hósdagur 27. juni 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 120 - 27. juni 2002
Nr. 120 - 27. juni 2002
5
Við síðunar av mask-
inverkstaðnum og
matarhøllina á
Landssjúkrahúsinum
er ein lítil nýggjur
bygningur í holt við
at taka skap. Her inni
standa nú tveir spild-
urnýggir el-motorar,
sum skulu forsýna
Landssjúkrahúsið við
streymi um SEV svík-
ur
ÚTBYGGING
Ingrid Bjarnastein
Tað kemur fyri, at SEV
svíkur, og tá kann tað fáa
álvarsamar fylgjur fyri til
dømis
Landssjúkrahúsið
um ein sjúklingur liggur í
respirator. At tveir nýggir
motorar nú skulu forsýna
allar
bygningarnar
hjá
sjúkrahúsinum við streymi
um hetta kemur fyri, vil tó
ikki siga, at bygningarnir
hava ligið uttan streym
frammanundan. Hesir báðir
nýggju motorarnir eru bara
fleiri ferðir størri og hava
nógv størri orkuføri enn
teir gomlu.
– Her á Landssjúkrahúsi-
num hava vit eitt elverk,
sum er eins gamalt og
Landssjúkrahúsið
sjálvt.
Tveir motorar á 180 kVA
hvør hava øll hesi árini havt
til uppgávu at forsýna
Landssjúkrahúsið
við
streymi um SEV skuldi
svikið, greiðir Jóan Símun
Saltá, leiðari á maskinverk-
staðnum frá.
– Fyri eini tíð síðani gekk
annar av hesum motorun-
um fyri, og í sambandi við
stóru
útbyggingina
á
Landssjúkrahúsinum er valt
at eisini a-jourføra elverk-
ið. Nú hava vit fingið tveir
motorar, sum eru 800 kVA
hvør, og megnar ein av hes-
um motorunum at geva
streym til allar bygningar-
nar á Landssjúkrahúsinum.
Framstig
At fáa tveir so stórar mot-
orar er væl at merkja eitt
stórt framstig fyri Lands-
sjúkrahúsið.
– Tá SEV er gingið fyri,
hava vit verið noyddir til at
prioritera, hvør skal fáa
streym og ikki, og bara
neyðforsýningar
sleppa
framat. Við teimum nýggju
motorunum verður hetta als
ikki nakar trupulleiki, og
um annar av motorunum
skuldi gingið fyri, so megn-
ar hin at yvirtaka alla nýtsl-
una, sigur Jóan Símun
Saltá.
Gomlu
motorarnir
á
Landssjúkrahúsinum eru
frá eina ferð seinast í
sekstiárunum. Teir eru alt
ov smáir og megna als ikki
at uppihalda núverandi
nýtsluni hjá Landssjúkra-
húsinum.
– Við nýggju moturunum
koma vit sjálvandi at brúka
meira, men vit sleppa und-
an nógvum trupulleikum,
fortelur leiðarin á maskin-
verkstaðnum.
– Síðani annar motorurin
gekk fyri, hava vit leigað
eitt anlegg frá Skipasmiðj-
uni.
Dagliga
fær
Lands-
sjúkrahúsið streym frá SEV,
men frá miðjum august, tá
nýggju motorarnir skulu
setast í gongd, verður
double up á Landssjúkra-
húsinum um SEV skuldi
svikið.
Arbeiðið byrjaði í sep-
tember mánaða í fjør, og
hevur tað tikið eitt sindur
langa tíð, av tí, at tað er ikki
so lætt at spreingja ímillum
tveir bygningar. Og at fáa
sjálvar motornarar niður
var ikki bara sum at siga
tað, tí teir viga 10 tons
hvør. Men hetta kláraði
stóri kranin á skipasmiðj-
uni uttan nakran trupul-
leika.
– Vit gleða okkum nógv
til at fáa nýggju motorarnar
at virka, tí tað er uppá tíð-
ina, at hetta verður dagført,
sigur Jóan Símun Saltá at
enda.
Double up á Landssjúkrahúsinum
Teir gomlu motorarnir á Landssjúkrahúsinum. Hvør motorur er 180 kVA og við teimum
noyðist ein at velja burturúr, hvør skal fáa streym og hvør ikki.
Mynd: Álvur Haraldsen
Tveir spildurnýggir motorar
fara í gongd um miðjan
august í ár. Hesir skulu
syrgja fyri, at
Landssjúkrahúsið fær streym
um SEV skuldi svikið. Hvør
motorurin er 800 kVA og
megnar ein av teimum, at
forsýna allar bygningarnar
hjá Landssjúkrahúsinum við
streymi
Mynd: Álvur Haraldsen
Ølsølurnar hjá
bryggjaríunum gera
tað ov lætt at fáa
hendur á rúsdrekka
og skaða umhvørvið,
har tær liggja. Tí áttu
tær ikki at ligið í
bygdum øki, heldur
familju- og trivnaðar-
málaráðharrin, sum
helst sá at ølsølurnar
hjá bryggjaríunum
vórðu afturlætnar.
