mikudagur 26. juni 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 26. juni 2002
15
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Bankar
skelkaðir
Danski bankaheimurin
er skelkaður eftir eitt
rán í einum banka í
Ålsgårde í Norðursæ-
landi í síðstu viku, har
ein ránsmaður skjeyt og
drap ein mann, sum
royndi at steðga ráns-
monnunum. Ránið í
síðstu viku var tað
triðja í Nordea-bankan-
um í Ålsgårde seinastu
vikurnar.
Í
danska
bankaheiminum verður
nú tosað um, hvat skal
gerast fyri at forða rán-
um.
Meiri olja
Triðja mánaðin á rað
vaks oljuframleiðslan í
OPEC-londunum í mai.
Orsøkin var, at Vene-
suela framleiddi væl
meiri enn vanligt, men
framleiðslan vaks eisini
í øllum hinum londun-
um við undantak av
Indonesia.
Sambært
Middle East Economic
Survey fór framleiðslan
í OPEC-londunum upp
um tær kvotur, sum
londini hava ásett.
Í mai vaks fram-
leiðslan í OPEC-lond-
unum 762.000 tunnur
um dagin upp í 24,9
milliónir tunnur. OPEC
-londini fara á fundi í
dag at taka støðu til,
hvussu nógv tey skulu
framleiða teir komandi
tríggjar mánaðarnar.
Fleiri
ákærur
Størsta svikið við meir-
virðisgjaldi, sum nakr-
antíð er avdúkað í No-
regi, er nú eisini vorðið
ein gøla um fíggjarsvik.
Stjórin á fiskivinnu-
fyritøkuni OK Fish,
Jarle Kvlaheim, varð í
februar dømdur hálvt
áttanda ára fongsul fyri
grovt meirvirðisgjalds-
svik, brot á skattaregl-
urnar og roknskapar-
reglurnar.
Tilsamans
hevði hann svikað fyri
einar
320
milliónir
krónur.
Men málið er ikki
liðugt enn, tí nú hava
myndugleikarnir ákært
fyrrverandi konu stjór-
ans og ein svág hansara
fyri fíggjarsvik. Sam-
bært myndugleikunum
hava tey bæði med-
virkað til at útvega
Jarle Kvalheim vinning
á ólógligan hátt. Verða
tey dømd, kunnu tey fáa
ávikavist níggju og
seks ára fongsul.
Úr Norðurlondum:
Skip á land
Eingin fekk skaða, tá
farmaskipið "Vestland"
fór á land í Trónd-
heimsfjørðinum gjára-
náttina.
Ein sleipibátur skuldi
í gjár royna at toga tað
1388 tons stóra skipið
avaftur. Tað er ikki
greitt, hví skipið fór á
land.
Fáa skeiva
viðgerð
Á hvørjum ári doyggja
umleið 5000 danir, tí
teir fáa skeiva viðgerð á
landsins sjúkrahúsum.
Samstundis vísir tað
seg, at næstan 10 pro-
sent av øllum sjúkling-
um liggja longri á
sjúkrahúsi enn neyðugt,
tí læknar ella sjúkra-
systrar geva teimum
skeivan heilivág, ella tí
sjúklingarnir fáa skeiva
skurðviðgerð.
Danska læknafelagið
ásannar, at hesi tøl eru
alt ov stór, og felagið
mælir myndugleikun-
um tilat gera eina ser-
liga fráboðanarskipan
um tílík mistøk. Tað
skal so bera í sær, at
ábyrgdin verður løgd á
rætta staðið, men at
tann seki í flestu førum
sleppur undan revsing.
Ein tílík skipan ber í
sær, at tað eru bara
ávísir persónar, sum
verða
kunnaðir
um
mistøkini, og teir hava
sjálvandi tagnarskyldu.
Í USA hevur tað víst
seg, at talið á mistøkum
á sjúkrahúsunum mink-
aði 40 prosent, tá ein
tílík fráboðanarskipan
varð sett í gildi.
