Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-10-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. oktober 1976síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 59 — 2. oktober 1976 sosialurin DNS SS RT UU UA AR RL EEN DODO TODO TE A , Nógvir fyrispurningar um Fjarðahúsini Vestmanna Timburhandil framleiðir fýra typu husstøddir, sum kosta millum 180.000 og 230.000 kr Landsbókasavnið undir gangligt tiltak: Framsýning um Heðin Brú Landsbókasavnið fer allan oktober mánaða at hava eina framsýning um størsta prosaskald okkara Heðin Brú ] sum fyri stuttum fylti 75 år A syningint eru allar uppruna bøkur hansara, skaldsøgurnar, stuttsøgusøvnini, umframt nakrar fáar yrkingar. Á sýningini verður eisini høvi at síggja flestu týðingarnar av verkum hansara til onnur mál, umframt tær týðingar, sum Heðin Brú hevur gjert til foroyskt. 5 Tad hava verid rættiliga nogvir fyrispurningar um typuhusini, og framleidslan er farin i gongd, upplysir Vestmanna Timburhandil, sum er farin undir fram- leiðslu av sokallaðum Fjarða-húsum, ið hóska ser- liga væl til føroysk viður- skifti. Talan er um typuhús í fýra ymiskum steddum. Tey eru 92, 113, 116 og 137 kvadratmetrar = í einari hædd, roknað til at seta á kjallarahædd. Grundina skal eigarin sjálvur lata gera, men hann fær ókeypis tekning til grundina frá timburhandlinum. Timburhandilin ger alt Úr Klaksvík: Linuskipini rokfiskiskap 0 tilfarið til húsini klárt at seta upp, meðan Vestmanna Byggivirki stendur fyri uppsetingini. Timburhand- ilin átekur sær eisini at reisa húsini oman á grundina og inniloka tey. Tilfarið til innrættingina verður somu- leiðis latið inn í húsini saman við tekning yvir, hvussu tað kann innrætt- ast. Føroysk framleiðsla A timburhandlinum siga teir, at ætlanin er í mestan mun at brúka føroyska framleiðslu í húsunum, sum t.d. føroysk vindeygu og køkar 0.a. Ætlanin at framleida hus er gomul, og vit halda okkum nú at hava funnið tey typuhúsini, sum hóska til foroysk viðurskifti. Tað verður nógv innflutt av út- lendskum typuhúsum, og endamálið við framleiðsluni er at kappast vid útlending- ar eisini á hesum eki, siga frameliðararnir. Prisirnir fyri tær ymsu støddirnar, umframt grund- stykkjaprisin, eru hesir: 92 kvdr.m.... 180.000 kr. 113 kvdr.m.... 210.000 kr. 116 kvdr.m .... 210.000 kr. 137 kvdr.m .... 230.000 kr. Vestmanna Timburhandil sigur, at teir liggja å somu hædd i prisi sum utlendsku typuhusframleidararnir vid New Foundland Småligur útróður, orsakað av hørdum streymi Um vikuskiftid frættist frå linuskipunum, sum royna vid New Foundland, at tey hava havt rokfiskiskap. Hans Erik hevur stivliga 200 tons inni, Sigurfari 150 og Pison 120 tons. Minni útróður Jákup B, Polarstjørnan og Gerðhamar vóru í vikuni á Klaksvík og landaðu ávikavist 175.000, 164.000 og 126.000 pund av linufiski undan Íslandi til Kósavirk- ið. Teir siga frá smáligum útróðri í Klaksvík í løtuni. Streymurin er harður nú, men tað var nógvur útróð- ur, áðrenn streymurin harðnaði. Avskipingar Tvey skip hava verið á Klaksvík í vikuni og avskip- að. Mikudagin var Icekap á Klaksvík eftir 130 tonsum av flaki til USA, og hosdag- in avskipaði Rúnatindur 40 tons av Kjølbro-trolararnir, Sjúrðarberg, Sundaberg og Skålaberg royna allir eyst- anfyri í løtuni. Sjúrðarberg og Skålaberg hava hvør sini 400 tons inni. Sundaberg hevur 100 tons. Góð undirtøka Tilsamans 500 næmingar hava teknað luttoku Klaksvíkar kvoldskúla vetur. Undirvíst verður í 27 lærugreinum, og ein lærari er til hvorja lærugrein. Hetta er fyrstu ferð, at kvoldskúlin í Klaksvík er komin undir eina sentrala leiðslu. Frammanundan hevur undirvisingin verið meiri tilvildarlig. Leiðari av kvøldskulanum er Eigil Hentze, lærari. Heðin Brú ella Hans Jacob Jacobsen, sum hann veru- liga eitur, er føddur 17. august 1901 i Skålavik. Hann var til skips nøkur år, ådrenn hann for å Føroya Fólkaháskúla. Eft- ir holla útbúgving í jardar- brúki í Danmark, gjørdist hann fyrst hjálparmaður hjá táverandi landbúnað- arráðgevara og seinni tók hann sjálvur við hesum starvi, sum hann hevði til hann fór frá í 1968. Meira um mannin, livs- søgu og skaldskap hansara finna vit í hesum bóka- lista. Føroyskar = bókmentir høvdu verið verri farnar uttan Heðin Brú enn t.d. enskar uttanShakespeare, týskar uttan Goethe, norskar uttan Ibsen. Teir hava so mangar aðrar. Í okkara fámenta skaldskapi er eingin við so stórum episkum gávum og so humoristiskur sum Heðin Brú. Búrtur úr ti besta í gomlu bygda- og bónda- mentanini hevur hann bjargað okkum málbúnað og lívsáskoðan, sum ann- prosa- ars neyvan høvdu verið longur. Sum eingin annar hevur hann í fáum orðum dugað at lýst tann gamla foroyingin, lagnutrugv og álvarsomu virðing hansara fyri undanfarnu ættarlið- unum og sambandið imill- um ættarlidini. Hann hev- ur givið okkum hesar for- fedrar so ljóslivandi, at vit halda okkum altid hava kent teir og »hitan av hondum, ið sleptu«. Heðin Brú er tann sátt ligi frásegumaðurin skemtingarsamur og hitt- inorðaður. Altíð við einum litlum brosi í eygunum. Hendinga væl situr hjá honum. Setningar verða fyndug ordtøk. Serliga er hetta i ti litla av yrking- um, hann hevur latid ur hondum. Hann eigur orð fyri ollum hugtøkum, fyri- brigdum og rørslum. Ikki tilvildarlig = smíðað orð, men málsligan arv heim- anifrå. Hesin móðurmáls- kunnleiki kemur eisini til sín rætt í mongu frálíku týðingum hansara. Við Heðini Brú eru bók- mentir okkara vorðnar ljósari, lættari og livligari.