Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-10-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. oktober 1976síða 11

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 64 — 20. oktober 1976 Up to date bestu eplini — pólsku eplini misjøvn — Tað er einki eplasalg, sum hevur tikið Up to date, burtur- sæð frá onkrum einstøkum ári, sigur Hanus Wardum, leiðari av Royndarsteðini. — Kortini eru tvey sleg av pólskari set, sum fyri fyrstu ferð varð roynd í ár, betur enn Up to date-setin, men tað er tó ikki eftirfarandi, ti setin var ógvuliga vánalig. — Tað er ógvuliga ójavnt, hvussu menn lata at ti pólsku setini, men hon var kortini javnt góð, so hjá teimum tað ikki hevur roynst væl í ár, man tað fara at bera betri til komandi ár, sigur hanus Wardum. Bert eftirlit við útflutn- inginum Up to date-setin hevur verið ógvuliga vánalig tey seinastu trý árini. Í nógvum forum hevur hon verið heilt óbrukilig og lítið og einki er komið undan hjá nógvum. Ein grundin til hetta er, at krevini til innlendis brúkið í Danmark eru nógva ferðir linari enn krevini, sum Statens Plantetilsyn setir til útflutnings- set. Feroyar koma ikki undir útlandi í hesum føri. Hanus Wardum metir, at tað hevði verið stórur munur á setini, um Føroyar fingu utflutningsset. Hann greidir frå, at tad fer ein stórbroyting fram, tá eplini verða flutt úr einum veðurlagi til eitt annað. Á goymslu liggja eplini køligt. Verða tey so send til Feroyar, har veðurlagið kanska er lýggjari, so tola tey ikki broytingina. Hetta hendir, tá spilla frammandundan er í eplunum. Tá eplini liggja á køligari goymslu er torført at meta, um tey eru frisk ella ikki. Goymslurnar ofta ov vánaligar Ein grundin til at setin e vánalig er, at goymslurnar ofta eru vánaligar og at eplini verða keypt ov seint. Hanus Wardum sigur, at tað er av stórum týdningi, at eplini liggja á røttum stað. Tey skulu t.d. liggja køligt, men ikki i trekki, í óbettum kassa og upp frá gólvinum, soleiðis at tey kunnu anda frítt. Vanligastu eplasjúkurnar í Føroyum eru soppasjúkur. Sumstaðni ger eplaállur seg eisini galdandi, meðan eplakreft- in ikki ger nógv um seg. Av samlaða brúkinum av eplum velta feroyingar sjálvir eini 15%. Í ár er rættiliga nógv velt, helst meira enn undanfarnu ár, ikki minst tí prísirnir á eplum fór upp í loft vegna eplatrot vida hvar í Europa Roynd við eplum Royndirnar, sum steðin gjerdi í 1974, vórðu gjørdar við seks eplaslegum: King Edvard, Alp- ha, Primula, Amex, Majestic og Up to date. Setin varð keypt úr Danmark og varð sett niður 29. og 30. apríl. Setin var lítið út- runnin. Slag laltkg Salgsvara Ikki salgs- Lutfalls- Epla- kg vara kg tal stødd King Edvard 55,8 37,2 18,6 49 28 gr Alpha 40,9 34,1 6,8 46 40 gr Primula 68,1 53,9 14,2 71 38 gr Amex 78,2 71,2 7,0 94 78 gr Majestic 65,7 56,4 9,3 74 40 gr Up to date 87,4 75,9 11,5 100 69 gr Urslitid vísir, at Up to date Amex: Hevur medal-langa hevur givid størstu grødina. Næst kemur Ames. Hyggja vit eftir søluvøruni, siggja vit, at munurin millum hesi bædi sløg- ini er minni. Hetta kemur av, at svinni er meira av Up to date (spilla og små eplir). King Edvard og Alpha hava givid litla grødi. Tey liggja nidan fyri helvt av Up to date. Tå id eplini harafturat eru heldur små, og serstkaliga fyri king