hósdagur 27. juni 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 120 - 27. juni 2002
Nr. 120 - 27. juni 2002
3
»Títt so fullu teir svensku menn sum
grasið fýkur av gróti«, yrkti Sjóvarbónd-
in tíðliga í nítjandu øld. Við hesi bæði
floygdu og ljómandi málisku sipar hann
til ein gitnan bardaga. Men sum tíðin
gongur, og líggjamaðurin alt oftari sæst
niðri í akrinum, tykist henda myndin eis-
ini at hóska til foldarlívið sum heild. Teir
nýggju, stórkrevnu miðlarnir fáa menn-
iskjuna at hyggja alt meira burtur frá
veruleikanum, og tað mannfall, sum
heldur á - uttan at virða teldu ella
tólmenni - kann tí onkuntíð koma einum
dátt við.
Fyrr í ár andaðist ein av teimum gomlu
skúvingunum, Janus Jensen æt hann,
men hann var kendur bæði í síni
heimbygd og manga aðra staðni sunn-
anfjørðs sum Janus Úti í Stovu. Janus
var, bæði í faðir- og móðurætt, runnin av
slektum, sum vóru gamlar til tað í
Skúvoynni. Treyðugt so, hann hevði
eisini ættfólk uttan fyri oynna, eitt nú í
Húsavík. Tað er merkisvert, at miðskeiðis
í nítj-andu øld fluttu seks eystr-ingar
suður til Skúvoyar, fimm systkin úr
Tjørnu-stovu í Norðragøtu og eitt systk-
inabarn teirra, Poul Høgnesen (1820-96)
úr Lorvík. Langabbi Janusar var hesin
Pól, kendur í Skúgvi sum Lorvíkspól.
Hann bleiv bóndi Uttar í Stovu og var
helst fyrsti handilsmaður í Skúgvi.
Janus, føddur í 1916, var sonur
Antines, bónda Úti í Stovu. Mamma
hansara, Mathea, var úr Garðinum.
Tíggju børn vóru í giftuni, so ivaleyst
hevur húsið verið tungt. Janus var tann
fimti av systkjunum, men sum elsti sonur
festi hann garðin. Hann bleiv bóndi, var
onkuntíð til skips, men búði annars alt
sítt lív suðuri í Skúgvi og gjørdist mein-
kunnugur við oynna, við bø og haga, við
bjørgini og sjógvin.
Tað var eyðkent fyri ta føroysku
bygdina, at - veri hetta hvørvisjón ella
ikki - stórur munur tóktist at vera á hús-
um og ættum. Uttan at taka dagar millum
nakran, so hevði hvør slekt sítt háttalag
og sítt lyndi, eitt sermerki, sum varð
hildið næstan at vera ævinligt, at vera
galdandi fyri bæði farin og komandi
ættarlið. Um Janusar ættfólk Úti í Stovu
varð altíð sagt, at tey - í hvussu er menn-
inir - vóru tigandi. Í dag er lætt at síggja,
at henda regla neyvan hevur fult gildi.
Men Janus Úti í Stovu bregðaði í hesum
ikki burtur úr ætt. Hann var sum heild
fámæltur maður. Tann, sum kom at kenna
hann eitt sindur, skilti skjótt, at hann
eisini var ein maður, sum tíðliga hevði
gjørt sær sínar tankar um tilveruna og um
eitt nú átrúna og samfelag, og at hann -
ivaleyst av hesi grund - í mongum lutum
var íhaldsmaður. Samstundis hevði ein ta
kenslu, at djúpt í huganum á hesum
manni var ein grund, sum var føst og
trygg, men sum fáur - kanska eingin -
kom at kenna. Hetta hevði við sær, at
Janus - blíður og høviskur sum fáur - iva-
leyst uttan at vita av tí var umgyrdur av
ein tign, sum nam við øll, sum komu
honum nær.
