Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-01-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. januar 1977síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 1 — 6. januar 1977 Sjómarksútflytingin Í bókini »Vikingasynir«, sum viðger sigling føroyinga undir krigsárunum, lesa vit einastaðni hesa reglu >tað treingist á havi- num«. Tå vit hyggja rundan um okkum nú við byrjan av einum nýggjum ári, hava vit líka sum hug at taka hesi orðini uppaftur: at nú treingist á havinum. Tað fyrsta, sum ein so hugsar er hettar: Hvat kunnu vit gera við hendan trongsil. Tað eru ymiskar reddir frammi í dag um, hvat ið rætt er, og hvat ið skeivt er at gera. Vit hoyrdu Útvarpið rapportera tíðindi frá fiski- marksfundinum, sum hildin var í Klaksvík sunnudagin. Teir, sum hevdu orðið, tosaðu mest útróðrarmannsins sak, og var tað ein sjálvfylgja, tí teir flestu av hesum monnum hevdu nakað við útróðurin at gera, og tað sigst, at har sum skattur tín er, har er hjarta títt við, so einki ilt um hesar menn. Men tað mundi klokka mang- an mannin, tá fiskimálaráðharri okkara Petur Reinert millum annað i reðu síni segði, at nú fóru tey »størru« reidariini at hvørva, og tær størru fiski- manialønirnar at minka. Fyri at vera visur í ikki at gera fiski- málaráðharranum órætt, vil eg ikki siga, at hann meinti vón- andi. At vera fiskimálaráðharri í hesum døgum er ikki lætt, vita oll, nú ið býtast skal. Men eitt má ein slíkur maður vita, at hann hevur ikki loyvi, og ei heldur ráð til bert at hugsa um ein tátt í fiskivinnuni, sjálvt um „skattur“ hansara er har, ti her má hugsast um heildina hjá fólki okkara. Stemmir má ikki hugs- ast um her, tí hettar er sterri álvarsmál enn so. Er tað so galið í hesum lítla landi, at evundsjúkan er so stór, at tað ikki verður tolt, at ein partur av fiskimonnum okkara hevur fingið góða úrteku í teim seinastu árunum, og hví verður tosað um at skerja tær stóru fiskimannalønirnar. Hvi ikki heldur royna at hækka tær lægru fiskimannalønirnar, og so heldur lækka nakrar av teim ovurstóru iløgunum innan um- sitingina o.a. Teir flestu, sum á hesum fundi tosaðu vegna útróðrarmannin, søgdu at her á okkara grunni skuldu eingir útlendingar fiska. Hvat vil nú hettar siga. Jú hettar vil sjálvandi siga, at besta úrslitið fæst, um vit verða koyrdir út alla aðrastaðni, og skullu so allir fiska við Feroyar (og bert við línu ella húki, legði onkur aftrat). Um vit hugsa um fylgjurnar av hesum, so er niðurstaðan tann, at um vit skulu liva á hesum oyggjum, skal útróðrar- flotin í minsta lagi gerast dupult so stórur. Um vit t.d. hugsa um tær vanligu útróðrarleiðirnar, so skulu dupult so nógvir bátar liggja har við línu, enn tað gera nú. Tað skulu verða dupult so nógvir bátar á Norðhavinum á vártíðini og so framvegis. Tað sum ein hevur hoyrt um og sæð er, at tað longu eru nóg mikið av bátum fyri ikki at tala um vártíðina, tá er longu alt ov trongligt. Tað má tí haldast, at <V nógvir av hesum monnum, sum tosa so nógv um útróður og framtíð hansara, gera útróðrar- monnum og øllum fiskimonnum okkara eina stóra bjarnatænastu við at royna at fáa allar foroy- ingar inn á Feroyagrunnin. Eitt heilt annað er, at staðan kann blíva so, at vit verða noyddir til tað, men tráa eftir tí skulu vit ikki. Vit minnast t.d. fyrra partin av 60'unum, tá allir teir stóru línubátarnir komu til land- ið, at grunnar okkara toldu tað als ikki, sjálvt um teir bert "royndu ein part av vetrinum. Sluppu teir ikki til Ísland og Grønlands, hevdu allir verið bundnir vegna fiskaloysi. Tað verður av fiskifrødingum okkara mett, at toskastovnurin við Feroyar tolur ikki at