hósdagur 27. juni 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 120 - 27. juni 2002
Nr. 120 - 27. juni 2002
7
21 ára gamla Gunn-
leyg Berg úr Havn
hevur fingið eitt
heldur øðrvísi
summarjobb. Hon
hevur fingið starv hjá
fyritøkuni SNG í
japanska høvuðs-
staðnum Tokyo, og
hon hevur eisini
fingið atgongumerki
til HM-finaluna, sum
hon lat 6.300 krónur
fyri
SUMMARJOB
Stefan í Skorini
Við flogfarinum hjá Atlan-
tic Airways mikumorgunin
var Gunnleyg Berg úr
Havn. Hósdagin heldur hon
leiðina víðari til Zürich og
síðani tann langa teinin til
Tokyo.
Hon hevur fingið starv
hjá japansku fyritøkuni
SNG í Japan, sum fæst við
at selja fisk. Hetta er ein
heimsumfevnandi fyritøka,
sum eisini hevur eitt dóttur-
felag í Føroyum, ið selur
fisk til Japan.
– Eg skal arbeiða hjá
SNG í Tokyo í ein mánað,
og so er ætlanin eisini, at eg
skal til Kina við stjóranum
at hyggja eftir nøkrum
verksmiðjum hjá felagnum
har, sigur Gunnleyg Berg,
sum júst er liðug á Hægri
Handilsskúla í Havn.
Hetta hevur eisini sam-
band við, at hon ætlar sær
niður á Handilsháskúlan í
Århus at lesa HA eftir
summarfrítíðina, og tí er
hesin túrurin ein góð bar-
last at hava. Her fær hon
høvi at síggja, hvussu virk
semið hjá eini stórfyritøku
úti í heimi fer fram.
Gunleyg hevur arbeitt hjá
SNG í Føroyum. Hon vendi
sær til stjóran og bað hann
kanna møguleikan fyri at
arbeiða í Japan eina tíð.
Hetta varð fyriskipað, og
nú er klárt at fara. Hon skal
búgva á hotelli nær við
skrivstovuna í Tokyo.
Hetta er ein risafyritøka,
sum framleiðir meira enn
samlaða bruttotjóðarúrtøk-
an hjá Føroyum. Arbeiðið
hjá Gunnleyg fer fram á
enskum, og tí skuldi ikki
verið nakar trupulleiki við
tí málsliga. Hon fer at
arbeiða á tí deildini, ið
tekur sær av tí evropeiska
marknaðinum.
Stuðlar Brasil
Sum kunnugt er HM-
endaspælið í Japan og
Suður Korea í hesum
døgum. Finalan verður
spæld í Tokyo á Yokohama
International
Stadion
sunnudagin, og Gunnleyg
hevur longu fingið sær
atgongumerki til finaluna.
Hon vendi sær til FSF, ið
hevði atgongumerki at selja
henni, sum onkur hevði
avbestilt.
– Eg vóni, at Brasil kem-
ur í finaluna, tí eg haldi við
teimum, sigur Gunnleyg.
Tá blaðið fór til prentingar
var ikki greitt, um tað
verður
Turkaland
ella
Brasil, sum skal møta Týsk
landi í finaluni sunnudagin.
Eitt atgongumerki til
finaluna er ikki bíligt.
Atgongumerki hjá Gunn-
leyg kostaði 6.300 krónur,
men hetta er kategori 1,
sum er eitt av teimum góðu
plássunum á leikvøllinum.
– Eg gleði meg ómetaliga
nógv at fara, og tað verður
óivað ein spennandi ferð,
sigur Gunnleyg at enda.
BÁL
Stefan í Skorini
Aftur í ár fara skótarnir í
Hvalvík og á Streymnesi
at skipa fyri miðsumm-
arbáli við fótbóltsvøllin
á
Streymnesi.
Bálið
verður tendrað tann 29.
juni klokkan 20.30.
Á skránni verður fe-
lagssangur við harmon-
iku, og røða verður hild-
in. Harumframt fara
skótarnir at selja pylsur,
sum kunnu steikjast við
eldarnar. Høvi verður
eisini at keypa sær ein
kaffimunn við onkrum
ábiti afturvið.
Fyrireikararnir heita á
fólk um at taka grønu
sangbók við.
Miðsummarbál
á Streymnesi
ÓHAPP
Stefan í Skorini
Stutt eftir at Smyril
hevði lagt frá landi úr
Havn týskvøldið, gjørdi
skiparin av at venda við
aftur til Havnar. Orsøkin
var, at ein kona var
dottin í eini trappu og
hevði meitt seg so illa, at
skiparin ikki helt tað
vera ráðiligt at halda
fram til Suðuroyar.
Konan bløddi í munn-
inum og var í øðrviti. Tí
helt skiparin, at best var
um hon kom undir
læknahond á sjúkrahús-
inum.
Konan gekk niður
ígjøgnum trappurnar av
ovasta dekkinum, og tá
hon kemur niður til tey
seinastu trinini, dettur
hon eftir høvdinum.