Undirritaði búði saman við foreldrum
og systkjum suðuri í Skúgvi frá 1944 til
1956. Skyldskapur hevði við sær, at vit
komu at hava nógv samband við tey Úti í
Stovu. Janus var giftur við Paulinu, dótt-
ur Emil Smith (av Rananum í Trongis-
vági) og Hannu, úr Skálagarði í Skúgvi.
Paulina, sum enn er á lívi, var Jan-usi ein
góð kona, røsk, hjartagóð og blíð sum
fáur. So mikið nógv samband var millum
húsini, at tað var mest at kalla vinskapur.
Hetta sambandið helt fram, eftir at vit
vóru flutt til Havnar. Ár og aldur krevja
sítt, sum ættir nørast, verður gloppið
millum gøturnar størri, men hóast sam-
bandið var minni tey seinnu árini, vistu
vit altíð av hvørjum øðrum.
Tær ferðirnar, vit vitjaðu suður aftur til
Skúvoyar, stóðu húsini hjá Janusi og
Paulinu altíð opin, blíðskapurin var hin
sami. Onkuntíð høvdu vit fremmant fólk
við okkum. Merkiligt var at síggja,
hvussu Janus - hesin hóvliga bygdamað-
urin, heilur í hugsan og medferð - uttan at
vita av tí kundi bergtaka fólk, sum at
kalla bara vóru von við tað meira tún-
kvika, roksuta fólkaslagið, sum eyð-
kennir stórbýin. Eyðkent fyri Janus var,
at hann - sum summi í hansara ætt - var
skemtingarsamur av lyndi á ein serligan
hátt. Skemtið lá ofta fjalt undir onkrari
hóvligari viðmerking ella onkrum
álvarsorði, men tann, sum dugdi at lurta,
ansaði eftir tí.
Undirritaði er ikki tann rætti at greiða
frá Janusar lívi, hetta gerst bara av fólki
við kunnleika og royndum úr hansara
bygd. Nevnt eigur kortini at vera, at
Janus í mong ár var ein av teimum føstu
sígingarmonnunum í Skúgvi. Eins og
Antines var hann deknur, og eg haldi meg
vita, at hann sat eitt skifti í forstandar-
skapinum, sum tað tá varð rópt. Janus var
skilamaður, róligur, við óvanliga góðum
nervum, kvikur og snarráðin, tá ið
kravdist.
Viðhvørt kann tað tykjast, sum for-
sjónin hugsar seg væl um, áðrenn byrðar
verða lagdar á foldarbúgvan, og ofta er
tað tá tann prúða og sterka eikin, ið má
taka tøkini. Ongin grund er til at fara í
staklutir, men um Janus Úti í Stovu
tykjast hesi orð úr Gongurólvs kvæði at
hóska: »Hann sum í míni fótspor stígur,
lær ikki alla tíð«. Janus hoknaði ikki,
hóast fáur - ella eingin - man vera mentur
at gruna, hvat fór fram í sálardýpinum.
Og vist er, at tað neit - eisini í hjørtunum
á fjarstøddum ættfólki - líkasum gleðin
var stór, tá fuglar komu aftur við
»grønum leyvi í nevi«.
Letur ein hugan reika aftureftir, kanska
til farnar øldir, so vóru helst fleiri og
merkiligari skeiðir at velja ímillum fyrr, í
skaparans stóru stoypistovu. Nú menn-
iskjan nærkast nøkrum, ið kann minna
um allvald (um tað ikki er tað, sum
grikkar róptu hubris), er tað okkum so
líkt, at okkara glæsiligasti dreymur er
fullkomin einsrætting: tað klonaða hóp-
menniskjað. Janus Úti í Stovu var runnin
úr eini tíð, tá ið stakmenni enn vóru til,
skaptur av umstøðum og avbjóðingum,
sum ikki finnast í dag. Orðið »mentan«,
sum nú er á lofti annan hvønn dag, mundi
hann sjáldan taka í sín munn. Men tað
var mentan - í orðsins sanna týdningi -
sum eyðkendi henda mann.
