hósdagur 27. juni 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 120 - 27. juni 2002
Nr. 120 - 27. juni 2002
13
Vit prenta røðuna,
sum Jákup Pauli
Joensen helt, tá hann
setti Sundalags-
stevnuna í Hósvík
leygardagin
Góðu Hósvíkingar! Góðu
stevnugestir!
Nú føroyska summarið
stendur í besta blóma,
fylkjast ung sum eldri á
summarstevnum. Stevnu-
mentanin er eitt gamalt
føroyskt fyribrigdi. Ferð-
ingin ímillum bygdir á
sumri hevur ivaleyst verið
tyngri fyrr, enn hon er í
dag, men altíð hevur hend-
an ferðing verðið tengd at
gleði og gaman. Sum við
øllum stórum stevnum, er
tað ikki minst ungdómurin
sum fær høvi at hittist í
ítrótti, spæli, sangi og
dansi.
Nógv samband hevur
altíð verið ímillum granna-
bygdirnar her í Sundalag-
num. Tað vóru bygdirnar
Hósvík, Kollafjørður og
Hvalvík/Streymnes, sum
saman settu sær fyri at fáa
ílag eina stevnu, sum kundi
teljast ímillum stóru summ-
arstevnurnar í landinum.
Hóast bygdirnar framvið
Sundalagnum eru smáar, so
eru tær á leikvøllum stinnar
og áhaldandi. Kappróður
hevur verið tann ítróttar-
greinin, sum hevur havt
sterkast festi ímillum fólk í
Sundalagnum. Hvør bygd
hevur sítt kappróðrafelag,
og tað er ein sonn gleði, tá
tey ungu ímóti sumri taka
bátin út, og gleðin er ikki
minni, tá róð verður á
stevnum. Nógvur spenn-
ingur er um úrslitið, men
størsta gleðin og størsti
áhugin eru tengd at luttøk-
uni hjá bátinum, sum um-
boðar bygdina. Eisini í dag
koma bátarnir at dystast og
okkara ungdómar fáa høvi
at hittast á leikvølli, í spæli
og í dansi.
Okkara sangmentan hev-
ur djúpar røtur í tí føroyska
samleikanum. Okkara søga
er fyri ein stóran part søgd í
kvæðum, yrkingum og tátt-
um. Hósvík er ein bygd við
einum sera ríkum mentan-
ararvi. Júst á hesum øki,
her vit standa í dag, eiga
tveir av okkara mest fólka-
kæru
yrkjarum
mong
sporini: Áarstovubrøðurnir
Janus og Hans Andrias
Djurhuus
høvdu
røtur
higani úr Toftum í Hósvík.
Mamman, Giljanna, var
bóndadóttur higani, og
hendan yrkjaramentan er
framvegis livandi, bæði her
í Hósvík, í Kollafirði og
aðrastaðni við.
Í einum av søgunum hjá
Hans A. Djurhuus letur
hann tindarnar tosa. Vit
hoyra
Árnadalstind
og
Slættaratind togast um,
hvør teirra hevur besta út-
sýni. Eftir at hesir hava
togast eina løtu, kemur
Skælingsfjall uppí og vísir
á sínar dygdir. Men vakrir
og stórbærir eru teir, hvør á
sín hátt. Soleiðis er eisini
við bygdunum framvið
Sundalagnum.
Tað verður ofta sagt um
bygdir og býlingar, sum
liggja nærhendis einum
størri býi at tær eru sovi-
bygdir. Men bygdirnar í
Sundalagnum eru als ikki
sovibygdir.
Her
hendir
nógv um dagarnar og langt
út á næturnar. Mentanin
stendur í fagrasta blóma.
Her eru eitt nú ítróttarfeløg,
bygdafeløg, kór, meinig-
heitsfeløg og bindiklubbar.
Burtur úr hesi virknu
mentan er á nógvum økjum
sprottið eitt grannasam-
starv, har felagsskapurin
kann
mennast.
Felags-
kommunala
nevndin
í
Sundalagnum kann m.a.
takast sum dømi um eitt
gott
samstarv
ímillum
javnstillaðar bygdir. Tað er
altíð neyðugt at taka støðið
í teimum fortreytum sum
eru og alt samstarv eigur tí
eisini at byggja á tann sam-
leika, sum fólkið í hvørji
einstakari bygd hevur.
Sundalagið sum heild
stendur í blóma. Vinnu-
virksemið veksur. I tíðar-
skeiðum við stórari menn-
ing er altíð neyðugt at
verða ansin, soleiðis at tey
virðir, sum eru, og sum
kanska ikki altíð verða
roknaði fyri so nógv, ikki
fara fyri skjeyti. Eg hugsi
her, um tað vøkru og ríku
fjøruna, sum vit, sum børn
og gomul, hava so stóra
gleði av.