fiskast meira enn eitt vist tonsatal. Hetta verður ofta av monnum mestsum skúgva til síðis, og sagt verður, at vit kunnu væl fiska tað dupulta, men tann verunliga ålvarsstøda er, at toskastovnurin við Feroyar tol- ur ikki at fiskast harðari, enn gjørt verður i dag. Líta vit aftur í tíðina, síggja vit, at aftaná fyrra heims- bardaga var toskurin við Feroy- ar komin upp í hæddina, av tí at hann ikki var blivin so nógv fiskaður vegna kriggj. Um vit t.d. hyggja at tølunum frå 1924, so síggja vit, at tilsamans bleiv veitt 38.000 t av toski við Føroyar. Fara vit so upp igjøgn- um 20'uni og út i 30årini, so síggja vit, at sjálvt um troltím- arnir vóru ógvuliga nógv ektir, so vaks toskafiskiskapurin ikki, men gjørdi tað mótsætta, hann minkaði alvorliga, til hann í 1938 var um 20.000 t tilsamans við Feroyar. Hendan sama myndin hevur víst seg í seinri árum. At siga, at her kann bara fiskast, og her kunnu allir foroyingar verða, fer sosialurin ikki at bera til, sjálvt um eisini verður hugsað um hýsu og upsa. Tað verður neyðugt at finna aðrar fiskimeguleikar, um allir skulu húsast her. Møguligt finn- ast teir, men teir eru bara ikki i dag. Tað verður trúttað niður i fólk, at Norðsjógvurin gevur einki. Har eru bert dýr skip og einki annað, verður sagt. Onkur hevur sagt: Sig bert eina lygn nóg ofta, so trúgva fólk henni. Nú vóni eg ikki, at fólk okkara fer at trúgva hesi lygn, sjálvt um hon verður segd 100 ferðir av ávísum monnum. Eitt blað hevði enntá fyri kortum leiðara við yvirskriftini »Noråsjoarlygnin«. Um vit føroyingar lita 10 år aftur í tíðina, tå vit byrjaðu at veiða í Norðsjónum, og hyggja so at úrslitinum uppi á landi, so síggja vit, at her eru boraðar tunnellir, her eru gjerdir vegir og mangt, mangt annað. Og tað skullu føroyingar vita, at ein stór orsek til alt hettar eru tey skip og teir menn, sum í dag verða kallaðir >Norðsjóarlygn- in«. Nei, lati lygn verða lygn, og sannleika verða sannleika. Um vit hyggja eitt sindur nærri at sannleikanum, so síggja vit, at seluvirði úr Norðsjónum fyri 1976 var 165 mill. kr. meðan tað við Feroyar var 140 mill. kr., so tað skal ein góður propagandaministari (Gøbbels) til fyri at billa fólki inn, at hesar 165 mill. kr. einki hava at tyda fyri land okkara. Tad er ti umrådandi, at vit royna at halda fast vid ein so stóran part av hesum 165 mill. kr. sum gjerligt. Vit vita jú, at tað eru lond, sum vit einki hava at bjóða, og tískil heldur einki kunnu krevja frá, sum t.d. Kanada og kanska Ísland, men í Norðsjónum er eðrvísi. Tey flestu lond, sum greinsa til Norðsjógvin hava jú stóran áhuga at fiska her. Vónast má tí, at legting og landsstýri ikki lata seg villa av einsporaðum, trongskygdum monnum og teirra sjónarmiðum, nú ið fiskimarkið er flutt út á 200 fjórðingar. Gott nýggjár! Tórshavn, 4. januar 1977 Osmund Justinussen KK HK Útvarpið gamlaårskvøld Utvarpid gamlaårskvøld hevdi fjølbroytta skrå, eisini til dygd- ar. Mangt og hvat bæði av beinleiðis og óbeinleiðis upp- runaligum innihaldi. So var sagt frá, at nú skuldi koma vísur og tættir, millum teirra skuldu vit nú hoyra eina barnavisu, sum ikki hevur verið frammi fyrr, um uppruna og smíð annars var sum vanligt einki sagt um. Men ein kendi tó orðini frá skúlatíðini í stríðsárunum, tá barnavísan spildurnýggja var framborðin: Ein terna fleyg, um kráarheyg, so veingjablá og neyvjareyð. Og tá eg so fór at hyggja eftir, tí tað mátti vera Hans Andrias sum smíðað hevði, so var hetta víst so, sí Ritsavn, blaðsíðu 212, Fyrru bók sum kom út í 1952. Tað er meguliga av lítlum týdningi at skriva henda kritikk, men kann tó vera leiðbeinandi í ti, at