felagi,
heldur Rúni Persson.
Fyri fyrstu ferð síðani
2000 var í Hósvík
eingin manning úr
Klaksvík ovast á
sigursskamlinum
SIGURSLEYSIR
Jóannes Hansen
Størstu framgongdina í
kappróðri seinastu tvey
árini munnu klaksvíkingar
hava havt. Í fjør vunnu
tríggjar
manningar
hjá
teimum FM, og tað var
heilt óvanligt, so stórur var
áhugin millum stuðlarnar at
fylgja við og taka ímóti, tá
bátar og manningar komu
aftur av stevnum og søkum
við gulli og skreyti.
Nú hevur ikki hilnast so
væl. Á norðoyarstevnu
vunnu tvær manningar, á
Skálafjørðinum vann ein
manning, og í Hósvík áttu
klaksvíkingar fyri fyrstu
ferð síðani í 2000 onga
manning, sum kom fyrst á
mál.
– Men vit hava ikki mist
mótið, og hóast vit ikki
hava vunnið so nógv í ár, so
halda vit framvegis, at tað
gongur rætta vegin. Hetta
skal skiljast soleiðis, at
meðan vit í fjør bara áttu
triggjar manningar, sum
vunnu, og so onga aðra
manning, sum gjørdi seg
galdandi, so hava vit nógv
størri breidd í ár. Tað hava
úrslitini eisini víst.
Tað er Martin Venned,
sum vit tosa við. Hann hev-
ur ábyrgdina av allari venj-
ingini hjá Klaksvíkar Róðr-
arfelag. Hann er sjálvur við
til at manna 10–mannafarið
Klaksvíking, og hann hevur
gott mót um, at manning-
arnar hjá klaksvíkingum
framvegis kunnu gera seg
galdandi.
– Í fjør vóru tað fyrst og
fremst konufólkini, sum
vunnu. Nú eru fleiri mann-
fólkamanningar
komnar
upp millum tær bestu. Vit
fara á jóansøku við fimm
manningum, sum vit vita
kunnu blanda seg í stríðið
um fremstu plássini. Tað er
sera hugaligt. Um vit fara
at vinna, dugi eg ikki at
siga. Tað valdast um fleiri
viðurskifti, men vit hava
avgjørt møguleika at vera
við í kappingini.
Men tit vunnu nógv í
fjør?
– Kanska onkur helt tað
vera lætt at vinna, tá tað
gekst so væl hjá okkum í
fjør. Eg haldi, at kappingin
er vorðin uppaftur størri,
enn hon var í fjør. Tá rokn-
aðu hini kanska ikki so
nógv við okkum. Tað bar til
at vinna, tí venjingarstøðan
kanska var betri, enn hon
var hjá fleiri av hinum, men
soleiðis er tað ikki í ár. Í
øllum kappingunum eru tað
fleiri manningar, sum eru
sera væl fyri, heldur Martin
Venned.
Manningarnar,
sum
Martin
Venned
hevur
ábyrgdina av, fyrireika seg
til jóansøkuna og til hinar
báðar kappingarnar, sum
framvegis eru eftir, og
Martin heldur, at tað er so
mikið tætt í kappingunum,
at tríggjar av manningunum
hjá Klaksvíkar Róðrarfelag
framvegis hava møguleika
at vinna FM.
– Men so skal væl vita
við. Tað er sera torført at
endurtaka eitt sovorðið
róðrarár, sum manningarn-
ar hjá okkum høvdu í fjør.
Men hugburðurin er góður.
Tú ert ikki bangin fyri, at
tað fer at detta niður fyri
hjá tykkum, nú tað ikki
hevur hilnast so væl í ár?
– Avgjørt ikki. Tey ungu
eru við at koma fyri seg, og
eg ivist ikki í, at kappróður-
in í Klaksvik eisini fer at
hava tað gott komandi
árini.
Havnar Róðrarfelag meiri sigrar enn í seks ár
Klaksvíkingar hava ikki mist mótið
Hóast ongin klaksvíksbátur vann hesaferð, so hevur Martin
Venned gott mót uppá komandi róðrarnar
C
M
Y
K
20