Tann megin, sum liggur í
tí heimliga og í nærum-
hvørvinum,
kemur
til
sjóndar á tílíkum stevnum
sum hesari. Tit eru nógv,
sum hava lagt stóra orku í
at fyrireika hesa stevnu og
tey tiltøk, sum her eru. Tað
eru tit, sum gera tað
møguligt at hava hesar
stóru summarstevnurnar og
soleiðis røkja hendan týð-
andi part av føroysku
mentanini. Tað eru tit, sum
eiga ta stóru tøkkina. Eg
fari eisini at nýta høvi til at
takka fyri tað álit, mær er
víst, at fáa í boði at seta
Sundalagsstevnuna.
Eg skal enda við at lesa
eina av yrkingunum hjá
Hans Andriasi Djurhuus:
Vármynd, skriva í 1935.
Mánin lýsir í túni,
skyggir í káman glugga,
ljóst stendur stovubróstið,
fjósið er alt í skugga.
Heygurin glitrar í gulli
oman at mýribakka.
Sóleygan veittrar í veitum
við gulum knýti á nakka.
Fjøllini handan fjørðin
hyljast burtur í bláum.
Oman úr brekkuni ljóðar
dunið av stórum áum.
Aldan fløðir um rivið,
bloytir, kembir og havnar,
lotið í neystadurum
tekur um svartar stavnar.
Lýkka og fleyr av suðri
ferðast um stillar strendur.
Vártám sum bláur roykur
rekur um fjallarendur
Við hesum orðum fari eg
at lýsa Sundalagsstevnuna
ár 2002 at verða setta.
Takk fyri!
BYGGIFRØÐI
Tíðindaskriv
Sum nakað spildurnýtt
stendur nú føroyingum í
boði at fáa sær útbúgving
sum professiónsbachelorar
innan bygningskonstruk-
tión.
Talan er um byggifrøð-
ingaútbúgvingina, ið sum
tann fyrsta av sínum slag í
Danmark er góðkend sum
ein sonevnd professións-
bachelor-útbúgving.
Byggifrøðingaútbúgvingin
er ein hægri teknisk út-
búgving innan projek-
tering og bygging. Út-
búgvingin er væl kend og
nógv eftirspurd í Dan-
mark.
- Tað hevur stóran týdn-
ing fyri byggifrøðingar,
sum vilja royna sínar kreft-
ir úti í heimi, at útbúgv-
ingin nú er góðkend sum
ein bachelor-útbúgving.
Uttanlands er byggifrøð-
ingaútbúgvingin ikki alla
staðni so væl kend, men
nýggja góðkenningin og
nýggja, altjóða heitið skal
hjálpa til í so máta, sigur
Johan Eli Ellendersen,
projekt-leiðari á Vitus
Bering Center for Videre-
gående Uddannelse.
Enska heitið á útbúgv-
ingini er: Bachelor of
Architectural Technology
and Construction Manage-
ment.
Fleiri ferðir er byggi-
frøðingaútbúgvingin til-
lagað eftirspurninginum á
arbeiðsmarknaðinum.
Seinasta stóra broytingin
kom í fjør, tá útbúgvingin
gjørdist ein samanhang-
andi 3 1/2 ára long út-
búgving við einum trimum
mánaðum longum prak-
tikkupphaldi í einari fyri-
tøku í tí næstseinasta hálv-
árinum av útbúgvingini.
Vitus Bering Center for
Videregående Uddannelse
í Horsens er størsti skúlin í
Danmark við byggi- og
verkfrøðingaútbúgvingum,
og hann býður nú føroy-
ingum at gerast professi-
ónsbachelorar innan bygn-
ingskonstruktión.
Hóskvøldið 25. juni
2002 kl. 19.00 skipar skúl-
in fyri einum kunnandi
fundi á Hotel Hafnia í
Havn. Har ber til at frætta
um nýggju professións-
bachelor-útbúgvingina og
hinar útbúgvingarnar, sum
skúlin í Horsens hevur at
bjóða. Projektleiðarin og
føroyingurin, Johan Eli
Ellendersen,
frá
Vitus
Bering stendur fyri kunn-
andi fundinum, har øll
áhugað eru vælkomin,
sigur Johan Eli Elender-
sen, project manegar í
Vitus Bering International.
