Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. juni 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 - 26. juni 2002 17 Havnardreingirnir hava lagt taktikkin eitt sindur øðrvísi. Teir vilja ikki siga, hvat tað er, men hesa ferð hilnaðist tað sera væl 5-MANNAFØR DREINGIR Jóannes Hansen Teir hava gjørt eitt orduligt lop síðstu vikuna. Tað eru havnardreingirnar umborð á Sílinum, sum tað verður sipað til. Á Skálafjørðinum næstsíðsta leygardag vórðu teir kolldømdir. Teir komu næstfyrstir á mál, men teir fingu einki stig. Undir róðrinum fingu teir tvey gul kort, og harvið fingu teir reytt kort og vórðu sjúgvaðir úr kappingini. Tað var ein orduligur frammaná. Í síðstu viku nevndu vit, at teir umborð á Sílinum fingu annað gula kortið fyri mistak í startinum og seinna kortið fyri at hava stýrt skeivt. Tað var tað, sum okkum var upplýst. Men hetta var ikki heilt rætt. Sílið fekk á Skála- fjørðinum tvey gul kort fyri at stýra skeivt. – Vit mugu bara stað- festa, at ta ferðina var okk- ara avrik ikki nóg gott, sjálvt um vit í sjálvum róðrinum vóru frammar- laga. Í síðstu viku vandu vit nógv fyri at fáa stýringina í ordan, og tíbetur eydnaðist tað væl. Tað er bátsformaðurin umborð á Sílinum, sum vit práta við. Hann eitur Jóan Pauli Jensen. Hann er fim- tan ára gamal, og hann er yngsti maður umborð á Sílinum. Hinir eru allir 16 og 17 ára gamlir. Saman við bátsformanninum eru tað tríggir aðrir umborð á Sílinum, sum ikki hava róð kapp áður. Við kiksaranum á Skálafjørðinum og lítlu royndunum í huga er einki at siga til, at teir umborð á Sílinum vóru væl nøgdir eftir sigurin í Hósvík, sum teir siga kom óvart á teir: – Bæði undir venjing og eisini á Skálafjørðinum hildu vit, at báturin gekk væl, men tað var ikki fyrr- enn hesa ferð, at vit rættu- liga fingu úrslit burturúr. Vóru tit greiðir yvir, tá tit komu á mál, at tit høvdu vunnið? – Nei, tað vóru vit ikki. Vit roknaðu við, at vit vóru endaðir á øðrum plássi. Róðursmaðurin hjá okkum helt, at Blikur var framm- anfyri okkum. Tí var tað uppaftur hugaligari, tá vit fingu at vita, at vit høvdu vunnið. Tað var fantastiska stuttligt, sigur bátsformað- urin umborð á Sílinum. Hava tit skift fólk, síðani tað er farið at ganga so væl hjá tykkum nú? – Vit fóru at venja í janu- ar, og vit fóru í bátin í apríl. Síðani tá hava vit verið teir somu, og vit sita í somu plássunum, sum vit hava gjørt alla tíðina. Hvat er tað so, sum hevur havt við sær, at tit nú vunnu? – Eg haldi, at vit hava róð væl alla tíðina. Hesa ferð gekk tað, sum vit alla tíðina hava vilja, at tað skuldi ganga. Av tí at vit onga plasering fingu á Skála- fjørðinum, so lógu vit uttast ella norðastir í Hósvík. Bestu bátarnir liggja í miðj- uni. Tað kann hugsast, at hinir hava ikki orduliga roknað við okkum. Men tað fara teir heilt víst at gera næstu ferð, tí tá verða tað vit, sum fara at liggja í miðjuni, so tá verður tað torført, heldur Jóan Pauli Jensen Vóna tit framvegis, at tað skal eydnast tykkum at vinna