Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-12-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 1976síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SS 20 sa Nr. 75 — 1. desember 1976 sosialurin Síða 5 Upp undir býráðsval Olvheðin Jacobsen, valevni á javnaðarlistanum til býráðsvalið í Klaksvík, skrivar: Tann 2. desember verður val til Klaksvíkar býráð, og í hesum sambandi er nakað av skriving farið fram; summir hava ført síni sjónarmið fram um ymisk mál, onnur lesarabrov hava verið negativ og persónlig, og áttu eftir mínum tykki ikki at verið upptikin, eitt nú í Dimma- lætting = undir yvirskriftini »Flogsedil« undirskrivard av »Gamal«, sum ger ålop å ym- iskar persónar; uppgåva okkara må ikki vera tann, at trakka teir å høvdid, sum av einari ella adrari orsøk koma illa fyri, hetta at gera slíkt undir dulnevni er at misbrúka tann demokratiska rætt, okkum er givin, heldur má uppgáva okkara vera at rætta teimum eina hjálpandi hond. Vit kenna oll frå søgnina um hina kvinnu- na, sum bleiv tikin í at gera nakað, sum hon ikki átti at gjørt, hon bleiv leidd fram til Meistaran, og teir spurdu hann, >hvat eigur at verða gjørt við hana? Lógin sigur, at hon skal steinast<. Svarið var »tann, ið reinur er, kasti fyrsta steinin«, men eingin steinur kom, hví? Spurningurin bleiv nokk vendur inn til ein sjálvan, og tí kom eingin steinur. Latið okkum tí lata vera við at dálka hvønn annan út, tí tá samanum kem- ur, er eingin av okkum fullkom- in, eg hugsi, at um vit lærdu nakað av hesum, so vildu vit verið við til, at lyft hetta okkara lítla samfelag upp á eitt betri stødi, vit mugu minnast til, at betri er ein hjálpandi hond enn ein spillandi tunga. 9 Eg býrjaði við, at tann 2. desember verður val til býráðið, og í hesum sambandi skal eg tríva í tey mál, sum koma undir målsøkid hjá stadionnevndini og teknisku nevndini, tad vil siga tær nevndir, sum undirrit- adi hevur verid formadur i, mål, sum eru loyst, og sum partvist eru loyst, og mål sum nevndir- nar arbeida vid. Stadionøkt: Á stadionøkinum eru góð fram- stig gjørd, vit hava fingið eina stóra og tíðarhóskandi svimji- holl, sum hevur haft stóran týdning fyri bý okkara, og sum hevur ført við sær, at í dag kunnu flest ell fólk í norður- oyggjum svimja, øll hava í ollum forum umstødur til hetta, og hettar hevur stóran týdnin fyri bý okkara, sum er ein fiskivinnubýur, hetta at alt okkara fólk sum starvast í hesi vinnu, hevur møguleika at kunna svimja, afturat hesum síggja vit eisini at umstødurnar til svimjikappingar eru góðar, so sum årslitini eisini vísa okkum. Onnur mál, sum eisini eru loyst á stadionøkinum, eru áskoðaraplássið, ljósmastrar- nar, innigyrðan av fótbóltsvolli, hetta kemur bæði ítróttarfelag- num, leikarum og áskoðarum til góða; annars hevur býráði stuðla ítróttarfelagnum við til demis venjarum. Haldast má fram eisini á hesum eki; aktiv iteturin veksur og arbeiðast má fram móti einum fótbóltsvelli afturat. Tekniska nevnd Reglugerðin fyri Klaksvíkar býráð sigur, at tekniska nevnd umsitur vegir, kloakkir, vatn, renovatión, ljós og harafturat kemur eisini útbyggjan og býarplanur. Hesi seinastu árini eru nógvir vegir gjøgnumgrivn- ir, fólk, sum ongan veg hava haft, og sum samstundis hava haft nógvar trupulleikar at koma til og frá húsum, hava nú fingið veg. Í hesum sambandi kundi ein eisini nevnt tær áirnar, sum eru innilokaðar, og asfaltering av teim ymisku veg- unum. Onnur arbeiði, sum tekniska nevnd arbeiðir við, eru stuðlagarðar úti í Grótinum, innilokan av Osånni, parker- ingspláss niðanfyri kirkjuna og breiðkan av Nýggjavegi frá Hildu Andreassen og niðantil Byggivirki og Skákvegurin úti í Grótinum, onnur smærri arbeiði kunnu nevnast, men eg skal ikki gera tað í hesum sambandi. Hetta eru stórmál, sum nevndin hevur loyst, men enn eru nøkur mál eftir at loysa, hvat