Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-10-30, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. oktober 1976síða 1

allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sjólætnir Í farna ári eru sjey mans sjólætnir Teir eru: Svend Edvard Kristiansen, 44 ár, Klaksvík. Hann doyði umborð á norska skipinum Koralhav við Grenland. Tað hendi 6. desember í fjør. Åsbjørn Joensen, Sandur. Hann var 51 år, tå id hann druknaði á útróðri vid Sjóv- arkletti tann 31. januar í ár. Kajsten Andreasen, Tórs- havn, 54 ár. Hann druknaði 2. juni, tá ið hann var á útróðri við motorbáti í Skop- unarfirði Thomas Marius Beck, 53 ár, Tveroyri. Hann doyði umborð á Annu Kristinu við Rock All tann 28. juli. Magnus Vilhelm Mikkel- sen, 44 ár, Vágur. Doyði umborð á Skarvasteini út fyri Skopun tann 31. september. Hans Jacob Danielsen, 26. ár, Saltnes. Druknaði í Klaksvík 24. september í ár. Julius Jónstein Hammer, 24 ár, Havn. Druknaði í Havn 18. oktober. Friður verið við minni teirra. Ikki Heini, men Martin I fråsøgn blaðsins mikudagin frá seinasta býráðsfundi í Havn var ein misskiljing komin í. Undir viðgerðini av málinum um eki til bilstødina Bil varð komið at standa, at Heini Olsen hevði sagt, at býráðið hevði borið seg skeivt at, og at býráðið átti at spyrja nevndina hjá Pf. Bil, hvat fyri øki teir vilja hava Ordini komu ikki frå Heina Olsen, men frå Martini Peter sen Bert i åtta sidum Sosialurin kemur aftur i dag við bert átta síðum. Grundin til hetta er, at á Prentsmiðj- uni á Heygsbreyt, sum setir og brýtur Sosialin um, fara fram istandgeringar og ny installeringar, ið hava tarnað regluligi arbeiðsgongdini eina tið. Vit vóna. at í næstu viku kemur alt í rættlag aftur Av somu orsøk eru lýsing ar, innsent og annað tilfar Nr. 67 Leygardagin 30. oktober 1976 49. árgangur Leysasøla 2,00 kr. frælsi javnadur brødralag Frålæran meira umfevnandi og grundigari — Bileftirlitid, sum skipar fyri pråvtøkuni av koyri- kortum, fer nå undir ein betri skipadan koyri- skúla. Endamål skúlans verður, at læra næming- arnar at ferðast við tryggleika, fyriliti og varsemi í ferðsluni, soleiðis at teir ikki valda ødrum skaða, koma ødrum í vanda ella gera øðrum ónáðir Við oðrum orðum vil hetta siga, at frálæran verður grundigari og næmingurin fær eitt nógv størri innlit í akfar og ferðslutrygg- leika. Frálæran verður sostatt meira umfevnandi og krevini fyri at standa royndina hareftir. Sum staðan hevur verið, er tann nyklakti bilførarin alt ov óstinnur, kennir ov lítið til akfari og er ótryggur mótvegis sær sjálvum og oðrum í ferðsluni. Hetta kom fram á einum fundi, sum Bileftirlitið skipaði fyri í vikuni. Atli Jensen, leiðari av Bileftir- litinum, segði, at tey flestu, sum fingu koyrikort als ikki vóru for fyri at koyra á ein forsvarligan hátt 1 ár á skúla fyri at gerast koyrilærari Sum fyrireiking til hesa nýskip- an vóru koyrilærarar og fýra mans frá Bileftirlitinum fyri stuttum á námsferð í Noregi. Atli Jensen segði, at teir valdu Noregi, ti landið er eina fremst, hvat viðvíkur arbeiði- num fyri sterri ferðslutrygg- leika Hagtølini visa, at ferðsluó- happini eru triggjar ferðir so nógv í Feroyum sum í Noreg Í Noregi vóru koyrilærararnir á einum koyrilæraraskúla. Fyri at kunna gerast koyrilærari í Noreg krevst skúlagongd, sum ikki tekur minni enn eitt ár, so av tí skilst, at stórur dentur verður lagdur á koyrilærarar við góðari útbúgving. Í Feroyum kann ein hvor gerast koyrilærari við bert at standa lítla roynd Koyrilæraraskúlin, foroyingar vóru á, tekur 80 næmingar, men umsekjaratalið liggur langt omanfyri. Frá skúlanum verður sagt, at eru foroyingar áhugaðir, standa dyrnar opnar Skeið í fyrstuhjálp Atli Jensen segði, at eftir ti nýggju reglugerðini í Feroyum hevur koyriskúlin heimild til at faa skeið í fyrstuhjálp upp í koyriroyndina. Á fundinum varð vist ein fyrstuhjálps-púta. Utgerðin til fyrstuhjálpina er logd væl til rættis í eini pútu, ið kann nytast til annað pútuendamál. Hesar púturnar skulu vera í øllum bilum í Noregi Atli Jensen segði, at dentur verður lagdur á at fáa fyrstu hjálp og myrkakoyruvenjing upp í frålæruna í Føroyum í fyrstu syftu Uppgáva hjá foreldrum og skúla Í arbeiðinum fyri at byrgja fyri ferðsluólukkum og fáa fólk meira ferðslubúgvin liggur fyrst og fremst ein uppgáva hjá foreldr unum og skúlunum. Seinri kem- ur Bileftirlitið og koyrilærarin rætta staðnum. Pressan i Før inní myndina og seinast logregl oyum hevur verið alt ov passiv.á in hesum oki. Bert tá okkurt er á Men pressan hevur eisini vási er hon við, segði Atli ein stóran tydning, um vilji er åg Jensen Gera roynd við veðurtíðindum frá flogvølli- num tvær ferðir um dagin Frá 1. november fara verk-"" frødingar á flogvellinum í Vágum undir at gera veður tíðindir fyri allar Føroyar, boðar Vaktar- og Bjargingar tænastan frå Vedurtidindini skulu fyrstu atløgu skiljast sum ein roynd. men verða útróðrar menninir nøgdir við tidindini, halda verkfreðingarnir fram. Tidindini verða send yvir Tórshavnar Radio á 1778 k Hz eð Te hd kl. 7.05 og kl. 17.05. Fara i nakrar broytingar fram í veðrinum, verður boðað frá kl. 12.05 Veðurtænastan er soleiðis skipað, at havið kring Feroy ar er býtt upp í fimm eki, sum strikmyndin sýnir. Økini eru hesi Mylingsgrynna Norðhavið, havid eystanfyri Førovar, Munkagrunnur og Vesturhavid Ytsta mark verður 50 fjórðingar úr landi Her fær BIL oki Av tí at misskiljing var komin í frásogn blaðsins frá seinasta býráðsfundi í Havn, har málið um at ávísa bilstødini Bil var til viðgerðar, verður vist til tekn ingina her å siduni, sum visir byrådsins samtykt í málinum um at åvisa Pí. Bil oki i i Gundadali, AT. Uppskot vard av fyrstan tid sett fram av Jåkup Suna Jacob sen um at åvisa Bil eitt øki vid ringvegin, møguliga eystan fyri Essostoðina hjá Frits Jensen, CI ella D3. Á seinasta byrådsfund fekk uppskotið undirtøku Levi }( i