Edvard er svinnid ogvuliga stort, eru tey ikki kappingarfør vid Up to date og Amex. Primula hevur mestu grødina, men er munurin til Majestic litil. Tad hevur to verið so mikið meiri svinn í Primula, at Majestic hevur meiri av nýtiligum eplum. Tey ymisku sløgini: Up to Date: Brúkar langa vakstrartíð, og nýtt sum etingareplir. Eplini eru hvít og jøvn til støddar. Blóman Er nakað veik ímóti givið triðju meðal- verður er ljósviolet ymiskum sjúkum, so sum epla kreft og sv artaspillu vakstrartið, og verður nýtt sum etingareplir. Jevn og stór eplir, hava stórt turrevnisinnihald og halda sær væl. Eru sterkari ímóti ymiskum sjúkum og immun ímóti eplaáli. Majestic: Hevur nakað styttri vakstrartid. Hvít meðastór epl- ir. Blóman er hvít. Er immun ímóti eplakreft. Svartspilla kann koma á blødkurnar, men sjáldan á sjálv eplini. Primula: Ogvuliga stutta vakstrartíð. Gul eplir og er blóman hvít. Er immun ímóti eplakreft, men ógvuliga veik ímóti svartaspillu bæði á blødk- ur og eplir. Alpha: Brúkar langa vakstrar- tíð. Gul eplir, og er blóman ljóst reyðviolet. Er immun imoti epla- kreft og er sterk ímóti svart- spillu King Edvard: Hevur nokk so stutta vakstrartid. Hvít eplir og er bloman reyðviolet. Kann fáa eplakreft og er eisini nokk so veik imóti svartspillu sosialurin Tulipanir og páskaliljur Skjótast gjørligt, ið ein hevur fingið leykin, eigur hesin at verða pakkaður upp. Leykur, ið verður seinast í september ella fyrst í oktober, eigur at goymast so- leiðis, at hitin ikki fer upp um 17 hitastig. Leykurin skal setast í plantukassar í seinasta lagi 16 vikur áðrenn teir verða drivnir fram. Aftaná at leykurin er plantað- ur, er neyðugt, at leykurin merkir eitt sindur av kulda, og tí eigur hitin í Jørdini (um leykurin er goymdur har) ella í rúminum, i tveir og ein hálvan tíma til triggjar mánaðir, at vera niðan fyri 10 hitastig. Verður leykurin settur í ein kjallara, har hitin er umleið 13 hitastig, so sær út sum, um hann veksur væl, men tá ið ein so fer at dríva hann fram, stødgar vøksturin og ein fær eina virdisleysa vøru. Ein høvudstreyt er, at ein dagliga ansar eftir hitanum. So skjótt sum leykurin hevur sett tyduliga rót, kann ein seta hitan niður í 5—6 hitastig. Er hitin ov høgur, sær ein skjótt, at vøkst- urin ikki verður so sum hann skal. Er hitin í goymslurúminum umleið 13 hitastig, verða spirar- nir longri, enn um leykurin var settur í 9 hitastig, og síðan settur niður í 5 hitastig. Tá ið leykurin verður drivin fram, sæst, at hegur hiti ikki hevur verið góður fyri veksturin, við tað at spirarnir steðga at vaksa. Tå ið hitin liggur um 9 hitastig, verður stívilsi í plant- uni gjørt til sukur, sum síðan verður brúkt, tá id ein drivur leykin fram. Ein hægri hiti fremur ikki eina tilika kemiska reaksjón, og verður tí endin, at leykurin verður rætt viðfarin. Fyri at fáa góða og sterka rót er tað neyðugt, at leykurin verður keyptur goymdur í røttum hitaviður- skiftum, so sum frammanfyri nevnt, nevniliga 9—10 hitastig. Tá ið tað verður kaldari, eigur ein um náttina at seta eina viftu í gongd ella at lata hurðar og vindeygu upp fyri at frísk og køld luft kann koma til. Hevur hitin verið ov høgur í longri tid, so eigur ein at vera varin við at lufta út at byrja við. Best er, um ein kann royna seg við einum