vegaspurninginum viðvík- ur, so at komast kann til og frá ollum húsum við bili; hesi eru forleingjan av Skáltavegi norð- ur eftir til tey húsini, sum standa norðan fyri Skáltavegin, úti í Grótinum, omanfyri Bumshamarveg, og Bakkaveg- urin á Stongunum. Hetta meini eg eru tey einastu húsini, sum ongan veg hava, hvar moguligt er at gera koyriveg til, og má tað vera uppgáva okkara, at gera hesar vegir, so eisini tey kunnu koma til og frá húsum við bili. Renovattón: Øll kenna vit til framstigi sum gjørt er á hesum eki. Arbeitt verður í løtuni við møguleikum við eini felags renovatión, tað vil siga, at norðuroyggjar, Eysturoyggj- in, Streymoyggjin og Vágarnar koma eftir hesi ætlan at hava eina felags renovatión. Mein- ingin er at gera eitt felags renovatiónspláss so sleppast kann undan fleiri runt um í oyggjunum, og er hettar av stórum týdningi, bæði oku nomiskt og heilsumessiga, tað Jacobseb, situr ein nevnd og arbeiðir við hesum í løtuni, undirritaði um boðar norðuroyggjar á hesum pki. Utstykkjan: Stór útstykkjan er farin fram hesi seinastu årini, å Litlu- brekku og å Bumshamri. Upp- gåva okkara må vera altid at hava grundstykkir tok, so fólk altíð hava moguleika at fáa eitt grundstykki, samstundis sum uppgáva okkara má vera at gera tey so bilig sum møguligt. Í hesum sambandi kundu fleiri møguleikar verið nevndir, eitt nú við at oll tóku lut í hesum útreiðslum, sum til dømis við byggjan av skúlum, svimjihall- um, stadionøki, soleiðis at ein partur bleiv álíknaður yvir skattir soleiðis sum vit gera við omanfyri nevndu byggjan, sum vit gera utan mun til um vit eiga lut í hesum ella ikki, hettar vildi hjálpt teimum ungu at sett fót undir egið borð, tað vil í seinra enda koma okkum ellum til góðar. Byarplånur: Vidtikid er at gera ein disposi tiónsplán yvir Klaksvík, nevndin hevur heitt á Tréndur Fuglø, um at gera ein slíkan plán, hettar vil føra við sær, at sleppast kann undan plánloysi sum fyri ein part ræður, og sum kann gera ein óbótaligan skaða fyri bý okkara, ein slíkur plánur vil vísa okkum hvussu í býggjast skal, hvar tey ymisku økini leggjast av, eitt nú ídnaður, forrætningskvarter, skúli, frí- økir, barnagarðar og hvussu teir ymisku vegirnir skulu gerast, hetta vil loysa okkum undan stórum trupuleikum og vil í seinasta enda gagna okkum ómetaliga nógv. Vatnið: Arbeitt verður í letuni við útbyggjan av okkara vatnverki, tað verður í løtuni lagdur ein leidningur frá Keldum heim í Neytadal, sum síðani verður leitt heim í brunnarnar uppi á Horni, hettar vil geva okkum 600 tons meira um dognið, avtalað ætlast at gerast við S.E.V., viðvíkjandi demningi- num í Strandadali, ætlanin er at hæðka demningin og at leggja ein leidning norður í Svartadal, sum gevur nógv vatn, síðani verður ein leidning ur lagdur heim í býin, hettar skuldi givið okkum nokk av vatni fleiri ár fram í tíðina, nevndin hevur heitt á Sofus verkfr., Tórshavn, um at arbeiða við hesum, hettar arbeiðið verður mett at kosta umleið 5 milliónir krónur. Onnur smá arbeiðir viðvíkjandi vatni eru gjørd inni i býnum, eitt nú á Ziskatroð og Skålatrød, sum vóru illa koyrandi. Vatn- spurningurin er eitt átrokandi mál at fáa loyst, tað kann tykjast at vera nógvur peningur sum her verður nýttur, men hettar kundi skjótt komið at kosta okkum meir, um vit hildu okkum aftur við at gjørt hettar, okkara virkir høvdu komi at ligið lamin, tað vildi skapt arbeidsloysi útróðrarflotin mátti lagt fiskin upp aðrastaðni, hettar vildi verið til óbótaligan skaða fyri bý okkara, men sum eg havi nevnt verður hettar mål loyst nú. Eg havi her í stuttum umrøtt tey mål sum stadion nevndin og tekniska nevndin hava arbeitt og arbeida vid Onnur mål kundu eisini verid nevnd, eitt nå skúlabyggingin sum er farin fram, kajbyggingin á Stongunum og á Kósini, lendingin úti i Oyri, båtahylur í Árnafirði og kajbyggingin