Skal ein tílík skipan
setast í verk í Danmark,
skal Fólkatingið sam-
tykkja tað.
Skulu hava
hundaloyvi
Tríggir norðmenn hava
nú skotið upp, at fólk,
sum
fáa
sær
ávís
hundasløg, skulu hava
loyvi frá myndugleik-
unum. Teir hava eisini
skotið upp, at fólk, sum
hava fingið dóm í
sambandi við harðskap
ella rúsevni, skulu ikki
fáa loyvi at hava hund.
Hundasløgini, sum
talan er um, eru sjefari,
rottweiler, dobermann
og american stafford-
shire terrier.
Bretska stjórnin er
betur umtókt nú enn
fyri einum mánað
síðani
BRETLAND
Árni Joensen
Ein veljarakanning, sum
blaðið The Guardian hevur
gjørt, vísir, at stjórnar-
flokkurin Labour er nú
tíggju prosent framman fyri
tann konservativa and-
støðuflokkin.
Eygleiðarar í London
vísa á, at undirtøkan hjá
flokkinum er vaksin tvey
prosent hendan seinasta
mánaðin, hóast Tony Blair,
forsætisráðharri
hevur
verið
fyri
atfinningum
seinastu vikurnar.
Kanningin
hjá
The
Guardian
vísir,
at
42
prosent av teimum spurdu
høvdu atkvøtt fyri Labour,
var parlamentsval nú, með-
an 32 prosent høvdu at-
kvøtt fyri teimum kon-
servativu. Í einari tilsvar-
andi kanning fyri einum
mánað síðani fekk Labour
42 prosent og tann kon-
servativi flokkurin 34.
48 prosent av teimum
spurdu siga seg vera nøgd
við politikkin hjá Blair-
stjórnini. 43 prosent eru
misnøgd.
Tað er ein fyritreyt
fyri einari friðarloysn
í Miðeystri, at
palestinar velja sær
annan leiðara, sigur
amerikanski forsetin
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Amerikanski
forsetin,
George W. Bush, hevur nú
almannakunngjørt, hvussu
stjórnin í Washington metir
útlitini fyri varandi friði í
Miðeystri. Tað hendi, tá
forsetin helt røðu uttan fyri
Hvítu Húsini fyrrakvøldið.
Sum væntað boðaði Bush
frá, at USA tekur undir við
hugskotinum um eitt pale-
stinskt ríki, men at tað kann
ikki skipast beinanvegin. Í
røðuni metti forsetin, at eitt
fyribilsríki kann skipast
innan hálvt annaðár, og at
tað endaliga palestinska
ríkið Palestina kann setast
formliga á stovn um trý ár.
Tað, sum vakti størsta
ans, var, at amerikanski for
setin setti sum treyt, at
palestinar fáa sær annan
leiðara fyri Yasser Arafat.
Bush nevndi ikki Arafat við
navni, men tosaði um eina
aðra palestinska leiðslu.
Sjálvur hevur Yasser Ara-
fat ikki gjørt nakrar bein-
leiðis viðmerkingar til røð-
una hjá forsetanum, men í
einari kunngerð frá pale-
stinsku myndugleikunum
stóð, at palestinar eru fegn-
ir um innihaldið í røðuni.
Kravið um, at Arafat skal
frá, varð ikki nevnt í
kunngerðini, men pale-
stinski
samráðingarleið-
arin, Saeb Erekat, segði í
gjár, at Arafat er palestinsk-
ur forseti. Hann helt tað
ikki vera neyðugt at siga
meiri um tað.
ST-aðalskrivarin,
Kofi
Annan, segði í sínari við-
merking gjáramnorgunin,
at hann var fegin um tað,
sum Bush hevði sagt um
eitt palestinskt ríki. Spurd-
ur, hvat hann helt um
kravið um, at Arafatskal
frá, svaraði Kofi Annan, at
tað eru palestinar, sum gera
av, hvør er teirra leiðari.
