Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-12-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 1976síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

EG EEN Er EO Nr. 75 — 1. desember 1976 sosialurin Eisini tey, sum eru ringast fyri, mugu kenna seg trygg — segði Jákup Lindenskov um eina komandi dagpeningaskipan á landstinginum hjá komm- unufelagnum. Hann segði, at skulu vit nøkur- lunda tryggja okkum eina sosiala verju, má tað vera av størsta týdningi, at eisini tey, sum altíð eru ringast fyri, eisini kenna seg trygg, tá óhapp hendir þ Landsstýrið fer umm ikki langa tíð at koma við einum uppskoti um dagpeningaskipan. Talan er um eina skipan, sum veitir endurgjald fyri óarbeiðsfori vegna sjúku, vanlukku og barnsburð, segði Jákup Linden skov, landsstýrismaður, á lands- tinginum hjá Foroya Kommu- nufelag í vikuni. Jákup Lindenskov segði, at eftir núgaldandi skipan eru tað bert tey, ið koma undir van- lukkutryggingarskipanina, ið fáa dagpening. Afturat teimum eru tað nøkur fá fakfelog, ið sjálvi hava sjúkratryggingargr- grunn. Ein slík skipan er neyðug, men hon er kostnaðarmikil, og spurningurin er, hvussu dag- peningaskipanin skal fíggjast, segði Jákup Lindenskov, sum upplýsti, at skipanin helst fer at kosta einar 15 milliónir árliga. Hann segði, at tað er neyðugt við eini slíkari lóggávu, og at samráðingar um hetta átrok- andi mál hava verið við ríkis- mynduleikarnar. Ongin arbeiðsloysistrygd Umframt at eingin dagpeninga skipan finnst, finnst heldur eingin serlóggáva um arbeiðs- loysistrygd. Men eisini hesin lóggávuspurningurin er í løtuni undir viðgerð í landsstýrinum, upplýsti landsstýrismaðurin i almannamálum. Mín metan er, at nú- galdandi lóg, har vit einans hava skyldu at veita hjálp, tá talan er um neyðhjálp í >trangs- tilfælde«, setur eitt alt ov trongt mark — eitt mark, sum vit í dag ikki kunna vera nogd við. Endurgjald eftir eftir metingum Jákup Lindenskov greiddi frá, at tað kortini støðugt í lóg- gávuni verða gjørdar metingar um endurgjald. Tá talan er um vanlukku ella vinnusjúkur, verður endurgjald veitt fyri lønarmiss upp í eitt vist krónu tal fyri hvønn dagin, so leingi sum óarbeiðsforis-, endur gjalds- ella avlamisspurningurin ikki er avgreiddur. Her er talan um trygging, tvungna trygging. Men soleiðis er ikki, tá óarbeiðsfori stavar frå sjúku, arbeiðsloysi ella aðarari lóglig ari orsøk. Tá sita narir av okkara medborgarum við skerdan lut. Hetta eru sum oftast tey, sum altíð sita ringast fyri, liggja á samfelagssins út jaðara, tá talan er um fíggjar ligan forimun, segði Jákup Lindenskov. Um tey fastløntu í almennum sum privatum størvum segði Jákup Lindenskov, at tey eftir foroyskum viðurskiftum fáa rættiliga stóra trygd, sum ikki er til steðar hjá teimum, ið ikki eru í fastum starvi, tá tey vegna óhapp ikki kunna rekja starv sítt. Trygdarskipan má vera mark Skulu vit nokurlunda tryggja okkum eina sosiala verju, má tað vera av størsta týdningi, at eisini tey, sum altíð eru ringast fyri, eisini kenna seg trygg, tá óhappi hendir. Tað eru hesi verjuleysu heim, sum hava teir størstu trupuleikarnar. At geva teimum eina trygdarskipan, má vera tað mark, vit seta okkum, segði Jákup Lindenskov m.a. um eina komandi dagpeninga- skipan á landstinginum hjá kommunufelagnum ENDURSKIN VERJIR BÆÐI TEY, SUM GANGA, OG TEY SUM KOYRA Ráðið fyri Ferðslutrygd heitir á oll, sum ferðast til fóts ella á tveimum hjólum á vegunum teir myrku tímarnar í samdøgrinum, at nýta endurskin A hverjum ári verða nógv fólk lamløstad og dripin ta myrku tíðina í ferðsluni. Vandamálið er einfalt tað, at eygu okkara íkki klára treytirnar eins væl og í dags lýsi. Endurskin gevur okkum 100 m meira í ferðsluni Meðan ein bilforari ikki sær ein fótgangara uttan refleks á einum myrkum veg, fyrr enn hann er 25 m frá bilinum, so sæst ein fótgangari við endur- skin, longu tá hann er 125 m burturi. Hetta er ein munur, sum kann týða lív ella deyð fyri fótgangarin og soleiðis sæð eis ini fyri bilførarin, sum noyðist at gera brádligar og ógvisligar atgerðir fyri ikki at koyra ein fótgangara yvir, sum óvæntað trínur fram úr myrkrinum. Hagtøl vísa, at fótgangarin er tann, sum er mest útsettur av ollum í ferðsluni. Kortini er hann ella hon tann einasti eftir lógini, sum kann ferðast úti í myrkri uttan ljós ella reflektorar Tað er soleiðis við slíkum sum við hagtelum yvir óhapp. Ein varnast ikki álvarsemi, fyrr enn ein sjálvur hevur lagt kropp til hagtølini Eitt endurskinskelti, sum bert => re |—— DO. í Í Fi i á að | ENDURSKIN } verjir bæði tey sum