Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. juni 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 119 - 26. juni 2002 Nr. 119 - 26. juni 2002 13 Hetta segði norski fiskimálaráðharrin, Svein Ludvigsen, tá ið smoltleiðarin hjá Vestlax, Ragnar Joensen, hevði greitt fiskimálaráðharran- um frá, hvussu frammarlaga smolt- støðin á Hellunum er tøkniliga. Men hetta varð ikki sagt við negativum týdningi ALMENN VITJAN Vilmund Jacobsen Tað vóru tveir væl hýrdir fiskimálaráðharran, Svein Ludvigsen úr Noregi og okkara heimligi fiskimála- ráðharri, Jørgen Niclasen, sum saman við sínum fólki komu í land við gummibát- inum hjá Brimli á Oynd- arfirði mánadagin. Frammanundan vitjanini á Hellunum, har málið var smoltstøðin hjá Laksá, hevði Brimil ført norska fiskimálaráðharran úr Havn og norður til Klaks- víkar, har vitjað varð á Kósini og á einum kryvji- virki. Í Klaksvík tók Jákup Sólstein sær av ferðalag- num. Sosialurin í Saltangará hevði biðið Jørgen Nicla- sen sagt okkum frá, tá ið Brimil fór av Klaksvík á veg móti Oyndarfirði, tí tað er ikki á hvørjum sinni, at ein norskur fiskimálaráð- harri vitjar á Hellunum. Sum sagt, so gjørt. Tískil fekk Sosialurin høvi at vera við, tá ið umboð fyri smolt- støðina vístu Sveini og Jørgeni saman við teirra fólki hesa framkomnu smoltstøð. Norski fiskimálaráð- harrin tóktist sera áhug- aður, og væl lá fyri hjá Ragnari Joensen, smolt- leiðara, at greiða frá tí, teir gera. Niels Dann West, sum er fíggjarstjóri og norðmað- urin, Richard Rognsey, sum saman við einum øðrum er stjóri fyri sjógvalingini hjá Vestlaxi, vóru eisini við hendan dagin. Framvísingin endaði í hølunum, har teldurnar standa, sum stýra øllum virkseminum á smoltstøð- ini. Her segði Svein nøkur orð, og tað skiltist, at hann var hugtikin av teirri tøkni, sum er á smoltstøðini. Hann var eisini hugtikin av, at neyðugt bert er við einum hálvum starvi til tess at fylgja við á teldunum, at alt er, sum tað skal. - Hvat skulu vit brúka fólk til, tá ið teldurnar kunnu gera alt arbeiði, spurdi hann. Niðurstøðan hjá Sveini - í positivum vendingum - var, at smoltstøðin á Hellunum "er en farlig konkurrent" hjá norsku smoltvinnuni. Stóran týdning Svein er eftir øllum at døma dámligur og fyri- komandi maður, og okkara fiskimálaráðharri, Jørgen Niclasen, hevur alt gott at bera honum. Fiskimálaráðharrarnir kennast eftirhondini væl, og líkt var til, at teir eisini "matcha" væl. - Eg haldi, at hesir árligu fundirnir kunnu hava stóran týdning fyri framtíðar sam- vinnuna millum Føroyar og Noregi. Tað er á slíkum fundum og vitjanum, at tey langsiktaðu úrslitini, sum byggja á forstáilsi millum londini, spyrjast. Tey bond, sum soleiðis verða knýtt, hava týdning fyri tær sam- ráðingar, sum í framtíðini verða millum londini um eitt nú fiskirættindi. Jørgen vísir á, at Føroyar og Noregi hava nógv felags áhugamál á fiskivinnu- økinum, og tí er umráðandi, at londini bæði kunnu tosa saman um hesi. Ongar samtyktir Fyrrapartin mánadagin vóru samráðingar millum f iskimálaráðharrarnar saman við