mikudagur 1. desember 1976síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Nr. 75 — 1. desember 1976
Byrådsvalid á Tvøroyri
måli: at seta bein fyri ti utbygg-
ingarpolitikki, ið er framdur her
Eitt tvey åra valskeid undir
javnadarleidslu er farid og vit
skulu aftur velja 2. desember.
Hvussu hevur gongdin verið i
okkara býi seinastu tvey árini,
ella lat okku heldur siga hesi
seinastu seks árini?
Aðrenn seinasta val sendu vit
eitt skriv í hvert hus, har vit
vístu á, hvørji stórmál javnaðar-
meirilutin hevði sett í verk og
vildi seta í verk.
Tiltøk sum vildu verða hvørj-
um borgara í sóknini til gagns.
Flakavirkið
Virkið, sum allir borgarar hava
savnast um, hevur nú verið í
gongd í eitt ár og hevur higartil
tikið ímóti 3300 tonsum av fiski
fyri 6,4 mill. kr. og í arbeidsløn-
um útgoldið 3,4 mill. kr.
Flakavirkid er borgaranna
ogn og eigur framvegis at vera
tað. Tiverri hugsa ikki allir so.
Skal ein fara eftir valagitatiónini
áðrenn seinasta val. Borgarliga
andstaðan ella ein partur av
henni tykist ikki at aftra seg við
at lata virkið upp í hendurnar á
ávisum vinnulivsmanni her á
plássinum.
Tað má ikki henda. Vit mugu
framvegis standa saman um
virkið og við at velja javnaðar-
menn tryggja okkum at virkið
verður á somu hondum sum nú.
Keibyggingin
Keibyggingin er framd. Tað,
sum var projekterað, og tað vit
høvdu jåttan fyri í havnaratlan-
ini er framt.
Bert er spell, at tær berokn-
ingar, ið fóru fram viðv. hylinum
vóru heilt burtur av leið, men ein
nýggjur javnaðarmeiriluti vil
gera havnina lidna við at byggja
fast í mQlan vestantil.
Veljarar! Farid ut eitt kvøld tå
ikki eru útróðrarlíkindi og siggi
væl bátarnir liggja
Menn kunnu ekkaleysir fara frá
bátunum.
Ella farið til Trongisvágs og
hyggið at båtahylinum har.
Eisini eitt valaverk. Havnalagið
er nú eitt tað besta í Feroyum.
Smyril kemur ongastaðni so væl
át sum á Tveroyri.
hvussu
Skúlin
Nýggi skúlin er tikin í brúk.
Hann hevur leingi verið í gerð og
hevur kostað 9,5 mill. kr
Vit hava fingið ein góðan og
tidarhoskandi skúla. Undir vitj
av skúlastjórnini nýliga vóru
menn samdir um, at hetta var
ein hin best utgjørdi skúlin teir
høvdu sæð og hartil vakur og
vælgjørdur, ein skúli har gott
var at arbeiða í
Okkum væntar útbygging av
ovastu hædd í gamla skúla til
evning og
serundirvising. Tá
hava vit ein skúla sum lýkur
llan okkara skúlaterv. Skúlin
kemur øllum borgarunum til
iyttu við tað at har fer kvøld-
indir ing fram. Har eru skeið í
hondarbeiði, matgerð, træ
g jarnsmið og itrotti. Skúlin í
ronifl 191 Ér ettur ] flokk:
tand
I I keid vit latið
stand. Aðrenn seinasta val góðu
vit foreldrunum í Frodbø lyfti
um hesa ístandseting, og so
skjótt skúlastjórnin gav sítt
tilmæli varð farið undir arbeiðið.
Eitt dømi um at javnaðarmenn
halda sítt orð og metir allar
borgarar í býnum eins og vilja
fremja eitthvert mál sum er
borgarunum at gagni. Í hesum
skeiði er skipanin við ókeypis
skúlabókum bæði til grund-
skúlan og framhaldsskúlan kom-
in í lag.