Trupulleikin er ikki
sølurnar, men keyp-
ararnir, siga bryggj-
aríini.
RÚSDREKKASØLA
Rúnar Reistrup
Nýggi familju- og trivnað-
armálaráðharrin nevndi í
Blákrossblaðnum herfyri
rúsdrekkasølurnar
sum
hóttanir ímóti trivnaðinum í
økjunum, har tær liggja. At
ráðharrin fór so langt sum
at siga at ølsølurnar hjá
bryggjaríunum áttu at verið
niðurlagdar, soleiðis at øll
søla av sterkum løgi kann
fara fram ígjøgnum Rús-
drekkasølu Landsins, hevur
ørkymlað tey bæði før-
oysku bryggjaríini.
Einar Waag, stjóri fyri
Føroya Bjór, dylir ikki fyri,
at tað hevði verið ein
smeitur, um bryggjaríini
ikki sluppu at selja út av
goymslum sínum.
- Vit høvdu nokk klárað
okkum, men tað hevði gjørt
umstøðurnar hjá bæði okk-
um og okkara viðskiftafólki
verri, sigur stjórin á Føroya
Bjór.
Nógv á samvitskuni
Øl verður selt fyri sama
prís úr goymslunum hjá
bryggjaríunum sum í Rús-
drekkasølu
Landsins.
Rúsdrekkasøla
Landsins
fær ein ávísan vinning av
hvørjari seldari ølfløsku, og
bryggjaríini fáa soleiðis
størri vinning av tí øli, sum
verður
selt
úr
egnum
goymslum.
- Tað hevði rakt okkum
ógvuliga meint fíggjarliga,
um vit ikki sluppu at selja
øl úr goymslunum. Spurn-
ingurin er, um vit yvirhøvur
høvdu hórað undan, sigur
Óla-Svenn Nolsøe, stjóri
fyri Restorffs Bryggjarí.
Bryggjaríið selur tríggjar
fjórðingar av ølframleiðslu
síni úr egnum goymslu-
sølum kring landið.
Hetta nervar ikki familju-
og trivnaðarmálaráðharran,
sum ikki hevði latið nakað
tár fallið, um bæði tey før-
oysku bryggjaríini noydd-
ust at sagt starvsfólki sín-
um upp og lata aftur.
- Í mínari verð er tað at
bryggja sterkt øl ikki ein
sunnur vinnuvegur. Har er
nógv annað tey fólkini
kundu arbeitt við. Bryggj-
aríini hava nógv á síni
samvitsku. Tey eggja fólki
til at drekka øl, og siga
enntá at øl er gott fyri bæði
hetta og hatta, tá øll hagtøl
siga at tað er beinleiðis
skaðiligt at drekka. Skal eg
geva bryggjaríunum eini
góð ráð, so er tað at steðga
við at framleiða sterkar
drykkir, sigur Bill Justinus-
sen, familju- og trivnaðar-
málaráðharri.
Hóttir trivnaðin
Orsøkin til at Bill Justinu-
sen, familju- og trivnaðar-
málaráðharri, hevur tikið
ølsølurnar hjá bryggjaríun-
um fram, er at hann metir
tær vera eina beinleiðis
hóttan ímóti trivnaðinum í
økjunum, har tær liggja.
Hann viðgongur, at tað ikki
er hansara borð at seta fram
uppskot um broytingar í
Rúsdrekkalógini,
sum
kunnu steðga ella avmarka
søluna hjá bryggjaríunum,
men hann metir seg sum
ráðharra við familju- og
trivnaðarmálum hava eitt
orð at siga um mál, sum
viðkoma trivnaðinum hjá
fólki her á landi.
- Í mínari verð hevði tað
verið best, um einki rús-
drekka varð selt nakra-
staðni. Men forboð eggja
ofta til tað øvugta, og um
sitandi samgonga setti for-
boð fyri at selja rúsdrekka,
so hevði tað bara komið ein
nýggja samgonga um fýra
ár, sum gav loyvi aftur,
sigur familju- og trivna-
aðarmálaráðharrin.
Út í óbygt øki
Familju- og trivnaðarmála-
ráðharrin metir tað verða
rættast at kontrollera søluna
av rúsdrekka so nógv sum
gjørligt.
- Tað er greitt, at eingin
grund er til at gera tað lætt-
ari enn neyðugt fyri fólk at
fáa til vega rúsdrekka.