Konan fekk ikki álvars-
ligt mein av óhappinum,
tí hon varð útskrivað
sama kvøldið.
Skipið var stutt uttan
fyri molan, tá óhappið
hendir. Skiparin vendi
við aftur, og skipið misti
hálvan tíma av hesum.
Smyril vendi
aftur
Skiparin á Smyrli gjørdi av at venda við aftur til
Havnar, eftir at ein kona var dottin í eini trappu
umborð. Smyril var seinkaður hálvan tíma av hesum
Mynd: Finnur Justinussen
Summarjobb
í Japan
HM-finalan verður spæld sunnudagin, og Gunnleyg Berg verður eisini til finaluna. Hon hevur fingið hendur á einum
atgongumerki fyri “bert” 6.300 krónur
Mynd: Finnur Justinussen
Gunnleyg Berg sigur farvæl
við vinkonur, áðrenn leiðin
gongur til Japan, har Hon
skal arbeiða hjá eini fyritøku
í Tokyo í ein mánað
Mynd: Finnur Justinussen
– Fiskasølan má koma
tættari at marknaðin-
um, um vit skulu
fylgja við tíðina og
fáa størri vinning,
sigur Hans Johannes
á Brúgv, forstjóri í
Fiskasøluni. Hann
sigur, at teir oftani
eru í kapping við
sínar egnu veitarar
FISKASØLAN
Heri á Rógvi
Fiskasølan hevur almanna-
kunngjørt sín roknskap fyri
2001, sum vísti eitt yvir-
skot eftir skatt áljóðandi
1,6 mió. kr.
Hans Johannes á Brúgv,
forstjóri fyri Fiskasøluna,
sigur, at í framtíðini ætla
sær at leggja seg tættari at
marknaðinum.
– Fiskasølan má koma
tættari at marknaðinum, um
vit skulu fylgja við tíðina
og fáa størri vinning, sigur
Hans Johannes á Brúgv.
Fiskasølan hevur longu
deildir í fleiri øðrum lond-
um.
– Hetta er alt parturav
ætlanini hjá okkum. Vit
vilja vera so tætt at markn-
aðinum sum gjøligt, sigur
Hans Johannes á Brúgv.
Forstjórin heldur, at teir
má koma eitt lið longur
fram í røðini.
– Tað er oftani soleiðis, at
vit kappast við okkara egn-
um veitarar, sum eisini
selja ein part sjálvir. Vit
mugu vera við á fiska-
marknaðinum, har vit á
jøvnum føti kappast við
aðrar, sigur Hans Johannes
á Brúgv.
Tað er eisini ein ásannan
av, at Fiskasølan eigur at
tillaga seg, at forstjórin
tosar um at koma eitt lið
longur fram. Eitt nú Fiska-
virking er farið at selja sín
egnan fisk, og tað gera
summi onnur virki eisini.
Forstjórin vísur á, at teir
hava nógv fleiri møguleikar
at selja, og teir hava eitt
størri tal av kundum enn
onnur.
– Tað virkar fyri mær
sum um, at fólk vilja hava
sítt, og eingin skal koma
inn á teirra øki, sigur Hans
Johannes á Brúgv.
Nógv tann størsti partur-
in av søluni hjá Fiskasøluni
er til lond í Evropa. Tíggju
prosent av søluni hjá Fiska-
virking er eisini við út-
lendskum fiski.
Fiskasølan hevur sett
pengar í fleiri fyritøkur,
m.a. Dagsbrún, sum eigur
stóran part av Føroya
Fiskaídnaði, ið aftur eigur
75% av Havsbrún.
Forstjórin avvísir heldur
ikki, at teir vilja fara at gera
íløgur í fleiri fyritøkur, men
enn er einki ítøkiligt. Stjór-
in roknar ikki við, at teir
fara at keypa fiskavirkir.
Einskilja sjálvandi
– Fiskasølan er fyri privat-
isering, sigur Hans Jo-
hannes á Brúgv. Hann
hevur áður úttalað seg um,
at Fiskasølan er egnað at
privatisera,
men
hann
ásannar, at seinasta ársúr-
slitið ger útlitini eitt sindur
verri.
– Vit virka í dag sum ein
privat fyritøka, sigur for-
stjórin.
Formaðurin fyri fram-
taksgrunnin,
Niels
W.
Poulsen, sigur, at málið hjá
teimum er, at Fiskasølan
skal vera privatisera, men
hann vil ikki seta nakað
áramál á hetta. Hann leggur
aftur, at teir eftir summar-
frítíðina fara at hyggja
nærri at ætlanunum við at
privatisera fyritøkurnar hjá
Framtaksgrunninum.
Fiskasølan hevði
yvirskot áljóðandi 1,6
mió. kr. fyri 2001.
Hetta er kortini ikki
tað stóra, tí umsetn-
ingurin var 849 míó
kr. Prísfalli á laksi og
rækjum er størsta or-
søkin til lítla yvir-
skotið
ROKNSKAPUR
Heri á Rógvi
Føroya
Fiskasøla
P/F
(Faroe Seafood) hevur havt
aðalfund hin 24. juni 2002.
