Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. juni 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 - 26. juni 2002 19 Men á málinum var fjarstøðan aftur til Argjabátin so lítil, sum tað ber henni til at vera 8–MANNAFØR Jóannes Hansen Kvívíkingar og argjamenn eru teir einastu, sum kapp- ast um fremsta plássið og harvið sigrarnar. Higartil hevur tað verið sera javnt. Argjabáturin varnn í Klaks- vík, Kvívíkingurin vann í Runavík, og aftur í Sunda- lagnum var Kvívíkingurin fremstur. Men munurin aft- ur til Argjabátin var næstan so lítil, sum tað ber honum til at vera. Argjabáturin var bara 2/25 av einum sekundi aftanfyri Kvívíkingin. Tað ber næstan ikki til at vera meiri spennandi, enn tað var. Kvívíkingurin legði sera bragdliga fyri. Hann stakk seg beinanvegin eitt sindur framum Argjabátin, sum tóktist missa eitt vet í fyrstu tøkunum. Men tað var skjótt, at munurin minkaði niður í lítið og einki. Á tús- und metra málinum var Kvívíkingurin kanska eina hálva bátslongd framman- fyri Argjabátin, men so svaraði Argjabáturin aftur, onkra løtuna minkaði mun- urin niður í ein skut, so økt- ist aftur, men alla tíðina tóktist tað sum um tað var Kvívíkingurin, sum so at siga hevði tak á kappingini. Í endaspurtinum gjørdi Argjabáturin ein orduligan vørr, men tað eydnaðist teimum akkurát ikki at taka Kvívíkingin. Men kapping- in í Hósvík leggur upp til ein spennandi róður í Vági. Tað er synd at siga, at tal- an er um breiða kapping millum 8–mannaførini. Knørrur royndi fyrstu løt- una at fylgja við, men tað var skjótt, at hann dragnaði, og á málinum var munurin fram til Argjabátin út ímóti tveimum bátslongdum. Húsavíkingurin blandaði seg ongantíð uppí, og Ørv- ur, sum luttók fyri fyrstu ferð í ár, var aftastur. Tann báturin er ikki mannaður fyrrenn fyri stuttum. Í dag fær Havnar Róðrar- felag ein nýggjan Ørv. Tað er Sámal Hansen, sum hev- ur smíðað. Tað verður kort- ini ikki við nýggja, men við gamla Ørvi, at Havnar Róðrarfelag fer á jóansøku. Nú skal nýggi báturin smyrjast, pussast, snákast og annars gerast til. Kanska verður hann klárur til vest- anstevnuna, og hann verður í hvussu so er við í kapp- róðrinum á ólavsøku. At gamli Ørvur var við í Hósvík og aftur verður við í Vági er fyri at tryggja nýggja bátinum rættin at taka lut í ólavsøkuróðri- num. Gamla Kvívíkingin ella Kvívíksbátin, sum hann nú verður nevndur, og Nevið Reyða, sum teir í Kapp- róðrarfelagnum NSÍ mann- aðu næstsíðsta vikuskifti, sást einki til í Hósvík. Kvívíkingurin hevði leingi tak á Kvívíkingur dróg longra stráðið á sundalagstevnuni, og hevur lagt seg á odda í samlaðu støðuni Mynd Jens Kristian Vang Men munurin aftur til teir báðar næstu bátarnar var ikki størri enn so, at tað framvegis er møgu- leiki fyri stórari kapping í Vági 6–MANNAFØR MENN Jóannes Hansen Smyril endurtók í Hósvík bragdið, sum hann framdi á Skálafjørðinum. Harvið er lagt upp til ein sera spenn- andi róður, tá 6–mannafør- ini við monnum komandi leygardag fara at kappast á Vágsfirði. Tað hevði verið ein fín reklama fyri kapp- róðurin í Suðuroy, um tað hevði eydnast Smyrli at vunnið í heimasjógvi, og møguleikarnir tykjast vera góðir. Smyril fekk ikki besta startin í Hósvík. Hann átti Páll Fangi, sum vann í Klaksvík. Páll Fangi hevði hug at draga frá hinum bátunum, og tá startspurtur- in var gott og væl av, var munurin aftur til Hvessing, Smyril og Stráluna ein hálv bátslongd. Men á 1000 metra máli- num var púra javnt millum Páll Fanga og