embætisfólkum teirra. Svein hevur tvey embætisfólk við sær úr Oslo, og saman við Jørgeni, eru Kaj P. Mortensen og Jens Helgi Toftum. Teir vóru báðir við, bæði í Klaksvík og á Hellunum mánadagin. Fyrrapartin týsdagin hildu samráðingarnar fram, og seinnapartin hendan dagin fóru Svein og hans- ara fólk heimaftur. Jørgen sigur, at teir báðir hava tosað um mong við- urskifti á fiskivinnuøkin- um, sum eru frammi í lond- unum báðum og viður- skifti, sum bæði londini eru partar av. Sum skilst, verða ongar beinleiðis samtyktir gjørdar á hesum fundum millum fiskmálaráðharrarnar, men nógv mál verða umrødd. - Sum heild, eru hesir fundir við til at skapa størri forstáilsi millum londini bæði á fiskivinnuøkinum, sigur Jørgen Niclasen, sum er væl nøgdur við vitjanina hjá Sveini Ludvigsen í Føroyum. Smoltstøðin á Hellunum: »En farlig konkurrent« Nógv er at tosa um inni á smoltstøðini hjá Laksá. Jørgen Niclasen, ein norskur embætismaður og Svein Ludvigsen Mynd: Vilmund Jacobsen "En falig konkurrent", segði Svein, tá ið hann hevði sæð, hvussu frammarlaga smoltstøðin er tøkniliga. Niels Dann, Ragnar, Svein og Richard Mynd: Vilmund Jacobsen Her síggja vit teir tríggjar, sum vístu norska fiskimálaráðharranum smoltstøðina. Niels Dann West, fíggjarstjóri, Richard Rognsey, sum er annar av stjórunum fyri sjógvalingini, og Ragnar Joensen, leiðari fyri smoltalingini Mynd: Vilmund Jacobsen Tveir vælhýrdir fiskimálaráðharrar á Hellunum mánadagin, Svein Ludvigsen og Jørgen Niclasen. Mynd: Vilmund Jacobsen. Føroya Tele er nú komið so mikið langt ávegis við sínum ætlanum at byrja at senda fylgissveina- rásir at eitt dóttur- felag er stovnað, og væntandi trína tjúgu sjónvarpsrásir fram á skíggjanum hjá havn- armonnum, klaks- víkingum og eystur- oyingum í heyst. Enn er ikki vist, hvussu verður við vælum- tóktu TV3 SJÓNVARP Heri á Rógvi Føroya Tele hevur fyri fyrstu ferð sent tíðindaskriv út um teirra ætlanir teirra við gamla Rás Tórshavn. – Føroya Tele hevur gjørt av at stovna eina fyritøku til útbreiðslu av sjónvarps- og útvarpsrásum í Føroyum. Avgerðin merkir, at Føroya Tele fer undir at projektera eitt nýtt digitalt jørðsendi- net, og at eitt dótturfelag verður stovnað at reka virk- semið. Ein verkætlanar- bólkur hevur seinastu mán- aðirnar gjørt ymsar for- kanningar í hesum sam- bandi, skrivar Føroya Tele í tíðindaskrivi. – Miðað verður eftir í fyrstu syftu at gera eitt sendinet, sum røkkur høv- uðsstaðarøkinum, Klaksvík og tí mesta av Eysturoynni. Sum fráliður er ætlanin at byggja netið út til at fevna um onnur øki í landinum. Nýggja netið fer væntandi at kunna bera einar 20 sjónvarpsrásir umframt nakrar útvarpsrásir, skrivar Føroya Tele. Tað verður upplýst, at Føroya Tele í løtuni sam- ráðist við fleiri veitarar av sjónvarps- og útvarpsrás- um. Talan verður um kend- ar og vælumtóktar rásir. Tað vera tjúgu talgild- ar(digitalar) rásir, sum hyggjararnir kring landið kunnu fáa hendur á. Talan verður um sama net, ið fólk í havnini longu kenna frammundan – nevniliga UHF-netið, har vanligar anntennur