Roknskapurin varð lagdur
fyri aðalfundin og góð-
kendur.
Á niðastu linju í rokn-
skapinum stendur at lesa, at
Føroya Fiskasøla hevði eitt
yvirskot áljóðandi 2,93
mió. kr. Eftir at myndug-
leikarnir í Føroyum, Frak-
landi, Bretlandi og Dan-
mark hava fingið sítt, so
stendur 1,6 mió eftir hjá
Fiskasøluni.
Yvirskotið
verður sum vant lagt afturat
egingpeninginum, sum við
ársenda 2001 var 66,2 mió
kr.
Virksemið hjá Fiskasøl-
uni er søla og keyp av fiski
(trading). Samlaði umsetn-
ingurin hjá Fiskasøluni var
849 mió kr. Hetta ger
Fiskasøluna, ið Framtaks-
grunnurin eigur, til størstu
útflutningsfyritøkuna
í
landinum.
Hetta, at umsetningurin
er so mikið stórur, men yv-
irskotið ikki er “størri” enn
1,6 mió, heldur forstjórin,
Hans Johannes á Brúgv,
vera ov lítið.
– Sæð í ljósinum av okk-
ara umsetningi, so haldi eg
ikki, at hetta yvirskotið hjá
okkum er nakað stórvegis.
Tað hevur verið trupult hjá
okkum, og vit hava veruliga
skula arbeitt fyri at tryggja
okkum yvirskot, sigur Hans
Johannes á Brúgv, sum hev-
ur hug at geva sínum sølu-
liði ábyrgdina av at niðastu
tølini endaðu positiv úr-
slitinum.
Hyggja vit eftir árunum
frammanundan, so gav
1998 eitt yvirskot áljóðandi
16 mió., 1999 6,6 mió og
2000 7,8 mió, so tað gong-
ur skeiva vegin fyri Fiska-
søluna.
– Árið 2001 var merkt av
óvanliga vánaligum markn-
aði fyri rækjum og stórum
prísfalli á laksi í seinna
hálvárinum. Hetta hevur
ávirkað
bruttovinningin
munandi, skrivar Fiskasøl-
an í tíðindaskrivi.
Umsetningurin hjá Fiska-
søluni var sum sagt 849
mió. kr. Dregur mann
kostnaðinum av vørum og
øðrum frá, so gjørdist
bruttovinningurin 26,8 mió.
Av hesum skal so dragast
starvsfólkakostnaðurin,
rentur og skattur, soleiðis at
endaúrslitið gjørdist 1,6
mió í yvirskotið.
Fiskasølan eigur fleiri
døtturfeløg, sum halda til í
Danmark, Fraklandi og
Stóra Bretlandi. Hesi spýta
so øll í kassan hjá móður-
felagnum – koncern. Út-
lendskur fiskur myndar 10
% av umsetninginum hjá
Fiskasøluni. Tað alt partur
av strategiini hjá Fiskasøl-
uni, at leggja tættari við
marknaðinum. Áður hevur
fiskasølan havt yvir hundr-
að fólk í starvi, men sita
eini tjúgu í Føroyum.
Hans Johannes á Brúgv,
forstjóri, sigur, at í ár
gongur heldur betur, men
úrslitið er einki at reypa av,
sum hann tekur til.
– Tað er ein hørð kapping
á økinum, og vit koma oft-
ari í kapping við okkara
egnu veitarar, tí hesir selja
eisini sjálvir, sigur Hans Jo-
hannes á Brúgv.
Nýggj nevnd
Nevndin fyri Fiskasøluna
varð eisini skift út á aðal-
fundinum.
Áður
hevur
nevndin verið felags fyri
bæði
Fiskavirking
og
Fiskasøluna, men hetta er
nú broytt. Nevndin er eisini
stytt niður í tríggjar nevnd-
arlimir, ið allir eru nývaldir.
Nýggja nevndin er mannað
við Hákun Steingrímsson
(formaður), Thomas Arabo
(næstformaður) og Johann-
es Jensen.
Hákun
Steingrímsson,
sum til dagligt er deildar-
stjóri á Tryggingarfelagn-
um Føroyar, sigur, at teirra
mál er eittans: at tryggja
eigarunum eitt so gott úrslit
sum gjørligt. Tað er Fram-
taksgrunnurin, ið hevur valt
nevndarlimirnar. Formað-
urin fyri Framtaksgrunnin,
Niels W. Poulsen, sigur, at
teir miðja eftir, at Fiska-
virking og Fiskasølan skulu
rekast sum sjálvstøðugar
fyritøkur – lívført og sølu-
bart.
Fiskasølan:
Tættari at marknaðinum
Fiskasølan ætlar sær tættari at marknaðinum í Føroyum.
Fiskasølan:
Stóran umsetning, lítið yvirskot
—Árið 2001 var merkt av óvanliga vánaligum marknaði fyri
rækjum og stórum prísfalli á laksi í seinna hálvárinum. Hetta
hevur ávirkað bruttovinningin munandi, sigur Hans Johannes
á Brúgv, forstjóri.
C
M
Y
K
7
6