Smyril, og á næstu meiri enn fimm hundrað metrunum vóru bátarnir meiri ella minni stavn um stavn. Onkra ferð- ina var Páll Fangi ein hálv- an skut frammanfyri Smyr- il, og onkra ferðina hevði Smyril hug at stinga stavnin framum bátin úr Klaksvík. Í sjálvum endaspurtinum var Smyril drúgvastur, og so var tað merkisvert, at Gongurólvur í endaspurti- num hevði hug at bjóða Páll Fanga av í kappingini um annað plássið. Á máli- num var Smyril eina hálva bátslongd frammanfyri Páll Fanga, og Páll Fangi var eitt sindur styttri enn tað frammanfyri Gongurólv. Tað hevur verið roknað við, at nýggi báturin hjá Havnar Róðrarfelag skuldi gera um seg í ár, men í tveimum teimum fyrstu kappingunum gørdi Gongurólvur einki við Páll Fanga og Smyril. Hesa ferð megnaði Gongurólvur heldur ikki at vinna seg longri fram enn á triðja plássið, men teir vóru tætt- ari við, enn teir hava verið hinar ferðirnar. FM vinnarin frá í fjør og í fyrraárið, Strálan, tykist ikki hava nakran møguleika í ár. Hvessingur, sum vann FM í 1999, hevði onkra løt- una hug til at vera framvið, men í síðstu kappingini var hann ikki nóg drúgvur. Kappingin hjá Hvessingi í FM tykist skula vera við Gongurólv um bronsukrón- urnar – um Gongurólvur ikki fer at gera okkurt heilt álvarsamt við Smyril og Páll Fanga í teimum trim- um kappingunum, sum framvegis eru eftir í hesum árinum. Smyril legði upp til spennandi jóansøku Smyril gjørdist drúgvastur hjá 6 mannaførum á sundalagstevnuni, og lagt er upp til spennandi róður á Jóansøku Mynd Jens Kristian Vang Men Riddarin kom hesa ferð nærri vinn- arabátinum, enn nak- ar hevur verið Jarn- bardi fyrr í ár 6–MANNAFØR KVINNUR Jóannes Hansen Jarnbardur tykist stevna trygt fram ímóti FM heiti- num. Í fjør fóru gullkrónur- nar norður til Klaksvíkar. Jarnbardur vann tær í 2000 og í 1999, og alt bendir á, at kvinnurnar í róðrarfelag- num Knørri aftur í ár fara at vinna gull. Í Hósvík vunnu tær fyri triðju ferð í ár – av trimum møguligum sigrum. Jarn- bardur varð beinanvegin fremstur, og fyri tað mesta snúði kappingin seg um, hvør skuldi vera næst- fremstur. Men á síðsta teininum vóru tær umborð á Ridd- aranum úr Miðvági sera drúgvar. Á málinum var munurin frá Jarnbardi og til Riddaran minni enn ein hálv bátslongd. Og munur- in ímillum teir báðar fremstu bátarnar var væl minni, enn hann var frá Riddaranum og aftur til meistarabátin frá í fjør, Páll Fanga, sum var eina báts- longd aftanfyri Riddaran. Spurningurin er so, um Riddarin fer at megna at gera nakað við Jarnbard í Vági ella kanska, tá næst- síðsta FM kappingin seinni í summar verður í Miðvági. Men higartil hevur eingin megnað at gjørt nakað við Jarnbard. At vinnarabáturin hesa ferð fekk ein kvøkk á síðsta teininum fer ivaleyst at hava við sær, at tær næstu ferð fara at leggja uppaftur meiri fyri, og so skulu tær umborð á Ridd- aranum veruliga vísa, hvør dugur er í teimum. Páll Fangi tykist ikki hava somu ferðina, sum hann hevði í fjør. Tað hevur verið tosað um, at Scilly ferðin hevur havt við sær, at tað so at siga er komið ólag í áralagið. Sammett við í fjør verður róð nógv meiri seigan róður. Hetta siga tær í Klaksvík seg vera greiðar yvir, og undir venjing stríð- ast tær fyri at koma á rætta lagið aftur. Men higartil hevur tað ikki hjálpt so mikið nógv, at tær hava vunnið seg inn á Jarnbard, og tvær tær seinastu ferðir- nar hava tað verið tær um- borð á Riddaranum, sum gott og væl hava vunnið annað plássið. Hvussu tað fer at laga seg seinna