Við tøkk fyri trúskap og vinskap.
Hanus Kamban
Ein merkismaður
Minningarorð um Janus Úti í Stovu í Skúgvi
Hugtakið jóansøku-
konsert er komið aft-
ur í aftur. Í fjør varð
skipað fyri konsert á
Tvøroyri, og í ár
verður jóansøkukon-
sert hóskvøldið tann
27. juni á Eiðinum í
Vági. Eisini er gospel
konsert á jóansøku
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Jóansøka er í hondum. Tey
tónleikahugaðu fáa í ár
møguleika at fara á útikon-
sert. Hóskvøldið 27. juni
verður útikonsert vesturi á
Eiðinum í Vági. Fýra bólk-
ar fara á pallin, ið verður
miðskeiðis millum VB-
høllina og VB-húsið. All
That Rain spæla til dans á
jóansøku og luttaka eisini á
konsertini, har teir mugu
sigast at vera høvuðsnavn.
Eftir ein steðg, er bólkurin
aftur á ferð við sínum væl
svingandi
rocktónleiki.
Side Effect er ungur bólkur
úr Havn. Bólkurin spælir
nútímans og øðrvísi tónleik
og er tí sera spennandi.
Pikachu er bólkur av Tvør-
oyri, ið eisini skal royna seg
á palli á jóansøku. Bólkurin
Hjáljóð er settur saman til
konsertina av garvaðum
tónleikarum
úr
allari
Suðuroynni, so væntast
kann okkurt vælsvingandi
rocklag.
All That Rain, Side
Effect, Pikachu og Hjáljóð
mynda konsertina, sum
byrjar klokkan 22:00.
Fyrireikararnir
vóna
hampuligt veður, so gongd
kann fáast á hetta tiltak,
sum eisini var á jóansøku á
Tvøroyri í fjør. Teir vóna, at
hetta mennist til afturvend-
andi jóansøkutátt.
Eisini gospelkonsert
Suðuroyar Gospel Choir
hevur vant farna árið og er
nú til reiðar at trína á pall.
Tað er Jens Knudsen, ið
leiðir kórið. Kórið skal
hava tvær konsertir um
jóansøkuna. Tann 29. juni í
VB-húsinum
klokkan
20:00 og tann 30. juni í
Tvøroyrar Kirkju klokkan
16:00.
Fjotti og Bobo
Ikki er alt tónleikur og
larmur. Børnini eru ikki
gloymd á jóansøku. Í
skránni sæst, at eittnú Fjotti
og Bobo koma á vitjan við
gykli og undirhaldi. Hetta
verður
í
VB-húsinum
klokkan 19:00 leygarkvøld-
ið.
Open Air konsert á Jóansøku
Vesturi á Eiðinum í Vági verður í kvøld skipað fyri jóansøkukonsert, ið er útikonsert, sonevnd open air konsert
Føroyska ferðavinnan
merkir longu, at Før-
oyar eru í bólki við
Týsklandi í komandi
EM undankapping.
Hálvfinalan í Seoul
týsdagin gav beinan-
veg úrslit hjá
Flogfelagnum
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Fimm minuttir eftir, at
dómarin hevði bríkslað
hálvfinaluna millum Týsk-
land og Suður Korea av,
høvdu 75 týskarar bílagt
sær ferð til Føroya, sam-
stundis sum týska lands-
liðið kemur hendanveg at
spæla landsdyst komandi
summar.
Svein í Heiðunum á
Flogfelag Føroya sigur, at
bíleggingin var beinleiðis
úrslit av fótbóltsdystinum.
Talan er um eina ferða-
skrivstovu í Düsseldorf,
sum bað um pláss fyri 75
ferðafólkum, sum koma til
Føroya um tað mundið,
landsdysturin
verður
spældur.