tað fyrr er hent, at útvarpið hevur borið fram vísur, sum hava verið sagdar at verið gjørdar av ávísum føroyskum rimsmidi, men ein hevur bæði kent orðini og lagið á norskum — var t.d. eisini sungin hetta kveldið. Rimuliga er tað gott, at vit foroyska eitt og annað og lata tað koma í útvarpið, men lat tað vera rætt sagt frå, ti tað er altid onkur lurtari, sum veit, sjálvt um ein »upphavsmadur« vil gera tað til at vera sitt frumføroyska. Men sum heild eitt gott gamla- årskvøld í útvarpinum. Minni hugaligt var nýggjárs- dag at koma við einum óhugna- ligum hoyrispæli — dramatikk- ur — uff. Størri ogn var í fólk- unum í Sjónleikahúsinum, um tey ikki høvdu útihýst dansinum — føroyska hann sum hevur átt lívið í hesum húsi gjøgnum Síða 3 árini er nú settur út av mamm- ons áðum. Eingi »Oscar« í gulli fyri slíka skarnsgerð. Eygleiðarin Formansval Til formansval felagsins, sum fer fram í hesum døgum, hava teir fiskimenn atkvødu- rætt, sum hava goldið limagjald fyri 1975 ella 1976 og/ella sum eru mynstraðir eftir sátt- mála hjá fiskimannafelagnum í 1976. Skipað er soleiðis fyri, at allir limir fáa atkvødusedil sendandi antin soleiðis at hann verður borin út av sóknarformanninum ella at hann verður sendur við postinum. At- kvødugreidslan skal vera liðug 15. januar. Um limir eru, sum ikki hava fingið atkvødu- seðil, kann hann fåast vid at venda sær til sóknarformannin ella felagsskrivstovuna. Føroya Fiskimannafelag Dugnaskaparskeid (sigling og streymlæra) Um nóg nógv teknað seg byrjar dugnaskap- arskeið í sigling månakvøldid 10. jan. 1977 kl. 1900, próvtgka verður um leið 15. apríl. Áhugaði eiga at siga frá sum skjótast. Føroya Sjómansskúli Lýsing Sambært greinir 14, 15 og 49 í legtingslóg nr. 50 frá 2. juli 1963 um lands- og kommunuskatt lýsir TORSHAVNAR LIKNINGARNEVND øllum i kommununi annadhvørt sjálv ella við fulltrú at geva upp inntøku sína í árinum 1976 innan 15. januar bókhaldsskyldig tó innan 31. januar 1977 samsvarandi teim sjålvuppgåvuskjølum, sum nevndin út- flýggjar skattgjaldarunum. Serliga verður víst á, at hann, sum í yrki sínum nýtir annað rakstrarár enn almanakkaárið, hevur rætt til at nýta hetta, tå hann frå LIKNINGARRÅDI FØROYA hevur fingið loyvi til tess. Tað verður beinleiðis gjørt kunnugt, at farið verður fram sambært grein 39 í áðurnevndu lóg viðvíkjandi honum, sum ikki í tokum tíma gevur upp inntøku sína. Hann, sum eingi sjålvuppgåvuskjøl hevur fingið, eigur sjálvur at snúgva sær til TÓRSHAVNAR LÍKNINGAR- NEYND, tá møgulig mistøk við útbýtanini einki ávirka undannevndu ásetingar. Persónar, sum eru skyldigir at føra loggildar handilsbøkur, og skattskyldug deyðsbúgv skulu saman við sjálvuppgávuni senda inn rakstrarroknskap og uppgerð yvir figgjarstødu við rakstrarársins byrjan og enda. Sjålvuppgåvur, sum ikki eru innkomnar innan ådurnevndu freistir í tí fyriskrivaða sniði og rætt undirritaðar, verða vidgjørdar eftir lógargreinunum 39 og 40. Arbeiðsgevarar verða bidnir um at senda frágreiðing um goldnar lønir o.a.m. til verkafólk sítt innan 15. januar 1977. sum teimum er álagt samb. 12. kapitul í nevndu lóg. Somuleiðis verður kunngjert, at fyri hann, sum gevur ella er við til at geva líkningarvaldinum skeivar upplýsingar um ognar- og forimunarviðurskifti, gjalda reglur um revsing fyrisettar í 13. kapitli í hesi lóg. Viðvíkjandi ognaruppgerð verður vist á 11. kapitul í lógini, og verður hon at senda LÍKNINGARRAÐI FOROYA innan ådurnevndu freistir. Heitt verður á øll um at skriva nøvn og bústað (gøtunøvn og húsanr.), skilliga á sjálvuppgávuna, so tey verða ikki misskild. tann 27. december 1976 TÓRSHAVNAR LÍKNINGARNEVND