helmingin av kapp- ingarárinum fæst fyrsta ábendingin um komandi leygardag, men tað skal framvegis nógv til, áðrenn Jarnbardur verður koppaður av trúnuni, sum hann tykist hava sett seg so trygt í. Jarnbardur heldur ikki tikin í Hósvík Onki røkist fyri, at Jarnbardur verðurr tikin í ár Mynd: Jens Kristian Vang 19 18 Nr. 119 - 26. juni 2002 Neyvan nakrantíð áður hevur kappingin millum 10–manna- førini verið so breið í oddinum, sum hon var í Sundalagnum 10–MANNAFØR Jóannes Hansen Tað er nevyan komið fyri áður, at kappingin um at vinna 10–mannafars róður- in hevur verið so tøtt, sum hon var í Hósvík. Ikki tað at munurin millum fremsta og næstfremsta bátin ikki hev- ur verið minni enn eitt se- kund áður. Men heldur tí at tað á øllum 2000 metra teininum vóru fýra bátar, sum bjóðaðu av í kapping- ini um fremsta plássið, og sum skiftust um at vera fremstir. Í endaspurtinum var Havnarbáturin drúgvastur, og harvið vann báturin, sum í fjør var fremstur í øll- um seks kappingunum, fyri fyrstu ferð í ár. Eysturoy- ingurin, sum vann bæði í Klaksvík og á Skálafjørði- num endaði á fjórða plássi- num. Men hóast hann misti týdningarmikil stig í FM kappingini, so var munurin fram til fremsta plássið ikki stórur. Frá Havnarbátinum og til Eysturoyingin var minni enn ein hálv báts- longd! Tað vil við øðrum orðum siga, at tað á ongan hátt ber til at avskriva Eyst- uroyingin. Við allari virðing fyri kappingarneytunum hjá Eysturoyinginum, so mundi ein av orsøkunum til, at tað hesa ferð ikki royndist so væl vera, at ein av mann- ingini umborð á Eysturoy- ingi alla vikuna undan Sundalagsstevnuni hevði ligið sjúkur. Tað var iva- samt, um hann fór at verða førur fyri at rógva, men hann var við. Sjálvandi var førleikin ikki tann, sum hann hevði verið í hinum báðum kappingunum. Nógvur taktikkur Tá Eysturoyingurin í 1998 og í 1999 var so óførur at vinna allar róðrarnar, vóru sigrarnir ofta sera sannfør- andi soleiðis at skilja, at hann var fleiri bátslongdir undan hinum bátunum, sum kappaðust um næstu plássini. Í fyrraárið var Vestmenn- ingurin FM vinnari, og í fjør vann Havnarbáturin allar róðrarnar. Kappingin higartil í ár hevur verið púra øðrvísi, enn hon var í fjør. Frá fyrsta startskoti- num og inntil síðsta takið í endaspurtinum hevur mun- urin verið so mikið lítil, at tað alla tíðina hevur verið møguleiki fyri, at sigurin kann gleppa oddafiskinum av hondum. Soleiðis var tað eisini í Hósvík. Nólsoyingurin datt bein- anvegin afturav, og á máli- num var hann nógvar báts- longdir aftanfyri hinar fýra bátarnar. Nólsoyingar tykj- ast í ár hava ilt við at standa seg í hørðu kappingini – í hvussu so er á tvey túsund metrum – og tað er alla æru vert, at teir royna at hanga í. Ofta hava vestmenningar roynst illa á fyrsta teini- num. Soleiðis hevur tað ikki verið í ár, og soleiðis var tað heldur ikki í Hós- vík. Vestmenningurin reyk avstað, og hann var leingi fremstur. Men í sjálvum endaspurtinum royndist hann ikki so dyggur sum Havnarbáturin. –Tað sær ógvuliga takt- iskt út, og tá vit rógva 2000 metrar er nógvur taktikkur uppií. Allir bátarnir lúra eftir hvørjum øðrum. Allir royna onkra ferðina at slíta seg leysar av hinum og har- við at koma sær eitt sindur framum og tískil at fáa møguleikan at stýra kapp- ingini, men hinir eru sera skjótir at svara aftur og at køva sovorðin upplop. Hetta eru Magni Brøðrar- berg, bátsformaðurin um- borð á Havnarbátinum, og Martin Venned, sum rør við Klaksvíkinginum og sum er