Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Kia Sorento, ið verður ein luksusbilur við allari hugsandi úrgerð, kemur á marknaðin í heyst Kia Shuma avloysir nú Sephia her hjá okkum. Talan er um ein nógv broyttan bil við størri motori og munandi betri koyri- eginleikum. Shuma er ein rúmligur 5 per- sóna hatchback við stórum viðførisrúmi BILAR Magnus Gunnarsson Kia Shuma er ein rúmligur bilur í miðalklassanum. Í mun til Sephia, ið kom á marknaðin í 1998, er Shuma ein heilt annar bilur at koyra. Koyrieginleikarnir eru munandi betri, og nú eru skivubremsur við øll 4 hjólini. Eisini eru setrini meira sportlig og stútt at sita í, eisini við nógvari ferð í svingum. Motorurin er ein nýggjur 1.6 litur 16V við 101 hk, ið koyrir frá 0- 100 km/t uppá 11,5 sek. og toppferðin er 186 km/t. Shuma fæst eisini við auto- matiskum girum. Nógvar broytingar At síggja til eru eisini nakr- ar broytingar. Framman er alt nýtt, forlyktirnar eru í klárum glasi og tokulyktir- nar eru innbygdar í kúfang- aran. Umframt setrini eru eisini aðrar broytingar inn- an. Á instrumentborðinum er nútímans alu-look, ið sær smart og sportligt út, saman við nýggju setrun- um. Eisini á trygdarøkinum er alt sum tað skal við t.d. dupultum airbag og fimm nakkapútum. Bilurin, ið hevur 3 ára garanti, er væl útgjørdur við el-síðurútum og el-síðuspeglum við hita, umframt sentrallás og CD spælara við 6 hátalarum, 12 volt stikk í viðførisrúmin- um, 2 trippteljarar, sól- brilluhaldara og kopphald- arar. Seinni í ár kemur Kia Sorento á marknaðin. Talan er um ein stóran 4x4 jeep, ið bleiv vístur á bila- framsýningini í Geneve í mars. Sorento verður ein luksusbilur við 3.5 litur V6 bensinmotori við 192 hk ella 2.5 litur commonrail turbodiesel motori við 140 hk BILAR Magnus Gunnarsson Kia Sorento er ein heilt nýggjur 4x4 jeepur, ið eftir ætlan skal kappast við bilar sum BMW X5, Mercedes ML og Lexus RX 300. Sorento er ein luksusbilur við allari hugsandi útgerð. Bilurin, ið sær gott út, fær 3.5 litur V6 bensinmotorar við 192 hk ella 2.5 litur commonrail turbo diesel- motor við 140 hk. Hóast talan ikki er um ein bíligan bil, verða prísirnir tó sera kappingarførir, samanborið við teir bilar hann eftir ætlan skal kappast við. Nr. 120 • hósdagur • 27. juni 2002 • 76. árg. Shuma avloysir Kia Sephia Kia Shuma 1.6 LS Hatchback Motorurin 4 syl. 1.6 litur 16V við 101 hk 0-100 km/t 11.5 sek Bensinnýtsla 12,5 km/l (blandað koyring) Dekkstødd 185/65-14 Stødd og vekt: Longd 452,5 cm Breidd 172,0 cm Hædd 141,5 cm Eginvekt 1100 kg Viðførisrúm 440 litrar Prísur kr. 156.800,- Søluumboð P/f D.B.Bilar J.Broncksgøta 15 FO-100 Tórshavn Tel. 310600 Kia Sorento kemur á marknaðin í heyst Kia Shuma er ein rúmligur 5 persóna hatchback. Skivubremsur eru nú við øll 4 hjólini Baklúkan er stór og lætt er at koma til viðføris- rúmið 14 Nr. 120 - 27. juni 2002 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: OPEC økir ikki Oljumálaráðharrarnir í O P E C - l o n d u n u m samdust týsdagin um at varðveita verandi olju- framleiðslu. Orsøkin er, at eftirspurningurin hevur verið minkandi seinastu tíðina. Avgerðin ber í sær, at OPEC-londini