Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-10-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. oktober 1976síða 2

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 67 — 30. oktober 1976 — Síða 2 sosialurin spsialurin telf. 11820 — giro 6282725 box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: Feroya Javnaðarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmenn: Johan Mortensen Johnsigurd Johannesen Prent: Dimmalætting Polsku linubåtarnir FYRR i hesum åri komu teir fyrstu av teimum nyggju linubåtunum, sum felagid Marknadar- røkt letur byggja i Pollandi, og sidani eru fleiri komnir, medan nakrir enn eru eftir at koma. ORÐASKIFTI var i síni tíð um hesa bygging. Vit vóru millum teirra, ið hildu tað vera heldur enn ikki legið, at vit skuldu rekja okkara handilssamband við Pólland á júst tann hátt, sum Føroya Fiskasøla hevði lagt upp til. STØDAN VAR og er jú tann, at vit selja nakað av sild til Póllands, og fyri at halda henda marknað við líka, hevur Fiskasølan mett tað sum eina treyt, at vit eisini keypa úr Póllandi. Vit hava keypt makrel til agn úr Póllandi, og nú lata vit eisini linubåtar byggja har. SOSIALURIN hevur ongantið verið ímóti ti, at vit hava handilsamband við Pólland, og heldur ikki hava vit verið ímóti ti, at vit rekja hetta samband. Men vit hava áður vist á, at vit kundu røkt hetta samband á onkran annan hátt enn at keypa makrel, sum vit sjálvir veiða stóra nøgdir av, og við at byggja fiskiskip, ið vit sjálvir byggja eins væl. MEN Í DAG vilja vit ikki nýta orðið eins væl, tá hetta man vera tað sama sum at tala niðursetandi um foroyskar handverkarar og foroyskt skipasmíð. Veruleikin er nú tann, at allir teir polsktbygdu linubåtarnir, sum higartil eru komnir til landið, eru sendir beinleiðis til foroysk verkstød. Har hava hesir »nybygning- ar« ligið í longri tíð enn nøkur gomul danga. HVOR HEVUR ábyrgdina av hesum byggi- fuski? Hver rindar meirkostnaðin? Og hver ber tapið av veiðumissið hjá hesum ferum? Hetta vita vit ikki. Men vit vita, at norska felagið Normaritime hevur havt byggieftirlitid, og at upphavsmenninir til hesa bygging er felagið Marknadarrøkt, meðan ymisk føroysk feløg hava sett seg sum keyparar av båtunum. MEN TA alt kemur til alt, verda hesi skip bygd vid studningslåni ur landskassanum og eisini veitir landskassin vedhald fyri lånunum i hesum skipum. VIT HALDA tað vera bæði rætt og rimuligt og onki minni enn eitt krav, at føroysku skatta- borgararnir fáa eina frágreiðing frá teimum, sum ábyrgdina hava í hesum máli. Og tað má vera felagið Marknaðarrokt. Guðstænastur Rituvík kl. 12 guðstænasta við altargongd við J. Follend. Oyndarfjorður gudstænasta við altargongd N.P. Daniel- sen. Tvøroyri kl. 11 og Fámjin kl. 19 guðstænastur við altargongd J. Weihe. Porkeri kl. 12 og Hovi kl. 19 guðstænastur við altargongd Martin R. Jacobsen I Porkeri gongur talvan til kirkjuna. Havnar kirkja gudstænasta vid altargongd P.M. Rasmussen. Vestur- kirkjan ferming vid Kjartan Mørkøre. Nålsoy ferming vid Hans J. Joensen. Hellurnar guðstænasta vid altargongd T. Beder. Kollafjørdur guds- tænasta vid altargongd A. Torgard. Sandur B. Jacob- sen. Sandavágur kl. 12 frá- faringarguðstænasta við alt- argongd Høgni Poulsen. Sandvik K.O. Viderø. Gjógv kl. 16 P.M. Rasmussen. Minningarhald Allahalgannadag verður minningarguðstænasta yvir sjólætnar í Havnar kirkju kl. 20 við Salomon Joensen. Allahalgannadag verður minningarguðstænasta yvir sjólætnar í Norðskálakirkju við P.M. Rasmussen. Allahalgannadag kl. 14 verð- ur minningarhald fyri sjó- latnar við minnisvarðan á Sandi. Bergur Jacobsen, prestur talar. 89 ár 2. november fyllir fyrrverandi logtingsmaður og lærari S.P t 4 t Zachariasen 89 ár. Missiónshúsið við Landavegin Sunnudagskúli kl. 14 og meti kl. 19, har Elsa Jacobsen, kristniboðari talar Prestainnsetan Sunnudagin setir Eivind bispur Henning Bøgesvang i embæti sum búfastur kappel- anur fyri Norðoya vestara prestagjald. Talvan gongur fyri kirkjuna Adventista- samkoman Leygardag kl. 9.30 bibliu- gransking, síðan gudstæn- asta við C.D. Andreasen í Adventistaskúlanum. Sunnu dagin kl. 11 sunnudagskúli. Strikad út Partafelagið Kongshavns Konservesfabrik, Nes sókn er strikad av partafelagslista- num, sambært grein 72 í partafelagslógini. dagbókin FÅ = Lýsing um mjólkaprísir Sambært kunngerð um studning til mjólka- framleiðslu nr. 41 frá 19. juli 1967, hevur prisnevndin til ásetan av mjólkaprísi ásett fylgjandi mjólkaprísir at galda frá 1. nov. 1976. Avrokningarprisur frá mjålkasølu til fram- leiðara umframt studning 2,34 kr. pr. kg. Utsøluprisir frå mjolkasølu i leysasølu 2,78 kr. pr. kg. Torshavn 28. okt. 1976 Prisnevndin til åsetan av mjólkaprísi Brúðleyp Í dag giftast á Tvøroyri Sigurd Petersen og Helena Hammer bæði av Tveroyri. Farin frá sum stjóri Fútin boðar frå, Oli Gordon Bech, skipari, er farin frá í nevndini í partafelagnum Faroe Air Transport og sum stjóri felagsins. Nyvaldur nevndarformaður er Johan Guttorm Mikkelsen, bilfor- ari, Bóndabrekka 9, Tórs- havn. Næstformaður i nevndini er Kåri av Reyni, el-innleggjari, L.Debessar- gøta 7, Torshavn. Sosialurin telf. 11820 S - Vindeygu altíð nógvar steddir á goymslu leverað við :ísettum termo- glasi Breið ella smøl? Mátini ery tygara Góðskan er okkara Hetta framleiðir: pf. Snikkaravirkið J. Patursonargøta 34 Tlf. 14777 Torshavn Norðoyingar Setið sparipeningin inn í tykkara peningastovn. Setið hann í Norðoya Sparikassa — tað lønar seg.