FM heitið? – Tað verður sera torført, tí vit hava mist so nógv stig í tveimum teimum fyrstu kappingunum. Men vit taka ein róður í senn, og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at hilnast í samantalda úrslitinum. Um vit skulu verða bestir, so skulu teir, sum í tveimum teimum fyrstu kappingunum vunnu og vóru frammarlaga, ikki fáa so góð úrslit. Vit kunnu gera okkara besta, men vit eru ikki harrar yvir, hvussu tað hilnast hjá hinum bát- unum, sum vit kappast við. Men tað verður sera spenn- andi, heldur bátsformaður- in á Sílinum. Fípan misti Í tveimum teimum fyrstu FM róðrunum vóru tað dreingirnir umborð á Fíp- uni Føgru, sum vunnu. Hesa ferð megnaðu teir ikki meiri enn fjórða plássið. Serliga í startinum hilnaðist tað illa hjá klaksvíks dreingjum. Teir duttu bein- anvegin aftur á fimta ella sætta plássið. So fingu teir takið og vunnu seg samt og javnt fram á triðja plássið, men tað mundi hava ov nógva orkunýtslu við sær, tí í endaspurtinum datt Fípan Fagra aftur á fjórða plássið. Argjadreingir umborð á Bliki vóru leingi rættuliga væl við í kappingini um fremsta plássið. Tá bátarnir komu inn ímóti málinum, tóktist tað sum um, at Blik- ur var fremstur, men sam- bært mál upptøkunum var Sílið 4/25 partar av einum sekundi frammanfyri Blik. Havfrúgvin og Tjaldrið hava undanfarnu árini stað- ið seg eina best í dreingja- kappingini. Í ár hevur ikki hilnast so væl, men á Sundalagsstevnuni vóru ábendingar um, at hesir báðir bátarnir fara at vera við í kappingini í seinnu helvt av róðrarárinum. Havfrúgvin gjørdist numm- ar trý, men munurin fram til Blik var ein bátslongd. Tjaldrið endaði á fimta plássi, og Drekin, sum tókt- ist vera væl við á fyrsta teininum, endaði á sætta plássinum. Sílið burtur úr ongum og á fyrsta plássið Eftir at hava fingið reyða kortið á eystanstevnu, eydnaðist tað hesa ferð hjá Sílinum at vinna dreingjaróðurin Mynd: Jens Kristian Vang Aftur hesa ferð var nýggi báturin hjá Havnar Róðrarfelag langt undan øllum hinum á mál 5–MANNAFØR GENTUR Jóannes Hansen Í flestu kappingunum hevur talan verið um størri og smærri broytingar í teimum trimum stevnunum, sum hava verið higartil. Men í einari kapping er púrt eing- in broyting. Tað er kapping- in millum gentumanningar- nar, sum tað verður sipað til. Sílið var sannførandi í Klaksvík. Sílið var aftur sannførandi í Runavík. Og tá triðja FM kappingin leygardagin var á skránni í Hósvík, var Sílið aftur sera sannførandi vinnari. Tað er sera ilt at ímynda sær annan vinnara í teimum trimum kappingunum, sum eru eftir í hesum róðrarárinum, og harvið kann tað vera so skjótt, at Sílið verður FM vinnari. Hesa ferð var Sílið ikki fremst á fyrstu metrunum. Men tað var skjótt, at tær blandaðu seg upp í kapp- ingina. Fípan Fagra, Ørnin og Blikur hoyra til mann- ingarnar, sum hava vunnið nógv seinastu árini. Hesir bátarnir høvdu hug til at blanda seg uppí, men tá hálvt málið var rógvið, hevði Silið funnið rætta lagið, tær løgdu seg hálva bátslongd framum