leygardagur 15. januar 1977síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin Síða 3
Nr. 4 — 15. januar 1977
Framhald frá síðu 1
grannalond hava, eftirútbúgv-
ingarmoguleikar hava vit ongar,
orsakað av hesum koyra okkara
virkir tungt, tí sum eg áður havi
nevnt, fortreytirnar eru ikki til
steðar.
Vit hoyra dagliga at sagt
verður: tit kunnu verða konkur-
ansudygtigir, tí so verður ikki so
nógv innflutt av lidugtgjørdum
verum, ei heldur koma fremm-
and virkir hertil. Aftan á tað, eg
her havi nevnt, man so nakar
halda, at tey føroysku hand-
verksvirkini hava nakran møgu-
leika at konkurrera við hesi
virkir sum útstýrsmessiga liggja
í toppklassa, eru væl igjøgnum
rationaliserað, hava eina góða
figgjarskipan og hartil hand-
verkara, sum hevur fingið høvi
til at útbúgva seg til tað, ið tíðin
í dag krevur av honum.
Okkara handverksvirkir hava
ikki nóg góð livilíkindi her á
landi, tað má tí vera ellum
greitt, at skal handverksstættini
vera lív lagað og trívast, so má
vend koma í.
Okkara samfelag hevur á
mongum økjum høgt kvalifiser-
að fólk, kanska ov nógv i
stoðum; alt gott um hetta, men
man má ikki gloyma, at vit hava
á ødrum økjum útbygt okkara
samfelag, serliga innan fiski-
vinnuna og ødrum økjum við,
hesin fiskifloti og fiskiidnaðar-
virkir krevja av ti, at hann er
utgjørdur við teimum mest
avanseraði tólum ið finnast, ein
væl útbúnan handverkara og í
mongum førum specialútbúnar
handverkarar, hetta er bert eitt
dømi av mongum, ein kundi
drigid fram.
Tad verdur ti neydugt at fara
til verka her, eg vil ti her heita å
allar kreftir um at bakka okkum
upp.
Okkara styrandi menn, vinnu-
lívsmenn, foreldur, ið senda síni
børn í handverkslæru og annars
oll tit, ið koma at gera brúk av
handverkarum, og ikki minst
handverkarastættin sjálv, latið
okkum hond í hond loysa hetta
lívsneyðuga mál, Feroya landi
til mikið gagn.
Í hesi tíð, har okkara land
hevur verið og er í einum so
rívandi útviklingi, og hvar so
nógv verður tosað um stýring av
hesum og hasum, so hevði tað
kanska verið vert at umhugsa,
um ikki hevði verið rættast at
stýrt tí almenna byggivirksemi-
num soleiðis, at ikki alt ov nógv
kom á marknaðin í senn, tí hetta
vil fora við sær, at uppaftur fleiri
fremmand virki koma her til
landið, og eisini toga fólk frá
ødrum vinnulívsgreinum. Tað
hevði tí verið gott, um hetta
hevði verið tikið við í metingun-
um, tá ið tað almenna setti
byggjari í gongd.
Árið 1976 hevur sum kunnugt
verið merkt av stórum virksemi
á ollum økjum, til gleði fyri
mong; men tað eru eisini tey, ið
mist hava, og hvar saknurin og
sorgin nívir; vit hava samkenslu
við teimum, og má Harrin, sum
ollum valdar, styrkja tykkum og
vísa okkum leiðina framyvir.
Við hesum orðum vil eg vegna
Foroya Handverksmeistarafelag
ynskja ellum burtur og heima
eitt gott komandi ár.
Føroya Handverksmeistarafelag
Einar Mortensen, formaður
Falk dráttur 2
Stedgadur upp?
5
Eru tygum uppsteðgaður ella vilja tygum hava eitt sleip
oe RINGID TLF.12403 &
Vit kunnu eisini átaka okkum sleip av kompressarum og truckum upp til 3 tons
Falk dráttur v/Hans Dølum J. Nolsøesgøta 5
Sparid i
fólksins peningastovni