fara at halda núverandi fram- leiðsluna teir næstu tríggjar mánaðarnar. Avgerðin varð tikin eftir einum tilmæli frá Iran, Kuwait og Niger- ia. OPEC-londini skerdu sína framleiðslu 20 prosent síðsta heyst fyri at steðga prísfallinum, sum kom eftir atsóknir- nar tann 11. september. Samstundis eydnaðist felagsskapinum at fáa onnur oljuframleiðandi lond so sum Noreg, Russland og Meksiko at gera tað sama. Tað hevði við sær, at prísir- nir hækkaðu aftur, men eftirspurningurin hevur verið minkandi, og goymslurnar í nógvum keyparalondum eru fullar. Noreg og Russland hava síðani gjørt av at økja framleiðsluna aft- ur. Størri bøtur Danskar fyritøkur, sum bróta kappingarreglur- nar, kunnu frá 1. august vænta at fáa harðari revsing enn higartil. Tá kemur ein nýggj kapp- ingarlóg í gildi, og hon gevur Kappingarráð- num heimild til at áleggja fyritøkum mun- andi størri bøtur enn higartil. Bøturnar eru í trim- um stigum. Fyri minni álvarssom brot kunnu fyritøkur fáa upp til 400.000 krónur í bót. Er brotið álvarssamt, kann bótin vera millum 400.000 og 15 milliónir krónur, og er brotið ser- liga álvarssamt, er bót- in oman fyri 15 milli- ónir krónur. Byggja aftur Tað eydnaðist mána- dagin at loysa lønar- trætuna í týsku byggi- vinnuni. Eftir samráð- ingar í 22 tímar samd- ust arbeiðsgevararnir og fakfelagið um 3,2 prosent í lønarhækking 1. sept. 1. apríl næsta ár hækkar lønin 2,4 pro- sent afturat. Herum- framt fáa fólk í byggi- vinnuni 560 krónur eyka um mánaðin í juni, juli og august. Úr Norðurlondum: Ógiftir prestar vrakaðir Nógv bendir á, at kirkjuráðini í Danmark leggja ikki so stóran dent á útbúgving og kristnar áskoðanir, tá tey seta prestar í starv, men attað hevur størri týdning, at prestarnir eru giftir. Holger Jepsen, biskupur á Lollandi og Falster, sigur við Jyl- landsposten, at nógv kirkjuráð tykjast hava ta uppfatan, at er prest- ur giftur, fáa tey í veru- leikanum hálvt annað starv, tá tey seta prestin. Tað hálva eykastarvið, sum sjálvandi er ó- keypis, liggur m. a. í tí, at prestafrúan skal baka køkur og tílíkt til fund- irnar hjá kirkjuráðnum, sigur biskupur. Karsten Nissen, sum er biskup- ur í Viborg, sigur við blaðið, at tað er serliga trupult hjá ógiftum prestum at fáa starv úti á landinum. Tað sama siga biskuparnir í Ribe, Haderslev og Århus. Formaðurin í danska prestafelagnum, Peter Krogsøe, sigur tað vera ósakligt, at summir prestar verða settir til viks, tí teir eru ógiftir. Fleiri rán Tann 1. januar vórðu 54 løgregluøki í Noregi løgd saman í 17 størri øki, men úrslitið tykist ikki hava verið tað, sum myndugleikarnir iva- leyst høvdu vónað. Ein uppgerð vísir nú, at tal- ið á ránum er vaksið nógv síðani á nýggj- árinum, og í summum økjum er vøksturin næstan 40 prosent. Løgregluovastin í Follo, Stein Ulrich, heldur, at løgreglu- menninir hava fingið ov nógv skrivstovu- arbeiði, og at teir tí ikki hava so góða tíð longur til at forða kriminaliteti av ymsum slagi. Men tað er ikki tann einasta frágreiðingin. Kriminalovastin Arne Pedersen sigur, at nógva staðni eru fongslini full, og tí ganga dømdir ráns- menn leysir og bíða eftir at sleppa inn at sita. Og