ganga og tey sum koyra. Við endurskini sæst tu 100 m longur, tað kann týða liv ella deyð. Í FYRI ven Síða 7 Framhald frá síðu 4 norðurlendskum vidføri s0- vorðið sum demokratiskan hugs- unarhátt, mannfrælsi sosialan solidaritet illa sampakkaði við autoriteru og bureaukratisku samfelagsskipanina fyri sunnan. Men eisini hetta kundi brúk- ast í agitatiónini. Tað eydnaðist at billa tí verjuleysa danska fólkinum inn, at alt hetta, sum var sunt og gott í norðurlendsk- um politiskum lívi og mentan, fór at ávirka autoriteru og og prøjsarakendu samfelags- vidurskiftini fyri sunnan. EF- londini fóru at gerast spegils- myndir av teimum dámligu og hóvligu skandinavisku vælferð- arstatunum. Men, so segði hann maður, geitir vinna ikki á úlvum tíverri! Alt, sum higartil er farið fram í Danmark, bendir á, at gongdin verður hin øvugta av ti, sum lokkufuglarnir fyrigykladu donsku veljarafjøldini Illgresisfræid fýkur dagliga inn um mark og nerist sum hundaland í politiska og økon- omiska livinum i Danmark Vit gera helst beint i at meta EF sum ein hin størsta vandan fyri vestureuropeiska samfelagið í dag. Hetta kemur heilt einfalt av ti, at EF-skipanin ell, sum hon er, gongur út uppá, at lata stórkapitalin og tey multination- alu virkini fáa tamarhald á stjórnarvaldinum. Hvert skúlabarn veit, at hetta fyrr ella seinni førir til fascismu til sigur fyri kapitalin og tap fyri fjøldina av fólkinum. Her er hóskandi at minna á, at størstu EF-londini altid styðja fasistisku diktaturini í Suður- afrika, Chile og aðrastaðni i heiminum. Ef hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu innlimast og Norðsjógvurin skal vera lokku- dorgin, sum skal draga okkum burtur frá tí klóku steðu, vit tóku í fyrstu syftu. Henda lokking og tann beinleiðis hótt- an, sum liggur i øllum hesum kann bert metast við gangstara- framferð og sigur meira um muruna í EF enn nógv annað. Vit mugu tí siga nei til letu- vinningin í EF, sjálvt um hetta fellur mongum tungt. Vit mugu siga nei, sjálvt um tað kemur at | kosta nakað í krónum og oyrum eina tid frameftir. Vit mugu øll vera viðtil at gjalda henda kostnað í hvussu so er vit, sum ikki beinleiðis liva av sjónum. Vit mugu harnæst skipa sam felag okkara soleiðis, at teir, sum liva beinleiðis av sjónum, verða teir, sum missa minst. Henda støda man fara at vera tann, sum gevur mest í seinnu atlogu — politiskt, búskaparliga og mentunarliga Tak Noreg! Tak teir spádómar hetta land fekk niður yvir seg, tá tað valdi tann góða lutin. Hvat land í Europa er í dag betri fyri búskaparliga og politiskt Nú skulu vit ikki rokna við búskaparligari framgongd sum nakað givið av at standa uttan fyri EF, men hetta verður bert nevnt fyri at minna á, hvussu ósaklig agitatiónin var, og fyri at vísa, hvat vit kunnu vænta okkum av propaganda og heila- tvátti. Tað eru sostatt grund til at allar góðar kreftir sum duga at síggja, at nú dregur saman, eru á varðhaldi Dimmalætting er longu farin at mutla um EF-fyrimunir. Hetta er tað vissa tekinið. Tað er heldur einki logið í ti. At umboða afturhaldið burtur og heima er jú hennara uppgáva Hon er tað lýdna amboðið hjá kapitalvaldinum, men hennara antisosialisma og hatur til frælsi og demokrati eru tibetur av einsum so vælsignad og primi tivum slagi, at henni ikki enn hevur eydnast at tøla fleirtalid av føroyingum. Latið tað heldur ikki eydnast hesaferð. Men, tað, sum ein hóast alt kann gerast illa við av, er, at einstakir tingmenn úr landsins stersta flokki tykjast at hava hug at linka í kongunum. Vón- andi menna teir seg upp aftur og fara á tal við sínar veljarar og greiða teimum frá, at nú noyðast vit at taka eina stødu, sum kemur at kosta pengar. Aftur fyri varðveita vit tað, sum er okkum dýrast. Eingin ivi kann vera um, at veljararnir fara at skilja hetta Og flokkurin sum heild er sjálvandi framvegis móti lima- skapi í EF tíbetur! Jóannes Dalsgaard kostar einar 3 krónur, ger fót gangarin sjónligan. Øll foreldur eiga at ofra hetta uppá barn sítt og bera ábyrgdina av, at barnið ber endurskinskelt ið, tá tað gongur úti í myrkri Tað er oftast bernini og tey eldru, sum tað gongur út yvir Ráðini fyri tey eldru mugu tí verða altid at bera endurskin, tå tey ferðast úti í myrkri Endurskinskeltið kann setast fast i fóðrið á høgra lumma. Tá tað hongur uttaná, kann tað síggjast bæði framman og aftanifrá, 'tå ljósstrálurnar frá bilunum lýsa á tað. Um dagin kann ein hava tað i lummanum Eisini tey, sum súkla ella koyra á prutli, eiga at bera endurskin Vil | log 1 ikki at bera endurskin í my Ráðið fyri Ferðslutrygd