ella tveimum kessum fyrst. Um tulipanirnar vísa ov litlan vekst- ur teir fyrstu dagarnar, verður hitin í rúminum, har ein hevur sett royndarkassarnar, settur niður til 12—13 hitastig, og skullu hesir tá eisini standa hálvmyrkt aftur. Tað er altid best at fara undir drivingina av teimum ymisku tulipan-slogun- um við nøkrum royndarkøssum. Royndarstoðin fekk 8.000 leykir úr Hálandi seinast í oktober mánað. Leykirnir vórðu settir í tveimum holdum, 23. til 25. oktober og 5. til 8. novemb- er. Frá ti at vit fingu leykirnar og til teir vóru settir skuldi hitin vera 17 hitastig. Leykirnir vórðu settir í plastikk-kassar, ið tóku 10 leykir hver. Moldin, ið varð brúkt, var >Floralux Sphagnum Veksttorv«, ið inniheldur pr. m': 2 kg NPK-tød, merki B. 5 kg kålkdolomitt, 3 kg råfosfat, 200 gr fritt (mikroevni), pH umleið 5.5 Til tulipanleykir skal moldin hava eitt pH uppå 6.0 til 6.5 Tidindir — ikki årsfrågreiding Royndarstødin hevur nå fingid loyvi til at senda årsfrågreidingina frå 1974 út. Men ikki i tydningi av årsfrågreiding, men sum tidindi frå Royndarstødini. Årsfrågreidingin vard latin landsstýrinum til góðkenningar á våri 1975, men er nåstani latin almenninginum Arsfrågreidingin fevnir um allar tær royndir, sum stød- in lat gera i 1974. Royndir- nar snugva seg um: kålk- royndir i fornum bø, tad- ingarroynd i haga (royndir gjørdar i Sandvik og i Kikrjubø og úrslit av skurð- inum eru sett upp), royndir- nar í vakstrarhúsi við plantum — tomatir, tuli- panir of påskaliljur, crys- antemum, jólastjórnur og soleiðis at tað varð koyrt afturat 6 kg kåldolomitt fyri hvønn m?. Til tess at fyribyrgja ymiskum sopp-sjúkum varð gjørd ein blanding av 200 ge Benlate og 100 litrar av vatni. Ådrenn leykirnir vóru settir í kassarnar, vóru teir lagdir í henda lút í 30 minuttir, og aftaná at teir vórðu settir í kassarnar, vórðu teir eisini vandaðir við hesum sama lúti. Ta ið liðugt var at seta leykirnar, vóru kassarnir settir í kelirúm. Har ska vera myrkt og hitin skal vera javnur alla tíðina og vera 9 hitastig. Vætan skal vera so nær 100% sum gjerligt (luftvætan). Leykirnir skullu hesa tíðina vatnast nógv, soleið- is at moldin altid er gjøgnum- bloytt. Tå id leykirnir aftanå 2 yil 3 månadir hava fest røtur, skal hitin setast niður i 3 til 5 agurkur. Síaðn er ein frågreiding frå isådingini, neyta- og rossasyningunum og neyta- eftirlitinum við fleiri yvirlit- um. Í summar eru ongar royndir farnar fram í vakstrarhúsinum, tí kvali- fiserað hjálp fæst ikki. Teir, sum hava verið á landbún- aðarskúla hava oftast garð- ar sjålvir. hitastig. Av ti at ikki var pláss at driva alt framm í senn, var um helvtin grivin niður úti, til tess at teir ikki skuldu vaksa meiri. Leykirnir, ið skuldu drivast vidari, vórðu síðan settir í vakstrarhúsið, og var hitin um- leið 17— 19 hitastig og luftvætan umleið 90%. Aftaná 2—3 vikur kundi selan av hesi framleiðslu byrja. Slegini, ið roynd vórðu, eru: Charles, Bellona, Topscore, Mirjoran, Prominence, Appel- dorn, Thule, Abbe Pierre, Kees Nelis og Attila. Páskaliljuslagið var Golden Harvester. Kees Nelis, Attila, Mirjoran og Prominence vóru vakrar plantur. Attila var harafturat vælvaksin. Appeldorn var væl- vaksin, men ógvuliga lin við hangandi blødum. Bellona var eisini nakad hangandi og lin.