Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 120 - 27. juni 2002 Nr. 120 - 27. juni 2002 9 –Skal Smyril sigla í vetur við ongum stabilisatorum, verður helst talan um rættiliga skerdan flutning, sigur Reidar Nónfjall SUÐUROYARSIGLINGIN Áki Bertholdsen Tað var ímeðan Smyril var í dokk í vár, at tey varnaðust, at stabilisatorskipanin ikki virkaði sum hon átti og at tað verður neyðugt at um- væla hana. Mett varð tá, at tað tók einar tríggjar mánaðir at fáa eykalutirnir, sum skuldi brúkast. Avtalað varð tí við klassan, at Smyril skuldi sigla til í september ella oktober, og so skuldi hann í dokk í fýra til seks vikur at fáa brekið umvælt. Men síðani er komið fram, at av tí at Smyril er so gamal, eru ongir eykalutir á goymslu og tískil mugu teir gerast serskilt til Smyril. Av tí sama er leverings- tíðin ikki tríggjar manaðir men 34 vikur, ella átta mánaðir. Strandferðslan sigur, at ganga stabilisatorarnir heilt fyri, fer tað at fáa avleið- ingarnar fyri flutningin ímillum Havnina og Suður- oynna, tí so fer Smyril at rulla nógv verri. Eitt er, at umstøðurnar hjá ferðafólki fara at versna nógv. Men eitt annað er, at tað fer at skerja møguleik- arnar munandi at flyta tungan flutning ímillum Havnina og Suðuroynna. – Smyril hevur fyrr siglt við ongum stabilisatorum. Tað gjørdi hann, tá ið hann kom, tí tá hevði hann ongar stabilisatorar. Men tann tungi flutning- urin nú á døgum er ein heilt annar við stórum treylarum og lastum og tað eru óráð at fara undir slíkum flutning á vetrardegi við ongum stabilisatorum. Vandi fyri skerjingum Stjórin sigur, at skal Smyril sigla í vetur við ongum stabilisatorum, verður tískil helst talan um rættiliga skerdan flutning, tí tað verða nógvar avlýsingar og tungur farmur verður bara sigldur í góðum veðri. Tað verður skiparin, sum einsa- mallur fer at gera av, nær tað ber til at taka treylarar og annan tungan flutning við. – Vit hava hildið, at fræg- asta loysnin fyri suðuroy- ingar var at leggja Smyril í vetur og at leiga eitt hósk- andi skip at loysa hann av. Hann sigur, at tilmælið hjá Strandferðsluni var tí, at Smyril verður lagdur í sep- tember, oktober og liggur til brekið er umvælt næsta vár, í februar, ella mars. Samtundis verður mælt til, at eitt hóskandi avloysara- skip verður leigað til suður- oyarsiglingina hesa tíðina, so at full trygd fæst fyri, at flutningurin til og úr Suð- uroy eisini í vetur verður á minst sama støði, sum hann er á nú. Men nú politiski mynd- ugleikin er komin til ta niðurstøðu, at tað verður ov dýrt at leiga avloysaraskip alla hesa tíðina, verður Strandferðslan noydd at klára seg sum frægast við Smyrli. Verri møguleikar Viðmerkjast kann eisini, at skipsmeklarar, sum leita eftir avloysaraskipi fyri Strandferðsluna, meta, at møguleikarnir at finna hóskandi avloysaraskip, versna munandi tá ið talan er um eitt so stutt leigumál sum fýra til seks vikur. Sostatt er í øllum førum vandi fyri fyri, at tað verður Dúgvan, ella okkurt annað minni skip enn Smyril, sum kemur at avloysa á suður- oyarleiðini tær fýra til seks vikurnar, tað tekur at um- væla stabilisatorararnar. Men sum tað sæst á hinari greinin i her á síðuni, tekur Landsstýrið ikki und- ir við tilmælinum frá Strandferðsluni og Lands- stýrismanninum í vinnu- málum um at leiga skip í vetur. Strandferðslan fær onga eykajáttan, so at hon kann leiga skip fyri Smyril, sum hev- ur brek á stabilisator- unum SUÐUROYARSIGLINGIN Áki Bertholdsen Nú er ivasamt, hvussu tað verður við siglingini ímillum Havnina og Suður- oynna í vetur. Undir øllum umstøðum er tað greitt, at stórur vandi er fyri, at suðuroyarsigling- in aftur fer at verða nógv skerd, tá ið veturin kemur og veðrið fer at verana. Orsøkin er, at Smyril hevur eitt brek á stabilisat- orskipanini og ætlanin var at