Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-01-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. januar 1977síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 spsialurin telf. 11820 giro 6282725 box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur Bladstjori: Vilhelm Johannesen (åbyrgd) telf. 56411 Prent: Heygsprent Bladid 1977, árið liggur fyri fótum okkara i ókendum og duldum. Vit standa á hesi nýársgátt spyrjandi sum sjáldan fyrr, tí allar ábendingar vilja sýna okkum, at eisini okkara samfelag má boyggja seg fyri teimum stóru broytingunum, sum fara fram kring okkum. Í TÍ ári, sum farið er, hevur SOSIALURIN eftir førimuni roynt at borið tíðindir og áskoðanir av týdningi fyri tilveruna her á oyggjunum. Tað hevur í ein mun eydnast at geva frágreiðingar í nógvum samfelagsspurningum og somuleiðis lagt í ljósið tær hugsjónir, sum politiska virki Javnaðarflokksins ber í skjøldri sínum. Mis- javnt hevur blaðútgávan kunnað vidgjørt oll hesi mál í farna árinum og tað hava verið umstødur, sum hava gjørt, at so hevur verið. ENN hava vit ikki vunnið á øllum trupulleikun- um, sum nýggja og broytta tíðin hevur við sær á prenttekniska gkinum. Umframt at langt verkfall á prentsmiðjuni í summar forðaði blaðútgávuni, hevur manningartrot og trot uppá kvalifiserað fólk á prentsmiðjuni, gjørt at óreglusemi hevur verið í blaðútgávuni, um- framt svárar fíggjarligar trupulleikar. MEN hetta hevur ikki gjørt, at vit missa hugin fyri útgávu av blaðnum, bert megu vit enn einaferð ásanna, at neyðugt var at leggja á annan bógv. Fyribils verður tað so, at SOSIAL- URIN kemur út sum vanligt, men við minni síðutali enn í árinum farna; útgávudagarnir verða óbroyttir, mikudagur og leygardagur. OKKARA metan er, at vit í hesum árinum kunnu geva lesarunum trygd fyri eini meira regluligari blaðútgávu enn í árinum farna, og eisini at vit einaferð í hesum árinum aftur verða mentir at vaksa um bladstøddina og harvið um møguleikarnar at viðgera dagsins mongu spurningar. VIT koma framvegis at leggja dent á at gera viðmerkingar og geva tíðindir um flestu sam- søsialurin Nr. 1 — 6. januar 1977 felagsmål og haraftrat at leggja fram politisku kós og hugsjónir, ið eru Føroya Javnadarfloks, haraftrat vilja vit eisini veita lesarum blaðsins nakað av løttum og skemtiligum tilfari, sum m.a. Oli i Åarstovu og Per koma við. VIT nyta i hesum vidfangi høvi til at bera blaðmonnum okkara Johnsigurd Johannesen, sum hevur starvast á SOSIALINUM i útvið 5 år og Johan Mortensen, sum hevur starvast sum praktikantur á blaðnum, sum lið í blaðmanna- útbúgving síni á Danmarks Journalisthøjskole í Århus, eina tøkk, væl vitandi, at teknisku og figgjarligu møguleikar okkara mangan hava forða teimum í at útinna teirra verk til fulnar. Teir hava á nýárinum sagt blaðstjórnini farvæl. BLAÐIÐ fær fyribils ongan nýggjan fastknýttan blaðmann, men ætlanin er í hesum árinum at fáa nýggja blaðstjórn. Prentsmiðja og blað hava higartil verið rikin roknskaparliga undir einum, men verða nú hvør sín eind. VIT hava nú drúgvar royndir av at reka prentsmiðju og blað og kenna til teir trupul- leikar, sum eru at dragast við hjá honum, sum í Føroyum í knappari vending er noyddur at fara undir framleiðslu av nýggjum og her á landi meira og minni ókendum tólum — tólum, ið krevja, at fólkið skal lærast upp av nýggjum, frá grundini av. Henda læra hevur kostað ómetaliga nógv, men á hin bógvin kunnu vit siga, at vit hava útbúgvið fólk, sum í dag er dúgligt á teim virkjum tey nú starvast á. FRAMVEGIS er tað ein óloystur spurningur at fáa útbúgvið fólk til fotoseting; tá hesin spurningurin er loystur, hava vit havt flestu álvarsligu barnasjúkurnar, vónandi. TA VIT hava verið so opinskáraðir á hesi nýársgátt blaðsins, er tað tí at vit halda okkum skylda lesarum okkara eina gjølliga frágreið- ing. Somuleiðis vilja vit eisini bera tykkum tøkk, sum tråliga hava hildið blaðið, keypt tað og lýst í blaðnum. Í 1977 verður blaðframleiðslan mestsum øll á Heygsbreyt ella á Heygsprent, sum verður heitið á prentsmiðjuni hereftir. Og við hesum enda vit so hetta nvårsbiadpråt við ynskinum um gott 1977. dagbókin 80 ár Nyttårsaftan var N.P.Just inussen, Tvørgøta, Torshavn 80 ár. Palli hjå Lidur er havnar- maður og sum sovorðin kend- ur av ti tilkomna fólkinum i Havn, í moðurætt úr Nólsoy, har hann eisini búði eina tid sum smádrongur, ja hann telur slekt sína aftur til framar menn sum Nólsoyar Páll. Á ungum árum fór Palli til skips, arbeiðsmaður hevur hann altid verið og lættur á fótum, hóast lívið eisini hev- ur givið honum lúsingar, so er Palli stoðugt lættur í sinni og altið prátingarsamur og tiðindafróur. 8 eru børnini í hjúnarlagnum hjá Hansinu og Palla og hann kann eisini froast um tann stóra flokk av eftirkomarum í ann- að og triðja lið Andlát 30. desember ming Hann gjørdist nekrum árum síðani og týðu- ligt var, at hann trongdi til hvild. Hann gjørdist bert 51 ára gamal Tann sum kendi henda mann, fekk skjótt at merkja, at í honum brann ein ókúg- andi vilji til at byggja tað land, sum hann var borin til at liva í Hann gjørdist ein av fremstu monnunum í Tjóð- veldisflokkinum, hvers polit- ikki hann bardist fyri. Í 1958 gjørdist Hemming tingmaður fyri Suðuroynna og sat á tingi í 4 ár. Hesi ár sýndu, at Henning var brennandi fyri hugsjónum flokks síns og tey 18 árini hann sat sum sóknar- stýrislimur í Froðbiar sókn, sýndu eisini hvønn áhuga og hegni hann hevði fyri al- mennum málum. Av útbúgving var hann skipasmiðjur og kom hann eftir at hava útbúgvið seg í Danmark at leiða skipasmiðj- una á Tveroyri. andaðist Hem- Tveroyri sjúkur fyri Jespersen, 30. desember 1976 andaðist Thorstein Askham, smiðju- meistari, Tórshavn, 73 ára gamal. Skrivstovunæmingur Á gjaldstovudeildini í Klaksvík er eitt starv sum skrivstovunæmingur leyst at søkja: Løn v.m. sbr. sáttmála millum landsstýrið og starvsmannafelagið. Hondskrivað umsókn við avriti av skúla- prógvi o.t. verður at senda inn higar í seinasta lagi 15. januar 1977. , Føroya Gjaldstova Lýsið i sosialinum Norðoyingar Setið sparipeningin inn í tykkara peningastovn. Setið hann í Norðoya Sparikassa — tað lønar seg.