Politiskir eygleiðarar í
Washington søgdu í gjár, at
røðan hjá Bush var ikki nóg
greið, og at nógvir leysir
endar vóru í henni.
Bush vil hava Arafat
av vegnum
Labour dregur frá andstøðuni
Amerikanski forsetin vil hava palestinar at velja sær annan leiðara fyri Yasser Arafat
Mynd: Reuters
15
14
Nr. 119 - 26. juni 2002
VEIÐUMANNALÍV
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Svalbard, Sosialurin: Utt-
ast í Van Mijenfjørðinum á
sunnarlaga á vesturstrond-
ini á Svalbard liggur Aksel-
oyggin sum ein bylgju-
brótari og letir hendan
fjørðin aftur. Báðumegin
við er smøl sund inn móti
fjarðarørmunum og við
syðra enda býr vágbingurin
Louis Nielsen. Hann hevur
verið kallaður indianska
navnið Hiawatha. Hann
hevur í mong ár verið
veiðumaður á Svalbard og
býr meginpartin av tíðini
einsamallur á hesi oyggj,
har hann serliga livir av at
savna æðudún, reinsa hetta
og selja tað til dýnur og
koddar niðri á europæiska
meginlandinum.
Tað
eydnaðist
ikki
Sosialinum at hitta Louis
Poulsen undir fýra eygum,
meðan vit vitjaðu í seinastu
viku. Onki rutusamband er
við oynna, og tað er bert
hendingaferð at fartur er út,
í samband við okkurt
vísundaligt ferðalag, ella tá
sýslumaðurin er á vitjan
einaferð um árið. Men tað
eydnðist at síggja oynna,
hóast eitt sindur í fjarstøðu.
Sosialurin vitjaði norska
námsbýin Sveagruva, sum
liggur longri inni í fjørðin-
um og á veg heimaftur hag-
ani flugu vit nærhendis
Akseloynni.
Louis er ikki lætttur at
fáa hendur á hesa tíðina.
Æðurnar liggja á og nú er
tíðina at savna dún. Hann er
úti tað eyguni eru opin.
Sosialurin
royndi
alla
seinastu viku og beint áðr-
enn heimferðina tíðiliga
sunnumorgunin eydnaðist
at fáa samband. Telefonin
ringdi og Louis var i hinum
endanum.
"Hvem er det, hvem taler
han med, segði hann á
rámun norðurnorskum og
tað hoyrdist so illa, at drúgv
tíð gekk, áðrenn hann fann
útav at ein føroyingur var í
hinum endanum.Men tá eg
bar ørindi míni um eina
samrøðu, var hann ikki
heilt sinnaður, segði seg
verða illa royndan av tele-
fonsamrøðum við tíðinda-
fólk, men gekk tó við til at
ein minni grein varð skriv-
að í Sosialin, greinin sum
tú situr við nú.
- Eg havi tað gott og líði
onga neyð. Tú má endiliga
heilsa heima í Fø.royum.
Eg havi ikki verið heima
síðan 1994, tá var eg eitt
stutt rend. Tað hevði ikki
verið so galið at verið
heima Føroyum hesa tíðina,
nú er vakurt, sigur hann og
longsul er í røddini, meðan
eitt heglingsæl er um at
køva samrøðuna.
Er tað ikki einsligt at
búgva soleiðis langt burtur
frá fólki?
- Nei slett ikki og so
einsamallur eru eg heldur
ikki. Sig mær, tá tit flugu
yvir her, hvussu sá ísurin út
longur inni í fjørðinum, var
hann minkaður nakað?
Eg hugsaði meg um, tað
hevði eg ikki ordiliga gáa
eftir, men ørmintist okkurt
um, at rennur vóru at síggja
millum stóru ísflakarnar.