– Hesi fólkini eru ikki
vnaligir fótbóltsáskoðarar
sum so, sigur Svein í Heið-
unum. Heldur eru hetta
ferðafólk, sum vilja gjalda
fyri serlig upplivilsi, og so
hava keypt eina ferð til
Føroya. Tey hava so lagt
hana í døgunum kring
landsdystin og fáa tað
upplivilsið við sum ein
eykavinning, sigur hann,
Og hann ivast ikki í, at
tað er beinleiðis orsakað av
fótbóltsfeprinum, sum nú
er, at hendan ferðin kom í
lag. Tað var í hvussu er
grundgevingin, týska ferða-
skrivstovan gav, tá tey
ringdu til Flogfelagið.
Hesi 75 fólkini fara at
búgva á Hotel Vágum teir
dagarnar, tey eru í Før-
oyum. Tey fylla alt hotellið,
meðan tey eru her, sigur
Svein í Heiðunum. Og tá
meinar hann bæði við
verandi Hotel Vágar og tað,
sum innrættast skal afturat í
gamla plastvirkinum, sum
Flogfelag Føroya keypti
herfyri til at innrætta til
hotel.
– Hetta er so ein grund til
at skunda undir ta inn-
rættingina, sigur Svein í
Heiðunum.
Týskararin ringdi týsdag-
in og vildi, týskarum so
líkt, hava eina lidna skrá
hósdagin. Og tað fær hann
eisini, sigur ferðaseljarin á
Flogfelagnum.
Ferðalagið kemur tveir
dagar undan dystinum, og
fer avstað aftur dagin eftir
dystin. Og tí verður skráin
so løgd eftir.
Sama kvøldið, sum tey
koma, verður rundvísing í
Vágum, eins og føroyskt
kvøld verður á hotellinum.
Dagin eftir verður farið
inn í Eysturoynni við buss-
um. Tveir bussar og tríggir
ferðaleiðarar verða settir av
til teirra.
Í Eysturoynni verður
skipað fyri gongurtúrum,
mentanartiltøkum og sjálv-
andi eisini onkrum til
matna.
Tann dagin, landsdyst-
urin verður spældur, verður
farið til Havnar, har tað
eftir umbøn frá gestunum
verður skipað fyri rundvís-
ing í býnum. Tey vilja
sleppa at síggja bæði gam-
alt og nýtt, sigur Svein í
Heiðunum. Døgurði verður
á onkrum av matstøðunum
í býnum, áðrenn farið
verður til fótbóltsdyst. Eftir
dystin verður farið við
bussum aftur á Hotel Vág-
ar, har skipað verður fyri
sonevndum »After match
party«. Dagin eftir verður
so farið aftur til Týsklands.
Svein í Heiðunum sigur,
at lutakastið, føroyingar
fingu, hevur verið sera gott
fyri okkum. Tí longu sama
dag, lutakastið var, byrjaði
fólk at ringja og biða um
pláss á gistingarhúsunum.
Til dømis veit hann, at
hendan sama dagin var
onnur
suitan
á
Hotel
Vágum seld einum felag,
sum skuldi hava handils-
samband hendanveg í sam-
band við landsdyst.
Eisini úr Skotlandi, sum
vit eisini eru í bólki við, er
vístur stórur áhugi fyri
Føroyum sum ferðamanna-
landi. Og tá skotar spæla í
Føroyum í september í ár,
er sum í Betlehem á sinni á
øllum føroyskum gistingar-
húsum. Alt er upptikið, og
bíðilisti er, sigur Svein í
Heiðunum.
Hann sigur, at nú HM
kappingin hevur verið, er
líkasum farið at brima
aftur, og fólk, sum vilja
hendanveg til fótbóltsdyst,
ringja alla tíðina.
Fótbólturin kemur
ferðavinnuni
til góðar
Eins og týsku fótbóltsspælararnir fegnast eisini fólk í føroysku ferðavinnuni um, at vit eru
komin í bólk við Týsklandi til komandi undankapping. Tað hevur økt munandi um áhugan fyri
Føroyum, og úrslitini síggjast longu nú
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
3
2