umvæla hana í vetur. Men tað er alt, sum bend- ir á, at tað fer ikki at bera til at gera hesar umvælingar- nar fyrrenn einaferð í vár, helst síðst í februar, soleiðis sum støðan er nú. Fyri at Suðuroyarsigling- in kundi verða álítandi og í heilt tryggari legu í vetur, mælti Strandferðslan tí til at Smyril rætt og slætt veðr- ur lagdur í vetur og at eitt hóskandi skip verður leigað at røkja siglingina, til brek- ið er umvælt. Strandferðslan søkti tí um eykajáttan til endamál- ið. Landsstýrismaðurin í vinnumálum tók undir við Strandferðsluni og legði málið fyri landsstýrið, har hann mælti til at lata Strandferðsluni eykajáttan- ina. Fær onga eykajáttan Men hesum tekur Lands- stýrið ikki undir við. Landsstýrið viðgjørdi umsóknina á fundi týsdag- in, men niðurstøðan var, at Strandferðslan ikki fær hesa eykajáttanina, sigur Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður. Talan var um eina eyka- játtan í ár upp á 10 milliónir í ár og næsta ár upp á nakað tað sama. Men tá hevur Strand- ferðslan bundið um heilan fingur og biðið um eyka- játtan til ta ringast hugsandi støðuna so helst hevði talan verið um eina minni eyka- játtan næsta ár, sigur Bjarni Djurholm. Sostatt skal talið takast við størsta fyrivarni, tí eydnast tað at fáa eykalutir- nar fyrr enn ætlað og verð- ur tað bíligari at leiga skip, verður eisini brúk fyri samsvarandi minni upphædd. Men niðurstøðan hjá Landsstýrinum er, at Smyril skal sigla, til hann fer í dokk, um tað so ikki verður, fyrrenn í februar, ella mars mánað næsta ár. Somuleiðis skal játtanin takast við á fíggjarlógini fyri 2003 til at umvæla stabilisatorarnir á Smyril fyri og til at leiga avloys- araskip fýri tað tíðina, hann verður í dokk. Tríggjar møguleikar Sum er, virka stabilasotar- arnir, men teir virka ikki væl og teir kunnu ganga heilt fyri nær tað skal vera. Strandferðslan hevur boðað landsstýrinum frá, at hon hevur tríggjar møguleikar. Ein møguleiki er at lata Smyril sigla og vóna tað besta í vetur, tvs, at stab- ilisatorarnir halda. Halda teir ikki, ber til at sigla við ongum stabilisatorum. Men alt eftir, hvussu veðrið verður, fer tað at føra skerj- ingar við sær fyri tann tunga flutningin og fer at gera umstøðurnar hjá ferðafólki munandi verri. Fáa vit ein ringan vetur, og stabilisatorarnir fara, verða møguleikarnir fyri tungum flutningi munandi skerdir, tí tað fer bara at bera til at føra tungan flutning í góðum veðri. Skal Smyril sigla, verður tað sostatt stór óvissa um álitið í ferðasam- bandinum og um, hvussu reglulig siglingin við tungum flutningi verður. Ein annar møguleiki er at lata Dúgvuna røkja suður- oyarsiglingina. Og ein triði møguleiki er at lata Strandferðsluni eina eykajáttan, so at Smyril kann verða lagdur, hetta fer at tryggja suðuroyingum regluliga sigling í vetur. Og á fundinum týsdagin gjørdi Landsstýrið sostatt av at vísa til tann fyrsta møguleikan, sum er, at Smyril skal sigla í vetur og so at vóna tað besta. Taka til eftirtektar Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at hann kann ikki annað enn at taka avgerðina hjá Landsstýrinum til eftir- tektar. –Vit hava boðað frá, at skal Smyril sigla, verður vandi fyri avlýsingum og skerdum flutningi, tí stabil- isatorarnir kunnu fara hvørja løtu, tað skal vera. – Fara stabilisatorarnir, mugu vit bara klára okkum sum frægast við ongum. – Tað, einasta, vit kunnu gera, er at fáa stabilisator- arnir umvældar sum skjót- ast, men fyribils sær tað ikki út til, at tað verður fyrrenn í februar mánað. Hann vísir tó á, at kannað verður eftir, um tað ikki ber til at fáa eykalutirnar fyrr, men enn hava útlitini fyri tí ikki verið stór. – Orsøkin til at vit vildu sleppa at leiga eitt skip í allan vetur, var fyri at tryggja suðuroyingum eitt álítandi samband í vetur, men vit