Vegurin
Tvøroyri-Trongisvågur
Nu lidur væl vid fyrsta umfari av
hesum vegi, sum av andstøduni
varð skyrdur — fantasiprojekt.
Hesin vegur gevur atgongd til
hop av grundstykkjum ti hóast
følsku andstødupropagandaina
verður tað sjálvandi loyvt at
byggja framvið hesum 7,5 m
breiða vegi.
Vegurin skal gerast liðugur og
kemur ein sterkur javnaðar-
meiriluti inn verður hann eisini
lidugtgjørdur við tað fyrsta.
Røktarheimid
Eitt av okkara kærastu javnad-
armålum Røktar og Ellis-
heimið — verður tikið í nýtslu til
várs. Fyrst tá javnaðarstýrið í
1970 fekk sett nevnd og fekk
allar kommunurnar at semjast
um hetta tiltak gjørdist hetta
verunleiki. Vit kunnu fegnast
um hetta verk allir borgarar í
Suðuroy.
Vatnverkið
Fyrsta stigið av vatnveitingini
er liðugt vatn til keiina og
flakavirkið — Um hetta mál ikki
varð loyst nú hevði Flakavirkið
verið noytt til at styðja fram-
leiðsluna fleiri ferðir í summar.
Næsta stig verður at binda
fast í verandi húsaleiðningar
stigvist.
Renovatiónin
Í hesum skeiði er fingin fígging
til brenniovn 1,5 mill. kr.
Dagrenovatiónin er byrjað og
burturkastið verður fyribils
brent úti, so nú er rudduligt í
Asdali.
Vatnið fer fram millum tveir
bólkar. Oðrumegin javnaðar-
flokkurin listi C og hinumegin
tveir borgarligir listar A og B.
Veljararnir eiga tó ikki at lata
seg villleiða av, at teir stilla upp
hvor fyri seg, ti í býráðnum
ganga teir saman hverja ferð,
sum andstøda til javnaðarmenn.
Hugsið tykkum til tjóð-
veldismenn og folkaflokksmenn
håls um håls vid sambands-
monnum (gamla sjálvstýrið eis-
ini) er ein tilik samanlegging
megulig uttan millum fullkomi-
politiskar analfabetar,
ikki kenna munin
sjálvstýri og sam-
ligar
menn, ið
millum ráma
band
Higartil er lítið komið fram av
uppskotum frá borgarligu and
støduni í býráðnum og annað var
Flokkar sum fara
einasta
ikki væntandi
x
val við einum enda
og steðga honum. Haðani er
einki at vænta.
Kemur ein sterkur javnaðar-
meiriluti inn aftur hesa ferð setir
hann sær fyri at fremja hesi mál:
1. Utbygging av Flakavirki-
num
2. Lidugtgeran av havnalag-
num. Nyggjan båtahyl til
båtarnar i uttara parti av
bynum. Byggibúnan av
grundøki til nýggja skelja-
virkið
3. Liðugtgeran av vegnum inn
til el-verkið og oman á kei-
økid
4. Tvørå løgd undir heilt.
Hetta er vidtikid, men figg-
ing er enn ikki fingin til
vega)
5. Ein planur yvir lendið,
sum kommunan hevur ogn-
artikid til havnina — helst
vid einum almennum umsit-
ingarhúsi.
Regulering og nýgering av
niðara vegi, sum er bráð-
neyðug, nú ovari vegur er
liðugur
6. Ítróttarhell. Javnadar-
menn í býráðnum hava
verið av teirri áskoðan at
fingu vit vinnulívið uppá
føtur her í býnum vildu vit
tá vera førir fyri at gera
meira fyri ítróttin. Hagartil
eru vit náddir í dag. Arbeiði
er til allar hendur í dag. Ti
skúldi nú tíðin verið komin
til at býráðið kann stuðla
munandi undir komandi
bygging av ítróttarhell og
svimjihyli
Javnaðarmenn í Tveroyrar
býráð kunnu ósmædnir siga, at
teir halda vallyftini. Tað hava
vit týðuliga vist í teim farnu
valskeiðum. Borgararnir kunnu
velja okkum uppá vallyftini tí
vit halda tey.
