hósdagur 27. juni 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 120 - 27. juni 2002
Nr. 120 - 27. juni 2002
19
- TÍÐINDI TIL SJÓFÓ
á
Mánakvøldið varð
felag fyri pinku-
barnadeyða sett á
stovn í Klaksvík. Tal-
an er um eina sokall-
aða deild, sum er
undir sama felag í
Danmark
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Stigtakarar til stovnanina
eru Berit Joensen, Kirsten
Tróndheim og Anna Maria
Bjartalíð. Avgerðin um at
stovna eitt tílíkt felag í
Klaksvík varð tikin, tí at
tað var mett, at tørvurin er
so mikið stórur. Og áhugin
eisini.
Men av tí, at tað var so
knøpp tíð frá, at tosið
byrjaði og til lýst varð fyri
fundinum, so náddu tær
ikki út um Klaksvík at lýsa
tað. Til eitt nú Viðareiði
ella Leirvík. Tí tær ætla, at
komandi
fundir
skulu
leggjast eftir ferðaætlanini
hjá Dúgvuni, soleiðis at tað
kann lata seg gera hjá
eysturoyingum, sum ikki
tíma til Havnar, at koma til
Klaksvíkar.
Á stovnandi fundinum
mánakvøldið møttu 10 upp
og so var umboð fyri
felagið í Havn eisini til
staðar.
Berit greiðir frá, at tað
bleiv tosað um, hvat hvør
hevði verið úti fyri. Hon
sigur, at fleirtalið av teim-
um, sum vóru har, vóru
kvinnur, sum hava mist eitt
barn, meðan tað framvegis
lá í móðurlívinum.
- Hetta er fakstiskt hjálp
til sjálvhjálp. Tí tað er ein
juridisk linja, sum sigur, at
um ein kvinna missir eitt
barn, áðrenn hon er komin
28 vikur, so er tað abort.
Og tað vilja vit líka sum
ikki góðtaka, tí sorgin er
tann sama, óansæð hvussu
langt ella stutt ein er kom-
in, greiðir Berit frá.
- Tað er so ofta, at um ein
kvinna hevur mist eitt barn,
at so fólk, sum vilja troysta
siga, tað var gott, at tú ikki
vart komin longri, ella tú
fært skjótt eitt afturat. Og
tað hevur ein ikki brúk fyri
at hoyra í eini slíkari støðu,
tí kenslan av at hava mist
eitt barn er har, óansæð, um
tú ert komin tvær vikur ella
hevur gingið yvir og tað
síðani vísir seg, at tað ikki
er lív í meira. Í somu løtu
mamman hevur knýtt seg at
barninum í móðurlívinum,
so sær hon tað ikki sum eitt
fostur ella sum eina abort,
um hon missir tað.
Berit sigur, at tað vóru
yvirraskaðar, at tað møttu
so mong mánakvøldið.
- Onkur av teimum, sum
vóru har, hava mist fyri
yvir tjúgu árum síðani, so
ikki kann annað sigast enn
tað er og hevur verið tørvur
fyri einum tílíkum felagið
her, heldur hon.
Hon leggur aftur at, at
hetta er ætlað foreldrum og
avvarðandi.
- Tað er umráðandi fyri
tann, sum kemur higar, at
tey, sum lurta eisini skilja
eitt nú kenslurnar, sum tey
hava.
Minningarhald fyri
pinkubørnum
Kirsten Tróndheim sigur, at
tær hava sett seg í sambandi
við Hans Eiler Hammer,
sóknarprest, og spurt hann,
um tað ikki hevði kunnað
latið seg gjørt at havt eitt
minningarhald fyri pinku-
børnum um allahalguna.
Tað gera tey í Havn. Hans
Eiler helt tað vera eitt gott
hugskot og hevur játtað at
hjálpa teimum við tí.
Kirsten sigur eisini, at tað
eru mong, sum spyrja:
Hvar er markið. Bæði upp
eftir og niður eftir.
- Øll, sum hava mist eitt
barn eru vælkomin. Tað er
sera torført at siga, hvar
markið er. Men tað er ikki
so, at um tú hevur mist eitt
tvey – trý ára gamalt barn,
so kanst tú ikki koma her.
Tey eru sjálvsagt eisini
vælkomin. Og um so fleiri
møta, so kunnu tey, um tey
ynskja tað, vera í einum
bólki fyri seg, heldur
Kirsten.
Men felags fyri øll, sum
eru har, er at tey hava mist
eitt barn.
Ætlanin er fyri fyrst at
møtast
eina
ferð
um
mánaðin. Dagfestingin fyri
næstu ferð er ikki sett enn,
men Berit sigur, at tað
verður lýst, nær tær møtast
aftur. Felagið fyri pinku-
barnadeyða í Havn hevur
eina fasta lýsing í Sosial-
inum og har kemur so eisini
felagið í Klaksvík at lýsa,
umframt í Norðlýsinum.
Felagið er ikki eitt felag
við eini nevnd. Ein umboð-
ar felagið í Felagnum fyri
pinkubarnadeyða í Dan-
mark. Umboð fyri felagið í
Klaksvík
er
Kirsten
Tróndheim.
Tær sum taka sær av, at
tað ber til at møtast í
Klaksvík og syrgja fyri, at
tað verður lýst og annað
eru, Kirsten Tróndheim,
Berit Joensen og Anna
Maria Bjartalíð.
Felag fyri pinkubarnadeyða
stovnað í Klaksvík
Skálin við Skálá
hevur sum vanligt
tiltøk á jóansøku.
Hesaferð hevur
eydnast at fáa ungu
listakvinnuna
Hansinu Iversen við á
framsýning
LIST
Dagfinn Olsen
Skálin við Skálá í Vági er
felag, ið hevur áhuga í list.
M.a. í list eftir Ruth Smith,
og eigur felagið fleiri av
málningum hennara. Eisini
hevur verið arbeitt við
ætlanum um Listaheimið
Smith.
Skálin við Skálá hevur
seinnu árini havt tiltøk á
jóansøku. Ymisk list og
brúkslist verður sýnd fram í
hølunum hjá Suðurlaks og
eisini er tónleikacafé. So-
leiðis verður eisini í ár.
Tað hevur eydnast at fáa
Hansinu Iversen at sýna
fram á jóansøku. Hansina
er ung og kend listakvinna,
ið gongur nýggjar leiðir.
Hansina er eisini í ætt við
listakvinnuna Ruth Smith,
sum var úr Vági.
Hansina Iversen framsýning á
jóansøku
C
M
Y
K
19
18
Í Býin
Hafnia
Lounge
Tlf. 31 32 33 · Fax 31 52 50
· Stórt úrval av kaffi
· Dagsins køka
· Sandwich
· Flógv terta við salati
· Ymisk "snacks"
· Smyrjibreyð frá kl. 14-17
(aftaná kl. 17 eftir áheitan)
Upplatingartíðir
Sunnudag - hósdag
Opið kl. 14.00-24.00
Fríggjadag & leygardag
Opið kl. 14.00-01.00
T nleikur
til ¿ll endam l
...so sum veitslu
br dleyp
og anna
S¿lv og Bergmenn
tlf. 317087 - fartlf. 261585
fríggjakvøldið 28/06
Konufólk ókeypis atgongd
áðrenn kl. 01.00
TILBOÐ: sí www.platform.fo
p e t u r & p e t u r • 3 2 0 8 7 0
DJ Kristjan Joensen
DJ Ottar í Funningstovu
leygarkvøldið 29/06
sí www.platform.fo