kapp- ingarneytarnar – um tað ber til at kalla hinar manningar- nar soleiðis – munurin gjørdist skjótt meiri enn eina bátslongd, og á máli- num var Sílið tvær báts- longdir frammanfyri næstu bátarnar. Fípan Fagra fekk gult kort fyri ikki at stýra nóg neyvt, men klaksvíksgent- urnar megnaðu kortini at gerast nummar tvey. Tær vóru kortini í góðari kapp- ing við Blik av Argjum. Argjagentur komu á mál eina hálva bátslongd aftan- fyri Fípuna Føgru. Hav- frúgvin troðkaði seg inn ímillum Blik og Ørnina. Sílið svimur í flokki fyri seg sjálvt Gentumanningin á Sílinum vann triðja róðurin upp í slag Mynd Jens Kristian Vang 17 Nr. 119 • mikudagur • 26. juni 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Eingin mannfólka- manning hevur megnað at vunnið allar tríggjar kapp- ingarnar í ár, men tað hava konufólkini umborð á Sílinum og Jarnbardi KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Tað verður torført at syrgja fyri meiri væl eydnaðari kapprógving enn henni, sum var á skránni í Hósvík leygardagin. Triðja FM stevnan í hesum kappingar- árinum var framúr væl eydnað. Manningarnar, sum tóku lut, geva fyrireik- arunum besta skoðsmálið. Á landi og á sjónum var sera væl fyriskipað, og kappingin varð avgreidd so skjótt, sum tað ber til. Fyrsta startskotið ljóðaði klokkan trý, og klokkuni restaði tíggju minuttir í fimm, tá 10–mannaførini komu á mál. Sammett við undanfarnu kappingarnar var aftur hesa ferð talan um nýggjar vinn- arar. Nú er støðan tann, at í øllum teimum fýra mann- fólkakappingunum hava tað verið fleiri enn ein vinnari. Nýggir vinnarar hesa ferð vóru tvær mann- ingar hjá Havnar Róðrar- felag. Havnarbáturin, sum vann allar róðrarnar í fjør, vann sera spennandi kapp- ingina millum 10–manna- førini, og Sílið við dreingj- um vann kappingina mill- um 5–mannafør. Hjá teim- um var talan um sanna uppreisn, tí Sílið varð kolldømt og fekk tískil einki stig, tá tað næstsíðsta leygardag varð kappast á Skálafjørðinum. Einastu manningarnar, sum framvegis hava vunnið hvørja ferð, eru Sílið við gentum og Jarnbardur við kvinnum. Serliga Sílið var sera sannførandi í Hósvík. Øðrvísi kapping Leygardagin róðu vit fram- undir, at tað kundi fara at vísa seg, at fleiri FM vinn- arar so at siga fóru at verða kosnir komandi leygardag, tá fjórða FM kappingin verður á jóansøku í Vági. Men úrslitini í Hósvík kundu bent á, at tað í flestu kappingunum verður neyð- ugt at bíða inntil í hvussu so er á vestanstevnuni, sum verður í Miðvági 13. juli og kanska inntil á ólavsøku, áðrenn FM vinnararnir verða kosnir. Í fjør vórðu fleiri enn helvtin av FM kappingunum avgjørdar á vestanstevnuni. Higartil hevur verið kappast á fleiri róðrartein- um. Soleiðis verður tað ikki í teimum trimum FM kapp- ingunum, sum eru eftir í hesum róðrarárinum. Í Vági, í Miðvági og á ólav- søku verður bara eitt túsund metra málið rógvið. At tað bara fer at verða kappast á stutta teininum kann hava við sær, at úrslit- ini fara at laga seg heilt øðrvísi, enn