kunnu nýtast. Fólk mugu tó ogna sær eina SetTopBox til at umgera talgilda signalið til sjónvarpsmyndir. Enn er óvist, um TV3 yvirhøvur verður ein partur av pakkanum, ið Føroya Tele fer at bjóða út í heyst. Ætlanin er at byrja í høv- uðsstaðarøkinum seint í heyst ella tíðliga í vetur. Tøl, ið Toll- og Skatt- stova Føroya hevur roknað út, vísa, at eftirstøðan hjá Tórs- havnar kommunu er góðar átjan milliónir alt í alt. Tað er undir eitt hálvt prosent, og hetta heldur Karsten Hansen vera sera lítið SKATTUR Heri á Rógvi Tað var leygardagin í farnu viku, at vit fyrstu ferð skrivaðu um, at Tórshavnar kommuna hevði sent lands- stýrismanninum við fíggj- armálum, Karsten Hansen, eitt skriv, har kommunan kærdi sína neyð fyri lands- stýrismanninum viðvíkj- andi skattainnkrevjingini, ið Tórshavnar býráð als ikki var nøgt við. Skrivið, sum er endurgiv- ið í fullum líki aðrastaðni á síðuni, hevur Karsten Han- sen móttikið. Hann hevur tó enn ikki viðgjørt skrivið sum so, men hann hevur sett síni fólk ígongd við at rokna út, hvussu stór eftir- støðan er hjá Tórshavnar kommunu. Tórfinn Smith, býráðs- limur, vísti leygardagin á, at skuldin hjá borgarunum til Tórshavnar kommunu í 1997 var 85 mió, og sum tað framgongur í skrivinum til landsstýrismannin, so er støðan ikki vorðin betri. Karsten Hansen hevur lítlan hug at lata skattainn- krevjingina aftur til komm- unurnar. Tað var í 1963, at landið fór undir at krevja skatt inn fyri kommunurn- ar. – Vit hava kannað, hvussu stór eftirstøðan er, og tað er minni enn eitt hálvt prosent. Tað vil altíð vera ein ávís eftirstøða, men undir eitt hálvt prosent er rættiliga lítið, sigur Karsten Hansen, fíggjar- málaráðharri. Í skrivinum vísir Tórs- havnar kommuna á eina umsókn um eftirgeving av skuld. Karsten Hansen vísir á, at tað er bara Tórshavnar kommuna, sum hevur heimild til at geva eina tílíka eftirgeving. Hann veit eisini at siga, at tað í fleiri førum eru fólk – oftani B- skattgjaldarar – sum eru komnir illa fyri, sum skylda nógvan pening. Tað kemur ikki óvart á landsstýrismannin, at Tórs- havar kommuna kemur við hesum skrivinum, tí hann hevur hoyrt okkurt líknandi áður. Men hann er bilsin um tey tøl, ið Tórshavnar kommuna sigur seg vitað, og tí hevur hann fingið kannað, hvussu er við eftir- støðuni. Hann sigur seg annars hava varhugan av, at innkrevjingin virkar væl. Tað er Toll- og Skattstova Føroya, sum hevur roknað út, hvussu stór eftirstøðan er. Sosialurin hevur eisini fingið hendur á útrokning- unum, og tær vísa tøl, sum eru munandi minni enn tey, Tórshavnar býráð vildi vera við, tað vóru talan um. Toll- og Skattstovan hev- ur gjørt upp álíkningar, gjøld og eftirstøður frá 1984 til og við 2000 fyri persónar og feløg. Tað eru persónar, sum eiga nógv tann størsta part- in av eftirstøðuni til Tórs- havnar kommunu. Samlaða eftirstøðan hjá persónum er 17.015.152, 13 kr, og hetta svarar til 0,41% av samlaða álíkningini í tíðarskeiðin- um 1984 til 2000. Fyri feløg er eftirstøðan í pro- sentum eitt lítið vet hægri – 0,44% ella 1.363.116, 