Hann hittist á telefon +45
7625 5054/Mobile: +45
2338 2655 ella á e-mail:
jee@vitusbering.dk
Kunnu gerast professións-bachelorar innan bygningskonstruktión
Setan av Sundalagsstevnu 2002:
– Sundalagið sum heild
stendur í blóma
Føroyar við í filmi um orkumál og sjálvstýri
Norska sjónvarpsrás-
in TV2 hevur latið
filmsfyritøkuni Pan-
durafilm uppgávuna
at gera eina sjón-
varpsrøð um olju-
spurningar í heim-
shøpi og í hesum
sambandi verður eis-
ini settur ljóskastari á
føroyska samfelagið
sum dømi um eitt
samfelag, har oljan
júst er við sína byrjan
Jan Müller
Í farnu viku var eitt norskt
filmslið í Føroyum. Tað er
Pandurafilm, eitt óheft
filmsfelag, sum hevur fing-
ið uppgávu frá norsku sjón-
varpsrásini TV2 at gera ein
dokumentar film í trimum
pørtum uppá 50 minuttir
hvør um orkutilfeingi og
orkumál í heimshøpi, og í
hesum samhangi verður
eisini sett fokus á Føroyar.
Turid Rogne er journal-
istur og hevur saman við
filmupptøkumanni verið í
nógvum ymsum londum og
gjørt upptøkur og samrøð-
ur. Ætlanin er at vísa røðina
í TV2 í 2003, umframt at
røðin verður víst í sjónvarpi
í nógvum ymsum londum.
Endamálið við hesi sjón-
varpsrøð skrivar blaðið víð-
ari er at fáa eitt altjóða
yvirlit yvir nýtslu, tørv og
stríðið fyri orkutilfeingi og
avleiðingannar av hesum
við grundarlag í søgum og
myndum ymsa staðni frá í
heiminum.
Turid Rogne sigur, at ætl-
an teirra er at gera Føroyar
til ein part av hesum søg-
um. Føroyar eru sera
áhugaverdar fyri hesa røð-
ina orsakað av, at enn er
oljuvinna bert í síni byrjan.
– Vit fara at hyggja nærri
at, hvørjar vónir eru knýttar
at oljuni og hvussuleiðis
oljuvinnan kann koma at
ávirka føroyska samfelagið.
Her er spurningurin um
føroyskt sjálvstýri ein týð-
andi partur, soleiðis sum vit
síggja tað, og vit halda, at
Føroyar kunnu virka sum
eitt dømi um, hvønn leiklut
atgongd til oljutilfeingi
kann hava í »nasjons- og
identitetsbygging« sum hon
málber seg.
Tað er í hesum sambandi,
at norski journalisturin hev-
ur vitjað í Føroyum í eina
viku og hevur tosað við
politikarar, vinnulívsfólk
og fjølmiðlafólk. Sosialurin
skilur, at stórur dentur
verður eisini lagdur á týdn-
ingin møguligar komandi
oljuinntøkur kunnu fáa fyri
royndirnar hjá føroyingum
at gerast meira sjálvstøðug-
ir. Millum fólkini tosað
hevur verið við eru Høgni
Hoydal, Jóannes Eides-
gaard, Anfinn Kallsberg,
Ben Arabo og mong onnur.
Turid Rogne sigur við
Sosialin, at tey hava fingið
sera væl burtur úr í Føroy-
um og er hon ikki minst
fegin um veðrið, sum vísti
seg frá øllum síðum við sól,
regni og stormi. Av tí at
røðin ikki fer av bakka-
stokki fyrr enn í mars næsta
ár er ikki møguligt at gera
føroyska partin lidnan fyrr
enn í evstu løtu. Turid
Rogne sigur, at verða bor-
ingarnar hjá Hess í juli væl-
eydnaðar ella tað gongur
hinvegin, so vil tað sjálv-
andi eisini hava ávirkan á
føroyska partin. Undir øll-
um umstøðum verða Føroy-
ar sum eitt jomfrúuligt olju-
øki av stórum týdningi fyri
filmin skilst.
Turid Rogne og
myndamaður hennara vitja
á Sosialinum í ssambandi við
eina sjónvarpsrøð um
orkutilfeingi og sjálvstýri.
Mynd Eirikur Lindenskov
Bretsk skattahækking týdning fyri Føroyaøkið
Ein møguligur eyka-
skattur á oljufeløg í
Bretlandi kann fáa
positivar avleiðingar
fyri oljuleiting við
Føroyar
OLJA
Jan Müller
Um álvari verður gjørdur
burtur úr ætlanini at leggja
eykaskatt á oljufeløgini,
sum virka í bretskum øki,
verður tað bráddliga meira
attraktivt fyri feløgini at
gera íløgur í oljuleiting
aðrastaðni í heiminum, og
hetta kann so eisini blíva
áhugavert fyri Føroyaøkið.
Sosialurin skilur, at ein av-
leiðing av hesum kann
blíva, at oljufeløgini fara at
vísa størri áhuga fyri leiting
við Føroyar. Sama vil so
eisini verða galdandi fyri
norska, danska og há-
lendska landgrunnin.
Taka vit føroyska parta-
felagsskattin fyri oljufeløg
er hann 27%. Verandi
partafelagsskattur í Bret-
landi er 30%, so við nýggju
hækkingini, sum stjórnin
skjýtur upp, kemur hann
uppá heili 40% tvs. 13%
hægri enn tann føroyski.