fáa ikki gjørt meiri enn at taka avgerðina hjá Landsstýrinum til eftirtekt- ar, sigur stjórin á Strand- ferðsluni. Smyril kann liggja lamin nær sum helst –Vit kunnu ikki annað enn at taka avgerðina hjá Landsstýrinum til eftirtektar og so at vóna tað besta, sigur stjórin á Strandferðsluni, Reidar Nónfjal Suðuroyarsiglingin hongur aftur nú í einum klønum tráði Stabilisatorarnir á Smyrli kunnu fara nær sum helst. Men Landsstýrið vil ikki lata Strandferðsluni eykajáttan, so at hon fær tryggjað suðuroyingum álítandi flutning í vetur - Eingin marknaðar- eftirlitsstøð til fóður er góðkend í Føroyum enn; tí vita vit ikki, hvat hendir eftir 1. august, sigur Heilsu- frøðiliga Starvsstovan FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Tá ið veterinera avtalan við ES varð gjørd, varð markið hjá ES fyri veterinerum eftirliti í veruleikanum flutt. Føroyar komu við avtaluni at liggja innanfyri ES-markið. - Hetta merkti, at Heilsu- frøðiliga Starvsstovan yvir- tók ábyrgdina av at fremja eitt heilsufrøðiligt og veterinert eftirlit við triðja- lands animalskum mat- vørum og dýrafóðuri, sigur stovnurin í tíðindaskrivi. Víst verður á, at fyribils eru tvær marknað-eftirlits- støðir skrásettar, báðar til frystan fisk: Hesar eru Kloosterboer í Kollafirði og virkið hjá Føroya Fiska- virking í Tórshavn (til teirra egna fisk at virka í Føroy- um). ES-fólk higar - Vit rokna ikki við, at tað gongur meira enn eitt ár, til ES-eftirlitsfólk koma hend- anvegin at kanna, um okk- ara marknaðeftirlit lýkur ES-krøvini. Hetta kann gerast ein sera stór avbjóð- ing, um vit samanbera við tað, vit hava frætt úr øðrum londum, ið hava havt slíkar vitjanir, sigur Heilsufrøði- liga Starvsstovan. Sagt verður, at ávísir trupulleikar í viðurskift- unum við Noreg og Ísland kunnu merkja, at alifóður ikki sleppur úr Noregi til Føroya eftir 1. august í ár. - Eingin marknað-eftir- litsstøð til fóður er góð- kend, og Noreg er at rokna sum triðja land eftir gald- andi reglum. Vit vita so- leiðis ikki, hvat hendir 1. august 2002, sigur stovn- urin. Góðkenning og fyriskiping Heilsufrøðiliga Starvs- stovan vísir á, at ein onnur avbjóðing hjá stovninum, er eftirlitið við teimum matvørum, sum koma úr ES-samhandilslondunum. - Hetta er millum annað tær matvørur, vit øll keypa í handlunum. Her kemur uppgávan at fevna um at góðkenna og fyriskipa eitt innaneftirlit hjá teimum góðkendu innflytarunum, sigur stovnurin í tíðinda- skrivinum. Nýggj skipan fyri land- ing og móttøku av rá- fiski skal nú gerast, soleiðis at bert løg- gildar landingar- miðstøðir kunnu landa og taka ímóti feskum fiski frá fiskiførum. - Av 16 umsóknum verða ikki allar gingnar á møti. Tað merkir, at landing ikki kann fara fram á hesum plássum, sigur matvørudeildin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Í mong ár hevur bryggju- kanturin verið eitt "grátt" øki, sum bert leysliga hevur verið fyrisitin eftir mat- vørulógini. - Møguleikarnir hjá okk- um at gera krøv galdandi í sambandi við landing og móttøku av ráfiski hava verið rættiliga avmarkaðir. Hetta hevur havt við sær, at persónar og fyritøkur - uttan góðkenning og uttan neyðug móttøkuhøli - frítt hava kunnað landað og tikið ímóti ráfiski frá skip- um og bátum. Hetta sigur matvøru- deildin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í tíðinda- skrivi. - Men soleiðis verður tað ikki leingi aftrat, leggur starvsstovan aftrat. Boðað verður frá, at sam- bært kunngerð nr. 122 frá 2001 verður nú bert loyvt løggildaðum landingar- miðstøðum at landa og taka ímóti feskum fiski frá fiskiførum. Loyvd verður tó ein skiftistíð fram til 1. september 2002 at seta hølini ístand. Er neyðugt við útbygging og/ella um- bygging, kann skiftistíðin hálast út til, 31. desember 2002. Góð undirtøka - Løggilding av