leygardagur 6. november 1976síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
epsíalurin telf. 11820 — giro 6282725
box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Feroya Javnaðarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Blaðmenn: Johan Mortensen
Johnsigurd Johannesen
Prent: Dimmalætting
Grønlendingar og vit
SUM KUNNUGT eru vit í ríkisfelagsskapi við
grønlendingar, og vit hava gjøgnum nógv ár havt
nógv samstarv við teir. Sendinevndir hjá báðum
londum hava vitjað hvort annað, og nógv vøkur
orð eru fallin um tey góðu viðurskifti millum hesar
broðratjóðir. So vit hava gingið runt og hildið, at
tað stendur bara væl til.
MEN I Grønlandsposten fyri 16. september fáa vit
varhugan av, at so væl stendur hóast alt ikki til.
Har hevur Ulrik Rosing, sum er næstformaður í
fiskivinnufelagnum KNAPP grein, sum hevur
yvirskriftina >Forkasteligt med særrettigheder til
færinger uden modkrav<. Ulrik Rosing heldur, at
foroyingar hava fingið nógv rættindi í Gronlandi
uttan at lata nevnivert afturfyri. Tær einastu
somdir, sum teir hava fingið er at einstakir
grønlendingar hava siglt við foroyskum skipum
sum dekkarar. Víst verður eisini á, at foroyingar í
summar byrjaðu framleiðslu av rekjum uttan at
hvorki landsráð ella KNAPP varð eftirspurt.
SUM DØMI um, hvussu eitt samstarv kundi verið
skipað, verður víst til samráðingar, sum teir hava
havt við norðmenn, og har norðmenn høvdu
bjóðað grønlendingum ókeypis at koma á norskar
fiskivinnuskúlar á líka fót við norðmenn. Og Ulrik
Rosing endar við at siga: >Der má kræves noget til
gengæld for rettighederne heroppe. Í dag starter
man uden videre faciliteter til rejeproduktion ....
Der må gøres noget, og det må gøres nu.«
NU SKULDU vit ikki kunna siga, hvat ið er i
hesum ábreiðslum móti føroyingum, men tá
sjálvur næstformaðurin fyri fiskimenninar kemur
fram við teimum megast tær takast álvarliga. Vit
hava ikki ráð til at sita illa um sátt við grønlendsku
fiskimenninar, sum vit einans hava áhuga at hava
góð viðurskifti við. Og tí mugu okkara myndug-
leikar taka hendan kritikk til umhugsunnar og
finna útav, um vit hava kært okkum ov lítið um
hesi viðurskifti. Ulrik Rosing skrivar eisini, at
foroyingar eru sera væl egnaðir til at vera
ráðgevarar hjá grønlendingum í samband við teirra
komandi uttanskerðsveiðu eftir rækjum, og hann
ynskir at foroyingar skullu vera grønlendingum til
hjálpar í hesum, afturfyri tey rættindini, sum vit
hava, og sum vit vóna framvegis at fáa at veiða
rækjur
IA SENDINEVND frá grønlendska landsráðnum
vitjaði her í 1973 varð ein grunnur stovnaður við
ávísum stovnspeningi til frama fyri samstarvi
millum okkum og grønlendingar. Vit vilja skjóta
upp, at hesin grunnur fær meira pening at ráða
yvir, og at ein nevnd verður sett at stýra honum,
og at hendan nevnd skal fáa til uppgávu í praksis at
brødratj6dir,
fram i
fremja tað samstarv millum hesar
sum annars kanska mest er komið
veitslurødum.
sosialurin
Gudstænastur
Sunnudagin prædika: J.
Follend á Nesi, innsavning
til einkjugrunnin, P. M.
Rasmussen í Funningi, K. O.
Viderø í Hvalba, Ørum Jorg-
ensen í Havnar kirkju, altar
gangur, Kj. Mørkøre i
Vesturkirkjuni, altargangur,
Hans J. Joensen í Nólsoy,
altargangur, J. Magnussen i
Klaksvík, Bøgesvang á Hús-
um, S. J. Joensen í Hvanna
sundi kl. 12, altargangur, og
á Viðareiði kl. 19, Høgni
Poulsen í Miðvági, fráfar-
ingarguðstænasta.
Broytt kirkjutíð
Frá komandi sunnudegi er
kirkjutíðin á Tvøroyri broytt
til kl. 12 og sunnudagsskúlin
til kl. 11;
Heyst- og takkarguðs-
tænasta
við offurgongd verður í Vági
sunnukvoldið kl. 18. Konsert
við kirkjukórinum Ljómi.
Misstónsvíka í Klaksvík
Í døgunum 8. til 14. nov
ember verður missiónsvika í
KFUM og-K í Klaksvík.
Byrjað verður mánakvoldið
kl. 20, og hildið verður fram
týskvoldið og mikukvøldid
kl. 20, hósdagin, fríggja
dagin og leygardagin kl. 16
og 20 og sunnudag kl. 18 og
21. Ymsir talarar.
Arsfundur
Foroyski Bróðurringurin á
Havinum hevur ársfund í
Gotu 25. til 28. november.
Dunnuspæl og dansur
Harmoniorkestrið GHM
hevur dunnuspæl og dans á
Hotel Foroyum í kveld kl. 21
stundisliga
Klaksvíkar Ítróttarfelag
heldur ársaðalfund sunnu
dagin 5. desember kl. 15 í
KI-høllini. Skrá sambært
lógina.
