mikudagur 1. desember 1976síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
spsjalurin telf. 11820 giro 6282725
box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur
Bladstjori: Vilhelm Johannesen (åbyrgd) telf. 56411
Blaðmenn: Johan Mortensen
Johnsigurd Johannesen
Prent: Dimmalætting
VALKANNING
EYÐVITAÐ er hetta kommunuvalid av stór-
um áhuga, fyrstu ferð kommunuval um alt
landið samstundis. Havnar borgarar skulu á
fyrsta sinni velja nýtt býráð samstundis sum
hinar kommunurnar velja. Hóast valúrslitini
yvirhøvur ikki koma at vísa nakað politiskt
úrslit, so svitast ikki, at valini í teim stóru
kommununum koma at hava serligan áhuga,
tí tað er á hesum plássunum at valt verður
politiskt yvirhøvur.
IKKI minni er åhugin fyri valinum í Havn, ti
her stilla allir flokkar upp umframt listin hjå
Petur i Gong, sum uttanflokkalisti og sum
higartil stórsti bólkurin í býráðnum.
SOSIALURIN hevur gjørt eina valkanning,
soleiðis sum lýst er frá aðrastaðni í blaðnum í
dag. Henda kanning av 101 veljarum gevur
sjálvsagt ikki nakra 100 prosents mynd, men
tað er tó við áhuga vit lesa tølini. Tey eru
neyvan týdningarleys, tí í mun til kanningar,
sum vóru til seinasta býráðsval (næmingar í
Hoydølum), so geva tey i ein mun somu
myndina. T.d. at „veit ikki« atkvødurnar vóru
nógvar, meðan listin hjá PG fekk lítla
undirtøku, somuleiðis Sambandið. Leggja vit
hesar „veit ikki« atkvødurnar aftrat, so vísa
tær eina mynd, sum flestu so køkurlunda
gera sær av endaliga valinum.
VERT er eisini at hyggja at teim tølunum,
sum hesaferð siga seg velja og hvgnn tey
valdu seinast. Av hesum tølum kunnu vit
lesa, at Javnaðarlistin fær eina framgongd
frá 18 til 23, Fólkaflokkurin frá 19 til 20,
Sambandið frá 3 til 7(+ 13 +13), PG frá 4 til 7
(413 413) meðan Kj. Mohr hevur eina
afturgongd frå 2 til 1, Sjálvstýrið frá 7 til 6 og
Tjóveldið frá 17 til 14.
LÝSING
sosialurin
HVORJAR kunnu grundirnar hjá teim spurdu
vera til at broyta støðu? Javnaðarbólkurin
hevur í hesum valskeiðinum staðið samdur,
hevur í fleiri málum markerað seg og hevur
tikið avgjørdar prinsippstødur í fleiri týðandi
málum — og víst eina politiska linju, vidhvørt
sera kritiska. Hetta má hava styrkt flokkin og
sýnir veljarunum týðiliga mynd av, at flokk-
urin leggur sær eina við at reka ein heildar-
politikk.
HINVEGIN er tað eingin loyna, at sambandis-
bólkurin í nógvum førum hevur »markerad«
eina slappa linju við nógvum kaðalbrotum.
Tjóðveldisbólkurin hevur ikki víst nakra linju,
men limir teirra hava mest rikist í málsvið-
gerðum, sum tongul í brimi. Fólkaflokkurin
hevur staðið hver í sínari ætt. Samantikið ein
býráðssamgonga, sum má hava verið ógvu-
liga, ógvuliga veik í kongunum. Tá vit nevna
týðandi mál, so skulu vit eisini nevna
stórmál, sum javnaðarbólkurin gekk hart
ímóti, t.d. SMS málið, plasering av stór-
bilstød tætt uppat hvíldarheiminum á
óbygda økinum frammanfyri Gundadals-
gkið, bygging av storskrivstovubygningi í
sjóvarmálanum tætt uppat Skansanum.
TØLINI eru í øllum føri ein peikifingur frá 101
veljarum, sum tilvildarliga eru spurdir. Lat
okkum tó ikki gloyma, at 12 siga seg ikki fara
á val, 13 vita ikki hvønn tey fara at velja.
Nøkur teirra vera óivað heitt á um at fara á
val — hvønn tey velja vita vit so ikki — men
tendensurin vísur, at Javnaðarlistin fær
framgongd, meðan Fólkaflokkurin mest
stendur í stað og Tjodveldisflokkurin fer
aftur.