Hesi eru mál, ið liggja fyri,
men onnur mál vilja koma, og
javnaðarmenn vilja taka undir
við einum og hverjum fram-
burðsmáli, ið inn kemur. Javn-
aðarmenn forða ongum íkki-
javnaðarmonnum. tað eru tal-
andi dømi um. Í nærsagt ollum
stovnum sita andstødumenn lið
um lið við javnaðarmonnum.
Borgarar!
Valið 2. desember er eitt val,
har spurningurin klárt og týðu-
liga — klárari enn nakrantid fyrr
er:
Vilja tit framvegis framburð
fyri plássið? So er bert eitt val —
X við lista C.
Tann sum setur X við lista A
ella B setur samstundis X við at
allur framburður steðgar — tí
borgarligu umboðsmenninir
vilja bara fremja síni egnu
persónligu mál.
Veljið javnaðarlistan, lista C,
ti tað er tryggasta vissan um at
Tveroyrar býur verður væl
stýrdur komandi 4 árini, at hetta
verða menn, ið hava sýnt í verki
at teir kunnu skapa framburð, at
arbeiði, sum í dag er til allar
hendur og er skapað av javnað-
arstýrinum, verður at standa
við.
Setið ein enn sterkari javnað-
arflokk inn í býráðið 2. desember
Ti við javnaðarmonnum á odda
í býráðnum er framtíð býarins í
tryggum hondum.
X við javnaðarlistan — lista C
AAA
Býráðsvalgið á Tvøroyri
tann 2. december 1976
Tað er ellum greitt at hvert valg
er ein avbjóðing og henni taka
vit fegin imoti.
Fara vit nú at gera støduna
upp í kommunu okkara síggja
vit at her eru hendar. stórar
og gagnligar broytingar.
Til seinasta valg fyri
tveimum árum síðani sendi
flokkur okkara út eina skrá í
hvert hús í sóknini, har sagt
varð frá hvat flokkurin vildi
avrika um hann framhaldandi
fekk møguleikan at virka.
Sagt bleiv frá hvørjar ætlanir
vit høvdu og hvat vit høvdu i
hyggju at fremja,
Tað vil altid verða so at tað
eru mál, sum hava sterri týdn-
ing enn onnur, sjálvt um tey
smáu málini eisini hava sín
tydning, so eru tað tå nøkur sum
skara framúr, sum hava krav at
fáa eina sersteðu.
A valgskrá okkara var flaka-
virkið tað sum sett var sum tað
mest týdningarmikla at loysa.
Hetta kom av at vit vóru vitandi
um, at tað virkið, sum var, ikki
kom at halda fram.
Tað fyrra kommunustýrið
setti sær fyri at gera tiltøk fyri
at skapa eitt trygt og gott
arbeiðspláss, tí okkum var greitt
at ein kommuna uttan trygg
arbeiðspláss er eingin góð
kommuna. Okkara uppgáva var
og er framvegis at gera Tvøroyri
til eina góða kommunu.
Farið varð til verka og sann-
ast má í dag at virkið sum fekk
stuðul frá ellum íbúgvarum og
vinnufeløgum í sóknini nú er ein
veruleiki og er samstundis eitt
progv fyri samanhaldi og áræði.
bert
Heldur tú ikki
Eitt má sannast, at um hetta
tiltak ikki bleiv framt í tokum
tíma hevði verið arbeiðsloysi her
hjá okkum.
Aftur einaferð tóku vit hendur
saman og reisti eitt stórt og
prýðuligt stórverk og eitt trygt
og gott arbeiðspláss.