Føroyaøkið blívur harvið
meira kappingarført og att-
raktivt tá tað um henda
skattin umræður.
Hetta kann koma væl við
hjá eitt nú italska oljufelag-
num, Agip, sum skal til at
bora sín fyrsta brunn í før-
oyskum øki næsta ár. Eftir
tveir turrar brunnar á land-
grunninum í fjør er tørvur
eisini á at fáa onkran nýggj-
an ljósglotta. Ein heppin
boring hjá Hess í bretskum
øki nær føroyska markinum
í næsta mánað kann fáa av-
gerandi týdning fyri kom-
andi áhugan fyri føroyska
økinum. Og kemur nú ein
stór skattahækking á olju-
feløg í bretskum øki, kann
tað økja áhugan fyri før-
oyska landgrunninum, og
harvið eisini fyri boringini
hjá Agip næsta ár.
Tað hevur felagið helst
eisini brúk fyri, tí sum er
stendur tað nærum einsa-
malt við øllum váðanum, tá
tað fer undir eina boring,
sum kann koma at kosta
einar 200 mill. kr. Agip
stendur fyri 93% av lisensi-
num, Føroya Kolvetni fyri
7% men við møguleika fyri
at hækka tað uppí umleið
20%. Millum oljufólk verð-
ur tó mett, at tað hevur stór-
an týdning fyri eitt felag
sum Agip, hóast tað er
stórt, at tað fær okkurt ann-
að stórt oljufeløg sum
partnara og sum harvið
kann taka ein part av váða-
num. Tað er heilt óvanligt,
at eitt felag stendur fyri
nærum øllum váðanum, tá
borað verður í einum heilt
nýggjum øki og haraftrat
úti á djúpum vatni. So hvør
veit: skattahækkingin í
Bretlandi kann hava posi-
tivar avleiðingar fyri olju-
leitingina her hjá okkum,
bæði uppá stytri og longri
sikt sikt siga keldur í olju-
vinnuni, sum blaðið hevur
tosað við.
Ein munandi hægri
oljuskattur í bretskum øki
enn galdandi er her hjá
okkum kann hava positivar
avleiðingar fyri áhugan fyri
føroyska landgrunninum.
Myndin er frá boringini hjá
Hess í fjør.
Mynd Jan Müller
Bretar leggja 10% eykaskatt á oljufeløgini
OLJA
Jan Muller
Ætlanin hjá bretsku stjórn-
ini at hækka partafelags-
skattin fyri oljufeløg við
10% hevur skapt mikla øs-
ing í Bretlandi, her ikki
minst í Skotlandi, hvørs bú-
skapur er sera nógv tengdur
at oljuvinnuni. Tað var í
apríl, at fíggjarmálaráð-
harrin Gordon Brown legði
nýggja fíggjarætlan fram
og í henni hevur hann so
eisini
innroknað
eina
skattahækking uppá 10%
av yvirskotinum hjá olju-
feløgunum, sum arbeiða í
bretskum øki. Hetta hevur
fingið
bæði
oljufeløg,
myndugleikar og vinnuna
at tala harðliga at. Stjórin í
BP John Browne hevur
kallað uppskotið hjá navna-
num Brown fyri tápuligt og
hevur biðið stjórnina um-
hugsað tað av nýggjum,
meðan tíð er. Enn ber til at
taka uppskotið aftur, men
sum er stendur tað við.
Felagið hjá 32 oljufeløg-
unum í Bretlandi UKOOA
hevur roknað út, at meir-
skatturin fer at kosta olju-
feløgunum 80 milliardir
krónur í nýggjum skatti
fram til ár 2010. Víst verður
á, at avleiðingin av hesum
kann gerast, at oljufeløgini
fara at útseta ella heilt
steðga við nýggjari oljuleit-
ing í Norðsjónum í eini tíð,
har tað annars hevur nógv
at siga fyri Bretland, at tað
verða funnar nýggjar olju-
goymslur, nú Bretland um
ikki so nógv ár verður inn-
flytari av olju til sín egna
heimamarknað.
Eisini
verður víst á, at tey 50.000
størvini í oljuvinnuni í
Skotlandi eru í vanda. Tað
hevur fingið politikarar og
vinnulívsfólk í Skotlandi til
at fara uppá barrikadurnar
og mótmælta ætlanini.
Umboð fyri stjórnina
siga harafturímóti, at olju-
feløgini tola væl at gjalda
hægri skatt, nú yvirskotið
er so stórt. Oljufeløgini
hinumegin siga, at hetta er
ikki rætt og halda, at
fíggjarmálaráðharrin
er
lopin framav og hevur
skundað sær ov nógv.
C
M
Y
K
13
12