róðrarvenjari í Klaksvík, samdir í. Spurningurin er so, hvør eigur mest eftir í spurti- num, og tá var tað hesa ferð so mikið javnt, at tað næst- an var ein spurningur um, hvør átti síðsta takið. Lærmenninir seta ferðina Sjálvandi var sigurin hjá FM vinnarunum søtur. Tað hevur alla tíðina verið roknað við Havnarbátinum, men teir hava havt ilt við at vinna sær støðuna, sum teir áttu í fjør. – Sammett við í fjør hava vit skift fimm menn út. Tað gjørdu vit eisini undan kappingini í fjør, men tá tóktist tað ikki bila. Ein av frágreiðingunum uppá, at tað hevur verið torførari at vinna í ár, enn tað var í fjør er stutt sagt, at manningar- nar eru javnari, enn tær vóru í fjør. Men vit hava eisini havt torførari við at finna rætta áralagið í ár, enn vit høvdu í fjør. Tað hevur havt stóran týdning, at vit hava skift báðar lær- menninar síðani í fjør. Teir hava sera stóran týdning, tá ferðin ella tempoið skal set- ast. Hetta sigur Magni Brøðraberg. Hann hevur róð síðani 1994, og hann hevur verið umborð á Havnarbátinum síðani í 2000. Hini árini hevur hann sitið í rúminum, men í ár er hann saman við makkara- num, sum hann í fjør hevði í rúminum, fluttur aftur á lærbekk ella aftur har, sum ferðin so at siga verður av- gjørd. Vóru tit greiðir yvir, at tit høvdu vunnið? Vit lógu norðast í felti- num. Tí sóu vit bara Klaks- víkingin. Hann var onkra løtuna frammanfyri okkum, og so var hann aftanfyri viðhvørt. Men vit høvdu kensluna av, at tað var so javnt, at tað var næstan ein spurningur um, hvør skuldi taka síðsta takið. Stýrimað- urin hjá okkum hevði leingi Vestmenningin fremstan. Tað tóktist sum um, at hann misti eitt sindur, áðrenn vit komu til endaspurtin, men so vann hann so mikið nógv aftur á seinastu metr- unum, at tað var ein spurn- ingur, um vit ella vest- menningar vóru fremstir. Tað var sera spennandi, heldur bátsformaðurin um- borð á Havnarbátinum. Scilly órógvar Havnarbáturin vann FM heitið rudduliga í fjør. Tí stóð tað teimum í boði at fara suður á Scilly oyggjar- nar í mai, og hetta var ein avbjóðing, sum teir gleði- liga tóku av. – Tað verður ofta tosað um, um Scilly kappingin er góð ella ikki góð fyri FM kappingina. Vit eru í hvussu so er ikki betri fyri at kappast um FM, enn vit høvdu verið, um vit ikki høvdu havt verið á Scilly oyggjunum. Hví? – Róðrarlagið er heilt øðrvísi. Í Scilly kappingini rógva vit sera seigliga. Vit hava arbeitt nógv við at fáa ferðina upp aftur. Tað hevur gingið striltið, men nú haldi eg, at tað hevur eydnast hjá okkum, sigur Magni Brøðraberg. Teir umborð á Havnar- bátinum fóru undir fyrstu venjingarnar í januar. Í apríl vóru teir nakrar ferðir í Havnarbátinum, árðenn teir fóru av landinum. – Vit vandu næstan í tveimum bólkum – teir sum fóru til Scilly oyggjarnar og so hinir. Tað var neyðugt hjá okkum at rógva í Havn- arbátinum, áðrenn vit fóru avstað. Tað gjørdu vit fyri at styrkja um samanhaldið. Men tað var ikki fyrrenn vit komu aftur til Føroya, at vit rættuliga fóru at venja við Havnarbátinum. Vænta tit at endurvinna FM heitið? – Vit fara at gera okkara besta í kappingunum, sum eru eftir. Hvussu langt tað fer at røkka, fáa vit at síggja. Men tað er so mikið javnt, at tað so at siga er dagsformurin, sum ger av, hvør er fremstur, og hvør verður nummar fýra, heldur Magni Brøðraberg. Havnarbáturin var drúgvastur í framúr kapping Í harðari kapping við Klaksvíksing og Vestmenning, vann Havnabáturin sín fyrsta sigur í ár Mynd Jens Kristian Vang C M Y K 18