bíðitíðina velja summir at nýta til at fremja fleiri rán, sigur hann. Russar ætla at gera eina goymslu til kjarnorkuburturkast frá gomlum kavbát- um á Novaja Zemlja RUSSLAND Árni Joensen Umhvørvismyndugleikar- nir í Moskva hava givið russiska herflotanum loyvi til at gera eina goymslu til kjarnorkuburturkast á No- vaja Zemlja. Ætlanin er, at goymslan skal taka 55.000 tons av burturkasti, og tað fer at kosta umleið 550 milliónir krónur at gera goymsluna. Arbeiðið er mett at taka millum fimm og sjey ár. Russiska flotaleiðslan hevur avgjørt, at190 kjarn- orkuriknir kavbátar skulu takast úr flotanum. Higartil er kjarnorkuburturkastið fingið úr 97 kavbátum, men nógvir kavnbátar liggja við bryggju við burt- urkastinum umborð. Sagt verður, at teir elstu bátarnir hava ligið soleiðis í 15 ár, tí eingir pengar hava verið til ruddingararbeiðið. Russisku myndugleikar- nir hava fyrr mett, at tað fer at kosta millum 20 og 25 milliardir krónur at taka teir 190 kavbátarnar úr drift. ES og Noreg hava boðið sær til at fíggja ein part av útreiðslunum, men higartil hava russar ikki viljað tikið av tilboðnum. Fleiri vesturlendskar fyritøkur hava eisini boðið sær til at beina fyri kjarn- orkuburturkastinum, men heldur ikki hesum hava russisku myndugleikarnir víst stórvegis áhuga. Sovjetsamveldið plagdi at gera kjarnorkuroyndar- spreingingar á Novaja Zemlja. Tann seinasta var í november í 1990. Ísraelski herurin hevur sett tíðinda- fólkum bann fyri at fara inn í teir hersettu býirnar á Vestara Áarbakka MIÐEYSTUR Árni Joensen Ísraelski herurin noktar nú tíðindafólkum atgongd til teir palestinsku býirnar á Vestara Áarbakka, sum herurin hevur hersett teir seinastu dagarnar. Heldur ikki tey palestinsku tíð- indafólkini sleppa at ar- beiða, tí tey eru umfatað av útigongubanninum, sum er lýstí býunum. Ísraelska herleiðslan sig- ur, at hon hevur sýtt tíð- indafólkum at sleppa inn í býirnar, tí viðurskiftini eru ikki nóg trygg, men tey flestu kenna seg sannførd um, at endamálið við bann- inum er at forða møgu- ligum atfinningarsomum tíðindum. Bannið umfatar eisini ísraelsk tíðindafólk. Aviv Lavie, sum er viðmerkjari á blaðnum Ha'aretz, ivast ikki í, at endamálið við banninum er at køva allar atfinningarsamar røddir. - Eg haldi, at Sharon vil sleppa undan atfinningar- somum spurningum frá ísraelska fólkinum og al- tjóða samfelagnum í sam- bandi viðhersetingina á Vestara Áarbakka, sigur Aviv Lavie. Ein tíðindakvinna hjá bretska sjónvarpinum ITN er talsfólk hjá teimum út- lendsku tíðindafólkunum í Ísrael. Hon sigur, at nú herurin noktar tíðindafólk- unum at arbeiða, noyðast ísraelsku myndugleikarnir eisini at góðtaka tey hissini tíðindini, sum koma frá innrásini á Vestara Áar- bakka. Tað eru tó ikki øll tíð- indafólk, sum vilja gera eftir boðunum frá ísraelska herinum. Tá Yasser Arafat helt tíðindafund í Ramallah týsdagin, vóru næstan 50 tíðindafólk til staðar. Ísrael vísir tíðinda- fólkum burtur Gera kjarnorkugoymslu á Novaja Zemlja Ísraelskir hermenn á varðhaldi uttan fyri Betlehem. Teir hava m. a. fingið boð um at forða tíðindafólkum at sleppa inn í palestinsku býirnar Mynd: Reuters C M Y K 14