Tað er av avgjørdum týdningi
at tað i kommunustýrið verða
valdir limir, sum við ábyrgd
tryggja hverjum einstekum
íbyggjara góð arbeiðspláss, tid-
irnar skifta, broytingar henda
næstan hvenn dag, ti ræður um
at fylgja við og vera framskygd-
ur.
Tíverri hava vit prógv fyri, at
tá vit ikki hava verið ansnir, ikki
hava vart borg, tá eru ólegir
komin, sum skolað hava burtur
tað ið barst hevur verið fyri.
Javnaðarmenn hava í verki
sýnt, at teir eru ábyrgdarfullir
og víst, at teir hava bestu
hylling á hvussu stýrast skal.
Tað verður í grein i Dimmalætt-
ing nú um dagarnar funnist at
sitandi stýri, ikki tí tað hevur
gjørt ov lítið, nei, ti tað hevur
gjort ov nógv.
At hesin kritikkur kemur fram
í Dimmalætting undir dulnevni
a.76 er einki at undrast yvir. Tað
ber so væltil at skriva og finnast
at, tá ein sleppur frá at seta
navn sítt til, og væl ber til at
siga, at ov nógv er gjørt til
gagns fyri at tryggja arbeiðarar
og fiskimenn, tá ein sjálvur
hevur tryggjað viðurskifti.
Her eru tiltok framd fyri at
tryggja nógv, og framvegis
verður málið at skapa enn sterri
tryggleika og betri kor fyri hann
og hana, sum bert heuvr sínar
hendur at líta á
Um meirilutin
sami, verður gjort alt
skapa arbeiðið fyri so
tann
fyri at
nógvar
verður
hendur sum møguliga.
At hetta ikki nakað
sum sagt verður, er prógv fyri
bara er
Tað eru menn her á Tvøroyri,
sum arbeiða við skeljavirkið og
teir hava í ætlan eina sterri
útbyggjan. Ætlan teirra er ein
útbyggjan á kajøkinum. Sjálv-
andi stuðlar kommunan tiltakið,
og er tað eisini samtykt at gera
teimum byggibúgvið eki til virk-
ið, so skjótt sum figging teirra er
í lagi.
I Dimmalætting bleiv fram-
fort at ringt var at gera seg
galdandi, um ein ikki hoyrdi til
partiið.
Hetta fái eg ikki at ríma heilt
Javnaðarmenn í býráðnum
hava ikki og koma ikki at kaga
til politiskan lit. Vit eru øll
íbúgvar í kommununi og virka
til frama fyri heildini.
At prógv er fyri hesum vísir
skulabyggingin, sum øll bleiv
gjørd av meistarum og arbeiðs-
monnum á Tveroyri, við undan-
tak av máliarbeiðinum, sum var
ein lítil partur.
Vegaverkið og vatnverkið
verður eisini gjørt av okkara
egnu og til kloakkverkið hava
vit sjálvandi stuðlað stoypivirk-
ið hjá Edward og Peter E. í
Puntabyrgi.
Brandbilurin er keyptur
igjøgnum firma D.J. Enni á
Tvøroyri, sjålvt um vit høvdu
onnur tilboð, var tað ein sjålv-
fylgja at stydja og keypa frå
tveráfólki.
Hetta vil
Enni vátta.
Hetta verður vist á fyri at
gera greitt, at javnaðarmenn
ikki, sum framført í greinini í
Dimmalætting, gera mun á
nøkrum á plássinum. Hetta
gongur greitt fram, ell vita, at
so er, eisini teir, sum eru
stuðlaðir av sitandi stýri og tó
siga nakað annað.
Tað er greitt, at alt ikki kann
loysast uppá stutta tíð. Henda
setan var bert tvey ár, men ikki
skerst burtur, at nógv er komið
á skafti.
Um tú framvegis vil hava
frambur skal tú velja javnaðar
menn til valgið 2. desember 1976
sjálvandi Hjerleif
Sverre Midjord