HVOR stødan hjá Sambandinum verður, er ilt
at siga, somuleiðis hjá PG. Kann vera, at
veljararnir ikki opið vilja viðganga, at teir
taka undir við býráðslimum Sambandsins í
býráðnum — og illa vilja vera við, at teir velja
listan hjá PG, ið er samansettur av einari fjøld
— ja lat okkum siga eitt marglitt lið.
LÝSING
Tað verður her gjørt kunnugt, at býráðs- og
skúlaráðsvalið hin 2. desember í ár fer fram í
kommunuskúlahgellini (fyri veljarar í núver-
andi Tórshavnar kommunu og fyri teir
veljarar í núverandi Kaldbaks kommunu, ið
búgva í Mjørkadali og úti á Sundi) og
skúlanum í Kaldbak (fyri teir veljarar
núverandi Kaldbaks kommunu, ið búgva í
Kaldbak og í Kaldbaksbotni) frá kl. 10-13 og
frá kl 15-20.
Veljarar verða bidnir um at hava valkortið
við sær, tá teir fara á val.
Tórshavn hin 24. november 1976
Valnevnd Tórshavnar býráðs
Í
z
Eitt starv sum havnarumsjónarmaður vid
Klaksvíkar havn er leyst at søkja.
Umsøkjarar skulu hava stýrimansprógv,
evt. skipsføraraprogv.
Starvið verður sett 1. apríl 1977.
Umsóknir skulu vera havnanevndini í
hendi í seinasta lagi 15. januar 1977.
Havnanevndin
Lýsið í sosialinum
“
Nr. 75 — 1. desember 1976
dagbókin
Gudstænastur
Sunnudagin prædika:
|. Follend á Nesi, altargang-
ur, N.P.Danielsen í Oynd-
arfirði, J. Weihe í Sandvík,
altargangur, K.O. Videro i
Øravik, Martin R. Jacobsen í
Vági kl. 11 og í Porkeri kl.
12, Hans J. Joensen í Havnar
Kirkju altargangur, Kjartan
Mørkøre í Vesturkirkjuni,
Høgni Poulsen á Argjum,
altargangur, P.M.Rasmus-
sen við Gjógv kl. 12 og í
Funningi kl. 17, N.P.Dan-
ielsen á Strondum kl 19,
Bogesvang í Klaksvík, Eivind
Vilhelm í Dali, altargangur.
Í ollum kirkjum í Nes og
Stranda prestagjaldi verður
savnað inn til frama fyri
Guðs orðs útbreiðslu.
Adventistasamkoman
Í dag kl. 9.30 bíbliugransk-
ing, síðani ungdóms-
gudstænasta í Adventista-
skúlanum vid Hoyvikstjørn.
Sunnudagin kl 11 sunnu
dagsskúli.
Avlýst
Missiónsvikan í Bo er avlýst
fyribils.
Krúndiamantbrúdleyp:
Í gjár høvdu hjúnini
Karolina og Jógvan Høj-
gaard, Rituvík, krún-
diamantbrúdleyp.
Brúdleyp
Í dag giftast í Skopunar
kirkju Elisabeth Leo, Fám-
jin, og Hans Kristian Olsen,
Skopun.
Brúdleyp
Í dag giftast í Udbjerg kirkju
við Tender, Ingrid Tygesen
Udbjerg, og Jóannes Jóhan-
nesen, úr Sørvågi. Adr.:
Jacob Tygesen, Søndervej,
6270 Tønder.
Heldur fram
Basarurin i Missi6nshås-
kjallaranum å Glyvrum, sum
Sjåmanskvinnuringurin
skipar fyri, heldur fram i
kvåld til frama fyri Missións-
og ungdómshúsið á Glyvr-
um.
Billiardkappingar
Hetta vikuskiftið verða tvær
kappingar í Foroyameistara-
skapinum í billiard, Í dag og
sunnudagin spæla Klaksvík-
ar klubbi og Vágs Billiard-
felag í Klaksvíkar Klubba.
Listaframsýning í Keyp-
mannahavn
Dansk Færøsk Kulturfond
og Føroya Listafelag skipa
fyri foroyskari listaframsýn-
ing í Den Frie Udstilling við
Østerport jarnbreytarstød-
ina í Keypmannahavn í døg-
unum 3. til 19. desember.
Eramsýningin letur upp 3.
desember kl. 14.