Tá man hevur Rús-
drekkasølu Landsins, so
dugi eg ikki at síggja, hví
man eisini skal selja aðra-
staðni. Men um rúsdrekka-
søla yvirhøvur skal fara
fram, so áttu rúsdrekkasøl-
urnar at ligið úti í óbygdum
øki heldur enn at liggja mitt
í bústaðarøkjum, sigur ráð-
harrin.
- Tá rúsdrekkasølurnar
liggja mitt í býum og bygd-
um, gerst tað alt ov lætt hjá
meinigum manni at keypa
rúsdrekka. Tað hevur víst
seg, at har, sum ølsølurnar
eru,
verður
umhvørvið
verri. Tað havi eg hoyrt
nógvastaðni frá, bæði frá
einstaklingum og frá Blá-
krossi, sum rættiliga hevur
fingurin á pulsinum hesum
viðvíkjandi, sigur Bill Just-
inussen, familju- og trivn-
aðarmálaráðharri.
Bryggjaríiini vita um
trupulleikan
Á bryggjaríunum eru tey
varug við, at ølsølurnar í
summum
førum
hava
keðiliga ávirkan á um-
hvørvið.
- Vit vita av, at tað eru
ávísir trupulleikar av full-
um fólki í umhvørvinum
har vit halda til. Men at nið-
urleggja ella flyta ølsølur-
nar út óbygt øki loysir
ongan trupulleika, sigur
Óla-Svenn Nolsøe, stjóri
fyri Restorffs bryggjarí.
Einar Waag, stjóri fyri
Føroya Bjór, sigur seg
eisini vita hvat familju- og
trivnaaðarmálaráðharri
meinar við, tá hann sigur at
ølsølurnar skaða trivnaðin.
Men hann metir ikki at
Føroya Bjór er atvoldin til
slíkar trupulleikar.
- Vit ganga høgt upp í at
fylgja reglunum í Rús-
drekkalógini um ikki at lata
sjónliga ávirkaðum fólki øl,
og so kunnu vit ikki gera
meir, sigur Einar Waag.
Óla-Svenn Nolsøe hevur
varhugan av, at orðini hjá
familju- og trivnaaðarmála-
ráðharranum í stóran mun
sipa til ølsøluna hjá Rest-
orffs Bryggjaríi í Vestur-
býnum í Havn.
- Tað hevði sjálvsagt havt
eina ávirkan, um vit fluttu
okkara sølu út í óbygt øki,
og møguliga hevði um-
hvørvið har vit nú liggja,
blivið betri. Men man hevði
ikki loyst nakran trupul-
leika við at flyta søluna. Í
besta føri hevði man flutt
trupulleikan til onnur støð í
býnum. Tað eru ikki øl-
sølurnar, men ølkeyparar-
nir, sum í ávísum førum
skapa trupulleikar fyri um-
hvørvið, metir Óla-Svenn
Nolsøe, sum sigur seg vera
sinnaðan at hjálpa familju-
og trivnaaðarmálaráðharr-
anum í royndunum at basa
trupulleikunum.
Fer at gera kanningar
Bill Justinussen, familju-
og trivnaðarmálaráðharri,
ætlar ikki at taka ítøkilig
stig fyri at flyta ella niður-
leggja
ølsølurnar
hjá
bryggjaríunum í fyrstu at-
løgu, men hann fer at ar-
beiða víðari við málinum.
Næsta stigið hjá familju-
og trivnaðarmálaráðharran-
um verður at dokumentera,
hvussu støðan er. Hetta skal
gerast við sociologiskum
kanningum av trivnaðinum
á ymsu plássunum í Føroy-
um viðvíkjandi millum
øðrum rúsdrekka.
- Vísir ein kanning. at tað
veruliga er soleiðis, sum eg
havi fingið at vita, at øl-
sølurnar minka um trivnað-
in í økjunnum, har tær
liggja, so taki eg málið upp
við
vinnumálaráðharran
fyri at vita hvat vit í felag
kunnu gera fyri at hjálpa
um hendan trupulleika.
Einar Waag, stjóri fyri
Føroya Bjór, ber ikki bein-
leiðis ótta fyri umstøðunum
hjá fyritøkuni, men heldur
eitt vakið eyga við gongd-
ini.
- Vit hava altíð havt ein
ávísan ótta fyri teimum pol-
itikarunum,
sum
hava
umsitið mál, ið viðkoma
okkum. Teir hava víst eitt
evni til at finna uppá at
broyta lógir uttan so mikið
sum at spyrja okkum, hvat
tað fer at merkja fyri okk-
ara umstøður. Nú fáa vit at
síggja hvørja ávirkan nýggi
ráðharrin fær á gongdina
komandi árini, sigur Einar
Waag, stjóri fyri Føroya
Bjór.
Ølsølur skaða trivnaðin
C
M
Y
K
5
4