sum fara skal fram á vestursíðuni. Eg havi sum sagt i stuttum greitt frá teimum arbeiðum sum eru gjørd og sum arbeitt verður vid, hettar er gjørt fyri at vísa aftur teimum skuldsetingum, um at býráðið einki hevur gjørt, vit síggja her at hettar er ikki beint. Býráðið hevur loyst stórmál, og eg eri sannførdur um, at tað eisini er fort fyri at loysa tær uppgávur sum framtíðin vil geva okkum. Tað var í einum leiðaara í Norð-lýsinum herfyri skrivað um sjúkrahúsútbyggjanina. Har varð partvís funnist at útbyggj ingini sum skal fara fram, og sum limir av ”styrinum fyri Klaksvikar Sjåkrahus, harmadi hettar ein, eg skal ikki i hesum fori koma inn á hettar, tað verður alt ov drågtført, men bert vísa á at í nærmastu framtíð verður ein útbygging at fara fram á Klaksvíkar Sjúkra húsi, hettar verður eitt projekt uppá sekstan > milliónir krónur og sum samstundis verð einar ur eitt stórt framstig fyri norð uroyggjar, og sum kemur at hava ein ómetaligan týdning fyri bý okkara, hettar at hava eitt vælútbygt og tíðarhóskandi heilsuverk sum vil føra vid sæt at okkara sjúklingar, læknar og sjúkrasystrar, sum hava haft alt ov vánalig kor at liva og virka undir. nú koma at fáa gðar umstødur at virka undir, hettar vil samstundis hava stóran figg) arligan fyrimun fyri okkum, bæði viðvíkjandi byggingini og so vid ti nógv øktu arbeiðs megini sum her skal virka Afturat hesum er eisini ætlanin at byggja tríggjar læknaíbúðir, heitt hevur verið á teknisku umsitingina hjá Klaksvíkar Býráð um at finna hóskandi oki til hesa byggingina. Til seinast vil eg bert siga, at tey mál, sum eg vil meina at komandi býráð má seta sær sum mál at loysa, eru fylgjandi: 1) Utbygging av vatnverkinum 2) Kajbygging á vestursíðuni 3) Utstykkjan og býarplanlegg 4) Dagroktarskipanin 5) Íbúðir til tey eystursíðuni gomlu á Ynski mitt skal vera, at Klaksvíkin og tað fólk, sum her býr, má eins og nú ganga eini góðari tíð á moti Olvheðin Jacobsen Býráðið fær úr at gera Absalon Jacobsen, valevni á lista C til býráðsvalið í Vági, skrivar Nú nærkast til býráðs- og skulanevndarvalid, sum verður 2. desember. Teir menn, ið koma at manna býráðið komandi fýra árini, fáa úr at gera. Tað fyrsta, sum liggur fyri, er atlogubryggjan við flakavirkið og næst ti ein bátahylur. So koma vit til vatnið. Bæði til býin og flakavirkið verður tervur á vatni. Tað mugu gerast sterri vatnbrunnar. Ein byrging má gerast í Tormansá. Ein skúli skal byggjast, men fígging er ikki fingin. Tað stóra ekið vestan fyri vegin á sandinum má býráðið ognartaka til spæli- pláss. So nøkur orð um skattin. I Utvarpi Føroya hoyrdi eg her- fyri formannin i Føroya Komm- unufelag, Tummas Jacobsen, har hann greiddi frå, at likning- triggjar arnevndirnar høvdu skattatalvur at likna eftir, so- leiðis at tey, id sótu í trongum umstødum, blivu minni skattað Her hjá okkum brúkar líkning- arnevndin ta einu talvuna. Skattabyrðan er hareftir. Tað má vera trupult hjá teimum lág- lentu at fáa endarnar at røkka saman. Hetta má avgjørt rætt- ast. Og tað rættast við, at javn- aðarmenn fáa meirilutan í bý- ráðnum. Aftur til tey arbeiðir, sum eg havi nevnt. Tað má kunna lata seg gera at fáa studning og lang- freistað lán til hesi arbeiðir. Fad letur seg gera hjá øllum byråd- um, so tað má lata seg gera hjá okkum eisini Nú eru tað kanska nakrir sitandi byrådslimir, sum vilja stagnera øll arbeiðir. Ja, hvar enda vit so? Ja, vágbingar, hugsið tykkum nú væl um, tá tit seta krossin valdagin. Nú havi eg frætt, at skatta prosentið verður 18 komandi ár. Í ár var tað 16. Javnaðarmenn, sum koma inn, mugu ikki ganga við til slíkt. Eg vil halda, at møguleiki er fyri at seta skatta prosentið niður í 15, ja, kanska 14. Tey arbeiðir, ið eg her havi nevnt, má studningur fáast til, umframt langfreistað lån. So letur tað seg gera at regulera skattin hareftir Gott val!