land- ingarmiðstøðum er eitt nýtt øki hjá okkum at fyrisita. Tí stinga seg upp rættiliga nógvir spurningar, sum støða skal takast til. Starvsstovan fegnast tó um, at stovnurin hevur gott samskifti við nógvar partar í vinnuni, eitt nú Ráfiska- keyparafelagið og Ráfiska- seljarafelagið. Hetta kemur væl við, nú røðast skal við vinnuna um, hvussu farast kann fram fyri at náa enda- málinum. - Nýggju reglurnar hava sum heild fingið sera góða undirtøku frá vinnuni og samrøðurnar um, hvussu reglurnar skulu fyrisitast, hvørjar fyriskipanir skulu gerast viðvíkjandi kanning av ráfiskinum á landing- armiðstøðunum, hvussu rá- fiskurin skal merkjast um- borð, og hvussu henda merking kann varðveitast á landi, hava verið sera kon- struktivar, sigur Heilsufrøði- liga Starvsstovan. Víst verður á, at samrøð- urnar við vinnuna um hesi viðurskifti fara at halda fram, samstundis sum ar- beitt verður við at hava eina ráðstevnu í oktober, har spurningar um landingar- miðstøðir og góðskuna á fiski v.m. verða umrøddir. 16 umsóknir um løggilding - Vit hava nú viðgjørt tær 16 umsóknirnar um løg- gilding frá landingarmið- støðum sum landa og mót- taka feskan fisk, og í hesum sambandi hava vit verið á eftirlitsvitjan hjá øllum umsøkjarunum. Heilsufrøðiliga Starvs- stovan sigur, at allir um- søkjararnir móttaka í hes- um døgum eitt bræv frá stovninum við krøvum um ábøtur á hølisviðurskiftini og um aðrar fyriskipaðar treytir í sambandi við teirra arbeiði. - Nakrar umsóknir verða ikki gingnar á møti, og tað merkir, sigur Heilsufrøðiliga Starvs- stovan, at landing ikki kann fara fram á hesum plássum. Starvsstovan heldur, at landingarmiðstøðirnar eru í eini lyklastøðu, og at teirra arbeiði - áðrenn langt er umliðið - kann betra mun- andi um góðskuna av okk- ara fiskavørum. - Tær ráfiskakanningar, vit síðan ársbyrjan hava gjørt, vísa týðiliga, at ábøt- ur krevjast, bæði á sjógvi og á landi. Matvørudeildin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstov- uni ásannar, at ein orsøk til misjøvnu støðuna er, at almenna íkastið at skipa viðurkiftini betur hevur verið rættiliga avmarkað. - Men nú er so ein bati í eygsjón á hesum øki, sigur stovnurin í tíðindaskrivin- um. Møguliga kemur einki alifóður úr Noregi eftir 1. august Bryggjukanturin skal ikki longur vera eitt »grátt« øki Nøkur virkir standa roynd- ina, onnur dumpa Landingarmiðstøðirnar kring landið hava søkt um løggilding, men nakrar umsóknir verða ikki gingnar á møti, sigur matvørudeildin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni Mynd: Vilmund Jacobsen Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur tikið fiskavirkir til próvtøkuroynd í innaneftirliti FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Praktiska arbeiði hjá H e i l s u f r ø ð i l i g u Starvsstovuni at góð- kenna innaneftirlits- skipanir hjá fiska- virkjum er rættiliga komið í gongd í ár. Stovnurin hevur vitjað á tilsamans 8 virkjum. Av hesum hava nøkur staðið royndina, meðan onnur eru dumpað við fyrstu roynd. - Tey, ið eru dump- að, eru tó so frægt fyri, at tey sleppa uppaftur til nýggja roynd. Fáa tey viður- skiftini í rættlag, sum ikki eru í lagi í dag, verður løggildingin ikki tikin aftur, sigur H e i l s u f r ø ð i l i g a Starvsstovan. Innaneftirlit Men hvat er so inn- aneftirlit fyri nakað? - Jú, innaneftirlit merkir, at virkini sjálvi ábyrgdast fyri at tryggja, at matvør- urnar eru tryggar at eta, og at tær eru framleiddar í sam- svar við galdandi reglur. Heilsufrøðiliga Starvsstovan vísir á, at virkini skulu eisini hava hóskandi skip- anir og nøktandi skjalprógv fyri, at skipanirnar virka, so- leiðis sum tær skulu. - Tað er ikki vist, at alifóður sleppur úr Noregi til Føroya eftir 1. august í ár, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 9 8