tey hava gjørt higartil. Serliga í kapping- unum, har tað framman- undan hevur verið kappast á longru teinunum, er lagt upp til spennandi og kanska øðrvísi kappingar. Her verður hugsað um 6–mannaførini við monn- um, 8–mannaførini og ser- liga 10–mannaførini, har kappingin á longru teinun- um hevur verið tættari, enn hon hevur verið nógvu tey seinastu árini. Í fjør vann Fípan Fagra FM fyri gentur. Tjaldrið vann FM fyri dreingir. Strálan vann kappingina millum 6–mannafør við monnum, Páll Fangi vann kappingina millum 6–mannafør við kvinnur, Nevið Reyða var bestur av 8–mannaførunum, og Havnarbáturin vann FM kappingina millum 10–mannaførini. Í Hósvík var tað av hesum seks manningunum bara Havn- arbáturin, sum vann, og eingin av FM vinnarunum í fjør er fremst í FM kapp- ingini í ár. Tað boðar frá, at tað ikki altíð gongst, sum tað verður roknað við. Tí er einki at ivast í, at tað er lagt upp til ein sera spennandi seinna part av róðrarárinum 2002. Tveir vinnarar afturat vórðu tiknir í Hósvík Úrslitini frá kappróðrinum á sundalagsstevnuni um vikuskiftið 5-mannfør dreingir bátur tíð 1 Sílið 5.05,17 2 Blikur 5.05,21 3 Havfrúgvin 5.08,10 4 Fípan Fagra 5.09,02 5 Tjaldrið 5.09,08 6 Drekin 5.12,20 7 Ørnin 5.18,05 8 Junkarin 5.33,16 6-mannafør, kvinnur 1 Jarnbardur 5.09,00 2 Riddarin 5.10,05 3 Páll Fangi 5.13,07 4 Gongurólvur 5.18,21 5 Víkingur 5.30,08 6 Hvessingur 5.30,23 7 Lómur 5.36,14 8 Snopprikkur 5.39,09 5-mannafør, gentur 1 Sílið 5.15,15 2 Fípan Fagra 5.20,20 3 Blikur 5.21,16 4 Havfrúgvin 5.24,16 5 Ørnin 5.25,17 6 Drekin 5.29,05 7 Tjaldrið 5.30,03 8 Tekla 5.35,12 9 Royndin Fríða 5.43,00 10 Frúgvin 5.43,07 11 Junkarin 5.51,08 12 Dúgvan 5.53,15 13 Firvaldur 6.19,00 6-mannafør, menn 1 Smyril 7.23,18 2 Páll Fangi 7.26,16 4 Sølmundur 7.29,15 5 Hvessingur 7.30,04 6 Strálan 7.34,00 7 Jarnbardur 7.40,08 8 Snopprikkur 7.45,10 9 Hósvíkingur 7.52,17 10 Víkingur 7.52,23 8-mannafør 1 Kvívíkingur 7.07,11 2 Argjabáturin 7.07,13 3 Knørrur 7.13,04 4 Húsavíkingur 7.35,02 5 Ørvur 7.37,18 10-mannafør 1 Havnarbáturin 9.15,10 2 Vestmenningur 9.16,04 3 Klaksvíkingur 9.16,05 4 Eysturoyingur 9.16,10 5 Nólsoyingur 9.38,10 Støðan í FM eftir róðurin á sundalagsstevnuni 5-mannfør dreingir stig stig bátur hesaferð íalt 1 Fípan Fagra 3 17 2 Blikur 5 14 3 Sílið 7 10 4 Tjaldrið 2 10 5 Havfrúgvin 4 9 6 Drekin 1 5 7 Ørnin 1 6-mannafør, kvinnur 1 Jarnbardur 7 21 2 Páll Fangi 4 14 3 Riddarin 5 13 4 Gongurólvur 3 9 5 Víkingur 2 5 6 Hvessingur 1 3 7 Lómur 1 5-mannafør, gentur 1 Sílið 7 21 2 Fípan Fagra 5 14 3 Ørnin 2 11 4 Blikur 4 10 5 Havfrúgvin 3 6 6 Drekin 1 4 6-mannafør, menn 1 Smyril 7 19 2 Páll Fangi 5 17 3 Gongurólvur 4 10 4 Hvessingur 2 10 5 Sølmundur 3 6 6 Strálan 1 4 8-mannafør 1 Kvívíkingur 7 19 2 Argjabáturin 5 17 3 Knørrur 4 12 4 Húsavíkingur 3 8 5 Kvívíksbáturin 3 6 Nevið Reyða 3 7 Ørvur 2 2 10-mannafør 1 Eysturoyingur 3 17 2 Havnarbáturin 7 15 3 Klaksvíkingur 4 13 4 Vestmenningur 5 12 5 Nólsoyingur 2 6 FM-støðan Sundalagsstevnan C M Y K 16