Men hvat um hann nú fór í
bátin inn í fjørðin við mín-
um flogræðslumerktu eyg-
leiðingum sum grundarlagi
og kom illa fyri. Eg smekk-
aði til. Jú har var siglandi,
og nýframkallaðu myndir-
nar, sum liggja á borðinum
frammanfyri mær nú með-
an hesar reglur verða skriv-
aðar prógva hetta.
- Sær tú, eg eri slett ikki
so einsamallur. Ein kvinna
úr Sveits kemur at hjálpa
mær at savna dún í summar.
Hon er í Longyearbýnum,
men nú hevur viðrað so illa,
at eg eri ikki sloppin eftir
henni. Eg má fara at ringja
til
flogfelagið
at
vita
hvussu stendur til við
ísinum. So kemur hon við
flogfarið til Sveagruva og
eg kann fara eftir henni við
bátinum.
Irriterandi ísbjarnir
Tað sum ørkymlar Loyis
mest í hesum døgum er ein
ísbjarnamamma við tveim-
um ungum, sum raserar
oynna. Ikki tí hann er
bangin fyri henni, men
heldur tí hann ikki fær hana
í skotmála.
- Kemur hon so nær, so
skjóti eg hana. Hon knúsar
alt fyri sær har hon her.
Hon hevur oyðilagt eina
goymslu av dúni hjá mær
og so rænir hon egg eisini.
Men hon er klók, ella
ræðist hon meg, tí hon
syrgir altíð fyri at vera
somikið langt burtur frá
mær, at eg ikki fái skotið
hana.Ísbajrnir kunnu verða
rættuliga troyttandi og fleiri
eru at síggja á landi í dag, tí
ísurin er minkaður um
summarið og so hava tær
onga aðrastaðni at vera,
sigur Louis Nielsen, eitt
sindur umberandi.
- Eg havi ikki verið mill-
um fólk síðan 25. mai, tá
var eg ein túr í Longyear-
býnum, sigur Louis, sum er
errin av síni oyggj.. Hann
hevur verið í mong á Sval-
bard og helt til fyrr á einum
fjørði longur suðuri, nær-
hendis einum jøkli. Men so
fór jøkulin knappliga at
taka seg fram ,og Loyis
mátti flyta. Hann fekk við
tógvið stríð loyvi at seta seg
niður á Akseloynni. Hon er
friðað og tað var ikki bara
sum at siga tað at fáa loyvi
at byggja. Fólk á Svalbard
eru fegin um at Louis býr á
Akseloynni, tí hann eg
dugnaligur og fer væl um. Í
Longyearbýnum
kennir
ongin Louis, men nýtir tú
eyknavnið Hiawatha, so er
tað hvørt mannsbarn sum
veit hvønn talan er um.
Føroyskur einabúgvi á Svalbard
Frá vinstru: Per Kyrre Reymert, rithøvundur, tosar her við føroyska einabúgvan, Louis Nielsen. Í miðjuni sveitsiska hjálparkvinnan Margrit
C
M
Y
K
14
CENTER FOR
VIDEREGÅENDE UDDANNELSE
V I T U S B E R I N G
VITUS BERING
Center for
Videregående
Uddannelse
HAVNEN 1
DK-8700 HORSENS
TLF. + 45 7625 5000
FAX + 45 7625 5100
CVU@VITUSBERING.DK
WWW.VITUSBERING.DK
Kunningarfundur um tekniskar
útbúgvingar v.m.
Fundurin verður á Hotel Hafnia, Tórshavn
Fulltrúi skúlans Johan Eli Ellendersen
skipar fyri fundinum,
- hittist á tlf. +45 2338 2655
Øll áhugað eru hjartaliga vælkomin.
Eisini verða broytingarnar í
Byggifrøðingaútbúgvingini umrøddar.
Hósdagin hin 27. juni 2002
kl. 19.00
Bygningsingeniør
Bygningskonstruktør
Kort- og landmålingstekniker
Maskiningeniør
IT-ingeniør
Eksportingeniør
Produktionsteknolog
Markedsføringsøkonom
Kunningar-
fundur!
www.vitusbering.dk