leygardagur 15. januar 1977síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sosialurin
systalurin telf. 11820 giro 6282725
box 76, 3800 Torshavn
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Prent: Heygsprent
Skattamålini
ØLL HAVA vit hoyrt ella lisid, at ein serstøk
nevnd hevur sitid og arbeitt við skattamál-
um, og at landsstýri hevur í umbúna at koma
við uppskotum til broytingar í skattalógini.
HVAT HESI uppskot snúgva seg um, er okk-
um ókunnugt, men hinvegin eru vit øll kunn-
ug við ymiskar skeivleikar í verandi skatta-
lóg, og í nógvum fórum er bert talan um
rættuliga einfaldar broytingar fyri at rætta
upp á nakrar av hesum skeivleikum.
HER HUGSA vit serstakliga um samskatt-
ingina av hjúnum og tann órætt, ið gjørdur
verður ímóti teimum, sum hava teir sam-
felagskravdu formalitetirnar við hjúnarlag-
num í lagi. Í dag er tað ein stórur fyrimunir at
liva saman í sokallaða pappírsleysa hjúnar-
lagnum, og tí eiga politikararnir beinanvegin
at broyta skattalógina soleiðis, at inntøkan
hjá hjúnum í øllum fórum verður býtt sundir
millum mann og konu og tað uttan mun til
um bæði arbeiða ella ikki.
EIN ONNUR neyðug broyting er, at børn
undir 15 ár, sum verða skattað saman við
foreldrunum, fáa eitt fríkort upp á nakrar
túsund krónur, soleiðis at hesi kunnu arbeiða
í frítíðini uttan at hetta kemur at tyngja um
skattabyrðuna hjá foreldrunum. Tað kemst
ikki uttan um, at soleiðis sum skattalógin er í
dag, er ikki bert talan um samskatting av
tveimum persónum — konu og manni —
men í nógvum førum eisini um samskatting
av fleiri persónum, nevniliga konu, manni og
børnum.
TAÐ HEVUR ómetaligan tydning fyri t.d.
heimafiskiskapin, at dreingir í skúlaaldri vilja
taka eina hond í við egning, og somuleiðis
fyri saltfiskalandingarnar, at teir taka eina
hond í har. Og fyri uppvaksandi ættarliðið, ið
mesta partin av tíðini situr á skúlabonki, er
tað ikki annað enn gagnligt, at tey av og á
koma á eitt arbeiðspláss. Men kostar hetta
foreldrunum alt ov nógv á skattarokningina,
verða avleiðingarnar tær, at tey seta børnum
sínum forboð fyri at arbeiða.
ANNARS ER bert at mæla til, at skattalógin
verður broytt til fyrimuns fyri lág- og miðal-
inntøkurnar, sum higartil hava borið tyngstu
byrðarnar. Ein hækking í barnadrádráttinum
er sjålvsøgd, tá hugsað verður um, hvat ein
barnarík familja rindar í tolli. Somuleiðis ein
hækking í løntakarafrådråttinum, fiski-
mannafrádráttinum, í frádráttinum fyri sjó-
klæðir og í frádráttinum fyri kost hjá útróðra-
monnum.
TAÐ, AT persónligu avskrivingarnar verða
avmarkaðar er bæði rætt og rímuligt og
annað er ikki væntandi.
Norðoyingar
Setið sparipeningin inn í tykkara peningastovn.
Setið hann í
Norðoya Sparikassa
tað lønar seg.
Til fólkapensionistar,
ið ferðast við Strandferðsluni
Rabattkort er sent út til allar fólkapensionistar i Føroyum. Kortið er
galdandi fyri árið 1977 og gevur 50% í avslåtti við øllum skipum hjá
Strandferðsluni innanoyggja, tå ið kortið verður framvist stemplað
Strandfaraskip Landsins.
Kortið er persónligt og má bert nýtast av ánaranum.
Strandfaraskip Landsins
Skotlandsferðir
summarið 1977
Í sambandi við SMYRILS sigling til Scrabster verða tær frá seinasta
árið vælumtóktu bussferðirnar gjøgnum Skotland framhildnar.
Nýtið høvi til at uppliva Skotland í summar.
Fráferð sunnukvøld Heimkoma týsmorgun
1) 12. juni 21. juni
2) 19. juni 28. juni
3) 26. juni 5. juli
4) 3. juli 12. juli
5) 10. juli 19. juli
6) 17.juli 26. juli
7) 31. juli 9. august
8) 28. august 6. september
9) 4. september 13. september
Roknað er við 4-manna kømrum á SMYRLI og dupultkømrum á
hotellunum i Skotlandi. Gist verdur å Caledonian hotell, Inverness,
Gloucester hotell, Aberdeen, St. Andrew hotell, Edinburgh (2
nætur), Great Western hotell, Oban, Alexandra hotell, Fort William
og Mackays's hotell, Wick. Allar måltidirnar i Skotlandi eru i år
uppíroknaðar eisini fyrraparts- og seinnapartskaffi. Ferðaleiðari er
vid.
Prísur fyri hvønn kr. 2.360 uttan túrarnar nr. 1 og 8, sum kosta kr.
2.300, og túr nr. 9, sum kostar kr. 2.240. Roknað er við kursinum
galdandi í dag, soleiðis at broyting verður regulerað upp- ella
niðureftir.
Við inntekningina verður eitt depositum uppá kr. 250 at lata.
Tórshavn, 10. januar 1977
FERÐAMANNASTOVAN
tlf. 12277
Nr. 4 — 15. januar 1977