Ársveitsla verður leygar
dagin 20. november, har
borðreitt verður vid røstum
kjøti
Brúðleyp
Í dag giftast í Vágs kirkju
Tom Vilhelm úr Vági og
Marianna Levisen úr Nan
ortalik
Adr.: Gistingarhúsið i
Øravik
Fram
Ítróttarfelagið Fram hevur
irsadalfund sunnudagin 7.
november kl. 14.30 á Hotel
Føroyum. Dagsskrá sambært
lógina
Ítróttarfelagið Mimir
Borðtennisvenjingar: Vaksn
ir venja týsdag kl. 21 — 23 og
hósdag kl. 18 — 20
dagbókin
Evangelihúsið
Mánakvoldið meinigheits
fundur kl. 20. Telefonand
aktin alt samdøgrid á tlf.
1 2266.
Kjógvin til solu
Strandferðslan lýsir M.s.
Kjógvan til solu sum hann
liggur. Skipið er útgjort og
skrásett sum fiskifar
Ungmannafelagið
Kyndil
Årsadalfundur verdur hildin
i Uppistovu 17. november kl.
20. Fundarskrå sambært
grein 6 í lógini
Meistarafelagið flutt
Havnar Handverksmeistara
felag hevur flutt skrivstovuna
í egnu hús felagsins í Tvor-
gotu 23. Telefonin er fram-
vegis 12901.
Ebenezer
Ungdómsfundirnir í Eben
ezer halda fram í kveld og
sunnukvoldið. Í kvold kl. 8
og sunnukvøldiød kl. 6.
Liðkapping
Í dag byrjar liðkapping í
badminton. Kappingin fer
fram í Itréttarhøllini í Havn
og byrjar klokkan 15. Tey
leikandi liðini í dag eru:
Fuglafjorður-HBFI, Fugla
fjørdur-HBFII, HBFI-HBFII
I kappingini er Midvågs
Badmintonfelag eisini við,
men er ikki við í fyrsta
umfarinum í morgin
Foðingardagur
Mánadagin 8.
fyllir Poul Johannes Jo-
hannesen, Hvannasundi, 85
november
ár
Fyrilestur um
kinesiskan skúlaskap
Í november hevur cand. ped.
Pauli Nielsen tveir fyrilestrar
um skúlaskap í Kina.
Pauli Nielsen var ein av
teimum førovingunum, sum
var á námsferð í Kina, tá
jarðskjálvtin herjaði landið í
summar.
Tann fyrra fyrilesturin
heldur Pauli Nielsen í ann
aðkvold, hóskvold kl. 20.
Fyrilesturin ber heitið: Ein
almenn gjøgnumgongd av
kinverska (kinesiska, red.)
útbúgvingarverkinum og
teimum hugsanum, ið liggja
aftanfyri.
Seinri fyrilesturin, sum
Pauli Nielsen heldur hós
kvoldið 11. november er ein
fråsøgn frá vitjanum i
summar å ymsum kinversk
um útbúgvingarstoðum
Pauli Nielsen er ættadur
år Sandavågi. Upprunaliga
hevur hann læraraútbúgving
frá Foroya Læraraskúla. Síð
an hevur hann fingið sær
pedagogiska útbúgving i
Keypmannahavn
Nr. 68 — 6. november 1976
utvarpid
Leygardagin 6.
07.15: Veðurtíðindi
07.17: Morgunlestur
07.30: Vedurtidindi
og tidindi
08.05: Lurtararnir og vit
09.00: Vedurtidindi
og tidindi
09.05: Morgunlestur
12.00: Middagskonsert
12.20: Vedurtidindi
og tidindi
12.32: Dogurðatónleikur
12.50: Tónleikur
13.00: Endursendingar
13.00: Midvikan
14.00: Barnaútvarpið
14.45: Nornagestur
13. partur
15.30: Friggjakvøld kl. 20:
Samrøda vid Jóannes
i Tøduni i Gåsadali
18.30: Vedurtidindi
og tidindi
18.42: Nátturðatónleikur
19.00: V4 dråttur
19.05: 20 spurningar til vis
mannin. A. Tórgarð
20.15: >Dimmi millum fjalla«
Útvarpsleikur eftir
John Millington
Synge. Ey. Andreasen
umsetti
21.30: Kvoldljóð
22.05: Hetta heilaga
evangeliið
22.15: Veðurtíðindi
og tíðindi
22.20: Dansimusikkur
Sunnudagin 7.
14.00: Veðurtíðindi
og tíðindi
14.10: Tónleikur
14.30: Nornagestur
14. og seinasti partur
15.00: Kvøduljåmar
17.00: Gudstænasta
18.30: Veðurtíðindi
og tidindi
18.40: Klassisk grammofon-
konsert
J. S. Bach:
»Jaktkantatan«
Månadagin 8.
07.15: Vedurtidindi
07.17: Morgunlestur
07.30: Veðurtíðindi
og tidindi
07.35: Tónleikur
08.00: Vedurtidindi
og tidindi
08.05: Enskt III
08.25: Lurtararnir og vit
09.00: Vedurtidindi
og tidindi
09.05: Morgunlestur
12.00: Middagskonsert
12.20: Vedurtidindi
og tidindi
12.32: Dogurðatónleikur
12.50: Vedurtidindi
12.51: Ténleikur
18.30: Vedurtidindi
og tidindi
18,42: Lóg og rættur
19.00: Ben Hur
1. partur av fram-
haldssøgu av Lewis
Wallace.
Meinhard Djurhuus
umsetti.
19.30: Løtt løg
20.00: Enskt II
20.20: »Oman til Lule«
Utvarpsleikur eftir
Bjørn-Erik Høier
21.00: Tidindi
SENSE