02 kr. Hetta gevur eina sam- laða eftirstøðu áljóðandi 18.378.268,15 kr. hjá borg- arum í Tórshavnar komm- unu. Tá er 2001 ikki roknað við, so talan má metast at vera nakað hægri. Tendensurin í tølunum hjá Toll- og Skattstovuni er, at eftirstøðan er vaksandi, men hetta kann skyldast fleiri orsøkum, m.a. eru bæði Argja- og Kollafjarða kommuna komnar uppí høvuðsstaðar kommununa. Eisini skal tað sjálvandi teljast uppí, at við tíðini minkar eftirstøðan væl at merkja. Hvussu er og ikki, so er eftirstøðan fyri 2000 samanlagt 3.506.810,26 kr. Gleðiligt Jan Christiansen, borgar- stjóri í Tórshavn, hevur ikki sjálvur sæð tølini hjá Toll- og Skattstovu Føroya og kann tí ikki gera nakrar serligar viðmerkingar. Hann sigur tó, at hann metir tað sum gleðiligt, um tølini eru so mikið lítil, hóast tað eru nógvar milli- ónir kr. Hann vísir eisini á, at tað er trupult hjá teimum at koma fram til tølini, tí tað er bara Toll- og Skatt- stovan, sum liggur inni við hesum tølunum. – Vit kunnu bert stað- festa, at tað altíð vil vera eitt sindur av skatt, ið vit ikki fáa inn av ymsum or- søkum, sigur Jan Christian- sen. Jógvan Krosslá, formað- ur fyri Kommunusamskip- an Føroya, sigur, at teir sum so ikki hava viðgjørt skatta- innkrevjing í felagnum, men hann sigur seg vita, at talan er um generelt problem, sum tó ongantíð er vorðið staðfest av felagn- um. 20. juni samtyki Tórs- havnar býráð uttan at- kvøðugreiðslu at taka undir við fíggjarnevnd- ini og at senda soljóð- andi skriv til landsstýris- mannin í fíggjarmálum við avriti til landsstýris- mannin í løgmálum og Føroya løgting: Tórshavnar býráð hevur fleiri ferðir gjørt vart við sína misnøgd við innkrevjingina av kommunuskattinum serliga við atliti at, at einstakir skattaborgarar heilt sleppa undan at gjalda skatt og kortini kunnu reka vinnuligt virksemi. Seinast varð gjørt vart við hetta í januar 1999. Ásannast má, at trup- ulleikin ikki er minkað- ur. Kanska heldur tvørt- ur ímóti. M.a. hevur bý- ráðið fingið til viðgerðar eina umsókn frá einum persóni um eftirgeving av skatti o.ø. Býráðið er vitandi um, at persónur- in í fleiri ár hevur rikið persónligt vinnuligt virksemi við góðum inn- tøkumøguleikum. Hóast hetta er skuldin til tað almenna komin uppá áleiði tk.r.1.500. Hetta er tíanverri ikki nakað eindømi. Býráðið átalar harð- liga skeivur gongdina og biður um, at líkningar- myndugleikin, og skatta innkrevjingin verður flutt aftur til kommun- una skjótast gjørligt, stendur at lesa í skrivi til landsstýrismannin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, frá Tórshavnar býráð. Skrivið Karsten Hansen: Lítil eftirstøða 18.378.268,15 kr. er samlaða skattaeftirstøðan hjá borgarum í Tórshavnar kommunu. Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, heldur, at skattainnkrevjingin virkar væl í Føroyum Føroya Tele: 20 sjónvarpsrásir klárar í heyst Í heyst fer Føroya Tele undir at senda sjónvarpsrásir til havnar- borgarar, og restin av landinum kemur skjótt aftaná Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 13 12